leygardagur 12. juli 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 12. juli 2003
31
31
Íslendska felagið vil
fegið leingja sáttmál-
an við Julian Johns-
son, men miðvallarin
dregur eitt sindur á
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað hevur gingið væl hjá
Juliani Johnssyni í Íslandi.
So væl at íslendska felagið
ÍA vil leingja sáttmálan við
føroysku
miðvallarkemp-
una.
– Vit skulu samráðast aft-
ur í næstu viku. Teir vilja
gera ein tvey ára sáttmála,
men eg havi enn ikki gjørt
av, hvat eg fari at svara
teimum, møguliga blívur
tað bara til ein eitt ára sátt-
mála, sigur Julian Johsson
úr Íslandi.
Julian Johnsson hevur í
løtuni ein fyribils sáttmála,
sum rennur hetta kapping-
arárið út. Í næstu viku
skulu ÍA og Julian so finna
fram til eina loysn, sum
báðir partar kunnu vera
nøgdir við.
Øðrvísi fótbóltur
Julian hevur nú verið í
Íslandi í ein góðan mánað.
Hann fór til Íslands, beint
eftir at føroyska landsliðið
spældi ímóti Týsklandi
tann 11. juni, og hann hevur
spælt líka síðani.
– Tað verður spælt øðr-
vísi her enn í Føroyum. Í
íslendskum fótbólti verður
tað spælt nógv meira við
langum bóltum, tí kann tað
tykjast sum um leikferðin
er hægri, sigur Julian.
Hann leggur tó afturat, at
tá verjuleikarar spæla ein
langan bólt fram í álopið
ístaðinfyri ein stuttan bólt
niðan á miðvøllin, skalt tú
renna nógv meira óneyð-
ugt.
– Ítróttarliga hevur tað
annars gingið væl, og eg eri
nú komin uppá pláss her á
Akranesi,
sigur
Julian.
Hann býr beint nú á einum
gistingarhúsi, men hetta er
bert ein fyrbils loysn.
Vant verður frá tveir tím-
ar um dagin frá klokkan 17
til 19. Allir leikararnir hava
sáttmála, men teir flestu
arbeiða eisini við síðuna av.
Fyrsta dystin sat hann á
beinkinum, men tá var hann
ikki meira enn komin til
landið. Síðani hevur ÍA
spælt fimm dystir, og Julian
hevur verið við frá byrjan í
øllum fimm. Úrtøkan hevur
verið misjøvn: Tveir sigrar,
tveir javnleikir og eitt tap.
ÍA hevði tørv á einum
sterkum
spælara,
sum
kundi vinna nakrar bóltar,
og Julian hevur vunnið sær
fast pláss á miðvøllinum í
eini 4-3-3 skipan.
Níggju umfør eru spæld í
íslendsku landskappingini,
og í skrivandi stund liggja
Julian og hinir av Akranesi
á triðaftasta plássi við
tíggju stigum. Tað er tó sera
tætt millum øll liðini, tí bert
átta stig eru upp til fremsta
liðið, sum Þróttur við átjan
stigum. Tíggju lið eru í
fremstu deildini.
Hóskvøldið spældi ÍA á
heimavølli ímóti ÍBV av
Vestmannaoyggjunum, og
tað endaði við 3-0 sigri til
ÍBV. Hetta var ein dyggur
smeitur hjá Juliani og teim-
um, tí teir ætlaðu sær við
einum sigri at nærkast odd-
inum. ÍA spældi tó allan
seinna hálvleik við tíggju
monnum. Julian spældi
sum vant allar níti minutt-
irnar.
ÍA er framvegis við í
steypakappingini, har kom-
ið er fram til fjórðingsfinal-
urnar.
Var svangur
Eftir at Julian hevði roynt
seg sum yrkisleikara í Kong-
svinger og Sogndal í Noregi
og síðani Hull City í
Onglandi, valdi hann at
koma heimaftur á klettarnar,
og hann fór at spæla við
havnarfelagnum B36. Men
hví fór hann nú avstað aftur?
– Eg haldi, at eg fram-
vegis var svangur eftir
nýggjum avbjóðingum. Eg
vildi royna okkurt afturat,
áðrenn skógvarnir verða
lagdir á hillina.
– Eg var eisini farin í
gongd við eina útbúgving,
sum kanska ikki var júst tað
rætta fyri meg, og eg visti
ikki ordiliga, hvat eg skuldi
finna uppá. Tá so hesin
møguleikin gjørdist veru-
leiki, valdi eg at taka av,
sigur Julian Johnsson.
Um ósemjuna við B36
um skiftið til ÍA hevur Juli-
an ongar serligar viðmerk-
ingar.
– Har var ein ósemja mill-
um meg og B36, men meira
havi eg ikki at siga um tað,
sigur Julian at enda.
Nr. 130 • leygardagur • 12. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
ÍA vil leingja sáttmálan
– Eg var framvegis svangur
eftir nýggjum avbjóðingum,
og tí valdi eg at fara til
Íslands at spæla, sigur Julian
Johnsson um skiftið úr B36
til ÍA
Savnsmynd
UEFA leggur upp til,
at fleiri lið skulu vera
í hvørjum undan-
kappingarbólkinum
til EM og HM, og tað
verður eisini skotið
upp, at tað skulu
spælast fleiri dystir í
UEFA Cup
FØROYAR Í ALTJÓÐA
FÓTBÓLTI
Jóannes Hansen
Í framtíðini skal føroyska
fótbóltslandsliðið
spæla
fleiri landsdystir, enn tað
hevur gjørt tey seinnu
árini. Og talan skal verða
um fleiri týdningarmiklar
undankappingardystir, sum
skulu spælast í staðin fyri
vinardystirnar, sum tað
viðhvørt hevur eydnast
FSF at fáa avtalur um, og
sum tað støðugt verður ar-
beitt við at fáa avtalur um.
Tað er uppskotið um
broytingar í bólkasaman-
setingunum til EM og HM
undankappingar,
sum
UEFA legði á borðið
fríggjadagin, ið letur upp
fyri fleiri týdningarmiklum
fótbóltslandsdystum.
Treytin fyri at uppskotið
skal gerast til veruleika er,
at FIFA tekur undir við tí.
UEFA uppskotið ber við
sær, at tað í undankapping-
ini til HM endaspælið í
2006 skulu vera átta bólkar
í Europa. Í trimum bólkum
ætlar UEFA, at luttakara-
talið skal verða sjey, og í
fimm bólkum skulu tað
verða seks luttakarar. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at Føroyum fara í næstu
HM undankappingini at
verða tryggjaðar í hvussu
so er tíggju undankapping-
ardystir og kanska tólv. Í
EM undankappingini, sum
verður liðug í heyst, skulu
Føroyar spæla átta dystir.
Ætlanin hjá UEFA fyri
EM undankappingina til
EM endaspælið í 2008 er, at
tey 50 europeisku londini
skulu flokkast í ein bólk við
átta luttakarum og í seks
bólkar við sjey luttakarum.
Tað vil siga, at dystartalið tá
ivaleyst verður tólv og
kanska fjúrtan. Føroyar
hava ongantíð áður verið í
bólkaspæli, har tað hava
verið fleiri enn tíggju dystir.
UEFA ætlar, at til HM
endaspælið í 2006 skulu
teir átta bólkavinnararnir
sleppa og tvey tey bestu
tveyara londini. Harafturat
skulu hinir seks tveyararnir
í play off, sum teir siga,
gera av, hvørjir teir tríggir
síðstu luttakararnir skulu
vera. Til EM endaspælið í
2008 er ætlanin, at teir átta
bólkavinnararnir og teir
átta
tveyararnir
skulu
kvalifisera seg beinleiðis.
Fleiri í Europa Cup
Higartil hava føroysku
feløgini, sum hava tikið lut
í Europa Cup, ongantíð
megnað at spælt seg víðari
úr fyrsta innleiðandi um-
farinum. Vánirnar fyri at
tað skal eydnast næstu ár-
ini tykjast ikki vera serliga
stórar, og tí verður neyvan
talan um stórvegis broyt-
ingar fyri føroysku feløg-
ini. Men nýggju ætlanirnar
hjá UEFA gloppa dyrnar
fyri, at talan skal gerast
um nógv fleiri dystir hjá
feløgunum, sum megna at
spæla seg víðari úr fyrsta
innleiðandi umfarinum.
Ætlanin hjá UEFA gong-
ur út uppá, at tað frá á
sumri í 2004 verður soleið-
is, at tað í Cup umfari fyrst
verður gjørt av, hvørji 40
av 80 feløgum skulu víðari
í kappingini. Hesi fjøruti
feløgini skulu so flokkast í
átta bólkar við fimm feløg-
um í hvørjum. Hesi skulu
spæla øll ímóti øllum á
heimavølli og útivølli. Tað
vil siga, at dystartalið hjá
teimum verður tveir dystir
í fyrsta innleiðandi umfar-
inum og so átta í bólka-
umfarinum.
Trý tey bestu feløgini í
hvørjum bólki sleppa víð-
ari í Cup umfar saman við
átta teimum vánaligastu í
fyrsta bólkaumfarinum í
europeisku meistarakapp-
ingini. Hesi 32 skulu so
spæla víðari í Cup kapp-
ing.
Trygd fyri fleiri undankappingardystum
Spenningurin er stórur í Sandavági
Í vertsbygdini fyri
Vestanstevnuni halda
tey umstøðurnar vera
nóg góðar at rógva.
Millum kappróðrar-
fólk er nógv tos und-
an stevnuni, og í RSF
hava teir í vikuni kent
seg noyddar at skorið
út í papp, hvussu
framferðarhátturin
er, tá ið tað ræður um
ivaveður, útsetingar
og avlýsingar
KAPPRÓÐUR Á
VESTANSTEVNU
Jóannes Hansen
Tað valdast um eyga, sum
sær, plagar at verða tikið til.
At orðatakið er beinrakið,
ber tosið undan kappróðr-
inum á Vestanstevnuni í
Sandavági boð um. Millum
kappróðrarfólk verður tos-
að og á heimasíðuni hjá
Klaksvíkar
Róðrarfelag
skrivað um, at tað eru ikki
nóg góðar umstøður at
rógva kapp í Sandavági, og
at tað ítróttarliga virðið í
róðrinum er ikki, sum tað
eigur at vera.
Teir í Róðrarsambandi
Føroya tykjast fylgja við og
lesa og lurta. Í hvussu so er
hava teir undan Vestan-
stevnuni mett tað vera
neyðugt at senda skriv til
feløgini, har tað verður
staðfest, hvussu manna-
gongdin er, tá ið illverður
ella ivaveður er, og tað ikki
soleiðis beinanvegin ber til
at rógva til ásettu tíðina.
Í skrivinum verður stað-
fest, at tað er heimilað høv-
uðsdómaranum at útseta
róðurin í ein ella fleiri tím-
ar. At tað er heimilað at út-
seta róðurin til sunnudagin,
at tað er heimilað at flyta
róðurin til Miðvágs sunnu-
dagin, og at tað er heimilað
at flyta róðurin til Miðvágs
leygardagin, um tað leygar-
dagin ikki eru líkindi at
rógva á Sandavági, og um
veðurvánirnar siga, at tað
heldur ikki sunnudagin
kunnu roknast við at verða
líkindi at rógva í Sanda-
vági.
Róðrarsambandið leggur
afturat, at høvuðsdómarin
skal ráðføra seg við Róðr-
arsambandið og við stevnu-
fyrireikararnar,
áðrenn
endalig støða verður tikin
til, um róðurin vegna veður
skal útsetast ella flytast.
– Vit mugu hugsa um
sjálva kappingina og um
trygdina og umstøðurnar
sum heild hjá teimum, sum
rógva. Eg róði sjálvur í
Sandavági í 1979. Tá var
veðrið so mikið vánaligt, at
tað var hættisligt. Tá var
neyðugt hjá rógvarunum at
verja seg ímóti veðrinum,
og tað var vandamikið, tí
nógvar av manningunum
dugdu ikki at handfara bát-
arnar. Í eina sovorna støðu
koma vit ikki hesa ferð.
Um umstøðurnar vera so
vánaligar, so verður róðurin
heilt víst útsettur ella flutt-
ur, staðfestir formaðurin í
Róðrarsambaninum Hannis
Joensen.
Nógvu teir seinastu dag-
arnar hevur hann ligið lágt.
Tað hevði verið betri fyri
róðrarlíkindini í Sandavági,
um talan hevði verið um
høgætt. Fyri seinnapartin
leygardagin hevur veður-
maðurin sagt útsynning og
útsynning sunnan. Fyrst
hevur hann sagt vindmegi
5–8, og so skal hann seinni
á degnum vaksa til 8–13.
Veðurvánirnar kundu havt
verið betri, men tað hevði
verið verri, um hann hevði
verið landssynningur, siga
tey í Sandavági.
Somu treytir sum hini
Eftir kappróðurin í Sanda-
vági í 1999 fíltust fleiri á, at
tað skuldu vera plaseringar-
nar í feltinum, sum gjørdu
av, hvør bátur vann og hjá
hvørjum tað royndist verri.
Hansina á Plógv hevur
fyri Sandavágs Ítróttarfelag
høvuðsábyrgdina av kapp-
róðrinum í Sandavági. Hon
kennir væl til tosið um
Sandavág sum kappróðrar-
vág.
– Tá ið Sandavágur er
kappróðrarvág, so má tað
vera undir somu treytum
sum onnur pláss. Vit hava
bæði í ár og undanfarin ár
sæð, at tað í fleiri plássum
kann hava týdning fyri úr-
slitið, hvar bátarnir liggja í
feltinum, og soleiðis kann
tað eisini undir ávísum um-
støðum vera í Sandavági.
Tað er væl tí, at bestu bátar-
nir vanliga liggja í miðjuni
og undir liðini á hvørjum
øðrum. Sjálvandi skulu vit
ganga undir somu krøv sum
onnur róðrarøki, men tað er
órímuligt at seta størri krøv
til okkara, enn tað verða
sett aðra staðni.
Kemur tað illa við, um
tað verður gjørt av, at tað
skal rógvast í Miðvági og
ikki í Sandavági?
– Sjálvandi kemur tað illa
við. Vit hava fyrireikað
okkum so væl, sum tað ber
til, men fyrireikingarnar
eru gjørdar út frá, at tað
skal rógvast í Sandavági.
Tað ber til at rógva í Mið-
vági, men tað verður ikki
tað sama, og tað fer at hava
stóra ávirkan á stevnuna í
Sandavági.
Hvussu tá?
– Vit kenna hetta dagliga.
Tá ið vit venja í Miðvági,
sum vit annars á so mong-
um økjum hava gott sam-
band við, so er áhugin fyri
kappróðrinum her hjá okk-
um verri enn so eins stórur,
sum hann er, tá ið vit venja í
Sandavági, og tað ber til hjá
bygdafólkunum at fylgja
við úr vindeygunum. Tað
verður nógv truplari at fáa
fólkið til Sandavágs, um
róðurin verður í Miðvági.
Men skilir tú tað, um tað
verður mett neyðugt at flyta
til Miðvágs?
– Sum sagt, so haldi eg,
at vit skulu vigast á somu
vektini, sum øll hini róðrar-
økini. Um spurningurin
verður um trygdina, so
mugu vit lata okkum lynda
at missa róðurin eina ferð
heldur enn í allari framtíð
at missa kappróðurin í
Sandavági, men tað skal
altso vera eftir somu met-
ing, sum tað er aðra staðni.
Eitt nú vóru líkindini einki
serlig í Klaksvík, men tað
var eingin vandi fyri trygd-
ini, og so varð róð har, vísir
Hansina á Plógv á.
Miðvágur tekur ímóti
Í Sandavági hava tey rættu-
liga brynjað seg út at taka
ímóti kappróðrarbátunum
og fólkinum, og tey hava
nógv at hugsa um. Eitt er
ILA sjúkan. Í Sandavági er
alibrúk, sum ikki er ILA
smittað. Tí eru boð givin
um, at allir bátarnir, sum
skulu rógva, skulu sótt-
reinsast í Miðvági, og at
teir skulu rógva úr Miðvági
og til Sandavágs. Eisini
bátarnir,
sum
koma
í
lastbilum
ígjøgnum
tunnulin, skulu til Miðvágs
at sóttreinsast.
– At bátarnir koma í land
av Smyrli í Miðvági og
rógva til Sandavágs er einki
nýtt. Soleiðis hevur tað
verið nógvu tey seinastu ár-
ini. At vit vilja hava bátar-
nar, sum koma í lastbilum,
at fara til Miðvágs, kemst
bæði av sóttreinsingini, og
tí vit vilja hava stóru bilar-
nar at standa í Miðvági.
Annars høvdu teir verið
ferðsluni í Sandavági til ov
stóran bága, sigur Hansina
á Plógv.
Í FM kappingini eru
rættuliga góðir møguleikar
fyri, at í hvussu so er tvær
av teimum seks kappingun-
um verða avgjørdar í dag.
Gongurólvur við kvinnum
og Ørvur liggja til longu í
dag at vinna kappingarnar
fyri ávikavíst 6–mannafør
við kvinnum og 8–manna-
før. Umframt hesar báðar
manningarnar hjá Havnar
Róðrarfelag, sum higartil
hava vunnið allar fimm
róðrarnar,
liggja
eisini
6–mannafarið Smyril við
monnum og 10–mannafar-
ið Eysturoyingur so mikið
væl fyri, at teir í dag so at
siga kunnu gerast meistar-
ar. Í kappingunum millum
5–mannafør
bæði
við
dreingjum og gentum er
spenningurin framvegis so
stórur, at tað neyvan verður
fyrrenn á Ólavsøku, at
kappingin verður avgjørd.
Startrøðin
til FM-
róðurin á
Vestan-
stevnu
Leygardagin 12.
juli fara 51 báts-
manningar at
rógva sætta FM-
róðurin, ið hesa
ferð verður á Vest-
anstevnu í Sanda-
vági. Startrøðin
verður henda:
Fimmmannafør,
dreingir
1
Royndin Fríða
2
Fípan Fagra
1G
3
Blikur
4
Sílið
5
Havfrúgvin
6
Tjaldrið
7
Junkarin
8
Báran
9
Firvaldur
Seksmannafør,
kvinnur
1
Fuglfirðingur
1G
2
Lómur
1G
3
Jarnbardur
1G
4
Gongurólvur
1G
5
Páll Fangi
1G
6
Smyril
1G
7
Fortuna
Fimmmannafør,
gentur
1
Havørnin
2
Beinta
3
Tjaldrið
4
Ørnin
5
Sílið
1G
6
Havfrúgvin
1G
7
Drekin
8
Blikur
2G
9
Firvaldur
10 Junkarin
11 Kollur
12 Tekla
13 Frúgvin
Seksmannafør, menn 1
Kollfirðingur
2
Hvessingur
3
Sundabáturin
4
Sølmundur
5
Strálan
6
Páll Fangi
7
Smyril
8
Jarnbardur
1G
9
Lómur
10 Gongurólvur
11 Riddarin
12 Fortuna
Áttamannafør
1
Toftabáturin
2
Knørrur G
3
Kvívíkingur
4
Ørvur
5
Argjabáturin
6
Teistin
Tíggjumannafør
1
Vestmenningur
2
Nólsoyingur
3
Eysturoyingur
4
Havnarbáturin
Hondbóltsfelagið Tjaldur
byrjar eittnýtt skeið í søgu
felagsins leygardagin. Kl.
15.00 henda dag verður
undirskrivaður
sáttmáli
ímillum
Tjaldur
og
Michael Jensen.
Við tað at felagið hevur
tikið 1. deild menn úr kapp-
ingini, og kvinnurnar fara
at spæla í 2. deild komandi
ár, hevur nevndin gjørt av
at seta 36 ára gamla Micha-
el Jensen í starv sum ung-
dómsvenjara.
Michael Jensen, sum í
løtuni er sportsleiðari hjá
SGI-Håndbold í Esbjerg,
hevur
játtað
at
verða
ungdómsvenjari. Sum naka
nýtt innan føroyskan hond-
bólt, kemur hann eisini at
útbúgva
venjarar,
sum
verða knýttir at felagnum.
Øll eru vælkomin at
støkka inn á gólvi í hølin-
um hjá Arbeiðarafelagnum
Hæddini kl. 15.00 fyri at
heilsa nýggja venjaranum.
Í hesum sambandi vilja
vit takka Føroya Sparikassa
og Com-Data fyri vælvild.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjaldur.
WWW.tjaldur.fo
Tjaldur fær nýggjan venjara
Í FM kappingini eru rættuliga góðir møguleikar fyri, at í hvussu so er tvær av teimum seks kappingunum verða avgjørdar í dag.
Gongurólvur við kvinnum, sum myndin vísir, og Ørvur liggja til longu í dag at vinna kappingarnar fyri ávikavíst 6–mannafør
við kvinnum og 8–mannafør
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
30