leygardagur 12. juli 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
19
PORTRÆTT-
REPORTASJA
Orð og myndir:
Jústinus Eidesgaard
Sosialurin,
Nuuk:
»Vit
boða tann besta boðskapin
nakar kann hoyra og tí eiga
vit ikki at vera mótleys ella
umberandi í okkara boð-
skapi, sigur Hans Sivertsen,
føroyskur trúboðari í Nuuk,
Dieseloljan
sprænir
skjótt gjøgnum dysurnar á
stóru motorunum umborð á
trúboðarabátinum Imanuel,
og brummið frá motorinum
niðri undir okkum fær bátin
at skelva, nú vit eru við at
koma upp í ferð uttanfyri
Atlantsbryggjuna í Nuuk.
Vit eru á veg saman við
Hans Sivertsen, trúboðara í
Brøðrasamkomuni í Nuuk,
suður í Ameralikfjørðin við
børnum úr einum barna-
garði í Nuuk. Tey skulu á
legu. Nú er ferð á Imanuel,
hann gongur 17 míl, og
skjótt rennir aftur við borð-
inum. Tað er dýrdarveður,
og eftir at hava siglt eina
løtu eru vit undir fjallinum
Hjortetakken, sum er eins
eyðkent fyri Nuuk og Kun-
oyarnes er fyri Klaksvík.
- Sonur mín hevur verið
upp á Hjortetakken, sigur
Hans. Tað er ikki so ringt at
koma upp, sær øgiligt úr
norðanfyri, men sunnanfyri
er meira laggongt.
Hans Sivertsen er 58 ára
gamal í dag. Hann hevur
verið trúboðari í Grønlandi
næstan uttan íhald seinastu
33 árini. Tann er hann sum
stýrir Imanuel, trúðboðara-
báturin hjá Brøðrasam-
komuni í Nuuk.
Ein reyður risi
Hans er stórur maður, hann
hevur reydlitt ívið hár,
næstan hvítt skegg og ikki
eitt kilo ov nógv er at síggja
á honum. Hann hevur
myndugleika yvir sær, nú
hann stýrir grønlendskum
børnum og Imanuel alt í
einum inn í gjøgnum
Ameralikfjørðin, sum er
ein av hesum grønlendsku
fjørðunum, sum ongan botn
tykist at hava. Vit hava nú
siglt í hálvan annan tíma,
og vit sigla framvegis. Tað
er nakað milt og gott yvir
Hans og hann er lættur at
práta við. Tað er ikki hann
sum førir an í samrøðuni,
eg má spyrja og onkuntíð
verða eitt sindur tolin,
áðrenn nakað kemur so-
leiðis heilt av sær sjálvum.
Berligt land vit sigla
framvið. Ísbrýnt og kargt,
lítið
vøkstur.
Báturin
Imanuel er so staðkendur
her, at hann næstan finnir
sjálvur. Umframt at vera
trúboðarabátur, so verður
Imanuel nógv nýttur av
ferðavinnuni í Nuuk, eins
og Norðlýsi í Føroyum.
Fyrst skulu vit seta tveir
føroyingar av í Prestafjørð-
inum. Imanuel lá fyri akker
her herfyri, vanliga plagar
Brøðrarsamkoman at gera
útferðir í Prestafjørðin, sum
er óbygdur. Seinast teir
vóru, vóru teir so óhepnir at
missa annað akkerið og eitt
slíkt kostar eini 4000
krónur. Teir báðir sum
skulu í land við eini jollu,
hava vónir um at finna
akkerið. Teir hava fest eina
stóra magnet í ein enda, og
vóna so at tað rennir saman
millum
magnetina
og
akkerið í taraskóginum.
Tann einasti sum onga vón
hevur um at finna akkerið
aftur er Hans Sivertsen,
trúboðarin í Nuuk. Og hann
fekk rætt, akkerið liggur
framvegis í Prestafjørð-
inum. Teir funnu tað ikki.
Akkurát nú snara vit út
av Prestafjørðinum, har ein
starvsfelagið og navni hjá
Hans fyri skjótt 300 árum
síðan ætlaði at seta seg
niður. Tað er tann navn-
frami Hans Egede, sum bar
kristintrúnna til Grønlands.
Hans Egede velti eitt sindur
í Prestafjørðinum, men
flutti ongantíð inn. Her er
líggjari og veðurbetri enn í
Nuuk.
Kallaður sum ungur
Í
Brøðrasamkomuni
er
rættuliga vanligt, at fólk
gerast andaliga vakt á heilt
ungum árum og hendan
persónliga upplivingin av
Guds hjáveru gerst ein
hornasteinur í lívinum. Tað
er frá hesum degi, at nýggja
lívið verður roknað. Og trú-
boðaravirksemið hjá Paulus
upptekur
fólk
nógv
í
Brøðrasamkomuni. Neyvan
í nakrari aðrari samkomu
eru lutfallsliga so nógvir
trúboðarar úti, sum júst hjá
Brøðrasamkomuni í Føroy-
um. Hans tosar ikki so
nógv um, akkurát nær hann
kom til umvendilsi, meira
um, tá stóra avgerðin varð
tikin, at hann skuldi vera
trúboðari. Hans kom til
umvendilsi sum blaðungur.
- Sum 23 ára gamal í
1968 fall avgerðin. Eg
hevði tá verið tríggjar mán-
aðar í Nuuk og hjálpt til hjá
Brøðrasamkomuni og var
komin heim aftur. Men at
tað akkurát skuldi gerast
Grønland, sum kom at
verða mítt virkisøki var
kanska ein tilfeldigheit. Tað
var meira hetta her, um eg
skuldi verða trúboðari, sum
upptók meg, sigur Hans
Sivertsen.
- Eg hugsaði nógv um at
fara út at boða Guds orð.
Eg legði hetta fram fyri
Harran og segði við hann,
at tað mátti verða púra
greitt, um eg skuldi fara
ella ikki. Genta mín Jonna
var tá stødd á bíbliuskúla
hjá New Tribe Mission í
New York og hon kendi
mínar ætlanir. So fekk eg
eitt bræv frá henni, har hon
skrivaði: "Hans, hevur tú
hugsað um Grønland?"
Hesin setningurin var sum
eitt bønarsvar fyri meg.
Avgerðin var tikin, eg vildi
til Grønlands. Eg vendi
eyguni upp eftir og segði:
»Ok, Harri, tað verður
Grønland«, sigur Hans
Sivertsen.
Vit eru á veg inn í
Ameralikk
fjørðin
við
grønlendskum barnagarðs-
børnum. Tey sita frammi í
lugarinum
so
fitt
og
eygagóð. Apropos grøn-
lendsk børn, so møtti eg
einum føroyskum fiski-
manni í Nuuk í gjárkvøldið.
Hann var ikki heilt einsa-
mallur, hevði kenning og
bleiv við at undrast hvussu
nógvar grønlendingar hann
sá, hann hevði ongantíð í
lívinum sæð so nógvar
grønlendingar sum í Nuuk.
»Hygg, har er aftur ein,«
breyt hann meg av, tá eg
spurdi um okkurt. Eg
prátaði eina løtu við hann,
meðan eg bíðaði eftir
nátturanum á matstovuni,
beint viðsíðuna av Muttin-
um, kendasta vertshúsið í
Nuuk. Eg hjálpti honum
eina løtu at telja grønlend-
ingar sum gingu framvið.
»Grønlendingar allir saml-
ir, og so duga teir so væl
grønlendskt, og eg skilji
ikki eitt orð,« helt hann á
fram at siga við seg sjálvan
undrandi.
- Tað lá líka sum í luftini,
at eg skuldi velja sjóvegin.
Pápi var skipari og eg fór
eisini til skips sum blað-
ungur við Sjúrðarberg, sum
pápi førdi. Beiggi mín valdi
eisini sjóvegin. Eg hevði
verið í Grønlandi fyrr, eina-
ferð í Holsteinsborg, men
mest í Føroyinahavnini,
men tað var við skipi sum
fiskimaður og nú skuldi eg
aftur at royna nakað heilt
annað. Men longu við pápa,
sá eg ein tørv fyri trúboð-
aravirksemi í Grønlandi. Tá
vóru føroyingar mest í Før-
oyingahavnini, sigur Hans
Sivertsen.
Hvussu tók familjan móti
tíni avgerð um at gerast
trúboðari?
- Pápi segði ikki so nógv.
Hann var kanska eitt sindur
stúrin, men hann vildi ikki
órógva tað sum eg kendi
var rætt. Eg minnist, at pápi
segði við meg nakað so-
leiðis: »Hans, eg var 17 ára
gamal, tá eg kom til trúgv.
Eg legði tá fram fyri Harr-
an, hvat eg skuldi brúka
mítt lív til, og tað sá út til,
at hann vildi hava meg til at
sigla, sigur Hans Sivertsen.
- Mamma var bekymrað,
leggur Hans aftur at.
Hans er av og á niðri í
maskinrúminum.
Hann
hevur ein skiftilykil í
hondini og hann roynir at
skrúva okkurt, so Imanuel
gongur eina hálva míl
afturat teimum 17. Hann er
hegnigur maður, og tað er
kanska ikki so løgið, tí
hann er ættaður úr Norna-
stovu í Mikladali í móðir-
ætt. Mamman Elsa Maria
var úr Nornastovu og úr
hesi kendu stovu koma
hegnigir menn at tað søgan
veit um. Hans er eisini ein
friðaligur og siðiligur mað-
ur og tey sum kenna hann
halda, at hendan eginleikan
hevur hann serliga úr Uppi-
stovu í Hvannasundi, har
pápin Martin var ættaður.
Foreldrini settust niður í
Klaksvík beint uttanfyri
dyrnar í Betesda, so tað var
kanska ikki so løgið, at
Hans gjørdist trúboðari.
Vælumtókt barnalega
Imanuel siglir framvegis
inn eftir Ameralikfjørðin-
um. Nú nærkast vit málin-
um. Langt inni í fjørðinum
er ein síðufjørður og har
inni liggur leguhúsið hjá
Brøðrasamkomuni í Nuuk.
Tað liggur eitt sindur
Givið lívið til grønlendingar
Hans Sivertsen var fyrsti føroyski trúboðarin hjá
Brøðrasamkomuni í Grønlandi. Hann flutti yvir í
1970. Í dag eru átta føroyskir trúboðarar í Grøn-
landi. Teir eru:
Pamiut-Sukurtoppurin
Bárður Ljósheim og Trygvi og Lena Neshamar
Julianehaab
Jørundur Hansen og Símun Ósá
Eysturgrønland
Niels Miriam Vang. Miriam er dóttir Hans og
Jonnu.
Nuuk
Hans og Jonna Sivertsen
Áki og Petry Andreassen
Fakta
Við hegni úr Nornastovu í Mikladali og mildum sinni úr Uppistovu í Hvannasundi boðar Hans Guds orð í Grønlandi
niðanfrá fjøruni. Her er
fjøruslætt og ein á rennir
omanvið leguni. Runnar úr
píl vaksa kring leguna. Her
er vakurt, her er stilt og
lendið sæð út soleiðis sum
tað hevur sæð út í mong
túsund ár, síðan jøklarnir
tinaðu einaferð í fyrndini.
- Vit fóru undir summar-
legurnar í 1973. Tá høvdu
vit verið trý ár í Grønlandi.
Eg hevði verið við til at
fyrireika ta seinnu summar-
leguna, sum varð hildin við
Áir. Hetta var áðrenn leg-
urnar fluttu á Vatnsoyrar. Í
1967 var eg á legu á Vatns-
oyrum og har møtti eg
Jonnu. Tað vóru neistar
okkara millum beinan-
vegin. Tá eg var komin til
Grønlands so hugsaði eg, at
vit máttu fáa eina legu sum
í Føroyum. Ein summar-
lega er gott grundarlag
undir andaligum arbeiði.
Vit fingu eitt hús úr gomlu
føroyingahavnini, sum varð
tikið niður fjøl fyri fjøl og
síðan ført her inn og sett
smíðað aftur. Tað var gamla
butikkin. Síðan hava vit
fingið eitt annað hús, sum
eisini er sett upp her.
Grønlandsfelagið var sera
hjálpsamt í hesum máli,
sigur Hans Sivertsen.
Hans tosar ikki bara um
Gud. Hann er væl inni í
samfelagnum og hevur
áhuga fyri hvat fyriferst.
Men hóast hann ikki bara
tosar um Gud, so tosar hann
nógv um Gud og serliga
hvussu hann hevur verið
leiddur av Gudi, síðan hann
sum blaðungur byrjaði sum
trúboðari í Grønlandi.
- Skal tú seta teg niður
uttan fyri bygt lendi í Grøn-
landi, so eru tað tvey ting,
sum mugu vera á nýggja
staðnum. Lendingarmøgu-
leikar og vatn. Eg hevði
funnið eitt sera náttúru-
vakurt pláss her inni á
Ameralikfjørðinum á syðra
armi, sum tóktist at vera
sum smíðað til legupláss.
Har var gott vatn og kyrt.
Eg spurdi myndugleikarnar
um eg ikki kundi fáa hetta
plássið til leguna. Fekk
játtandi svar beinanvegin
frá tí eina myndugleikanum
í Grønlandi, men so komu
kontraboð úr Keypmanna-
havn. Tað endaði við, at vit
fingu ávíst nýggja plássið,
har legan liggur í dag. Eg
var eitt sindur keddur um
hetta, men vit fóru so undir
leguna við góðum treysti.
Nakað seinni frætti eg frá
fólki, sum hevði hildið til á
plássinum har legan skuldi
liggja, at har var ikki
verandi um summarið fyri
mýggjabitum. Og her sum
vit halda til eru ongir
mýggjabitar. Høvdu vit lagt
leguna har eg ætlaði,so
hevði hon verið ónýtilig,
sigur Hans.
Hans sigur, at legan verð-
ur leigað út til grønlend-
ingar um várið og um
heystið. Um summarið er
tað Brøðrasamkoman sum
heldur sínar egnu legur her.
Grønlendingar sum leiga
legurnar fara væl um. Ser-
liga væl umtóktar eru leg-
urnar hjá skúlum og barna-
gørðum. Hetta leiguvirk-
semið og tað at bátarnir
eisini verða nógv leigaðir
av grønlendingum ger, at
legan og bátarnir hvíla í sær
sjálvum fíggjarliga.
- Summarlegurnar hjá
Brøðrasamkomuni eru væl
umtóktar her. Eini 130 børn
eru her á hvørjum sumri og
ofta er tað soleiðis, at fólk
sum sjálvi hava verið á legu
her inni vilja hava at teirra
børn eisini sleppa at upp-
liva tað sama. Tað er ríkt
fyri okkum. Vit síggja
eisini, at vaksin, sum hava
verið her sum børn koma at
hjálpa til. Fólk úr samkom-
uni hjálpa eisini væl til um
summarið. Summarlegan er
ein ógvuliga tungvigandi
partur av okkara arbeiði,
sigur Hans Sivertsen.
Hvussu fruktargóð anda-
liga hava hesi árini verið í
Grønlandi?
- Vit hava upplivað nógv-
ar gleðir og nógvar sorgir í
okkara
arbeiði.
Nøkur
komu til trúgv tey fyrstu
árini. Vit sáa so trúgv í
tænastuni sum vit kunnu,
og so lata vit úrslitið til
Harrans at avgera. Tað
hevur stóran týdning við
sjálvrannsakan í okkara
arbeiði. Vit leggja okkara
arbeiðir fram fyri føtur
Harrans og so góðtaka tað
hann vil.
- Men nógv hava verið á
legunum og hoyrt orðið. Eg
havi ofta hoyrt í útvarpin-
um setningar sum hesar.
»Eg kom til persónliga
trúgv á summarlegu í Ame-
ralik.« Vit vistu einki um
hetta, kendu ikki úrslitið,
sigur Hans Sivertsen.
Torfør byrjan
Hvussu var tað sum blað-
ungur at koma til eitt heilt
fremmant land at boða
Guds orð. Misti tú ongantíð
móti?
- Eg veit ikki. Vit fara út
at boða tann besta boð-
skapin nakar kann hoyra og
tí eiga vit ikki at vera
mótleys ella umberandi í
okkara boðskapi. Tá dirvið
vantaði, so var Rómverja-
brævið 11 ein stór troyst.
- Men tað var tungt fyrstu
árini, serliga málið var
okkum ein foran. Eg hevði
verið á bíbliuskúla, har
lærdi eg enskt og týskt, og
ætlanin var ikki at fara til
Grønlands.
Grønlendskt
var torført at læra, málið
var í eini broytingartíð, júst
tá vit komu og tey fingu tá
eina nýggja rættskriving.
Hjá okkum var tað soleiðis,
at konan Jonna dugdi væl
mállæru og eg var stinnari í
at tosa. Á hendan hátt
kundu vit hjálpa hvørjum
øðrum. Men tað var tungt
hjá okkum at læra málið.
Vit deildi traktatir út,
bjóðaðu fólki á møti og
hildu útimøtir eisini. Hóast
tað onkuntíð var einsligt, so
var hetta ein spennandi tíð,
vit vóru ung og sterk, sigur
Hans.
- Vit vóru í hvussu er
sannførd um, at okkara
arbeiði kundi vera til
signing fyri mong, sigur
hann.
Jonna harða lagnu
Hans møtti Jonnu á eini
summarlegu á Vatnsoyrum
í 1967. Tey fullu fyri hvørj-
um øðrum beinanvegin.
Jonna var ung einkja við
tveimum synum. Hon hevði
verið gift við einum dansk-
ara, sum sigldi við einum
Maerskbáti. Hann doyði av
eini spreinging í maskin-
rúminum saman við fimm
ørðum. Hon fekk boðini
jólaaftan 1962. Hon var
næstan komin at eiga og
føddi teirra yngra son 2.
januar 1963. Hann sá so-
statt ongantíð pápa sín.
Hans og Jonna gjørdust
trúlovaði og tá hon kom
aftur av bíbliuskúla í New
York giftust tey. Tey blivu
ríkaði við ikki færri enn
fimm børnum afturat. Tann
elsta dótturin hjá Hans og
Jonnu er fødd í 1970 og tað
yngsta í 1974. Og tá var
tann elsti drongurin hjá
Jonnu úr fyrru giftu 11 ára
gamal.
- Vit vóru níggju fólk í
húsi og tað var stríggið hjá
Jonnu, tí eg var nógv á ferð
og hon var altíð heima.
Men hon tók sanniliga
eisini hond í í samkomuni,
sigur Hans og sendir ein
tanka niður til Jonnu. Hon
er í Danmark í løtuni av
heilsuávum.
Jonna er dóttir Dánjal
Joensen, Dánjal hjá Mou-
ritsi úr Vági, og Amandu
Poulsen ættað av Vatns-
oyrum.
Byrjaðu í
Sukurtoppinum
- Tá vit fluttu yvir í 1970,
so høvdu vit ongar ætlanir
um at vera her allar okkara
dagar. Vit høvdu slett
ongan tíðshorisont. Vit
høvdu bara ein setning, vit
skuldu boða Guds orð
millum grønlendingar. Vit
byrjaðu í Sukurtoppinum.
Fleiri føroyskar familjur,
eini fimm, sum høvdu sín
andaliga heimstað í Brøðra-
samkomuni, vóru í Nuuk
tá. Tey ætlaðu at byggja ein
sal og vildu hava okkum at
koma til Nuuk. Eg var
fyrsti føroyski trúboðarin
hjá Brøðrasamkomuni í
Grønlandi. Vit avgjørdu at
fara til Nuuk, hetta var um
heystið 1971. Eg haldi vit
høvdu lætt at fella til, ung
og spent, men tað kundi
eisini vera einsligt.
Vit eru á veg út eftir
Ameralikfjørðinum. Nú er
eitt lot eina løtu. Hans
hevur einki álit á veðrinum
á Ameralikfjørðinum.
- Hann er lúnskur og tú
kann ongantíð rokna við
veðrinum her. Tað hevur
nakað at gera við sjóvarfall,
flóð og fjøru og so kuldan
innan av landi. Áðrenn tú
veit av, so kann vera frískur
vindur her inni sum av
røttum átti at verið deyða-
vatn.
Verið allastaðni
Hans man vera ein tann
mest meinkunnigi maðurin
í Grønlandi. Tað er ikki
tann bygd, har hann ikki
hevur verið og boðað tann
besta boðskapin nakar kann
hoyra.
- Skuldu vit koma runt,
so máttu vit hava bát. Vit
fingu Sildberan yvir í ár-
unum 1976-80 og vit hava
havt aðrar bátar, eitt nú
Beintu hjá Eiler Jacobsen. Í
dag hava vit tveir bátar,
annar er í Føroyum akkurát
nú. Vit hava verið kring alt
Grønland og hildið møtir,
úr Thule og eystur til
Anmagsalikog vit hava
verið væl móttiknir. Nógv
fólk hava eisini verið á
møti. Eg minnist einaferð í
Upernavik, at eg fekk lánt
forsamlingshúsið til møti.
Aftaná spurdi eg hvat vit
skyldaðu. Nei, søgdu grøn-
lendingarnir, vit skyldaðu
einki, tí teir vildu flyta
peningin av eini konto teir
áttu til upplýsning. Teir
høvdu fingið so góðan
upplýsning av møtinum, at
teir hildu, at tað almenna
átti at rinda tað sum vit
skuldu rinda í leigu, sigur
Hans.
Foreldrini fluttu
Hóast tað eisini var einsligt
í fyrstuni, so hendi ein
stórhending, tá íð Hans og
Jonna vóru flutt til Nuuk.
Kongaligi
Grønlendski
handilin bygdi stóran trol-
araflota og ein av ráðgev-
unum til hendan flota var
Kaj Johannsen. Martin
Sivertsen hevði siglt við
Kaj síðan hann var blað-
ungur og hann arvaði
Sjúrðarberg eftir Kaj, tá
hesin fór umborð í týska
Skálaberg í desember 1956.
Kaj var um at vera uppi-
lagstur um hetta mundi,
men hann hevði fingið til
uppgávu frá KGH at finna
dugnaligar føroyskar yvir-
menn til nýggju trolararnar.
Og hvat var meira náttúrligt
fyri Kaj, enn at spyrja
gamla álitismann sín, um
hann vildi fara til Grøn-
lands, so meinkunnigur
hann var á hesum leiðum.
Martin flutti til Nuuk
saman við Elsu Mariu og
tveimum systrum og nú
gjørdist knappliga heimligt
í Nuuk. Tey vóru í Nuuk
fram til 1974 og síðan aftur
frá 1978-80, tá Martin
knappliga doyði av sjúku.
Í dag býr næstelsti drong-
urin hjá Hans og Jonnu í
Nuuk. Yngsta dótturin og
maðurin eru trúboðarar í
Eysturgrønlandi.
- Eg má forrestin minnst
til at ringja til abbasonin í
Eysturgrønlandi í dag, hann
hevur føðingardag, sigur
Hans, tá vit leggja af aftur í
Nuuk.
Hans hevur ikki ætlanir
um at pensionerast í Grøn-
landi.
Á veg á legu. Immanuel í baksýni
Hesin grønlendingurin ger alt fyri fallandi arbeiði á leguni um summarið
C
M
Y
K
19
18