Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 29 um arbeiðinum. Hon fór tá aftur til arbeiðis á Lands- sjúkrahúsinum men við off- shorearbeiði í tonkunum. Hon tók so skeið í Aber- deen, á skaðastovuni á LS og hjá einum kommunu- lækna, skeið, sum krevst fyri at arbeiða umborð á boripalli í bretskum sjógvi. Higani fór hon so um- borð aftur á Sovereign Ex- plorer, sum tá fór at bora í Vesturafrika. Tað var í august í fjør og var hon har til mai í ár. Talan var um nógvar boringar. Har lærdi hon eisini nógv - tvs. nógvar ymsar mentanir. Pallurin varð leigaður av amerikanarum, sum komu úr Texas. Men alt fótfólkið á boridekkinum vóru lokal- fólk úr Equatorial Guinea og londum nærhendis. - Tað var sera áhugavert at arbeiða saman við hesum fólkunum. Har vóru altíð fýra málarar umborð og vórðu teir partur av mínum 1. hjálparteami. Eg mátti undirvísa teir og tað var á enskum við sponskum tulki. Einsamøll kvinna Hvussu var tað so at vera einsamallur føroyingur á palli og so langt heiman- ífrá? - Har vóru íalt 119 fólk umborð, og har vóru nógv fólkasløg. Eg var ikki einsamøll. Tó at eg var einsamøll kvinna. Hetta var eisini fremmant fyri frá- landafólkini har, tí tey høvdu ongantið áður sæð kvinnu arbeiða umborð á boripalli. Har var eisini ein havnamaður, Høgni Han- sen, sum var ROV-pilotur. Tá hann fór í land kom Johannes Davidsen um- borð. - Men kendi tú teg ikki oftani ógvuliga einsamalla? - Eg kendi meg oftani fakliga einsamalla og við stórari ábyrgd men tað var eisini ymiskt, hvaðani tú arbeiddi út fyri Vestur- afrika. Hóast har ikki vóru álvarsligir skaðar umborð, so hevði Anna Maria nokk at síggja til. Mong vitjaðu sjúkrahúsið umborð. Luftfuktigheitin er so høg, at sár grøða seint. Heilsu- støðan var annars sera vánalig. Har var eingin lækni umborð og hevði Anna Maria eitt skifti eisini vánaligt backup í landi. Hon hevði tó sera stóra ábyrgd har. Næsti læknin sat í Cameroon. Yvirlæknin sat í Paris og samskifti so við Houston. Tað eru mest akuttar medisinskar sjúkur hon tekur sær av umborð. Anna Maria hevur ikki verið úti fyri nøkrum so álvarsligum sum deyða umborð, men hon hevur sent fóllk í land, sum hava verið sera sjúk, og har tað vísti seg at vera sera góð barrlast at hava arbeitt á einum sjúkrahúsi sum Landssjúkrahúsinum. - Eitt kvøldið fingu vit ein portugisa á skaðastov- una. Hann var heilt illa fyri og hevði malaria. Eg mátti geva honum ta neyuðuga viðgerðina. So var ein, sum hevði fingið virussjúku í eygað og onkur okkurt í búkin, sum kravdi skurð- viðgerð á landi. So upp- gávurnar og avbjóðingarnar kunnu verða nógvar. - Er tað ikki eitt sindur nervapirrandi at skula vera so langt til havs, so langt heimanífrá og skulu virka sum nær sagt yvirlækni? - Veit tú, hvat tú hevur av útgerð, veit hvat tú skal gera og hevur backup á landi so gongur tað. Her føli eg meg meira tryggan á heimabeiti í Føroyum. Men tað var ikki altíð líka lætt við Vesturafrika serliga ikki í regntíðini, tí tá vóru oftani ongar telefonlinjur. Men tað er stórur munur á at vera umborð á einum gomlum palli og einum nýggjum skipi. Sera góðar umstøður á boriskipi Anna Maria byrjaði í frá- landavinnuni fyri júst Anna Maria á sjúklingastovuni umborð saman við Damaso Linsin, málaraformaður úr Vesturafrika Anna Maria saman við skota, camerroonbúgvum og einum filipina umborð á Sovereign Explorer út fyri Vesturafrika Framhald av síðu 27 tveimum árum síðani, í juni 2001. Hon heldur, at tað hevur verið sera hugaligt at royna nakað nýtt. Hon hevur arbeitt saman við sera fryntligum og fyri- komandi fólki. Nú hon er komin úr Vesturafrika og til meira heimligt umhvørvi sær Anna Maria, hvussu stórur munur tað er at fara umborð á slíkt skip sum Belford Dolphin. Umstøð- urnar eru so góðar, at fólk trívist. Tey eru væl nøgd við arbeiðið. Anna Maria fór umborð aftur á boriskipið fríggja- dagin. Tá kom Tórgerð Klein í land eftir sínar fyrstu tvær vikur offshore. Anna Maria hevur tosað nógv við Tórgerð, sum dámar sera væl nýggja arbeiðið. Hevur tú góða venjing frá skaðastovu- arbeiði, so gongur tað nokk. Og so er við Tórgerð. Olja verður funnin Hóast hon hevur bundnar uppgávur umborð, sum ikki beinleiðis hava nakað við leitingina eftir olju at gera, so dylur Anna Maria ikki fyri, at hon er sera spent um at finna olju, og hon ivast ikki í, at olja verður funnin við Føroyar fyrr ella seinni. Hon heldur, at vit skulu taka tað róligt, hóast einki er funnið enn. Tá tú er í hesi vinnu so lærir tú at vera tolin. - Tað er sera strævið og hugaligt at vera við til eina nýggja boring. Og ikki minst tá hetta hendir í tín- um egna landi, tá eisini at síggja, hvussu nógv í veruleikanum verður gjørt fyri at lúka krøvini frá føroyskum myndugleikum um ikki at dálka. Tað hevur nakað við at gera, at tú skal virða tað land tú kemur til. Hetta er so nakað vit eisini kunnu læra av í fiski- vinnuni. Hóast tað er óvist, nær næstu brunnarnir verða boraðir her um leiðir og um her verður nøkur oljufram- tíð, so er Anna Maria vorin so bitin av arbeiðinum off- shore, at hon ætlar at halda fram við hesum aðrastaðni men verður okkurt blívandi her hjá okkum, so vil hon fegin vera til arbeiðis á landgrunninum heldur enn við Vesturafrika. Dámar sjógvin Men hví velja hetta fyri kvinnur sjáldsama arbeiðs- plássið! - Áðrenn eg fór at læra til sjúkrasystur sigldi eg við Smyrli. Mær dámar at sigla. Tí fall tað mær lætt og náttúrligt at fara umborð á ein oljupall. Tá tú hevur arbeitt so mong ár á einum sjúkrahúsi, so er tað eisini gott at koma á eitt stað, har tú veit, at øll hava heilsu- váttan fyri at koma um- borð. Har øll eru frísk og við góða heilsu. Tá er avmarkað, hvussu nógvum tú kanst koma út fyri. Annars fevnir arbeiðið umborð um nógvar og fjøl- broyttar uppgávur. Hon hevur til uppgávu at luttaka á trygdarfundum, hon skal kunna tey, sum koma umborð fyrstu ferð, um trygdina, hon skal eisini standa fyri viðlíkahaldi av 1. hjálparstøðunum umborð og hon skal hava eftirlit við matinum og við útgerð í tí sambandi. At alt lýkur treytir til góða trygd og heilsu. Anna Maria hevur júst verið á skeiði í Aberdeen og fór umborð aftur fríggja- dagin. Mugu eisini royna sjálvi Nú tað verður tosað nógv um, at tað er torført at fáa oljufyritøkurnar at brúka føroyska arbeiðsmegi held- ur Anna Maria, at føroy- ingar eisini sjálvur mugu royna at liggja framvið, um vit skulu upp í oljuvinnuna. Og hon heldur, at vit kunnu saktans klára okum innan bæði boring og veitingar. Annars er eisini ein ann- ars føroyingur við boriskip- inum. Tað er Høgni Han- sen, sum starvast sum bori- verkfrøðingur hjá Eni. Hvat ger at Onnu Mariu dámar júst hetta offshore- umhvørvið. - Undir Føroyum er tað spennandi at vera við til at finna olju. Men hetta er gott arbeiði. Eg havi frí 14 dagar og skal ikki í náttar- vakt og kvøldvakt. Tá eg eri heima havi eg frí. Mær dámar væl at arbeiða saman við øðrum fólki og vil mæla øðrum føroyingum at fara inn í offshore. Tað er sera áhugavert. Tað er eisini stuttligt at síggja nakað heilt annað. Hon tjenar eisini meira enn í landi. Men tá arbeiðir hon meira. Arbeiðir 12 tímar og hevur vakt hinar 12 tímarnar. Frá 6 á morgni til 6 á kvøldi men so á tilkallivakt. Hetta eru triðju ferð, at føroyskur sjúkrarøktarfrøð- ingur er farin umborð á oljupall. Og hvørja ferð hevur tað eydnast fakfelag- num, Sjúkrarøktarfelagnum at skriva sáttmála. Fyrst við Transocean og nú við Dolphin Drilling. Anna Maria er sera fegin um hetta og heldur, at hetta kann vera gott fyri komandi størv í hesi vinnu. Boripallurin Sovereign Explorer, har Anna Maria var umborð bæði við Føroyar og út fyri Vesturafrika Boriskipið Belford Dolphin, har Anna Maria og Tórgerð Klein skiftast um vaktina 14. hvønn dag Sjúklingastovan umborð á Belford Dolphin, har Anna Maria Simonsen og Tórgerð Klein arbeiða C M Y K 29 28