leygardagur 12. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
21
Ove Ritter – ein Harley freak
Harley Davidson er
eitt motorsúkklu-
merki, nærum øll
kenna. Vit hava eisini
nakrar av slagnum í
Føroyum
PLÚMM
Rógvi Borðoy
Tað er eitt serligt slag av
fólki, sum koyrir Harley
Davidson. Ein av teimum
er Ove Ritter, sum ikki bert
koyrir á motorsúkklunum,
hann selur tær eisini.
Ove Ritter er ein vanligur
maður um miðan aldur.
Hann er snøgt ílatin, og
hevur einki sum helst at
gera við rokkararnar, ein
annars kann seta í samband
við Harley Davidson.
- Tað at koyra við einari
Harley Davidson er ein
lívsstílur, sigur hann.
Í bakgrundini hoyrast
blues-rock
tónar.
The
Emmeroys eiga tónarnar,
eitt rættiligt motorsúkklu-
orkestur. Ove Ritter greiður
frá, at ein Harley Davidson
keypari gjarna er umleið 40
ára gamal. Hann hevur
livað eitt vanligt lív, og hev-
ur so sæð, at hann ikki hev-
ur fingið tað burturúr lívin-
um, hann gjarna ynskti. Og
so kemur tankin: Hatta havi
eg aldrin roynt!
Børnini eru flogin úr
reiðrinum
- Ein skiftir barnavognin út
við eina Harley, sigur Ove
Ritter. Hann byrjaði ikki at
koyra motorsúkklu sjálvur
fyrr enn í 1995, tá hann var
hermaður í danska herinum
í Kuveit. Har slapp hann at
læna eina Harley Davidson
í átta mánaðir, og so var
eingin vegur aftur. Hann
mátti bara eiga eina.
Tað er ungdómur, frælsi
og náttúruupplivilsi at eiga
eina Harley. Har er ein
serlig glæma um eina
Harley, sum ikki fæst
aðrastaðni, sigur Ove Ritter
væl nøgdur.
100 ára føðingardagurin
hjá motorsúkklufelagnum
verður ikki hátíðarhildin
her í Føroyum, sigur Ove
Ritter, men hann veit um
tveir føroyingar, sum fara
til Hamborg ein av hesum
døgunum at vera við í
einum stórum føðingar-
dagshaldi.
Felagsskapur
Tá tú keypir eina Harley
Davidson,
keypir
tú
samstundis ein felagsskap,
sigur Ove Ritter.
- Kassadamur, advokatar,
djóralæknar, øll eru líka og
felags, tá tey eiga eina
Harley Davidson, greiðir
Ove Ritter frá.
Hann sigur eisini frá, at
áhugin fyri motorsúkklum í
Føroyum er sera stórur í
hesum døgum. Sum dømi
tekur hann síðsta summar,
tá hann hevði fýra súkklur í
landinum, sum fólk kundu
sleppa at royndarkoyra. 107
fólk koyrdu ein túr, og
øllum dámdi sera væl túrin.
Her eru 276 motorsúkklur í
landinum, og 12 av teimum
eru av merkinum Harley
Davidson.
Bitin
Fólk, sum eru vorðin bitin
av
merkinum
Harley
Davidson, sleppa aldrin av
aftur við áhugan. Ove Ritt-
er sigur frá:
- Um tú hevur eina álv-
arsliga sjúku, so er í minsta
lagi ein vón um at blíva
grøddur. Men um tú eigur
eina Harley, er eingin vón
um at sleppa av við hana
aftur, sigur Ove Ritter.
Á heimasíðuni hjá hon-
um, www.hd.fo, kann ein
lesa meir um motorsúkkl-
urnar.
1903: Hin 21 ára gamli
William S. Harley og 20
ára gamli Arthur David-
son byggja fyrstu Harley
Davidson Motorsúkkluna.
Teir byggja í einum skúri,
sum er 3 x 5 metrar til
støddar.
1907: Felagið Harley
Davidson Motor Com-
pany gerst veruleiki tann
17. september. Nú eru 18
fólk í arbeiði.
1910: Harley Davidson
merkið verður brúkt fyri
fyrstu ferð.
1912:
Byggingin av
nýggju fabrikkini í seks
hæddum byrjar.
1918: Amerikanski her-
urin gerst størsti kundin
hjá Harley Davidson.
Herurin keypir helvtina
av bygdu motorsúkklun-
um hetta árið.
1920: Harley Davidson
byggir meir motorsúkklur
enn nøkur onnur fyritøka.
Sama árið slær Leslie
"Red" Parkhurst 23 ferð-
met við einari Harley
Davidson.
1929: 45 kubikktumma
V-motorurin verður settur
á D modellið. Fyri kenn-
arar verður motorurin
kallaður "Flathead".
1931: Allir kappingar-
neytar hjá Harley David-
son í USA eru burtur utt-
an Indian. Fram til 1953
eru hesar báðar einastu
motorsúkklufyritøkur
í
landinum.
1937: Eitt nýtt heims-
met verður sett á einari
Harley Davidson. Joe Petr-
ali koyrir gott 136 mph.
1941: USA fer inn í
Seinna Heimsbardaga, og
nærum allar motorsúkklur-
nar hetta árið verða bygdar
til amerikanska herin.
1957: "Sportster" snið-
ið sær dagsins ljós fyri
fyrstu ferð.
1969: Harley Davidson
leggur saman við Ameri-
can Machine and Foundry
Company (AMF).
1973: Felagið flytur í
nýggj høli, sum liggja í
York. Høllin er 400.000
kvadratføtur til støddar.
1983: Klubbin Harley
Owners Group (H.O.G)
verður stovnaður. Klubb-
in er bert fyri eigarar av
Harley Davidson motor-
súkklum.
1993: 100.000 motor-
súkklur koyra í einari
konvoy fyri at hátíðar-
halda 90 ára føðingardag-
in hjá Harley Davidson.
2003: Felagið fyllir 100
ár, og tað verður hátíðar-
hildið av Harley Davidson
eigarum um allan heimin.
Søgan hjá
Harley David-
son í stuttum
100 ár eru liðin síðan
fyrsta Harley David-
son motorsúkklan sá
dagsins ljós
MEIRA PLÚMM
Rógvi Borðoy
Harley Davidson er ikki
bert ein motorsúkkla. Hon
er ein lívsstílur. Hon er ikki
eitt akfar, hon er frælsi. Tað
siga eigararnir í øllum
førum.
Og so hevur hon 100 ár á
baki í ár.
Hátíðarhald um allan
heimin
Serliga er tað í stóru býun-
um í USA, at føðingar-
dagurin verður hátíðar-
hildin, men eisini aðra
staðni møtast eigararnir av
Harley Davidson motor-
súkklunum
at
halda
føðingardagin.
Í eitt ár hevur eitt rullandi
Harley
Davidson
savn
koyrt runt á vegum á øllum
jarðarknøttinum, og tað
hevur verið væl vitjað.
Heim til Milwaukee
Í august í ár fara nógvir
eigarar at koyra frá fýra
býum í USA til býin Mil-
waukee í statinum Wis-
consin, har stóra fyritøkan
hevur høvuðsskrivstovu. Á
heimasíðuni hjá Harley
Davidson verður roknað
við, at nógv fólk fara at
gera túrin.
Frá 28. til 31. august
verður so ein stór veitsla
hildin
í
samband
við
føðingardagin.
Í Evropa eru stór tiltøk
eisini. Bæði í Hamburg í
Týsklandi og Barcelona í
Spania eru stór motor-
súkklutreff, har Harley
Davidson eigarar savnast at
hátíðarhalda 100 ára føð-
ingardagin. Tveir føroy-
ingar fara til Hamburg.
Harley Davidson 100 ár
Eitt heldur undarligt
akfar sást tann 10. juli
koyra á Vegnum
Langa í Havn
VEGAGERÐ
Rógvi Borðoy
Tólið vísti seg at vera ein
kantsteinsstoypari. Eitt tól,
sum eftir øllum at døma
kann spara kommununum
milliónir av krónum um
árið.
Tólið virkar við, at be-
tong verður stoytt í eina
balju ovast. Síðani fer be-
tongið
gjøgnum
eitt
maskinarí og kemur út í
botninum av tólinum sum
stoyptur, liðugur kantstein-
ur.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
tólið verður brúkt her í
landinum. Allir kantarnir í
undirsjóvartunlinum
um
Vestmannasund eru nevni-
liga gjørdir av hesum sama
akfarinum. Har fingu NCC
og Byggitek samband, og
hava síðani samstarvað um
at royna tólið aðrastaðni.
Stórar sparingar
Odd Røyland, konsulentur
hjá NCC sigur, at har eru
stórar mongdir av peningi
at spara við at brúka hetta
tólið í mun til at leggja
vanligar kantsteinar. Odd
Røyland sigur, at vanligur
stoyptur kantsteinur kostar
umleið 550 krónur fyri
hvønn metur. Við hesum
tólinum liggur prísurin um
130-150 krónur meturin.
Odd Røyland sigur, at fyri
hvønn kilometur av kant-
steinum, man leggur, er ein
sparing upp á í minsta lagi
350.000 krónur.
Ein stór sparing í tíð er
eisini. Odd Røyland og
Tummas Sørensen í Byggi-
tek siga, at tað er umleið
fimm ferðir skjótari at
stoypa kantsteinarnar á
staðnum. Sum dømi taka
teir undirsjóvartunnilin, har
teir stoyptu 1.000 metrar
um dagin.
Menninir, sum arbeiða
við maskinuni siga, at tá
teir hava stoypt 1000 metrar
av kantsteini í Havnini, fara
teir á flogvøllin í Vágum,
har teir í fyrstu syftu skulu
stoypa
ein
kilometur.
Seinni í heyst skulu 2.500
metrar aftrat stoypast.
Serligt tilfar
Odd Røyland heldur fram,
at tilfarið má vera sera fast
og tjúkt, so tað skal bera til
at stoypa tað á staðnum.
Uppskriftin liggur hjá NCC,
og hon er samansett, so-
leiðis at steinurin ikki tekur
skaða av salti og frosti.
Teir báðir norðmenninir,
sum arbeiða við sjálvum
tólinum, síggja ikki út til at
hava eitt hart lív, saman-
borið við vanligt vegar-
beiði. Kantsteinsstoyparin
ger tað mesta av arbeið-
num, sær tað út til.
Hendan maskinan verður
í dag brúkt í øllum Noregi,
og um hesar royndirnar
vera væleydnaðar, er tað
líkt til, at hon eisini verður
meir at síggja í Føroyum
komandi árini.
Skjótari og bíligari
Tað er bíligari – og nógv
skjótari at stoypa kantsteinar
við hesi maskinum, sum
kann spara Tórshavnar
kommunu fleiri milliónir um
árið
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
21
20