Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 33 Summarfrí Skrivstova okkara verður stongd vegna summarfrí frá 10. juli til 4. august. P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar Postrúm 191 110 Tórshavn Tlf.: 31 47 00 - Telefax: 31 38 15 t-postur: inpact@inpact.fo Member of international Network of professional accountants I N PA C T LØGMÁLARÁÐIÐ Avloysari fyri fulltrúa Við hesum verður eitt fyribilsstarv sum barnsburð- aravloysari fyri fulltrúa í Løgmálaráðnum lýst leyst at søkja. Høvuðsuppgávur Høvuðsuppgávurnar eru at gera lógarsmíð á teim- um økjum, ið verða umsitin av Løgmálaráðnum, gerð av løgfrøðiligum responsa, eftirkanning av lógaruppskotum hjá miðfyrisitingini og aðrar løg- frøðiligar uppgávur t.d. menning og samskipan av lóggávuarbeiðnum í miðfyrisitingini. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøði- ligt embætisprógv. Persónlig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir,miðvísir,kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar ar royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu harumframt hava góðan kunnleika til før- oyskt mál. Setanarskeið Starvið verður sett skjótast gjørligt. Setanin varir eitt hálvt ár, ið møguliga kann leingjast til 1 ár. Lønar- og setanartreytir Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðinga- felag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskriv- stovuna við tilhoyrandi stovnum og aðalstýrini. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, eru vælkomnir at seta seg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra, tlf. 358080. Umsóknarfreist Umsóknir við prógvum,c.v.og møguligum viðmæl- um skulu sendast Løgmálaráðið Tinganesi Postboks 159 110 Tórshavn og skulu vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. juli 2003. Pedagogur/ hjálparfólk til Dagrøktina í Runavíkar Kommunu Søkt verður eftir pedagogi/hjálparfólki til Komm- unalu Dagrøktina í Runavíkar Kommunu at ar- beiða 30 tímar um vikuna. Í Dagrøktarskipanini eru 83 børn og 21 dag- røktarmammur. Vit ynskja at tú ert kreativ, hevur góð samstarvs- evnir og hevur hug at arbeiða við børnum. Arbeiðið verður í størstan mun skipað út frá spælistovuni. Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594 ella fartlf. 228594. Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi í seinasta lagi 24.7.2003. Dagrøktarskipanin í Runavíkar Kommunu Heiðavegur 600 Saltangará Heilsuútbúgvingin á Tvøroyri Søkt verður eftir lærara til Heilsuútbúgv- ingina á Tvøroyri at byrja 01.09.2003. Starvið er 1/2 avloysarastarv og tíðaravmarkað til 31.12.2003. Setanin kann møguliga halda fram sum fulltíðar avloysarastarv til 30.06.2004. Starvið umfatar undirvísing og tilrættalegging av heilsuhjálparaútbúgvingini. Krøv til umsøkjara: Miðallong framhaldsútbúgving, sum er við- komandi fyri útbúgvingina, t.d. sjúkrarøktarfrøð- ingur, fysio- ella ergoterapeutur e.l. Umsøkjarar við námsfrøðiligari ella aðrari eftirútbúgving ella viðkomandi skeiðum hava fyrimun. Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har tú arbeiðir sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgd til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir í tøttum tvørfakligum sam- starvi við hinar lærararnar á skúlanum. Undirvísingin tekur støði í hesum 5 yrkislæru- greinunum:Handalig,mentanarlig,námsfrøðilig / sálarfrøðilig, almenn / samfelags og røkt við 20% úr hvørjari grein. Í heilsuútbúgvingini starvast frammanundan ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein kostráðgevi og ein fysioterapeutur. Løn og treytir sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran fyri heilsuútbúgvingina, Susanne Høgh Olesen á tlf. 372855. Umsóknir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, att: Bergliot Ihlen, rektari, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mándagin 14. juli 2003 kl. 14.00. Góðskumeting Søkt verður eftir einum fólki til góðskumeting av ráfiski og annað fyrifallandi arbeiði. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Føroya Fiskavirking Vestmanna Postboks 118, Durita á Heygum telefonnr. 424655 C M Y K 33 32