Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 — 8. OKTOBER 1994 Síða 11 Tíðindablaðið (5" Ahugaverd oljusending i sjónvarpi Sunnukvøldid fer sjón- varpsmadurin Tréndur Djurhuus at greida føroy- ingum frå ti nyggjasta i oljuvinnuni hjå næstu grannum okkara. Sending- Edmund Joensen, løgmaður og harri" kalmar in, sum varir í ein uma, fer víða um fyri síðani at enda her heima á klettunum, har sjónvarpsmaðurin tosar við ymsar føroyingar, ið “undirgrundarmálaráð- her við tí fyrstu oljuni - í Svf-studionum. Mynd hava tilknýti ul oljuspurn- ingin so ella so. Sjónvarpið var við á stóru altjóða oljuráðstevn- uni í Stavanger herfyri, og har varð høvi hjá sjón- varpsmanningini at hitta mong lyklafólk í olju- vinnuni umframt at síggja alt tað nýggjasta, sum er frammi í hesi ómetaliga stóru vinnugrein Vit fara her at fáa eina kenslu av, hvat tað er fyri ein heilt nýggj verð, sum eisini kann gerast veru- leiki her hjá okkum. Alt er so Stórt so stórt ikki minst peningaupphæddir, ið ar beitt verður við Oljuvinnan í Noregi og Bretlandi, ið er tann, sum kanska hevur mest áhuga her um okkara leiðir, er nýggj fyri okkum, men fyri norðmenn og bretar hevur henda vinna væl og virðiliga traðkað sínar barnaskógvar. Tað eru næstan 30 ár síðani, at oljuvinnan tók seg upp hjá næstu grannum okkara. Nærkast Nú tosað verður um olju stutt frå føroyska mark- inum verður henda vinnan bráddliga meira itøkilig fyri okkum føroyingar. Og útviklingurin í hesi vinnu hevur verið so øgiligur, at Ein heldur óvanlig “uppstilling" í SvF-studionum í Vørdsluni. Tróndur Djurhuus hevur dragsað fleiri oljutunnur innar og letur m.a. løgmann og Johan Mortensen kjakast um eina komandi oljuvinnu. Mynd kalmar SvF sunnukvøldid $ på PP Teir báðir, løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum og blaðmaðurin Jan Miller í kjaki í Vit fáa at síggja, hvør heldur mest fast við síni Tróndur Djurhuus er vertur. Mynd kalmar tað, sum varð óhugsandi fyri bert fáum árum síðani, er í dag veruleiki. Taka vit stóru dýpini millum Føroyar og Hetland, so var tað mett sum "galimatias” í heila tíkið at hugsa um eina oljuvinnu á hesum leiðum fyri bert fáum árum síðani. Nú er ødrvisi. Tidin er við at fara frá teimum risastóru kolossunum, sum boripallarnir eru. Nú kunnu serstók skip og brunnar á havbotninum gera arbeiði. Og fyri eina tjóð sum Føroyar, har vit eiga royndar sjómenn, verður henda vinnan bráddliga meira viðkom- andi. Sendingin er“krydd- rað" við prátum tvørtur um fleiri oljutunnur, har nakrir føroyingar siga sína hugsan. M.a. fara vit at hoyra og síggja, hvat løg- maður, sum umsitur olju- mál hevur at siga. Hevur alt hetta skund ella skulu vit taka tað róligt! Hetta eru spurningar, sum løg- maður fer at viðgera sam- an við Johan Mortensen, nevnarlimi i Føroya Olju- idna og ein av teimum, sum hevur vist eini kom- andi oljuvinnu stóran ans. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hann telist millum teirra, sum halda, at tað gongur ov seint. Marknatrætan Eisini fara blaðstjórin á Sosialinum, Jan Miller og løgtingsmadurin Bjørn á Heygum at kjakast. Og tað teir tosa um er markna- trætan við bretar. Bjørn á Heygum hevur borið fram í bløðunum, at málið hev- ur skund, og verður tað ikki heilt skjótt loyst við samráðingum, so mugu vit fara til Haagdómstólin. Jan Miller harafturímóti heldur, at vit eiga at hava tol og troyta allar sam- rådingarmøguleikar, áðr- enn stig verður tikið til at fara til Haag. > sjónarmið Eisini leiðarin á olju- fyrisitingini, Martin Hein- esen er við í sendingini. Hann greiðir frá, hvussu gongur við seismisku kanningunum 0.Ø. Samanumtikið ein sera áhugaverd sending og ikki minst viðkomandi, nú stóra amerikanska oljufel- agið Amerada Hess hevur kunngjørt, at tað eisini hevur funnið eina stóra oljukeldu við føroyska markið. At tann fyrsta stóra ráðstevnan um útviklingin i økinum vestan fyri Het- land verður hildin í Aber- deen dagin eftir hesa send- ing ger hana ikki minni áhugaverda og aktuella. A umrøddu rådstevnu eru fleiri umboð úr Før- oyum. FLETTING Eg bjóði mær til at fletta fyri fólk í Havn. Prísur: lomb 150 kr., veðrar 200 kr., tó alt eftir stodd. Við í prísinum er eisini vasking av vembrum. Ringið tlf. 17635, eftir arbeiðstíð