mikudagur 12. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 194 — 12. OKTOBER 1994
Evnisvika um
brekad í skúlunum |
Eini 1700 fólk hittust í Itrøttarhøllini fríggjadagin, í sambandi
við at evnisvikan í skúlunum var av. MBF skipaði fyri tiltaki-
num, og bjóðaði skúlabýrnum og lærarum úr øllum landinum í
Ítróttarhóllina, saman við teimum, sum hava verið við til at
skipa fyri evnisvikunt
Taðer MBF, sum tók stig til
fáa skúlabórn at vísa brek-
aðum áhuga.
Ein arbeiðsbólkur í MBF
hevur arbeitt við at skipa
evnisviku í skúlunum, og
flestu skúlar í landinum
hava tíkið evnið upp, tó at
nakrir ikki fara undir evnis-
viku fyrr enn eftir heystfrí-
tíðina.
Eini 1700 fólk hittust í
Ítróttarhollini á Nabb. Hetta
vóru skúlabórn og lærarar,
landsstyris- og løgtings-
fólk, umboð fyri stovnar og
feløg 0.s.fr.
MBF hevði sett sær fyri at
savna øll tey, sum høvdu
havt við evniskvikuna at
gera, og har var sjónleikur
og tónleikur, eins og róður
vóru hildnar.
Doris Hansen, formaður í
Á
'%
Tidindabladid CH
høllini í Havn, í samband við evnisvikuna um viður skiftini
hjá brekaðum í Føroyum
MBF, helt stutta réðu, áðr-
enn fólk fóru hvort til sítt
Hon takkaði teimum, sum
høvdu vist evnisvikuni å-
huga, og tcimum, sum
høvdu gjørt tað møguligt at
skipa fyri hesum tiltøkum,
eins og hon takkaði Lands-
skúlafyrisitingini fyri, at
hon vildi ganga við til verk-
ætlanina.
Við skúlanæmingarnar
segði Doris Hansen:
- Eg vóni, at henda vikan
fer at gera tað lættari hjá
brekaðum at vera saman við
tykkum. Tað er hetta oll
helst vilja. Um vit ikki
kenna til brekad, so royna
vit kanska at umganga tey,
og tað kann føra til ålvars-
ligt cyka brek, sum tað er at
verða settur uttan fyri.
- Øll kenna vit ivaleyst til,
hvussu tað er at verða settur
uttan fyri, og vit vita eisini,
hvussu torført tað er.
- Við slíkum tiltókum
sum hesum, vilja vit broyta
tykkara og okkara hugburð
fyri brekadum. Tað er so
lítið sum skal til, fyri at vit
oll skulu kenna okkum væl
- Kunnu vit broyta hug-
burð, tá kunnu vit fara at
tosa um ein skúla fyri øll, og
tå tit verða vaksin, kunnu vit
kanska fara at tosa sum eitt
samfelag fyri øll, segði
Doris Hansen.
MBF hevur sett fleiri ar-
beiðsbólkar, sum hava hvor
sítt oki at arbeiða við.
Eitt nú eru arbeiðsbólkar,
sum arbeiða fyri at fáa løg-
gilda vørumerking, tulka-
tænastu, ljóðávís fyri blind,
útvega brekaðum arbeiði,
útvega brekaðum íbúðir og
ein bólkur arbeiðir við sam-
ferðslu og flutningi.
Fleiri tiltók verða gjørð
um hesi evni seinni.
Dagny
Myndir: Kalmar