týsdagur 11. oktober 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 193 — 11. OKTOBER
1994
ET
Gøtu Menningarfelag:
Spennandi vetrarskrå
Í desember mánað i fjør før Gøtu Menningarfelag undir eitt sera
áhugavert tiltak í tí sokallaða 1929-skúlanum við Gøtugjøgv
Eftir at felagið hevði gjørt
ovastu hæddina í tipp-topp
stand, varð lagt til brots við
ymiskum tiligkum fyri
bygdarfólkið. Felagið fekk
m.a. til vega eitt 1. floks
billardborð í fullari stødd
frá verksmiðju Søren Sø-
gaards. Skipað var fyri hóp-
in av tiltøkum seinasta vet-
ur, m.ø. bridgeundirvising,
dart-venjing, billard-ven)-
ing, sjavskappingum,
hugnakvøldum, bingo 0.Ø.,
og ikki kann sigast annað
enn, at felagið hevur fingið
sera góða undirtøku, ti í dag
táttar limatalið væl í 300
limir. Limagjaldið er einans
50 kr. um árið.
Og nú 1. okt. fór Gøtu
Menningarfelag aftur undir
eina nýggja vetrarskrá, og
ikki kann sigast annað, enn
athendan nýggja skráin fyri
veturin '94 sær sera spenn-
andi út Umframt tey
»gomlu« tiltøkini er eisini
nógv nýtt á skránni. Nevn-
ast kann m.a. fyrilestrar um
aktuell evni, framsýningar,
hugnakvøld við ábiti,
hugnakvøld fyri eldri, um-
framt innan-felags billard-
og dartkappingar við virðis-
lónum.
Gøtu Menningarfelag
sendir hvgrja viku eina
vikuskrå út í hvørt hús í
bygdini, har greitt verður
frá, hvørji tiltøk verða í hús-
inum ta vikuna. Umframt
hetta skipar felagið eisini í
vikuskránni fyri einari
spennandi spurnarkapping,
ið nevnd verður >Kennir tú
sókn tína<, fyri at vekja á-
huga fyri bygdini og søgu
hennara.
Tað eru ikki bara gøtu-
fólk, sum eru limir i Gøtu
Menningarfelag, men eisini
hevur felagið filt av limum
úr grannabygdunum, ser-
liga úr Leirvík og av Skála-
fjørdinum, og hesi eru
sjálvandi sera vælkomin í
felagið.
Nevndin í felagum sigur,
at hon er fegin um, at eisini
fólk aðrastaðni frá gerast
limir, tí hetta kann bert
styrkja felagið.
Gøtu Menningarfelag let-
ur upp hvønn dag kl. 15.
Vanligar vikudagar er opið
til kl. 23, men friggjadag er
opið til kl. 03 og leygardag
til kl. 01.
”
Í húsinum eru eisini onn-
ur spøl, ið tað stendur lim-
unum frítt at nýta sum t.d.
dart, popp, yatzy, kort, talv,
master-mind, matador,
ludo og mong onnur. Felag-
ið hevur eisini sett stereo-
anlegg, sjónvarp og video
upp í hølinum.
Tað ber eisini til at leiga
= 4
hølini til ymsar samkomur,
veitslur, fødingardagar
0.2., tí øll nútímans útgerð
til matgerð og borðreiðing
er tók í húsinum.
Tíðindablaðið sostalurin
Bæði nýggj og gomul
tiltók standa á nýggju
vetrar skránni hjá Gøtu
Menningarfelag.
Mynd: Kalmar
Reiðarafelagið mótmælir harðliga
Føroya Landsstýri
100 Tórshavn
att.: Ivan Johannesen
Útvarpið bar mikudagin 5/
10-1994 tey tíðindi, at
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, eftir ynski frá
Foroya Fiskavirking, fer at
endurskoða tann pratin av
lógini um iløgustudul, har
skipini havaloyvi at avreida
ein triðing av veiduni utt-
anlands uttan at missa
ílógustuðul.
Reiðarafelagið vil harð-
liga mótmæla, at lógin
verður broytt hesum við-
víkjandi, tí hesin rættur
varð veittur skipunum av
undanfarna landsstýri og
løgtingi í sambandi við, at
veidumøguleikarnir = hjá
skipunum vórðu skerdir
nógv, tí nógvar fiskileiðir
vórðu stongdar samstundis
Lesarabrøv
sum (ov småar) kvotur
vórðu ásettar og tí, at fiski-
vinnan á landi var komin í
eina monopollíknandi
støðu vid stovnan av Føroya
Fiskavirking.
Reiðarafelagið mótmælti,
eins og nógv onnur feløg og
einstaklingar, fleiri ferðir
ætlanini við Fiskavirking, tí
kappingin um råvøruna tå
fór at detta burtur, um ikki
skipini eisini fingu møgu-
leika at landa uttanlands.
Gongdin hjá Fiskavirk-
ing prógvar tíverri, at vit
høvdu rætt, tí áðrenn Fiska-
virking yvirtók flakavirkini
var kiloprísurin á upsa —
høvudsfiskaslagid okkara á
landgrunninum — oman fyri
4,- kr. meðan hann í dag er
1,- kr. lægri, hóast Figging-
argrunnurin á fundi við
bygnaðarnevndina 16/4-
1993 upplýsti, at móðurfe-
Nú er ovboðið!!!
Tað er upp á tíðina, at okkurt
verður gjørt við ta bannlýstu
tónleikagreinina: heavy/trash/
death - metal. Í føroyska tón-
leikalívinum er sera trong-
skygt, tå ið ådurnevnda tón-
leikagrein skal framførast. f
hesum learabrævi skal eg
nevna nøkur dømi frá teimum
seinastu døgunum.
Í nýggju útvarpssendingini
»Kvark« 1/10, var ein stubbi,
id nevnist »Køsturin«, tað letur
til at eitt lag um vikuna skal
»tveitast« í køstin. Í fyrstu
sendingini hevði bólkurin,
sum hoyrir til ovurnevnda tón-
leikaslag, Mortification, ta
ivasomu æru at verða kasser-
aður. Tey bæði, ið gera send-
ingina, høvdu ymiskt at siga
um bólkin so sum: Ivasamt
tónlistasnið og at spælt varð
við hálvari styrki, fyri at verja
oyrað. Av tí at bólkurin, ið var
gudiligur, ikki spældi glaðan
gospel-tónleik, so skuldi trúgv
teirra eisini sleppast upp á fjall,
av tí at »tad ikki ljóðaði gudi-
ligt«.
Eg haldi tað vera ovboðið, at
tongskygdir journalist-aspi-
rantar skulu seta seg at dóma,
fyri fólksins pening. Bert tí
hesin tónleikur ikki fellur
teimum so væl í oyrað, sum hjá
onkrum av gjaldandi lurtarun-
um. Men ta er so vanligt, at
menn halda seg vita um tón-
leik, hóast teir als ikki sjálvir
spæla ella tíma at seta seg inn í
viðurskiftini. Hetta er beiskt
hjá okkum, sum spæla og lurta
eftir bann-lýstum tónleiki.
Eg var í Norðurlandahúsin-
um leygarkvøldid til tiltakið
ung 94, og gjørdist ikki sért
skelkaður av atburði fråsøgu-
mannsins, hansara næstan háð-
andi viðmerkingar, tá bólkurin
Oblivion skuldi koma inn á
pallin. Oblivion spælir trash-
tónleik. Hann segði seg hava
funnið orðið í trash orðabók-
ini, og segði tað stóð fyri gam-
altjarn. Hettakann væl vera, og
hann bendi síðani á, at orkestr-
ið var av sama kalbri, men
mongum brestur ætlan. Tí vit,
sum lurtaðu eftir hesum tón-
leiki, vita at tað stavast
THRASH, og merkir: sláa,
buka, fleingja, lemja og geva
av koyrlinum. Men hetta er at
fyrigeva, hevði ikki hesin frá-
søgumaður komið við ein-um
spurningi til ta breiðu áhoyr-
arafjøld, har hann bað tey, ið
dåmdu »larmin«, rópa, og sid-
ani tey, ið ikki dåmdu tónarnar,
rópa. Hesin atburður varð ikki
sýndur móti hinum, heldur
fridarligari orkestrunum.
Eitt annað dømi um trong-
skygni hjá føroyskum tón-
leika-fyrireikarum, er at kalla
tónleikabólkin SUX fyri
gentubólkin SUX. At bólkurin
bert er »mannadur« av kvinn-
um, ja, tað er satt, m hví ikki
kalla hann tónleikabólkurin
SU. Hvat við at spyrja bólkar-
nar, hvussu teir kundu hugsað
sær at verðið »presenteradir«.
Væl kann tað vera, at hesin
tónleikur aloftast verður fram-
førdur av langhærdum monn-
um og kvinnum, men hvat
hevur tað at siga fyri tónleikin?
Bóru Mozart og Beethoven
ikki hårkoll? Gjørdu tað teirra
tónleik verri, at ávís klæði
skuldi berast fyri at verða við-
urkendur sosialt av teimum
ymsu stættunum? Nei, í dag
rópa vit teir fyri Teir Stóru
Meistararnar og leggja líka um
um onkur teirra drakk, annar
var deyvur og onkur tridi
blindur. Teir verða av tí so-
kallaða >etableraða< nærum
dyrkaðir sum avgudar fyri sín
sveimandi og kensluborna tón-
leik. Hygg so at nútímans tóna-
smiðum, tað er jú tað, ið teir
eru, hóast illar tungur royna at
spilla út sum mest, royn at lurta
eftir tekstum og løgum og tú
uppdagar, at hetta ikki bert er
larmur, ið óljóðelskandi vill-
enn framføra. Sjálvandi eru
eisini spilt súrepli í kurvini,
men dem ikki túsundtals tón-
leikarar eftir trongskygdum
fordómum.
Eins og Blues hevur verið
skýrt sum fjandans tónleikur
og nekara ólevnaður, fyri har-
eftir at fáa uppreisn, skal heavy
tónleikurin nokk eisini fáa sína
uppibornu uppreisn og gerast
ein >sosical acceptabul< lista-
grein á einum víðum og livandi
tónleikapalli.
Tónlistarvinur
lagið væntandi fór at kunna
hækka tåverandi råvøru-
prisir vid 50 oyrum pr. kg.
Til samanlikningar skal
nevnast, at medal kg. pris-
urin å upsa f Islandi hevur
alt árið verið O.u. 4,- kr.
Råvøruprisimir í Føroy-
um hava neyvan verið lægri
enn í dag og eru í løtuni so
lágir, at nógv skip hava
trupult bert at fáa raksturin
at bera so og tað eru ti ræð-
andi sjónarmið, tá nevndar-
formaðurin í Fiskavirking
sigur, at råvøruprisirnir
hava verið ov høgir í ár og at
teir hava mist 5 mill. kr. or-
sakað av prískappingini.
Núer tann stødan ikomin,
sum vit ávaraðu ímóti:
Fiskavirking virkar ikki
og ístaðin fyri >at gerast
lokomotivið, ið togar okk-
ara fiskavørur niður gjøgn-
um Europa< verður bert
roynt at herða monopolið
og lata skipini og manning-
arnar gjalda gildið við at
noyða skipini at landa í Før-
oyum til dumpingprisir.
Prisimir eru longu so låg-
ir, at tad i åvisum førum er
trupult at manna skipini.
Lækka prisimir enn meira,
er mest sannlíkt, at nógv
skip ikki fara til fiskiskap,
antin ti, at tey ikki verða
mannad, ella ti at tey ikki
klára rakstrarútreiðslurnar.
Av nevndu orsøkum mót-
mæla vit, at skipini missa
rættin at selja ein triding
uttanlands og ynskja ein
fund við landsstýrið um
málið skjótast tilber, har vit
nærri kunnu grundgeva fyri
sjónarmiðum okkara.
Til kunningar er vidlagt:
1)skriv frá Råfiskakeypara-
felagum, dagf. 14/5-1993
2) skriv frå Reiðarafelag-
num, dagf. 21/5-1993
3) skriv frå Meginfelag Ut-
róðrarmanna, dagf. 27/5-
1993
4) skriv frá Fiskimannafe-
lagnum, dagf. 28/5-1993
Virðiliga
Føroya Reiðarafelag
Jákup Sólstein, formaður,
sign.
( Lesarabrøv )
Málting
Ud er kommet nyt nummer af
Målting. Af hindholdet ejer
frem for alt at blive lagt dent på
den geniale omsætning fra
svensk til dansk-færøsk, den
rette kurs vedvigende færøsk-
dansk mentener-integration.
Vånende vil mine danske
landsmænd godtage hug-
skuddet med at mixe begge
sprogene sammen og dermed
også berige vort modersmål
med færøske ord og målisker
på samme håt. I alle tilfælde
lider jeg på, at færinger indser,
hvad ursliddet bliver og holder
frem adden slagne landevej. Vi
modtager jer med åbne arme.
D.