Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 25 soleiðis sum man sá at londini kring okkum høvd gjørt. Vit valdu hendan seinna háttin, sigur Jógvan Thomsen. Heilt hampuligt Hesin seinni hátturin hevur sambært eftirlitsmyndug- leikanum eydnast væl hig- artil. Nýggja fjarskiftislóg- in setti eld í fjúsið, og kapp- renningin millum fjar- skiftisfyritøkurnar hevur sett gongd á áhaldandi tæn- astumenning og príslækk- ing. Føroyski fjarskiftis- marknaðurin er komin frá einari støðu sum afturúr- sigldur og óeffektivur til eitt pláss millum heimsins framkomnastu innan 6 ár. Ella sum stjórin á Fjar- skiftiseftirlitinum orðar tað. - Vit eru heilt hampluliga væl við. Orsøkirnar til at tað hevur gingið so væl eru tó ikki bara føroyskt hegni og dugnaskapur innan fjar- skiftisvinnuna. - Tað er eingin grund til at leggja alla æruna á Fjar- skiftiseftirlitið ella før- oysku fjarskiftis- fyritøkurnar. Aðrar kreftir hava havt ógvuliga stóra ávirkan á gongdina, ikki minst búskaparliga upp- gongdin í samfelagnum. Tá vit byrjaðu, var føroyska samfelagið akkurát komið uppundan aftur. Síðan tá hevur talan verið um eina stóra búskaparliga upp- gongd, sum er komin fjarskiftisvinnuni sera væl við. Harafturat er eitt lop farið fram í tøkniligu menningini innan fjarskifti, sum hevur havt við sær eina munandi príslækking á tólbúnaði til vinnuna. Alt hetta, saman við einari góð- ari fjarskiftislóg og einum stórum arbeiði innan vinn- una, hevur gjørt tað møgu- ligt at koma hartil, sum føroyski fjarskiftismarkn- aðurin er í dag. Føroya Tele skift ham Telefonverk Føroya Løg- tings, sum stutt eftir at nýggja lógin um fjarskifti kom í gildi bleiv til al- menna partafelagið Føroya Tele, hevur sambært Jógv- ani Thomsen fullkomuliga broytt seg hetta tíðarskeið frá einari stívum og aftur- lætnum almennum stovni til eina smidliga og markn- aðaratlítandi fyritøku. Tað sum nú vantar at koma upp á pláss viðvíkj- andi stóru almennu fyritøk- uni er sambært Jógvani Thomsen, at hon gevur kappingarneytum sínum betri rættindi á kervi sínum. Til hetta hevur Fjarskiftis- eftirlitið rátt Vinnumálaráð- num at kanna møguleikan fyri einari sundurskiljing av Føroya Tele, soleiðis at fastnetkervið verður skilt frá tænastufyritøkuni. - Fjarskiftiseftirlitið hev- ur sum sína fremstu upp- gávu at skapa fortreytir fyri fríari kapping á marknað- inum, men rættilig javnvág kemur ikki í so leingi Før- oya Tele hevur betri at- gongd til fastnetkervið enn hinir veitararnir, sigur Jógvan Thomsen. Tveir veitarar eru nóg mikið Jógvan Thomsen væntar ikki fleiri stórar veitarar á føroyska fjarskiftismarkn- aðinum enn teir báðar Kall og Føroya Tele, og í grund- ini hevur hann ongantíð væntað fleiri enn tað. - Tá Kall og TeleF komu fram ísenn, hildu vit á Fjarsiftiseftirlitinum, at tað var í meira lagi í mun til støddina á føroyska markn- aðin. Tað hendi so eisini tað, at teir báðir nýggju veitararnir innsóu, at tað var ikki pláss fyri tí triðja, og tað var helst ein skilgóð gerð at teir løgdu saman. Tá føroyski fjarskiftis- marknaðurin varð latin upp fyri kapping vóru annars vónir frammi um at onkur av størri útlendsku fjar- skiftisfyritøkunum ætlaði sær inn á føroyska markn- aðin. Men tað gjørdist ikki so. - Tað er øgiliga óvanligt, at ein útlendsk fyritøka beinleiðis fer inn á ein fremmandan marknað. Tað, sum kundi hent, var at onk- ur útlendsk fyritøka í sam- starvi við eina føroyska fyritøku kom inn á markn- aðin. Kall hevur eitt sindur av útlendskum kapitali og er í so máta eitt dømi um hetta. Men at ein av stóru fleirtjóða fjarskiftisfyritøk- unum fara at leggja pengar í eina føroyska fyritøku, vænti eg ikki fer at henda. Nei, nei og aftur nei Fjarskiftiseftirlitið hevur fingið nógv hørð orð eftir sær frá Føroya Tele, um at tað er ov strangt í síni stýr- ing - serliga mótvegis Før- oya Tele sjálvum. Allar prísásetingar og harvið eis- ini allar avsláttarskipanir hjá fjarskiftisfyritøkunum skulu góðkennast av Fjar- skiftiseftirlitinum, áðrenn tær verða settar í gildi - um tær yvirhøvur verða settar í gildi. Tí oftast er svarið annaðhvørt eitt blankt nei ella boð um at umsóknin er sett í bíðistøðu. Serliga av- sláttarskipanir, sum knýta tvær ymiskar tænastur sam- an hava fingið nei-stempl- ið. Osøkin er at tær grugga prísirnar. - At knýta tvær ymiskar tænastur saman í eina av- sláttarskipan hevur sum oftast bara eitt endamál, nevniliga at binda kundan til ein ávísan veitara. Har- umframt skal prísurin fyri eina tænastu skal helst hava eitt ávíst samband við tann veruliga kostnaðin, og tí fara vit altíð at hyggja væl eftir um ætlaðar avsláttar- skipanir fylgja hesi reglu, sigur stjórin á Fjarskiftis- eftirlitinum. Spurdur hvussu nógvar umsóknir um avsláttar- skipanir Fjarskiftiseftirlitið hevur fingið, sigur Jógvan Thomsen, at har er eitt hav av teimum í skuffunum. Nakrar teirra viðgjørdar og svaraðar við einum nei, aðrar í bíðistøðu og upp- aftur aðrar heilt feskar. Gera mun á Kall og Føroya Tele Føroya Tele hevur enn ongantíð fingið loyvi til at knýta tvær tænastur saman í eina avsláttarskipan. Kall hevur hinvegin fingið tvær slíkar avsláttarskipanir góðkendar. Tað hevur fingið Føroya Tele stjóran, Andras Róin, at leggja Fjarskiftiseftirlitið undir at stýra marknaðinum við stórari slagsíðu til frama fyri Kall. Í Sosialin- um í gjár segði Føroya Tele- stjórin tað vera greitt, at Fjarskiftiseftirlitið vil tryggja, at Kall fær ein fjórðing av marknaðinum, og Føroya Tele missir til- svarandi. Stjórin á Fjarskiftiseftir- litinum viðgongur, at tað verður gjørdur ein ávísur munur á Kall og Føroya Tele. - So leingi Føroya Tele hevur eina týðandi markn- aðarstøðu og Kall er lítið, vilja vit altíð hava tað í huga at Kall er tann veikari parturin. Og rætt skal vera rætt. Vit hava givið Kall eitt lítið sindur fríari ræsur enn Føroya Tele. Uttan Kall eingin kapping Í grein í Sosialinum fyrra- dagin segði Kall-stjórin Bjarni Askam Bjarnason, at Kall var einasti garantur fyri veruligari kappingin á føroyska fjarskiftismarkn- aðinum. Hesum er stjórin fyri Fjarskiftiseftirlitið samdur í, men ein framtíð uttan Kall merkir tó ikki ein framtíð við hægri prísum. - Um so var, at Kall knappliga ikki var til long- ur, so høvdu vit farið undir beinleiðis prísregulering av Føroya Tele. So høvdu vit áhaldandi samanborið við príslegur aðrastaðni og ásett mestaprísir hjá Føroya Tele eftir tí. Tað hevði uttan iva verið eitt ævigt stríð, væntar stjórin á Fjarskiftis- eftirlitinum. Tí dámar hon- um betri núverandi støð- una, har kapping á markn- aðinum í stóran mun stýrir prísunum. Og Fjarskiftis- eftirlitið vil fara rímiliga langt fyri at halda fast við hesa støðu. Um útlit vóru fyri, at Kall ikki kláraði seg og var um at fara á húsagang, hevði Fjarskiftiseftirlitið so tikið stig til at forða hesum? - Nú letur als einki til at Kall ikki fer at klára seg, men um tað hevði hent, at Kall var á veg ímóti hús- gangi, so høvdu vit tikið stig til at vart fyritøkuna ímóti hesum, um vit mettu at ein slíkur húsagangur var orsaka av ójavnari ella órættvísari kapping, sum skaddi brúkaran, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum. Og har gongur markið. Tí Fjarskiftiseftirlitið veitir ikki yvirlivilsisgaranti fyri einari ósunnari fyritøku, heldur ikki um hon er ein- asti garantur fyri veruligari kapping. Men á Fjarskiftiseftirlit- inum hava tey higartil verið nokkso glað fyri Kall og dystin millum gomlu og nýggju fjarskiftisfyritøk- una, har tann seinna fær eitt sindur av byrjunarhjálp frá marknaðarstýrandi mynd- ugleikanum. Føroyski fjarskiftis- marknaðurin var fyri fáum árum síðan ein eftirbátur í monopol- støðu, og samskiftis- tøkniliga vóru Før- oyar eitt menningar- land samanborið við restina av Europa. Men síðan føroyski fjarskiftismarknaður- in varð latin upp fyri kapping í 1999 hava ymiskir veitarar runnið kapp, og Før- oyar eru nú aftur komnar fram millum framkomnastu lond- ini í fjarskiftishøpi. Tað avrikið hevur sambært Jógvani Thomsen, stjóra á Fjarskiftiseftirlitin- um, kravt stórt ar- beiði, nógvan undan- vind og harða markn- aðarstýring. Hetta seinasta fær hann toyggið fyri frá al- mennu fjarskiftis- fyritøkuni Rúnar Reistrup Á aðru hædd í einum skriv- stovubygningi á Skálatrøð í Havn hevur Vinnumála- ráðið eftirlitsstøð. Her hýs- ast Kappingarráðið, Post- eftirlitið, Tryggingareftir- litið og Fjarskiftiseftirlitið handan somu hurð. Stjórin fyri allar fýra eftirlitsstovn- arnar, sjálvur eftirlitsleið- arin, eitur Jógvan Thomsen, frálíkur lundafleygari, urguleikari í Vesturkirkjuni og ein hørð stýrandi hond hjá Vinnumálaráðnum, sum gevur stóru almennu fjar- skiftisfyritøkuni Føroya Tele grá hár í høvdið. Í 1997 varð nýggj fjar- skiftislóg sett í gildi. Lógin varðveitti einkarættin hjá Føroya Landsstýri til fjar- skifti, men heimilaði Landsstýrinum at veita øðr- um loyvi at reka fjarskiftis- tænastur. Eitt Fjarskiftiseft- irlit varð sett á stovn at um- sita lógina og veita fjar- skiftisloyvir. Í 1999 lat Fjarskiftiseftirlitið tey fyrstu fjarskiftisloyvini og ímóti endanum á 2000 var fyrstu ferð møguligt hjá føroyingum at velja millum fleiri fjarskiftisútbjóðarar. Frítt val millum útbjóðarar innan allar fjarskiftistæn- astur hevur tó ikki verið møguligt fyrr enn í fjør, tá Kall fór undir at bjóða far- telefontænastur. Sparka til asnan Tá Jógvan Thomsen í 1997 hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum einasti maður á Fjar- skiftiseftirlitinum, lá ein stór og tung uppgáva fyri framman - at skapa for- treytir fyri kapping á føroyska fjarskiftismarkn- aðinum. Tað var at sparka til ein asna, sum hevði sov- ið leingi. - Tað var nokkso møtu- mikið at fara undir. Har var ein nýggj fjarskiftislóg, sum lat upp fyri kapping á marknaðinum, men ein stórur og afturlatin almenn- ur stovnur sat longu á øllum marknaðinum. Tá var man var eisini uppi ímóti einum ávísum iva nógvastaðni, um føroyski fjarskiftis- marknaðurin kanska var ov lítil til fría kapping, og um tað fór at vera pláss fyri fleiri veitarum, greiðir Jógvan Thomsen frá. Fuppliberalisma Men hví var tað so umráð- andi at fáa kapping á fjar- skiftismarknaðinum, tá hann nú er so lítil? Hendan spurningin hava fleiri sett, millum onnur javnaðarting- maðurin Kristian Magnus- sen, sum alment hevur kall- að føroyska fjarskiftis- marknaðin fyri ein fupp- liberalistiskan sjónleik, har almennar fyritøkur og al- mennir stovnar spæla liberalismu fyri skattaborg- arans rokning. Sambært Jógvani Thomsen hevði eitt gott monopol eisini verið betri enn verandi kapping - í prinsippinum. - Einki er í grundini so gott sum eitt vælvirkandi og effektivt monopol. Men tað vísir seg bara, at tá ein fyritøka er einsamøll á marknaðinum, so fellur motivatiónin til áhaldandi at tillaga og betra seg. Tá ein onnur fyritøka hinvegin kemur inn á marknaðin, so fáa báðar fyritøkur eina ómetaliga sterka motiva- tión til at vera betri enn kappingarneytin. Tað er ein av drívkreftunum í fríari kapping, sum er sjálvt høv- uðsendamálið við fjar- skiftislógini, sigur stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum. Ein triði vegur Men kapping er ikki einasti mátin at fáa føroyingum betri og bíligari fjarskiftis- tænastur. Har er eisini ein triði vegur millum monopol og fría kapping. - Annar hátturin, vit kundu velja, tá hendan gongdin byrjaði, var at varðveita monopolið, men hava strangt eftirlit við prísi og tænastustøði. Tað hevði verið eitt ævigt stríð ímill- um Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele. Hin hátturin var at lata maknaðin upp, Fjarskiftiseftirlitið varð sett á stovn í 1997 og hevur sum endamál at virka fyri at fremja kapping innan fjarskifti, og at hava eftirlit við fjarskiftis- økinum. Raksturin av Fjarskiftiseftirlitinum verður fíggjað- ur av teimum fyritøkunum, sum hava fingið loyvi at reka fjarskiftistænastur. Fyritøkurnar gjalda í mun til sín marknaðarpart á føroyska fjarskiftis- marknaðinum. Fjarskiftiseftirlitið er skipað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum. Í sama stovni eru eisini Kapp- ingarráðið, Posteftirlitið og Tryggingareftirlitið. Stjórin fyri Fjarskiftiseftirlitið er stjóri fyri allar hesar fýra stovnar, og starvsfólkini á stovninum verða brúkt innan øll fýra starvsøki. Hvørt ár letur Fjarskiftiseftirlitið vinnumálaráð- harranum eina frágreiðing um gongdina á før- oyska fjarskiftismarknaðinum. Fjarskiftisliftirlitið í stuttum Tað marknaðarstýrandi valdið Í 1997 varð føroyski fjarskiftis- marknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt. Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjar- skifti, og fjarskiftistænastur eru blivnar fjølbroyttari og bíligari. Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum anda- drátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá. Í greinarøð um føroyska fjar- skiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á markn- aðinum við tí fyri eyga at lýsa aktu- ellu støðumyndina frá øllum síðum. Í blaðnum í dag ber til at lesa triðju greinina í røðini av trimum um før- oyska fjarskiftismarknaðin, har Fjarskiftseftirlitið metir um orsøk- irnar til stóru framgongdina og verjir sítt val at halda hondina yvir nýggjum veitarum. Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum Ein hørð stýrandi hond: - Rætt skal vera rætt. Vit hava givið Kall eitt lítið sindur fríari ræsur enn Føroya Tele, viðgongur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum Mynd: Jens Kristian Vang