hósdagur 13. oktober 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 195 — 13. OKTOBER 1994 Síða5
= |
Áhugin fyri at keypa hús í Havn er stórur. Jú nærri býnum husini standa, jú stórri er áhugin fyri teimum
Hús í Havn kosta
næstan millionina
Stórur eftirspurningur er eftir sethúsum í Haun, og prísurin á góð-
um húsum er farin lítið niður
Talið av sethúsum, sum
seld verða á tvingsilssølu,
er minkað nógv, síðan lán-
stovnarnir gjørdu sínamill-
um avtaluna um at um-
leggja og leingja lán í hús-
um hjá teimum, sum ikki
vóru før fyri at halda sínar
gjaldsskyldur.
Hús verða kortini fram-
vegis seld á tvingilssølu.
Seinasta hósdag fóru 15
hús, 3. november fara fleiri
og tað sama 3. desember.
Men tað kann ikki sam-
metast við seinasta ár, tá
heilt nógv hús vórðu seld á
tvingsilssølu.
Tað, sum gjørdi munin,
var, at bankarnir, spari-
kassin og Húsalánsgrunn-
urin gjørdu sínamillum
avtalu um at finna loysnir
fyri tey, sum ikki vóru før
fyri at gjalda.
Fáar avlýsingar
- Nú er eisini hend tann
broyting, at flestu húsini,
sum verða lýst til tvings-
ilssølu, verða eisini seld.
Tað er meira sjáldan, at tær
tvingssølurnar verða av-
lýstar ella útsettar, sígur ad-
vokaturin Fríða Patursson,
sum avgreiðir ein stóran
part av hesum tvingsilssøl-
um.
Hon tulkar hetta sum, at
hús nú bara verða seld á
tvingisilsslølu, tá eingin
vón er. Frammanundan
hevur verið roynt at um-
leggja, men tað hevur iki
hjálpt eigarunum. Í mong-
um førum eru eigararnir
eisini fluttir av landinum og
hava latið húsini fara
Bankin gongur við til at
frysta lán, tá fólkini orsakað
av arbeiðsloysi ella øðrum
hava mist inntókuna, men at
vón er fyri, at tey aftur fáa
inntøku. Hetta verður eisini
gjørt, um eigarin eitt stytrri
skeið fer í útbúgving.
Sjálvt um tað ikki ljóðar
soleiðis á ordskiftinum, so
orka tey flestu enn at gjalda
húsini, sigur Føroya Banki.
- Men nógv hava tað
tungt, tí sjálvt um húsaút-
reiðslurnar eru minkaður,
tyngir tann høgi skatturin
nógv, og nógvar barnafam-
iljur eru hart fyrispentar,
sjálvt um tey hava arbeiði,
sigur Dánjal Joensen í
Sparikassanum.
Hann heldur, at tey flestu,
sum hava fyri neyðini at
umleggja lán, hava gjørt
“ hetta. Arbeiðstrýstið í spari-
kassanum av umleggingum
er í hvussu er nógv minkað
síðan í vár.
Eftirgeva einki
Javnan hoyrast søgur um, at
húseigarar hava fingið eft-
irgivið ein part av skuldini í
húsunum.
- Tað kann eg siga fyri
vist, at vit eftirgeva onga
skuld í privathúsum. Men
tað hendir, at vit frysta teir
lægstu prioritetirnar í upp til
trý ár, so eigararnir sleppa
frá at gjalda avdrátt og rentu
av hesum lánum eina tíð,
sigur Janus Petersen, kre
dittstjóri í Foroya Banka
Hann minnir á, at tað altíð
er ringasta loysn fyri fólk at
lata húsini verða seld á
tvingsilssølu. Skuldin verð-
ur uppaftur stórri, og sjálvt
um Føroya Banki just nú
ikki hevur ta nógvu orkuna
at krevja skuldina innaftur,
so sleppa tey, sum komu í
stóra skuld, við at húsini
fóru, ikki undan skuldini.
Ein dag kemur bankin og
krevur pengarnar.
Sparikassin gongur eisini
í serligum fórum við til
gjaldsskåa, tá sethúsaeigar-
ar orskaða av arbeiðsloysi,
sjúku e.a. ikki orka at
gjalda, og tá útlit eru fyri, at
stødan kann broytast.
Bíligari á bygd
Tað finst eingin príslisti
yvir, hvat hús nú kosta at
keypa. Á bygd eru tey bíl-
igast, tí har er eftirspurn-
ingurin minst.
Men í Havn hevur prís-
urin hildið sær so nøku-
lunda, tóalteftir hvar húsini
standa, og um hverjum
standi tey eru í.
Fríða Patursson sigur, at
nógv fólk spyrja seg fyri um
at keypa hús, men tað verð-
ur ikki altíð til sølu, tí tey
halda prísin vera ov høgan.
- Men vit mugu siga, at vit
selja ikki hús fyri 200.000-
300.000 krónur, sigur Fríða
Patursson.
Janus Petersen heldur, at
tey flestu góðu húsini verða
seld í fríari sølu. Tað eru
dómi um góð hús, sum
verða seld á tvingsilssølu,
men nógv eru minni góð,
illa hildin 0.a.
Helt nærindis
miðbýnum
Keypsprísurin í dag fyri hús
í Havnar kommunu er ikki
bara tengdur at, hvørjum
standi húsini eru í. Eisini
nógv hevur tað nógv at siga,
hvar húsini standa. Hægri
prísur, jú nærri miðbýnum
tey standa.
Hetta hevur samband við,
at:tað ber ul at búgva nær-
indis miðbýnum og klára
seg við ongum bili. Eftir-
spurningurin cr sterstur
eftir húsum í býnum, siga
peningastovnarnir.
Prísurin á sethúsum í
Havn er ikki fallin so nógv,
sum summi væntaðu. Tað
hendir framvegis, at hús
verða seld fyri 1,5 mió.
krónur. Tað mest vanligaer,
at góð hús verða seld fyri
millum 700.000 krónur og
eina millión.
Hvorki Fríða Patursson
ella Janus Petersen kunnu
siga, um tað eru fólk, sum
spekulera, ella tað eru fólk,
sum frammanundan ikki
áttu hús, ið nú keypa. Dánjal
Joensen í Føroya Sparikassa
heldur tó, at tað mest eru
tey, sum frammanundan
eingi hús áttu, og so nú
síggja sær møguleikan at
seta fót undir egið borð.
Lívligur handil
- Eg veit bara, at tað er ein
líviligur handil í dag við
húsum í Havn, sigur Janus
Petersen.
Í flestu førum er tað spari-
kassin, sum fyri tað mesta
hevur fyrsta veðrætt, ið
krevur hús á tvingsilssølu,
og oftast er tað eisini spari-
kassin, ið keypir húsini aft-
ur. Sparikassin missir har-
við einki, um hann fær selt
húsini fyri tað, hann framm-
anundan átt í húsunum, og
so eitt sindur aftrat fyri um-
siting.
Men tað hendir eisini, at
Føroya Bankin keypir hús á
tvingsilssølu, sjålvt um
sparikassin hevur veitt lån
við fremri prioriteti til hús-
ini. Tá er tað ofta so, at lánið
hjá sparikassanum ikki er so
stórt, og bankin vil hava
húsini fyri at royna at selja
tey aftur ikki ov bíliga, so
hann fær í hvussu er cin part
av sínum peningi aftur.
randi
|
Virksemid
er óbroytt
I Føroyahusinum gongur
lívið, sum um einki var hent
við leiðsluni
Vit lata okkum ikki
ávirka av ósemjuni mill-
um landsstýrið og
Trygva Johansen. Virk
semið í Føroyahusinum
heldur fram, sum tað
altíð hevur gjørt, sigur
Heidi Andreassen, for-
kvinna í Húsafelagnum
Fyrrverandi
nevndaformadurin
Trygvi Johansen meir
framvegis ikki á fundi í
neyndini, og nú hevur
leiðarin í húsinum eisini
sagt seg frá. Fyribils-
leiðari er Elin Højgaard.
- Vit hava sett í okk-
um, at handa ósemjan
ikki skal nerva arbeiðið í
húsinum. Hýrurin á fólki
er góður, og øll últgkini
halda fram, sum um
einki var hent, sigur
Heidi Andreassen.
Eitt tiltak, sum í øllum
førum heldur fram, er
týsdagsklubbin, ið er
fyri ulkomin fólk. Týs-
dagin í vikuni møltu 56
fólk at eta grind og spik,
og komandi. Næsta
tysdagarnar verdur
borðreitt vid kjálkum,
knettum og røstum fiski.
Í húsinum skipar
Kvinnufelagið fyri
starvs-
tekniskeiði, og har eru
eisini føroyski skúlin,
Fótatraðk, Talvfelagið,
Kom og dansa, Oyggja-
skeggi og Nærvarpið. A
skránni í heyst stendur,
at Maria Guttesen Band
hevur konsert 22. ok-
tober, Fóroyingafelagið
hevur nátaveitslu 5. no
vember, Gunnlein
Grube letur upp lista-
framsyning 6. novem-
ber, og 13. november
skipar Føroyingafelag í
Keypmannahavn fyri
bókakveldi í húsinum.
Ymiskar åbøtur eru
gjørdar i húsinum nú,
m.a. viðvíkjandi tryg-
dini hjá børnum, og gjød
er eisini ein reglugerð
um nýtsu av húsinum,
soleiðis at greitt er, hvor
hevur ábyrgdina. Slíkar
einfaldar = spurningar,
sum hava so stóran tydn-
ing, hava tey nú loyst.
- Vit vilja bara hava
tað soleiðis, at bæði
yngri og eldri kenna seg
væl í húsinum, og nú
kann vera nóg mikið av
negativum tíðindum um
hetta húsið, sum vit vilja
hava sum eitt hugnaligt
stað at hittast í, sigur
Heidi Andreassen.
randi
Fóroyahúsið er fyri allar aldursbólkar. Myndin varð
tíkin, tá húsið í sínari tíð varð tikið í nýtslu