Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 194 — 12. OKTOBER 1994 Færri danir vitja Føroyar Ferðamannavinnan sigur frá fleiri fremm- andavitjanunum í ár samanborið við árini frammanundan, og tað sama siga hagtølini, sum Kunningarstovan í Havn hevur ført sidan 1985. Samanborið viðárið í fjør vaks talið fyri juni, julí og august í ár sam- anlagt við 12,9%. Tað er hend tann broyting, at færri danir vitja nú. Um hagtølini hjá* Kunningarstovuni eru myndin fyri alt land- ið, vitjaðu 14,3% færri danir enn í fjør. Afturímóti vitjaðu væl fleiri úr ødrum londum. Framgongdin fyri norðmenn og sviar var 14,3%, fyri bretar 41,7%, yrði týskar 28,4%, fyri franskar 26,6% og fyri aðrar tjóðir 52,7%. randi Dreymurin & ø = Tað tekur tíð at læra Felagið Javni hevur givið út eina fitta bók um ein evnaveikan drong. Bókin eitur Dreymurin, Søgan er um Lassa, sum noyðist at fara heimanifrå, ti hann verdur vaksin. Væl verdur lyst, hvussu Lassi livir í síni egnu dreymaverð og dugir ikki rættiliga saman við gðrum, tí hann er ødrvisi. Lassi vil helst vera hjå foreldrunum og liva í sínum egnu dreymum, men so kemur tann dagur, tá hann noyðist burtur, tí foreldrini halda tað vera best fyri son- in at læra okkurt. Lassi kann ikki longur vera í síni egnu dreyma- verð, men fer til onnur evnaveik at arbeiða. Har er ikki so galið, sum Lassi stúrði fyri, og eins og í ævintýrunum endar søgan væl. Lassi kemur á røttu hillina og lærir eitt arbeiði, sjálvt um tað tekur sína tíð atlæra. Tað visti hann eisini frá dreymaverðini. Skrivað bókina hevur Kirsten Mejlhede Krog, og Sigrun Hjalmarsdóttir hev- ur umsett hana til lætt og gou mál. Bókin, sum kom út í sam- bandi við evnisvikuna hjá skúlunum um brek, fæst í bókhandlunum og kostar 50 krónur. búgva og randi Tíðindablaðið ÆTT Øllarbeidsloysisskipanin skal nú endurskoðast. Tey flestu eru samd um, at rullandi iurokningar grundarlagid må burtur, og feløgini hjá teimum fastløntu vilja hava, at onnur vid parttíðararbeiði enn fiskavirkisfølk eisiniskulu hava iskoytis- veiting Heldur fram i styrinum Umboðið hjá teimum fastløntu í stýrinum fyri arbeiðsloysisskip- anina ætlar at virka fyri at fáa skipanina til eina tryggingar- skipan Mánadagin seinnapartin var fundur millum fakfel- øgini hjá teimum fastløntu. 17 feløg vóru umboðað á fundinum. Fundurin var um arbeiðs- loysisskipanina. Jógvan Mørkøre, sum umboðar tey fastløntu i nevndini fyri arbeiðsloysis- skipanini, segði seg eina- ferð frá sum limur í stýri- num, men hann varð tá biðin um at halda fram, og hetta játtaði hann sum eina fyribils loysn, sjálvt um hann var misnøgdur við stuðulin frá feløgunum, hann umboðar. A fundinum mánadagin játtaði Jógvan Mørkøre at halda fram eina tíð enn. Hansara mál, sum felggini eisini taka undir við, er at fáa arbeiðsloysisskipanina til at vera eina tryggingar- skipan. Broyta skipanina Feløgini hava ongantíð krógvað, at tey eru ónggd við skipanina, sum hon er nú. Onggdin hevur alla tíðina verið størst við rull- andi útrokningargrundar- lagið, Lv.s., at tey arbeiðs- leysu fáa minni og minni, sum tíðin gongur, og atenda detta úr skipanini. Hesin spurningur varð tó ikki um- røddur mánadagin, tí sam- gongan hevur sett sær fyri at endurskoða skipanina og at koma burtur frá rullandi út- rokningargrundarlagnum. Tá feløgini og Jógvan Mørkøre halda, at skipanin má gerast til eina trygging- arskipan, so merkir 130 m.a., at meira samsvar skal vera millum inngjald og útgjald. Sum ger gjalda løntakarar 2,75% av løn síni til tryggingarskipanina, uttan mun ul støddina å inntøku, men samstundis er hámark á útgjaldinum. Tá er tað ikki ein tryggingar- skipan. Onnur eisini Felggini tosaðu á fundinum eisini um, at skipanin ikki kann kallast ein trygging- arskipan, tá ávísir bólkar av løntakarum hava serliga skipan. Sipað var til fiska- virkisfélkini, sum eru tryggjad 32 úma arbeiðs- viku. Hetta halda felgini vera órættvíst mótvegis ødrum løntakarum, sum heldur ikki hava fulla ar- beiðstíð. Feløgini mæla ikki til at taka frá fiskavirkis- fólkunum men heldur geva hinum, sum bara arbeiða parttíð, somu sømdir. Ivasom framtíð Tað er eitt sindur ivasamt, hvussu leingi Jógvan Mørk- øre heldur fram í styrinum, ti fyrsta dagin verdur øll skipanin endurskodad, og so kemur spurningurin, um feløgini vilja hava umboð i stýrinum, um allar týðandi avgerðir kortini skulu takast í landsstýrinum. Tiltakslimur hjá Jógvan Mørkøre i stýrinum er Hendrik Thomsen. Oli avloysast Hini bæði fakfelagsum- boðini í stýrinum eru Inge- borg Vinther og Óli Jacob- sen. Ingbeorg Vinther ætlar sær at halda fram, sjálvt um hon nú er løgtingslimur. Sum landsstýrismaður ætlar Oli Jacobsen sær ikki at sita í stýrinum. Varamað- ur hansara er Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, men iva- samter, um hann fer í stýrið, og sigur Óli Jacobsen sessin frá sær, noyðist felagið at velja av nýggjum. Stýrið fyri arbeiðsloysis- skipanina fer í dag at tosa um ætlanina at broyta skip- anina. randi Enn ikki funnið holi Heilsu- og heimasjúkrasystrarnar í Suðurstreymoy hava nú fingið í boði hóli á Argjum Enn hevur íkki eydnast Tórshavnar býráð at finna nøkur hóli, sum heilsu- og heimasjúkrasystrarnar — í Suðurstreymoy kunnu góð- Heilsu- og heimasjúkra- systrarnar halda til á ovast hæddini á gamla meiari- num, men hølini eru í ring- um standi, og sjúkrasystr- anar hava kravt onnur og betri holi. Men tað er ikki sum at síga tað. Serliga heilsu- systramar vilja helst vera vera í miðbýnum, soleiðis at foreldur kunnu koma til teirra við barnavogni. - Ein trupulleikin er, hvor skal gjalda fyri at seta hølini í stand. Kommunan hevur skyldu til at útvega høli, men tað stendur ongastadni, hver skal gjalda fyri at innrætta skipanina, sum annars er undir landinum, sigur Elin Lindenskov, for- kvinna í sosialu nevnd bý- ráðsins. Kommunan hevur ikki nøkur góð høli í niðbýnum at bjóða heilsu- og heima- sjúkrasystrunum. Seinastu tilbodini, tær hava fingið, eru í erva á AB-húsinum og kommunuskrivstovuna á Argjum, men sjúkrasystrar- nar hava ikki sagt, um tær góðiaka hesa loysnina. randi