Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CELL Skúlanæmingar illa fyri: Neyvan ráð til mat og Døkur Hetta ger, at næmingarnir fáa ikki tað burturúr skúlatíðini sum teir áttu, sigur stjórin á Handilsskúlanum Tað er serliga ringt fyrstu tíðina eftir summarfritid- ina. Fyrr kundu næmingar vinna sær nakrar krónur í eitt nú fiskaarbeidi í summarfrítíðini. Tað kunnu teir íkki longur. Harnæst fáa næmingarnir ikki studningin fyrr enn teir hava gingið fleiri vikur í skúla. Studningurin er eisi- ni væl minni enn fyrr, og er talan um næmingar, sum ikki búgva heima, skulu teir rinda fyri kamar framman- undan. Bøkur skulu eisini keypast. Og haraftrat kundu foreldur hjálpa til í stórri mun fyrr enn tey kunnu í dag. Alt hetta ger, at næm- ingar eru sera illa fyri, ser- liga fyrstu tíðina í skúlaár- inum. Tað sigur stjórin á Foroya Handilsskúla, Ragnar Mag- nussen, sum eisini hevur sjónlig prógv um hvussu illa nógvir næmingar eru fyri figgjarliga. Vanliga hevur matstovan á Handilsskúlanum selt fyri einar 2.000 krónur um dag- in. Og tað ger hon eisini beint sum næmingarnir hava fingið studningin. Man áðrenn studningurin er komin verður ikki selt fyri meira enn einar 1200 krón- ur, sigur Ragnar Magnus- sen og leggur aftrat, at tað, matstovan selur, er veru- ligur matur. Einki luxus sum sigarettir 0.t. Næming- arnir hava nóg illa ráð til at keypa sær mat, sigur skúla- stjórin. Ikki ráð til bøkur Ragnar Magnussen sigur, at so illa stendur til hjá fleiri av næmingunum, at teir hava ikki ráð at keypa sær bøkur fyrr enn nakrar vikur eru farnar av skúlaárinum. Hesa tíðina roynir skúlin at hjálpa teimum við at kopi- era úr bókum. Men hetta er dýrt og avgjørt ikki meira enn tað næstbesta, sigur skúlastjórin og leggur af- trat, at hetta syndarliga skilið ger sitt til, at næm- ingarnir fáa ikki tað burtur úr skúlatíðini sum teir áttu. Skammast At næmingarnir ikki hava ráð at keypa bøkur, reypa teir avgjørt ikki av. Teir royna at:dylja tað. -Spyr lærarin hví næm- ingurin ikki hevur bókina við verður svarið, at hann hevur gloymt hana eftir heima. Men hann gloymir sjálvandi ikki fleiri ferðir, soul endans kemur úr næm- inginum, at hann hevur ikki ráð at keypa skúlabókina. Bygdanæmingar ringast fyri Ragnar Magnussen er av- gjørdur tá hann sigur, at skúlanæmingar hava tað vánaligt, tá tað kemur til pengarnar. Serliga teir næmingar, sum koma av bygd, og tí heldur skjúla- stjørin, at serliga hesir næmingarnir áttu at fingið hægri studning. Ragnar Magnussen heldur eisini, at myndugleikarnir áuu at umhugsa at rinda studn- ingin út ødrvisi enn gjørt verður í dag. Tað er serliga fyrst í skúlaárinum teir hava brúk fyri pengum, men tað er júst lá teir ongar fáa. tór.- Næmingarnir hava nóg illa ráð til mat, og tað sæst eisini á søluni á matstovuni í Handilsskúlanum sigur Ragnar Magnussen, skúlastjóri. Mynd: Kalmar Nr. 194 — 12. OKTOBER 1994 — . at frætta um Fyri umleið einari viku síðani var danska verju- skipið Veðrurin aftur í Føroyum eftir eini tveir mánaða Suðurafrika- ferð. Veðrurin hevur vitjað Sudurafrika í samband við eitt danskt ídnaðar menningartiltak. = Ser- liga innan skipasmíð. Suðurafrikanarar hava í hyggju at byggja nøkur efurlistskip sum líkjast Veðrinum, og hetta skipasmidjuarbeidi vilja danir fegnir hava A ferðini til afrika og heimaftur legdi skipid inn fleiri Sudur- Sida 5 - - he SR) Zee A rs Tað eru serliga skipini í sokallaða Thetis-klassan- um, Suðurafrika hevur áhuga fyri. Mynd: Kalmar Vildu vita meira um Føroyar I samband vid Sudur- afriku-ferdina hjå Vedrin- um legði hann inn manga staðni. Greitt varð frá virk -in um hjá verjuskipinum, eisini í Føroyum, og tað vóru útlendingar áhugaðir staðni. Millum annað í Durban, á St. Helenu og Madcira Allastaðni Veðrurin kom, varð skipað fyri tíðindafundi og móttøku, har greitt varð frá virkisøkinum hjá danska verjuskipin- um Í tíðindaskrivi frá Marinustødini = verður millum annað sagt, at arbeiði hjá Veðrinum í Føroyum hevdi stóran millum utlend- tir spurdu Oført bæði um eitt og áhuga ingar og annað Førovun víkjandi tor.-