hósdagur 13. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 195 — 13. OKTOBER 1994 — Sida 3
Vesturbúgvin avmyndadur á Vestmanna í seinastu viku meðan hann landar. Mynd: Kalmar
Vesturbúgvin tríggjar túrar í Norðsjónum:
Fingu vit eitt sindur
betri pris, so seldu
vit í Føroyum
- Nettoprísurin á upsa í Føroyum i dag liggur um 3,20 kr. høvdu vit
fingið boðið 3,60 kr. netto, so seldu vit í Føroyum. Prísurin á upsa i
Hanstholm um 4.50 kr, sígur Dánjal Jacobsen, skipari
Vesturbúgvin úr Vest-
mannaerein av trolarunum,
sum hevur roynt í Norð-
sjónum eftir upsa herfyri.
Vesturbúgvin var triggjar
túrar og hann seldi tríggjar
ferðir í Hanstholm.
- Fiskiskapurin í Norð-
sjónum var heilt í lagi. Vit
samtroladu vid Gullberg og
tann cina túrin fingu við
185.000 pund, tann eina
190.000 pund og ein túr
280.000 pund. Vit høvdu
heldur ikki langar túrar,
sigur Dånjal Jacobsen,
skipari á Vesturbúgvanum.
Vittosaðu við Dánjal miku-
morgunin, hann er heima
hendan túrin og Leif Nolsøe
avloysir hann.
Fiskispaurin í Norð-
sjónum var frægari í ár enn í
fjør og prisurin var eisini í
lagi. meðalprísurin á upsa
netto lá um 4,50 kr. á upp-
bodssøluni í Havnsholm.
Upsin í Norðsjónum er
meira smáfallandi enn up-
sin undir Føroyum. Vit
fiskadu bara í norskum
sjógvi sunnanfyri 62 stig,
sigur Dánjal Jacobsen.
Selt í Føroyum
Nú klagar føroyski fiski-
ídnaðurin um at skipini
landa uttanlands?
-Vit høvdu eisini selt
heima i Føroyum um vit
bara fingu eitt líuð sindur
hægri prís. Nettoprísurin á
upsa í Føroyum liggur i
løtuni um 3,20 kr. pr. kg.
Føroyingar til London 1. nov:
Høvdu føroyskir fiska-
keyparar bjóðað okkum
3,60-79 kr. pr. kilo, so
hovdu vit komid til Føroyar
vid fiskinum, sigur Dånjal
Jacobsen, skipari å Vestur-
búgvanum.
Tað er altíð ein vandi at
selja á uppbodssølu. Vit
kundu komið útfyri einki at
fingið fyri upsan í Danmark
og vit hava ikki ráð at missa
eina last. Men tá prísurin í
Føroyum er so lágur sum
hann er í løtuni, so freistast
vit til at taka kjansin, sigur
Dánjal Jacobsen, skipari.
Smáligt í løtuni
Vit tosaðu eisini við Leif
Nolsøc, skipara, avloysar-
an hjá Dånjal í gjåra-
morgunin. Teir royndu tá á
Suðuroyarbankanum.
Her er smáligt at fáa í
løtuni. Í morgun var ill-
veður, men nú er blíðkað
nakað. Her er lítið at fáa í
dag. Vit høvdu okkurt gott
hålid í gjár um 200 kassar.
Pørini royna øll eystanfyri,
men nógv eru inni og landa.
Pørini royna frá Suðuroyar-
bankanum og norður á
Nólsoyarbankan, eg haldi
ikki tað eru meira enn seks
pør út, sigur Leif Nolsøe,
skipari.
jústinus
Samráðast um markið
Gongd kemur nú aftur á
samráðingarnar = millum
Bretland og Føroyar/Dan-
mark um markið. Amni
Olafsson, leiðari í føroysku
samrådingarnevndini, sum
helt áhugaverðan fyrilestur
á oljuráðstevnuni í Aber-
deen um m.a. marknatræt-
una við bretar, hevur nú á-
sett dagin, tá hesar samráð-
ingar verða uppafturtiknar.
Við Sosialin sígur hann, at
fundur er avtalaður at verða
í London 1. og 2. november.
Í fyrilestri sínum á ráð-
stevnuni segði Arni Olafs-
son seg vóna, at loysn kann
verða funnin í komandi ári.
Hann fegnaðist eisini um
stóra áhugan fyri økinum
vid Føroyar og vónaði, at |
tað fór at bera til at fáa eitt
gott samarbeidi millum før-
oysku oljumyndugleikar-
nar og umheimin, her ser-
stakliga oljuidnadin.
Dunnurnar å føroyskum:
Girikur Mc Gvagg,
Klossmundur,
Rúni, Rani, Rói
og Dunnaldur
Dunnurnar og hinar verurnar í
Dunnuvík hava allar fingið før-
oysk nøvn og ofta er orðavalið
sera heppið
Omanfyri prenta vit listan
yvir 28 kendum verum úr
Dunnuvik. Tað fer ivaleyst
at ganga rúm tíð, áðrenn
føroyingar heilt hava vant
seg við nýggju nøvnini.
Nøvnini hava føroysk børn
funnið og tey eru savnaði í
eini kapping, sum bóka-
deild Føroya Lærarafelags
hevur skipað fyri.
Tá børn nú fara í blað-
sølumar so fara tey ikki
longur at siga at tey skulu
hava eitt "Anders And". Nú
eitur tað: "Lat meg fáa eitt
blað við Dunnaldi Dunnu.
Tá tey koma heim, so
skulu tey spakuliga venja
seg við at unnustan hjá
| Dunnaldi nú eitur Dúnhild.
Joakim von And hevur fing-
| ið eitt sera heppið navn.
| Hann
etur GírikurMc
Gvagg. Piltarnir ella systur-
synimir hjá Dunnaldi eita
| Rúni, Rani og Rói.
Tann erpni og reypandi
Fætter Højben eitur rám-
andi á føroyskum Gullfinn-
| ur Gorront. Bestemor And
verður ul Dunnomma.
Hennara lati húskallur eitur
Gánus á føroyskum. Georg
Gearløs hevur fingið navnið
Biks Óli og hjálparmaður
hansara, tú veit, hin við
peruni, eitur Pilikur. Chip
og Chap eita tað sama, tá
stavað við føroyskum
stavraði. Mikkjal og Mia
mús sigur seg næstan sjálvt.
Fedimule eitur Klossmund-
ur, ikki nakaðóvakurt navn.
Og Nora Malkcko eitur
Belja, hettaer ógvusligasta
navnið á listanum.
Pluto eitur bara Pluto og
Klara Kluk eitur Skrukka.
Swiks politimeistari eitur
Løgmundur fúti og Hexia
de Trix eitur Hulda Trøll-
ont. Hetta navnið er í so
avgjørt, tí meðan huldufólk
kunnu verða bannsett, men
sjálvdan ónd á botni, so býr
lítið gott í Hexiu.
Bjørncbanden eitur búr-
tjåvarnir og Bøllespirerne
eita Kúllarnir, Sorteper er
vordin til Svartiper.
jústinus