leygardagur 8. oktober 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 192 —8. OKTOBER 1994
24
Gamla fraktskipið gjørdist heimsins størsta seglskip:
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindenskov
»SEDOV« úr Murmansk
— Aftaná seinna heimsbardaga fingu vit skipið frå
týskarum sum kríggsendurgjald. Hóast størri
seglskip hava siglt á høvunum fyrr, so er "SEDOV: idag heimsins størsta siglandi seglskip, sigur Alexey
B. Perevozchikov, skipari á »SEDOV«
mikudagin gekk leiðin
heim til Murmansk. Sosi-
alurin vitjaði umborð:
hevur vitjað aftur í Foroy-
um. Risin hevur ligið á
Havnini nakrar dagar og
Heimsins størsta seglskip
„in service<. Heimsins
størsta siglandi seglskip
Inni í stóru høllini har m.a. filmsyning og konsertir verða hildnar
Sjálvdan hevur eitt skip
vakt so stóran áhuga yvir so
nógvar dagar,sum russiska
skúlaskipið >SEDOV<, ið
vitjaði á Havnini fyrr í
vikuni. Russar vóru blíðir
og í útvarpinum varð hvør
einasti ein føroyingur boðin
umborð at síggja hetta stási-
liga skip. Hesa innbjóðing
tóku mong ímóti. Skúla-
flokkar úr høvudsstadnum
og av bygd vitjaðu umborð.
Børn frá barnagørdunum
komu í hópum. Mong onnur
nýttu høvid at síggja >SE-
DOV« og skipið var avgjørt
eina vitjan vert.
Vit eru staddir á dekkin-
um á >SEDOV<. Ein ungur
kadettur, tað er skipsførara-
næmingur, hevur fingið boð
frá skiparanum at sýna
tíðindafólki skipið, áðrenn
samrødur verða gjørdar við
skiparan.
Kadetturin er tíðinda-
fróður og errin av skipinum.
Hann peikar okkum á
stóra dupulta róðrið, sum
stendur út á dekkinum
-»SEDOV« hevur ikki
sjálvstýrara og alt sam-
døgnid standa fýra kadettar
við róðri og stýra. Teir gera
sum yvirmenninir siga. Tá
vitsigla á norðaru leiðunum
er kalt at ganga r6durtørn,
sigur kadetturin
Vit fera víðari niður í
skipið og standa nú undir
høvudsdekkinum í einum
stórum salt. Salurin er sum
Havnar Bio til støddar.
- Her siggja vit film, her
verða fyrilestrar hildnir og
onkuntíð vitja tónleikarar
umborð, tá verður skipað
fyri konsertum, sigur ka-
detturin.
Salurin er klæddur við
mahogni ella onkrum ød-
rum dýrum — vidaslagi.
Veggurin aftanfyri pallin er
skrýddur ið einum vøkrum
málningi og við síðuna av
pallinum stendur eitt klav-
er.
Vit ganga longur fram og
niður í skipið. Her er eitt
savn yvir tær mongu ferðir
»SEDOV« hevur siglt og
nógvir minnisluur eru
sýndir eru sýndir fram
Millum annað stendur ein
borðabátur úr Føroyum
Hendan fekk skipið, tá tað
vitjaði okkum fyrstu ferð í
1981
Vit standa enn í savninum
og nú letur kadetturin eina
hurð upp. Fyri framman
liggur barrin.
Her sleppa bert yvir
menn at drekka, sigur
kadetturin við einum smíli
Hann vísir okkum eina
ovurstóra = kumpassrésu
sum er gjørd út dýrum viði
og feld niður í parkettgólv-
10.
Tað er pátrúgv umborð
at fer, ein fyrstu ferð ein
kemur umborð, inní miðjun
á kumpassrósuni, so ber til
at ynskja sær okkurt og
ynskið verður uppfylt.