hósdagur 13. oktober 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Hvorki Viðareiðis
kommuna ella Hvanna-
sunds kommuna hava
víst nakran áhuga fyri at
leggja saman við Klaks-
víkar kommunu, og
Kunoyar kommuna
hevur líka lítlan áhuga.
- Vit hava ikki tosað
um hetta aftur í bygdar-
ráðnum nú, men fyrr í ár
var eingin áhugi, og eg
havi ikki hoyrt nakran
her vera fyri samanlegg-
ing, sigur Heini O. Hein-
esen, formaður í Kun-
oyar Bygdarráð.
Sjálvur fær hann ikki
eyga á nakað, sum í
teirra føri talar fyri sam-
anlegging.
- Vit gjalda væl fyri
tær tænastur vit fáa frá
Klaksvíkini. Tað ein-
asta, ið kemur burturúr,
er, at skatturin hækkar, tí
okkara skattaprosent er
so lågt, sum tad kann
vera. Okkara kommuna
skyldar einki, og vit
hava ti einki at vinna við
at leggja saman við
Klaksvíkar kommunu,
sum stendur í botnleys-
ari skuld, sigur Heine O.
Heinesen.
Heine heldur lid um
ætlanirnar við saman-
legging, og serliga ræð-
ist hann, um smáar
kommunur leggja sam-
an við teimum stóru.
Vit klára
okkum
uttanfyri
- Eg síggi ongar fyrimunir
við samanlegging, tí Kunoy-
ar kommuna skyldar einki,
og Klaksvíkar kommuna er
í botnleysari skuld, sigur
Heine O. Heinesen, bygdar-
ráðsformaður í Kunoy
Nr. 195 — 13. OKTOBER 1994
Tað vísir seg eisini, at
tær stóru kommunurnar
eru heitastar fyri at fáa
tær smáu aftrat sær og
harvið gerast størru.
Ein veikleika við stór-
um kommunum heldur
Heine vera, at tá verður
uppstillad politiskt, og
tad er eftir hansara tykki
skeivt at føra kommun-
alpolitikk partapolitiskt.
Heine skilir ikki, at
Klaksvikar kommuna,
sum altid er å vardhaldi
móti at verða stýrd úr
Havn, nú skal vera fyri
miðsavning í Norður-
oyggjum.
Heine O. Heinesen
heldur tað annars vera
nógv fyri, at tær komm-
unur, sum stýrdu við
skili, nú skulu verða
noyddar at gjalda til
teirra, sum hava oyðsl-
að. Og tær ringastar at
oyðsla hava verið tær
stóru kommunurnar við
øllum sínum ráðgevum.
Kunoyar kommuna er so
væl fyri, at hon eigur
pening á bók.
- Um danir geva boð
um at leggja kommunar
saman, slepst neyvan
undan tí, men annars
haldi eg, vit áttu at hugsa
nógv meira um lands-
planlegging, tí hon er
neyðug, sigur Heine.
randi
Tíðindablaðið Gr
Jógvan við Keldu, byrådsformudur í Klaksvík:
Klaksvíkar býráð hevur nú rykt Kunoya
eiðis kommunu eftir svari, um áhugi er
upp um kommunusamanlegging
Undan seinasta komunu-
valinum tosaðu Hvanna-
sund bygdarráð og Klaks-
vikar byråd saman um
møguliga samanseting, og
formenninir í báðum ráð-
unum vóru líka heitir fyri at
kasta kommunurnar saman.
Men so kom kommu-
valid, og nýtt fólk kom til.
Jógvan við Keldu, sum nú
er býráðsformaður í Klaks-
vík, vildi ikki sleppa end-
num, og tíðliga í summar
skrivaði hann vegna býráð-
ið bræv ul Kunoyar,
Hvannasund og Viðareiðis
kommunum og mæltu til at
taka upp samrådingar um
møguliga samanlegging.
Men har kom einki svar. I
scinastu viku skrivadi by-
ráðið so aftur til teirra og
rykti eftir svari.
Jógvan við Keldu heldur,
at Klaksvíkar býráð er samt
um at taka upp slíkar sam-
ráðingar.
- Eg haldi nógvar fyri-
munir vera við samanlegg-
ing, tí tað verður lættari at
arbeiða, sigur Jógvan við
Keldu.
Tey arbeiða
í Klaksvík
Kommunan fær tað burt-
urúr, um hon verður stórri,
at fleiri skattakrónur koma
inn. Sum er arbeiða nógv
fólk í hinum kommunum í
Klaksvík.
Samstarv er millum
kommunurnar, tí tær smáu
kunnu brúka tær tænastur,
Klaksvdikar kommuna
hevur at bjóða. Skúlanæm-
ingarnir ganga eisini í fram-
haldsdeild í Klakvík.
Kommunumar rinda fyri
sínar næmingar í fram-
haldsdeildini í Klaksvík,
men tær rinda ikki fult, við
tað at tær sleppa undan
íløgunum í skúlan.
Jógvan við Keldu heldur,
at hinar kommunurnar hava
alt at vinna vid at leggja
saman, ti summar teirra
standa sera illa í tí.
- Sjálvur haldi eg eisini, at
meguleikin fyri at fingið
virkið i Hvannasund
kommunu í gongd aftur
høvdu verið stórri, vóru vit
einkommuna. Vælkann tað
vera, at Klaksvíkar komm-
una ikki á øllum økjum ikki
hevur gjørt nóg mikið fyri
Amafjørd, men eg ivist í,
um arbeiði hevði verið á ti
virkinum hvgnn einasta
dag, var Arnafjørður ikki í
Klaksvíkar kommunu, sig-
ur Jógvan við Keldu.
John Høj í Klaksvík eigur
virkið í Arnafirði, og hetta
virkið hevur nógv samstarv
við Kósina og onnur virki í
Klaksvík.
Ikki útoyggjarnar
Klaksvíkar býráð hevur ikki
biðið hinar kommunurnar í
Norðuroyggjum, Kalsoyar,
Fugloyar og Svínoyar
kommunur koma á fund um
samanlegging. Tað skal ikki
Aðalfundurin
hjá Pf. Pressan av 1981, sum 29. sep-
tember varð lýstur at vera 11. oktober
1994, verður týsdagin 25. oktober
1994, kl. 18 á Argjavegi 26, 160 Argir.
Nevndin
skiljast sum, at Klaksvíkar
býráð hevur gloymt hesar
oyggar ella ikki vil vita av
teimum. Tær eru smáar og
klára seg sjálvar, og har-
aftrat kundi býráðsformað-
urin í Klaksvík hugsað sær,
at gjørd varð ein serskipan
fyri útoyggjarnar.
- Tá vit hava skrivað til
hinar kommurnar, er tað
ikki, tí vit ætla at leggja
saman beinanvegin. Vit
r, Hvannasunds og Viðar-
fyri at taka samráðingar
Ein fyrimunur hjá
Klaksvíkar kommunu
við at leggja saman
við teimum smáu er,
at fleiri skattakrónur
koma inn
biðja bara um samráðingar,
tí tað er so nógv annað enn
nú, vit kunnu vera felags
um, sigur Jógvan við Keldu
ran?
Genopslag
Efter Justitsministeriets bestemmelse
opslås herved hvervet som auktions-
leder ved Vågø syssel ledigt.
Beskikkelse som auktionsleder kan
kun meddeles personer, der har dansk
indfødsret, er fyldt 25 år, men ikke 70
år, og er vederhæftige.
Auktionslederen er pligtig at stille sikk-
erhed, hvis art og størrelse senere vil
blive fastlagt.
Ansøgninger, der stiles til Justits-
ministeriet, skal indsendes til Domm-
erkontoret, C. Pløyensgøta 1, Postbox
28, 110 Tórshavn, senest fredag den
28. oktober 1994.
Sorenskriveren (dommeren)
på Færøerne,
den 11. oktober 1994