Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 23 Seinastu árini hevur verið vanligt, at fiska- virkini lata aftur í summarfrítíðini. Men nú hava fleiri av virkjunum boðað frá, at tey ikki ætla í summarfrí í ár FISKIVINNA Rúna Sivertsen Agnar Jensen, samskipari í Ráfiskakeyparafelagnum, sigur, at verkfallið helst er orsøkin til, at virkini ikki lata aftur í ár. - Vit hava ikki fingið frá- boðan frá øllum virkjunum enn, hóast vit hava rykt eftir svarið, sigur hann. Seinastu 2-3 árini hevur Vinnuhúsið skrásett, nær tey ymisku fiskavirkini, sum plaga at leggja stilt 1-3 vikur um summarið, fara í summarfrí. Men hyggja vit á heima- síðuna hjá Vinnuhúsinum í dag, síggja vit, at enn hava ikki øll virkini tikið støðu til, hvørt tey skulu fara í summarfrí ella ikki. Ein spurningur hjá virkj- unum er eisini rávøran, sum jú kemur frá skipun- um, ið fiska. Hesi nýta vanliga summarfrítíðina til umvælingar. Á Kósavirkinum í Klaks- vík siga tey, at nøkur skip, sum hava fiskidagar eftir, hava givið lyfti um at fiska til virkini í summarfrítíðini. Ikki ráð at halda frí - Tað er ikki skilagott at hava virkið stongt í tveir mánaðar av árinum; tí sendu vit seðlar út til arbeiðsfólkið, so tey, ið ynsktu at arbeiða í summar, kundu tekna seg til, sigur Egil Johansen, innkeyps- og sølustjóri á Kósini. Hann sigur, at virkið kemur tó ikki at koyra við fullari megi, men fleiri av arbeiðsfólkunum hava teknað seg til at arbeiða í summar. Tey fingu eina óynskta feriu undir verkfallinum og hava helst ikki ráð at halda frí nú, verður sagt. Drúgva verkfallið gjørdi, at fleiri virkir mistu bílegg- ingar og álit millum sínar viðskiftafólk, siga virkis- leiðarar við Sosialin. Eftir hvat vit skilja, eru bæði virkir og arbeiðsfólk illa fyri av verkfallinum og royna nú at vinna nakað av tí innaftur, sum tey mistu undir arbeiðssteðginum. Summarferian avlýst Fleiri virkir hava gjørt av ikki at fara í summarfrí. Suðurís í Hvalba varð hart rakt av verkfallinum. Virkið læt upp í november í fjør, og tað kom illa við hjá teimum, at verkfallið legði virkið lamið í bestu fiskitíð Mynd: Áki Bertholdsen Hóast ILA nú er staðfest í Sørvági, so kemur tað ikki at hava ta stóru ávirk- anina á kappróðurin, sum verður í Sanda- vági í dag KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Hansina á Plógv, forkvinna fyri róðrardeildini hjá SÍF, sigur, at tann einasta broyt- ingin sum verður, er, at teir báðir hjálparbátarnir úr Sørvági koma ikki kortini. – Vit hava hingið í tele- fonini til at útvega tveir aðrar bátar, so í so máta gav hetta okkum eitt sindur av eykaarbeiði, men annars ávirkar hetta ikki kappróð- urin nakað stórvegis, sigur hon. Bátarnir, sum skuldu koma úr Sørvági, skuldu nýtast til startdómaran og ein hátalara, men aðrir eru sum sagt funnir til hetta endamál. Í teirra innbjóðing til feløgini kring landið, hevur SÍF boðað frá, at allir bátarnir skulu koma á økið við rækjuvirkið í Miðvági, har teir verða sóttreinsaðir áðrenn og aftaná kappróð- urin. Smyril siglir inn á Mið- vág í sambandi við kapp- róðurin, og tí verða teir flestu bátarnir har. – Vit royna annars at sleppa undan at allir teir stóru bilarnir við bátunum koyra til Sandavágs, tí tað er so trongligt á kai-øki- num. Seinast høvdu vit trupulleikar av tí, sigur Hansina, sum ikki heldur, at hetta við sóttreinsanini er nakar stórvegis trupulleiki. – Vit hava fingið fólk frá alivinnuni her at taka sær av tí, so tað skuldi alt farið at verið í lagi, sigur hon. Bátarnir verða eisini spulaðir eftir, at teir eru sóttreinsaðir. Tað hevur felagið tikið stig til, tí at fleiri rógvarar hava gjørt vart við, at teirra klæði eru oyðiløgd av veskuni. Hansina sigur, at tey varnaðust, at teirra egnu blusur vóru oyðilagdar eftir róðurin á Fjarðastevnu. Og seinasta vikuskiftið vóru tað blusurnar hjá onkrari aðrari manning, sum hevði fingið skaða. – Eg veit ikki, hvør hevur endurgjaldsskyldu. Kanska er tað fyrireikandi felagið. Og fyri at hetta ikki skal halda fram, og at vit ikki skulu fáa møguligt endur- gjaldskrav eftir stevnuna, so hava vit gjørt av, at bát- arnir skulu spulast aftaná sóttreinsanina, sigur Han- sina, sum somuleiðis ikki heldur, at tað er rætt, at klæðir hjá rógvarunum verða oyðiløgd, av tí orsøk, at man roynir at sóttreinsa bátarnar fyri alivinnuna her á landið. ILA í Sørvági: Ávirkar ikki kapp- róðurin Allir kappróðrarbátarnir skulu til Miðvágs at verða sóttreinsaðir, áðrenn kappróðurin í Sandavági byrjar í dag. Annars ávirkar ILA staðfestingin í Sørvági ikki kappróðurin nakað nevnivert C M Y K 23 22