leygardagur 12. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
27
Í ár eru liðin 20 ár
síðan Palli Lamhauge
í Vestamanna byrjaði
við skipaðari sigling
undir Vestmanna-
bjørgini. Nógv ferða-
fólk, bæði føroyingar
og útlendingar, nýta
høvið at njóta hesa
stórfingnu uppliving
FERÐAVINNA
Magnus Gunnarsson
Myndir: Álvur Haraldsen
At sigla undir Vestmanna-
bjørgini er ikki nakað nýtt
fyribrigdi. Bæði í 40 og 50-
unum bleiv siglt við bátum
hesa farleið við ferðafólki.
Henda sigling vant alt
meira upp á seg. Í ár eru
liðin 20 ár síðan Palli Lam-
hauge í Vestmanna fór und-
ir skipaða sigling undir
Vestmannabjørgini.
Seinasta mikudag vóru
vit ein túr undir Vestmanna-
bjørgunum við feðgunum
Palla og Jákup Andreasi
Lamhauge. Vit fóru við
bátinum Silju, sum er góð-
kendur til 25 ferðafólk.
Veðrið var gott, og báturin
var fullsettur av føroyskum
og útlendskum ferðafólki.
Fyrst varð siglt yvir móti
Slættanesi í Vágum, har
báturin legði stilt og Palli
segði ferðafólkunum frá
um bygdina, sum seinastu
fastbúgvandi fólkini fluttu
frá í 60-unum. Nú verða
húsini brúkt sum summar-
hús.
Síðan bleiv siglt undir
Vestmannabjørgini,
hesi
stórfingnu høgu fugla-
bjørgini, har siglt verður
millum fuglabjørgini og
drangarnar, báturin føldist
sera lítil millum hesi steyr-
rættu bergini. Av trygdar-
ávum skuldu øll, ferðafólk
og manning, hava hjálm á
høvdinum. Meðan vit sigla
har, sigur Palli frá, um alt
tað vit síggja og um søgu-
ligu bakgrundina. Palli
dugir sera væl at siga frá og
at fáa ferðafólkini at føla
seg væl. Siglt verður inn í
grotturnar, tað minnir mest
um at sigla við spøkilsis-
bátunum í Tivoli, ein veit
ikki hvat tað næsta verður.
Ein fantastisk uppliving,
bæði fyri føroyingar og
útlendingar. Tann sum bert
hevur sæð myndir ella film-
ar frá Vestmannabjørgun-
um, kann ikki ímynda
hvussu stór hendan upp-
living í veruleikanum er,
tað má upplivast. Á veg
móti Vestmanna aftur ser-
veraði
Palli
kaffi
til
ferðafólkini. Tey ferðafólk
sum vitja okkara land og
fara avstað aftur uttan at
hava verið ein túr undir
Vestmannabjørgunum,
hava veruliga "forsømt"
seg.
Palli hevur siglt við
nógvum kendum persón-
um, sum t.d. Kronprins
Frederik, Sissel Kyrkjebø,
Kim Larsen, Jesper Klein,
íslendska
forsetanum,
borgarstjóranum í Stock-
holm, fyri at nevna nakrar.
Eisini hevur hann fingið
takkarbrøv frá t.d. fyrr-
verandi danska forsætisráð-
harranum Poul Nyrup Ras-
mussen, eftir at hann hevði
verið undir Vestmanna-
bjørgunum, Mykinesi og í
Tindhólmi. Palli fekk eisini
takkarbræv frá manningini
á oljuboriskipinum Vest
Navion, eftir at teir høvdu
eitt gott arbeiði fyri teir.
Palli sigur, at hann hevur
ikki so lætt við at kenna
fólk aftur, men tað eru nógv
sum kenna hann aftur og
heilsa. Tá Palli í fjør, saman
við øðrum, var í Hannover í
Týsklandi í sambandi við
ein fótbóltsdyst, stóðu teir
og ótu pylsir uttanfyri
stadionøkið, tá kom ein
dani og heilsaði uppá hann.
Hesin danin hevði stutt
frammanundan
verið
í
Føroyum og verið ein túr
undir Vestmannabjørgun-
um við Palla.
Á jólum 2002 vóru liðin
40 ár síðan Palli Lamhauge
lat upp egnan matvøru-
handil í Vestmanna. Í ár eru
liðin 20 ár síðan hann
byrjaði skipaða sigling
undir Vestmannabjørgun-
um og fríggjadagin 11. juli
fylti hann 70 ár.
Vestmanna
bjørgini
– ein stór-
fingin
uppliving
Siglt verður millum steyrætt forberg og drangar
Palli Lamhauge dugir sera væl at greiða ferðafólkunum frá tí
tey síggja
Vestmannabjørgini eru ein stórfingin uppliving fyir bæði
føroysk og útlendsk ferðafólk
Her er Silja á veg inn í eina holu undir Vestmannabjørgunum
Anna Maria Simon-
sen úr Havn hevur
seinastu tvey árini
arbeitt í frálanda-
vinnuni – umborð á
boripalli og boriskipi
– á føroyska land-
grunninum og við
strond Vesturafrika.
Hóast einsamøll
kvinna í tí annars so
mansdomieraða ar-
beiðinum, sum olju-
vinnan er tað, so
dámar henni sera væl
og ætlar eisini at vera
til havs, á blettinum,
tá olja verður funnin
við Føroyar. Sosial-
urin hevur hitt hana
OLJUARBEIÐI
Jan Müller
Tað er rár hending, at før-
oyingar arbeiða offshore
tvs. í frálandavinnuni, her
serstakliga umborð á bori-
pallum og boriskipum. Tað
er uppaftur meira sjáld-
samt, at føroyskar kvinnur
eru at finna í slíkum arbeiði
úti til havs. Men undantøk
eru. Og eitt teirra er Anna
Maria Simonsen úr Havn,
sum rætt og slætt er vorðin
bitin av at arbeiða í hesum
annars mannfólkaliga ar-
beiðsumhvørvinum.
Anna Maria, sum er
sjúkrarøktarfrøðingur, hev-
ur hetta seinasta árið arbeitt
umborð á boripallinum
"Sovereign Explorer" út
fyri Vesturafrika. Hesin
pallurin er ein gamal kenn-
ingur um okkara leiðir.
Hann var við til at bora
tveir brunnar á landgrunn-
inum, ein fyri Statoil og ein
fyri Amerada Hess. Tað var
í tí sambandinum, at Anna
Maria fekk áhuga fyri at
royna hetta nýggja, spenn-
andi og avbjóðandi arbeiðs-
umhvørvið.
Fylgdi við til
Vesturafrika
Henni dámdi so væl arbeiði
sum sjúkrarøktarfrøðingur
umborð á boripallinum á
føroyska landgrunninum, at
hon helt fram umborð, tá
boripallurin í august í fjør
varð leigaður av fyritøku í
Texas at bora fleiri brunnar
út fyri Vesturafrika.
Hon var umborð á Sov-
ereign Explorer í Vestur-
afrika, tá hon fekk tilboð
um at koma umborð á Bel-
ford Dolphin, sum skuldi
bora við Føroyar. Teir
skuldu brúka eina sjúkra-
systur
við
danskari
autorisatión. Nú hon hevði
verið offshore fyrr í Føroy-
um gjørdi hon av at taka av
tilboðnum. Fólk hjá Dol-
phin Drilling høvdu spurt
seg fyri hjá kontaktlækn-
anum í Føroyum, Pál
Weihe. Teir vendu sær
síðani til Onnu Mariu, sum
segði, at hon hevði áhuga í
at vera við aftur í leitingini
undir Føroyum. Hon helt
tað vera bæði spennandi og
mennandi.
Tá teir spurdu um aðra at
loysa hana av varð leitað,
men eingin varð tøkur og tí
komu tey so fram á Tór-
gerð Klein. Hon hevur ikki
verið offshore fyrr men
hevur sera góðar royndir
við skaðastovuarbeiði og í
akuttum arbeiði, sum er
góð og hent fortreyt fyri at
kunna vera í hesum ar-
beiðinum.
Anna Maria fór umborð á
spildurnýggja boriskipið
Belford Dolphin í Las
Palmas og fylgdi skipinum
til Føroya, har hon so var
umbroð ta fyrstu tíðina.
Síðani fór Tórgerð umborð
og vaktarskifti skuldi so
vera aftur fríggjadagin 4.
juli.
Vildi royna nakað nýtt
Men hví tók Anna Maria
tað heldur óvanliga stigið at
fara umborð á boripall at
arbeiða: - Eg hevði verið so
mong ár á Landssjúkra-
húsinum, at mær tørvaði
onkra nýggja avbjóðing.
Tað var tá, at hon fór undir
at gera uppgávu um til-
veruhóttanir hjá sjómonn-
um á fjarleiðum í sambandi
við eina útbúgving innan
vinnuheilsusjúkrarøktarøk-
ið. Tað var eitt sera áhuga-
vert arbeiði, eisini tí at upp-
gávan varð so væl móttikin
sigur Anna Maria. Hon er
týdd bæði til enskt og
spanskt. Eisini varð hon
løgd fram á eini ráðstevnu
hjá ILO í Las Palmas.
Møguleikin
stendur
so
eisini enn opin fyri at gera
meira við tað arbeiðið.
Anna Maria sigur, at hon
eftir at hava gjørt hesa upp-
gávuna var sera forvitin at
vita, hvussu oljufeløgini
arbeiða og hvussu tað er
við trygdini umborð á olju-
pallum. Tvs. hvussu fólkini
hava tað umborð og hvør
munurin er sammett við
tey, sum eru við føroyskum
fiskiskipum.
Eftir at hava verið um-
borð á boripalli fyrstu ferð
nakrantíð, í tí aðru boring-
ini á føroyskum øki, við
Sovereign Explorer fyri
Statoilsamtsakið var Anna
Maria vorðin bitin av hes-
Fyrsti føroyski sjúkrarøktarfrøðingurin offshore:
Eitt øðrvísi og ótrúliga
spennandi arbeiði
Framhald á næstu síðu
Anna Maria Simonsen, sum í nógv ár arbeiddi á Landssjúkrahúsinum valdi heldur havið sum arbeiðspláss og er nú við í leitingini eftir olju á landgrunninum
Mynd Jens K Vang
C
M
Y
K
27
26