Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 194 — 12. OKTOBER 1994 Síða 123 Lesarabrøv »> júst Fiskivinnuføroyar, ið eru vorðnar kroystar fastar í ein krók av 'éroyndum ma- hogniskrivaraborðsstjór- um'. Tað eru fremst Den danske Bank, Hambros Bank, Føroya Banki og Sjó- vinnubankin, ið hava á- byrgdina av Fiskavirking, sigur Jákup Joensen. Minn- ist meg rætt, so upplýsti Bjarti Mohr í útvarpinum fyri uml. einum ári síðani, at hann sjálvur var arkitektur (oddamaður?) aftan fyri tað 'upplegg', ið var lagt fyri hesar bankar og góðkent av teimum. Enn ósvaraði spurningurin her ljóðar: Var yvirhøvur nakað ann- 20 fulifiggjad uppskot lagt fyri hesar bankar? At avtaka Fiskavirking við lóg gagnar ongum. So- | 'diplomatiskar | nevndar loysnir gera bert ilt verri — tað er tå tú ert vorðin anda- liga dovin, at tú byrjar at tala um 'diplomat:' (saman- ber við olju-trætumálið við bretar). Hava vit føroyingar ikki heilt mist gonguvitið, so átti nú fyrsta stigið fram- yvir at givið seg sjålvt: Ein fullfíggjað umskipan av Fiskavirking — ikki fremst í neðra enda og útjaðaragkj- unum, sum stjórin í Fiska- virking skjýtur upp, men allar ovast. Henrik, Óli og Jákup! - Tit hava allir sagt 'A'. Skylda tykkara er nú at fremja 'B'! Tormóður Dahl Lýsing frá Sjóvinnufyrisitingini Sjóvinnufyrisitingin gevur út: — Sjåvinnubrøv (ókeypis) — Samleikaprógv (ókeypis) — Siglingarbøkur (200,- kr./stk.) — Manningarlistar (150,- kr./stk.) — Hýruavtaluformáli (4,- kr./stk.) — Veidudagbøkur (40,- kr./stk.) Siglingarbøkur, manningarlistar, hyru- avtaluformåli og veidudagbøkur fåast eisini frå sysluskrivstovunum og Vakt- ar- og Bjargingartænastuni. Veidudag- bøkurnar fåast umframt hjå Fiskiveidu- eftirlitinum. Við útgávu av sjóvinnubrevum verð- ur kravt: — prógv og gamla sjóvinnubrævið, — dokumentatión fyri siglingstíð og — fyri navigatorar, eisini sjón- og hoyrnaroynd, sum er yngri enn ár. Við útgávu av samleikaprógvi verður kravt: — dóps- ella navnabræv og — mynd. Við útgávu av siglingarbók verður kravt: — dóps- ella navnabræv ella gildugt pass og — mynd Tórshavn tann 11. okt. 1994 Sjóvinnufyrisitingin, J. Broncksgøta 5 Postboks 3068, 110 Tórshavn Tlf. 13659, Telefax 13614 Ford Orion Diesel årg. 84, bert koyrt 12.000 km, til solu. Tlf. 88481 ella 13873 ' Vågbingar ynskja eisini arbeiðspláss Viðmerking til Jákup Joensen, løgtingsmann, um tíðindi, sum hann leggur út við í Dimma- lætting um hvat Vágs býráð ætlar og hvønn býráðið tosar við. Tað er rætt, at vit hava kannað okkurt við Vágs Havn, um ein møguleiki kundi verið at bøtt um okkurt har, soleiðis at skip kunnu brúka endarnar at ferma og koyra í land igjøgn- um. Vit hugsaðu ikki at tað nýtt- ist atkoma í heimspressuna, so sum miðnámsskúlin á sinni. Jákup skrivar eisini, at stjór- in, Thomas Magnussen, skal hava sagt við Vágs býráð, at um hetta verður gjørt, so skal verða so og so, tað er ikki rætt. Undirritaði ringdi til Thomas og spurdi, um Teistin ikki kundi liggja í Vági frá sunnu- degi til mikumorgun, tá hann ikki var í sigling álíkavæl, har hugsaði undirritaði um, um tær neyðars inntøkur, vit í dag fáa frá Strandferðsluni, kundu verðið verandi her hjá okkum. Haðani hava vit so onki hoyrt aftur. Somuleiðis fregnaðist und- irritaði, um møguleikar vóru at fáa Smyril at sigla inn á Vág. Svarað varð, at tit hava ong- an møguleika til slík skip, tí tey nýta endarnar, og tað er jú púra rætt. Segði við Thomas, at vit fara at kanna møguleikarnar um ikki okkurt kann gerast við tað, og so hoyrast vit aftur. Tit eru vælkomnir at tosa við okk- um tá, varð svarað. Hasi vóru orðini og hartil eru vit komnir, at biðja landsverk- frødingin kanna fyri okkum, um ikki okkurt kann gerast. Síðan til tað tú skrivar, at sjálvsagt skal Smyril sigla á Tvøroyri. So, tað halda tygum sum nývaldur tingmaður í Suð- uroyar sunnaru helvt og valdur av vágbingum. Nei, Jákup Joensen, tað er ikki sjálvsagt. Loyvi mær enn einaferð at vísa á, at tað búgva meiri fólk við Vågsfjørd enn tað gera vid Tveráfjørð. Hví kunnu tey, sum búgva her suðuri, ikki eis- ini fáa ein part av teimum ar- beiðsplássum, sum tað al- menna hóast alt hevur í Suður- oynni. Virðiliga Jógvan Krásslá býráðsformaður í Vági Jóannes Eidesgaard heldur seg sleppa undan at loysa sethúsa- trupulleikan politiskt Í seinastu viku royndi Jóannes Eidesgaard so einaferð aftur at pussa sína politisku gloriu. Tað er kanska ikki so legið, tá man veit, at undanførsla er hansara sterka síða. Tá man nú hugsar um at Jó- annes Eidesgaard er okkara fíggjarmálaráðharri og at hann hvønn dag sær at:tað veksur í landskassanum hverja ferð ein sethúsaeigari ger avtalu við peningastovn, so má man fyri- geva honum, men harfrá og til at siga, at teir politiskt ongan feil hava, er ein beinleiðis lygn. 1. Politiskt hevur gjøgnum nógv ár bara verið oyðslað út úr landskassanum til líkt og ólíkt. 2. Tá út síðani við kaldan dreym vaknaðu og funnu útav, at alt skuldi gjaldast aftur, tá fekk sethúsaeigarin rokning- ina, triggjar milliardir, yvir skattabillettina. 3. Fyri at gera tað uppaftur truplari hjá sethúsaeigarum, gjørdu tit eitt politiskt bragd afturat — titløgdu MVG oman á olju, telefon og streymnýtsl una. Hetta hevði eittans enda mål: at livga um tykkara skrall- tóma landskassa. At sethúsa eigarin fall úl kniggja peninga- liga sæd og ikki longur klårar síni sethúsalán, er politiskt. 4.Reallønina hava út minkað við 8,5%, væl at merkja hjá teimum, sum enn hava eina løn. S. Rentufrådråttin hava tit lækkað munandi, so alt hetta tilsamans hevur gjørt tað, at heilt nógv fólk í Føroyum hava bygt ella keypt hús uppá heilt skeivar politiskar fortreytir. At kasta alla ábyrgd frá sær yvir á bankarnar, nú valið er av, er ov bíligt. Vónandi verða tað onnur úr samgongu og and- stóðu, sum fara at gera politisk tiltøk. Tað at at fáa ein undir- haldsstovn í gomlu Sjóvinnu- bankahúsunum í Tórshavn, loysir einki sethúsamál, hetta er óneyðugt, vit kunnu bara lesa um tey manglandi polit- isku tiløkini í bløðunum. Út- varp og sjónvarp hava vit eis- ini, so leingi SEV ikki slítur streymin. Hilmar Gaardbo Toftir KKK Fiskavirking og tann ræðuliga óvissan Fiskavirking ger tað at fólk vita hvørki útellainn. Tað varð Í tosað um 10 virkir, tá teir byrj- aðu og øll vóru spent hverji virki nú fóru at verða opin. Vit í Vági høvdu góðar vón- ir. Virkið her á staðnum varð av monnum mett at vera eitt tað mest framkomna virkið, ja, kanska í øllum norðurlondum. Á fundi hoyrdi eg stjóran siga, at virkið í Vági kundi taka helmingin av fiskinum á Før- oyagrunnunum. Nú hoyrist, at møguliga fýra virkir skulu vera opin hjá hes- um risafelag í okkara verð. Or- søkin sigst vera tann, at Fiska- virking ikki skal vera nakað sosialkontór. Nú kundi verið forvitnisligt at fingið at vita, hvat tað virkið ger, sum kundi taka helmingin av okkara vanligu fiskasløgum á Feroyagrunnum. Jú, tað liggur og eksperi- menterar við eini nýggjari roynd, nevniliga at arbeiða kongafisk úr Irmingarhavin- um. Tað verður so vónandi ein lønsom vinna einaferð og kann geva nógv arbeiðspláss. Men tað, sum eg ikki skilji er, at nevnda virkið, sum var serút- gjørt til alla vanliga fram- leidslu av Føroyagrunnunum og kundi taka helmingin av okkara grunnum, nú í dag ikki tekur ein stert av okkara grunn- um. Ivi er neyvan um, at virkið liggur ikki á rætta staðnum. Vágbingar hava nú tey síðstu fýra árini verið vitni til, hvussu ringt tað kann vera at búgva á ti stað, har myndugleikarnir ikki ætla at nakað skal verða. Síðan vegurin kom saman ímillum Vág og Tveroyri er alt miðvíst savnað tann eina veg- in. Hevdi (Polarfrost) ligið á Tveroyri, var einki ivamál, tað hevði koyrt við fullari ferð. Vágbingar havastaðið spyr)- andi. Teir byggja stóran, veld- ugan Føroya Banka á Tvøroyri, samstundis sum bankin fór á húsagang og partaeigararnir missa sín pening, politistødin verður bygd nýggj, sjálvandi á Tvøroyri, hóast tað búgva fleiri fólk við Vågsfjørd enn tað gera við Tvøråfjørd. Tað búgva 400 fólk færri í Vági enn tað búgva við allan Tveráfjørð, teir fáa, grundað tey almennu arbeiðsplássini, næstan dupult so nógvan skatt sum Vágs kommuna fær við sama skattaprosenti. Harmiligt er, at ungir menn seta pening í skip, fyri á tann hátt at royna at skapa nøkur ar- beiðspláss her á staðnum, og so ikki sleppa at avreiða á sínum heimstaði. Tað er langt komið nú við misjavnanum, men eitt er sikkurt, at skal myndug- leikin gera tað so, at Vágur minkar burtur í einki, so eri fári á ferð fyri Suðuroynna. Her hugsi eg um sjúkrahús o.a. Fólkið spyr, hvat skulu vit gera? Ja, Gud gævi vit kundu svara teimum og at svarið kundi verið positivt. Jógvan Krosslá býráðsformaður í Vági