mikudagur 12. oktober 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 194 — 12. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið CD
Vit kunnu ikki
stjóri á Menningarstovuni, m.a.
Í The Economist, 10. sept.
1994, er grein hjá Vaclav
Klaus, forsætismálaráð-
harra í Tjekkia. Umframt at
vera virdur politikari og
kanska statsmaður er Vac-
lav Klaus høgt í netum sum
figgjarfrødingur. Í einari
viðmerking sigur hann, at
vit sleppa ikki undan teim-
um trupulleikum, ið vit
hava skapt heima hjá okk-
um sjálvum við at fara upp í
Européiska Samveldið.
Trupulleikarnir fara fram-
vegis at verða óloystir.
I greinini greiðir Vaclav
Klaus annars frá truplu
gongdini hjá gomlu komm-
unistisku londunum fram í
móti einum nýmótans sam-
felag, sum í stórum byggir á
marknaðarbúskaparligar
fyritreytir, og hvat henda
gongd krevur av londunum
sjálvum og samstarvinum
við Vestur-Evropu. Men
hann vísir herumframt
gjølla á, at eisini Vestur-
Evropa tørvar reformar og
endurnýgging.
»Sjønligu teknini um,at
tað ikki hevur eydnast Vest-
ur-Evropa at endurnýggja
seg, eru m.a. talið á arbeiðs-
leysum, ið bæði er at spilla
burtur virði og ber í sær sera
hóttandi sosialar trupul-
leikar fyri samfeløgini. Tal-
ið á arbeiðsleysum tykist
harafturat eftir øllum at
døma ikki at verða ávirkað
av broytingunum í gongdini
í búskaparligum framburði
ella í gongdini hjá fyritøk-
um. Høvudsorsøkin til ar-
beiðsloysið liggur ikki í ov
stórum tilboði upp á ar-
beiðsmegi, heldur íkki í
tvørrandi eftirspurningi eft-
ir arbeiðsmegi, heldur ikki í
innflytingini, heldur ikki í
tvørrandi tøknifrødiligari
gongd, heldur ikki i ovur-
stórum innflutningi av vør-
um úr Landsynnings-Asia,
og heldur ikki í bíligari ar-
beiðsmegi í Eystur-Evropa.
Tann tátturin, ið kanska
frægast lýsir orsøkina til ar-
beiðsloysið er alt ov haga
innlendska lánin í mun til
produktivitetin hjá teimum
arbeiðandi. Lønarlagid fyri
lønini er brotið, og lønar-
lagið verður í staðin fyri á-
sett fyri samfelagið sum
heild (makroøkonomiskt)
millum statin (og vinnufe-
lógini) og fakfeløgini; síðan
er lønarlagid hækkað enn
meira vid kravdum kostn-
aðum løgdum oman á løn-
ina, åløgdum av statinum.
Einfaldliga mugu evrope-
arar fáa í lag samsvar mill-
um løn og útinning; í aðrar
máta fara fleiri teirra at
verða uttan arbeiði alla sína
tíð<.
Nú friður hevur lagt sum
um kjakið um lønarnidur-
skurð, kann tað tykjast
nasadjarvt at koma við hes-
ari endurgevingini úr grein
Vaclav Klaus“. Tá vit kort-
ini gera tað, so kemst tað
m.a. av, at almenna kjakið í
flyggja frá ábyrgd
— Vit kunnu ikki flýggja frá ábyrgdini at loysa okkara trupulleikar
heima — tað er jú har teir eru íkomnir, skrivar Kjartan Kristiansen,
Føroyum um løn og pro-
duktivitet tykistikki at hava
havt til endamåls at finna
fram til, hvørjar fordingar
fyri búskaparligari endur-
reisn og framgongd, ið vit
sjålvi hava skapt, og sum vit
ti sjålvi mugu loysa.
Lat tad samstundis verda
sagt, at lønarlagid er hvørki
okkara størsti trupulleiki
ella okkara einasti trupul-
leiki. Men tað skerst íkki
burtur, at lønarlag og pro-
duktivitetur í rættiliga stór-
an mun ávirkar okkara
møgulcikar fyri búskapar-
ligari framgongd. Sam-
bandid millum lønarlag og
produktivitet er fyrst og
fremst ein leiðsluspurning-
ur, men leiðslan á einstøku
fyritðkuni fær illa åvirka
hetta samband, so leingi
makro-økonomisku forð-
ingarnar eru so stórar.
Dagsins innihaldi hjá
flestu fyritøkum i dag er,
hvussu tær skulu megna at
gjalda dagsins kostnaðir.
Slíkar fyritøkur liva upp á
lænta tíð. Hendir einki
munagott, verða tær fyrr
heldur enn seinni aftur-
lætnar. Men meira enn
lækkaður kostnaður skal
til fyri at bjarga fyritøk-
unum. Til tess krevst ein
drívandi málsetningur, ið
leiðsla, starvsfólk, eigar-
ar, kundar og fíggingar-
stovnar kunnu savnast
um.
Bert hendinga fyritøkur í
Føroyum hava inntøkur av
virkseminum, ið eru nóg
stórar til bæði at gjalda út-
reiðslurnar og til at geva
fyritøkuni avlop. Fleiri fyri-
tøkur klára bert til dagin og
vegin, men ikki til rentur og
avdráttir, og nógvar tykjast
vera, sum hóra uttan so
frægt sum at klára at rinda
nakað til rentur og avdrátt.
Hjá fyritókum, sum í van-
ligum rakstri ikki megna at
gjalda rentur og avdrátt og
geva avlop, er tað bert
spurningur um tí, áðrenn
fyritøkan má gevast, verður
ikki okkurt heilt muna-
gott gjørt til at venda
gongdini, og tíverri er ongin
vissa fyri, at hetta >muna-
góða< er nóg mikið
Av munag6dum tiltøk-
um, 13 vanliga verda roynd,
kunnu nevnast
* at sleppa sær av við partar
av virkseminu, ið ikki gevur
avkast til fyritøkuna,
* at scta nýggja leiðslu, 418
er før fyri at leggja og halda
nýggja kós)
* at skera burtur óneyðugan
kostnað og effektivisera
fyritøkuna
* at sancra fyritøkuna við at
tilføra nyggjan kapital og
fåa lånveitarar at sleppa so
mikið av skuldini, at tað,
sum ceftur verður, kann
gjaldast
* at kasta saman við øðrum
fyrtøkum
Øll uiltøk vilja tó verða
nyttuleys, um fyritøkan ikki
hevur ein greiðan og fram-
tíðarvendan málsetning, og
um tiltøkini ikki geva leiðsl-
um og starvsfølki møgu-
leikan at royna at røkka hes-
um málsetningi, t.d. at veita
keyparum á vaksandi
marknaðum verur ella tæn-
astur á høgum g6dskustødi.
Fyrsta fortreytin er so-
statt, at fyritøkan (leiðsla
og starvsfólk) samvirka
um at náaein fyrisettan og
dagførdan målsetning, ið
keyparar, eigarar og figg-
ingarstovnar eru samdir
um.
Er henda fyritreyt ikki til
stcdar, er líuð hugsandi, at
fyritøkan megnar at rinda
kostnaðirnar og ríkiliga tað.
Kostnaðir eru jú ikki fyrst
og fremst ein útreiðsla.
Kostnaðir standa fyri ti
keyp av verum og tænast-
um, herundir eisini lónum,
sum fyritøkan hevur fyri
neyðini, um hon skal røkka
målsetninginum. Uttan
málsetning hava kostnaðir-
nir onga meining, og kost-
naðarsparing kann íkki
verða sett í nakað skilvíst
hopi.
Tað tykist eftir øllum at
dóma verasera trupult at fáa
keyparar, eigarar og fígg-
ingarstovnar at vera samdar
um málsetningarnar hjá
føroyskum fyritøkum. Vit
hoyra dagliga frå útlendsk-
um keyparum, at føroyskar
fyritðkur eru Óálítandi at
samstarva við. Frá fígging-
arstovnum hoyra vit, at teir
síggja eingi >bæredygtige
projckter<, og bert í hend-
inga føri setir onkur annar
enn fakfeløg, fíggingar-
stovnar 0.t. eginpening í
nakað virksemi.
Leiðsla og starvsfólk
hava undir slíkum umstød-
um sera lítlan møguleika at
venda gongdini. Eingin tyk-
ist hava áhuga fyri málsetn-
ingi, og í fyritøkuni er
hvorki avlopsorka, tíð ella
krav um málsetning. Hjá
teimum snýr tað seg ti
mestsum einans um at finna
uppá ultøk til at uyggja sær
arbeiðsplássið ein dag um
ferðina í vón um, at okkurt
fer at vísa seg. Teirra stríð
man í roynd og veru hvorki
gera frá ella til. Teirra tørn
at fáa lykilin snaraðan um
kemur, tá tað hóvar fíggjar-
stovnunum við fallkomnu
lánunum. Lønarnidur-
skurdur i hesum fyritøkum
kann kanska seinka steing-
ingini av fyritðkuni, men
loysir einsamalt einki. At
arbeiðsfólkið heldur vil
hava lægri løn enn fara heilt
undir ALS, er t6 ul at skilja
Tó at allur heimurin er í
broyting, so tykjast vit
halda fast um gamlar
framleiðsluhættir og
gamlar framleiðslur. Vit
tykjast halda, at royndir
lønarsåttmålar tryggja
okkum betur enn nýggir
samvirkishættir. Vilja vit
sjålvi ikki broytingina og
royna hana, gerst fram-
tíðin døpur.
Umheimurin og
tann skuld okkara samfelag
eisini — er í eini Ogvusligar
broytingartíð. Nýggja tíðin
er serliga merkt av, at vit
mugu nýta kunnleika, vitan
og fatan í okkara fram
leiðslu av vorum og tænast
um heldur enn maskinur og
serligar skipanir við ú
endamåli at framleiða nagd
Hetta er ein partur av broyt-
ingini, vit nú skulu igjøg
num.
Annar táttur í broytingini
stendst av, at:teir hættir at
skipa okkum og okkara
fyritøkur eru um at eldast,
eins og okkara verur eisini
eru tað. Allar verur hava
eina livitíð, ið er eitt eyð-
kenni fyri veruna. Menn-
iskjað hevur sína livitíð, og
skipað samstarv millum
menniskjur, eitt nú fyritøk-
ur, hava sína livitíð.
Munurin millum einstak-
ar verur og fyritøkur er, at
ein fyritøka kann endur-
nýggja seg við at seta sær
nýggj mál, ið samstarvið í
fyritøkuni kann virka fyri.
Eru áhugaðir keyparar, ið
taka undir við nýggju mál-
unum, kann fyritøkan aftur
2>
fyri