Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LANDSSTÝRIÐ saman við Landsbanka Føroya er komið rættiliga langt við fyrireiking- unum til eina útgávu av før- oyskum brævalánum. Við hesum eru vit á veg inn í ein fyri okkum nýggjan part av figgingarheiminum, sum fyri flestu føroyingar er heldur fremmandur. Ikki tí, onkrir føroyingar hava av og á keypt t.d. donsk ríkisbrævalán, treyðugt so, men tað hava ser- liga verið stovnar og peninga- stovnar, sum hava fingist við slíkar investeringar. Men, sum sagt, fyri føroyingar flest- ar er hetta ein heilt nyggjur og ékendur møguleiki fyri røkt av figgjarligari ogn. NU kundi ein sjålvandi freist- ast til at spurt, um hetta er tad, sum er mest åtrokandi i okkara samfelag — tad at før- oyingum verða útvegaðir nýggir møguleikar fyri at røkja figgjarligar ognir. Hetta i tíðum, har tað dagliga stríðið hjá teimum flestu fer við allari orkuni. MEN orsøkin til, at vit nú fáa eina føroyska brævalånsiit- gåvu er ein heiltonnur. Her er talan um eitt ynski hjå bræva- lånsseljaranum, t.v.s. debi- torinum, sum vigar. Í semjuni millum landsstýrið og donsku ríkismyndugleik- arnar frá 12. okt. 1993 verður sagt, at landsstýrið sjálvt skuldi finna útvegir fyri hall- inum á fíggjarlógini, t.v.s. 300 mill. kr. Hetta skuldi gerast við brævalánsútgávu, sum so føroyskir og útlendskir in- vestorar keypa. Tað er ikki talan um ríkisveðhald fyri út- gåvuni. V.ø.o. er hetta ein annar háttur hjá tí almenna at fíggja egið brúk, sum ann- ars er sera væl kendur í teim- um flestu londunum. EITT lånsbræv (obligatión) er eitt peningakrav, sum láns- brævaánarin (keyparin) hev- ur ímóti honum, sum hevur givið út lánsbrævið (seljarin). Keyparin kann í hesum førin- um vera ein og hvør, stovnur, felagsskapir og figgingar- stovnar. Seljarin er landsstýr- ið. TÁ ið lánsbrævið verður út- givið, rindar keyparin fyri lánsbrævið, og útgevarin fær upphæddina. Soleiðis verður lánsbrævaútgevarin lántak- ari, og keyparin verður óbein- leiðis lánsgevari. Við láns- brævalántgku eru nógvir ó- beinleiðis lánsgevarar, tí lán- ið, sum tikið verður, er ein stórri upphædd, meðan láns- brøvini eru býtt upp í smærri upphæddir — í okkara føri upp á 1000 kr. Sermerkt fyri skip- anina er, at lántakarin ikki kennir lánsgevaran, sum eis- ini frítt kann selja og keypa lånsbrøv. HETTA er fyri lånsbræva- keyparan ein 100% trygg i- løga. Hann veit, nær hann fær áljóðandi virðið afturgoldið, og hann veit frammanundan, hvussu høg rentan verður. Kostnaðurin fyri lánsbrævið verður avgjørdur av kursin- um, t.v.s. keyparin skal gjalda eitt kursvirdi, men fær aftur- goldið eitt áljóðandi virði. MEN vit standa so nú við eitt nýtt og fyri flest okkara ókent vegamót inn í fíggjarheimin, so tað er við spenningi, vit fara at fylgja við, hvussu hetta fer at roynast. Røddir hava verið frammi um, at ongin við síni fullu fimm fór at keypa før- oysk lånsbrøv. Men her må so sigast, at um ikki føroyingar sjálvir trúgva uppá, at tað skal bera til, so ber illa til at krevja tað av gðrum. Ein trúgv upp á, at Føroyar sum samfelag skulu hava eina framtíð. Ein trúgv upp á, at vit sjálvir taka ábyrgd av egnum viðurskiftum og hava rygg og evni til tess. Sosialurin —X Oyggjatíðindi halda sínar egnu lesarar fyri turrasta spott Týskveldið fór eg í í eina kiosk fyri at vita um eg ikki sá okkurt forvitnisligt í føroysku blød- unum. Forsidurnar í Dimmu og Sosialinum søgdu mær einki hetta kveld. Men Oyggjatíðindi høvdu eina for- síðu, sum gjørdi, at eg rindadi fyri blaðið. Ég gjørdist forvit- in. Har stóð ein grein um brummuna á politistødini í Havn. Tá eg hyggi í greinina síggi eg at skrivað verður um eina hending fyri átta árum síðan. Ein hending sum grein er skrivað fyrr um í Oyggja- tíðindum. Ég rindi also tvær reisur fyri at frætta um ein ónavngivnan mann, sum hevur verið illa viðfarin í brummuni. Restin av greinini snýr seg um, atblaðskrivarin hevur hoyrt frá onkrum at onkur annar eisini er illa viðfarin í brummuni. Myndin til greinina er ein gomul mynd av Dr. Jacob- sensgøtu í Havn vid brúgsuni í baksyni. Hvat hendan mynd hevur við brummuna í Havn at gera veit eg ikki. Vónbrótið av høvudsforsidugreinini fær meg at hugsa, at eg átti ikki at givið meir enn seks krónur fyri blaðið. Næsta sum rakar mítt for- vitni á forsíðuni er ein veldug mynd av Johny Winter Hol- bech. Yvirskriftin eitur "Á- hugaverdur persónur" Ég leiti spentur niður í tekstin, átta reglur, og har stendur at Hol- bech skeyt upp at tænastu- mannakanna Tommy Peter- sen. Víðari stendur, at teir fáa viðmerkingar frá honum helst fríggjadagin. Eg spyrji meg sjálvan, hví hundan er hetta komið á forsíðuna. Her stend- ur jú einki. Fupp av eini aðrari verð. Kundu tit ikki bíða við hesi grein til fríggjadagin, so vit fingu nakað við bót í. Á forsíðuni er ein ávísing sum vekir áhuga. Á síðu 8-9 kann lesarinn lesa, at "Finnur er í hopla”. Finnur er ein góður ftréttarskrivari og eg blaði. Her stendur ein áhugaverd grein um vetrarfótbóltin prýdd við risamyndum. Flott uppseting. Tá eg hyggi nærri síggi eg at talan er bert um hondbólts- myndir. Eg hugsi: er umbrót- arin á Oyggjatíðindum dýrandi fullur ella skal lesarin verða hildin fyri turrasta spott av fríum vilja. Næstu greinina eg síggi snýr seg um trygdarskeið fyri sjó- menn. Hon stendur á síðu 5. Teksturin í greinini er út- merkaður. Eisini tann eina myndin. Men síðan er ein onn- ur risastór mynd av bókum sum einki kemur greinini við. Hetta er útfylla av aðrari verð. Eg hugsi at hetta blað, sum eg havi goldið 7 kr. fyri, nú er komið niður á fýra krónur í veruligum virði. Eg hyggi longur fram á síðu trý. Har stendur ein áhugaverd grein um ein klaksvíking, sum hevur fingið vánaliga viðferð, av einum donskum lækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Greinin er prýðuliga skrýdd við risamyndum. Eg hyggi eina létu og nú kenni eg meg aftur fuppaðan so tað brakar eftir i. Eg beri kenslu á mannin á myndini. Hetta er ikki ein útróðrarmaður úr Klaksvík, men ein hampamaður úr Gása- dali. Við øðrum orðum ein stolin mynd av einum óvið- komandi persóni. Hin myndin til at illustrera hesa grein er ein stór mynd av vaktarskipinum Tjaldrinum. Tjaldrið liggur enntá í Havn. Myndin er enntá gomul, skeltið Bacalao hómast í bakgrundini. Eg kenni meg fuppaðan, so eg rodni. Eg veit ikki um eg skal tora at leita longur, tí nú hoyri eg hjartað duka av ødi. Eg blaði víðari. Á síðu sjey síggi eg mynd av Helenu Dam á Neystabø. Yvirskrifti sigur: "Nú skal Oldurin halda orð". Eg veit at Oyggjatidind: hava skrivað hart móti Helenu og ti farið eg spentur at lesa. Men eg dugi ikki at síggja Helenu nevnda við einum einasta navni í greinini. Ég spyrji meg sjálvan. Hvat í h. ger myndin av Helenu í hasi greinini. Hon verður einans nýtt til eitt, og tað er útfylla. Eg kenni aftur fuppan av eini aðrari verð. Eg fekk heldur ikki valuta fyri pengarnar av hesi grein. Á somu síðu stendur ein grein um Annfinn Kailsberg, sum var so óheppin at detta á sjógv á skurdfjøllum. Áhuga- hugaverd hending sum av gjørt eigur at vera skrivad um. Men blaðið nýtir eins nógva rúmd at greiða lesarunum frá hvussu feitur og ólekkur Annfinn Kallsberg er reint kroppsliga. Eg dugi ikki at síggja hvussu hetta kemur lesarunum við. Blaðstjórin á Oyggjatíðndum hevur eisini búk, men hann útpenslar ikki fyri lesarunum í blaðnum hvar hesin kemur frá. Til blaðstjóran á Oyggja- tíðindum. Gott nokk er tú dømdur fyri útspilling , men at tú nú leggur eftir at fuppa lesaramar er ófyrigeviligt. Ég haldi tú skyldar lesarunum eina treytaleysa umbering fyri mikudagsblaðið, Oyggjatid- indi nr 72. 1994. Tilfarið í hes- um blað var so vánaliga gjøgn- umarbeitt, so tilvildarliga og sjuskut sett upp, at tað átti ikki at kosta meir enn eina krónu. Og hendan krónan fer, øll sum hon er, til tær báðar áhuga- verdu esperantogreinamar. Mikudagsblaðið var bert dropin, sum fekk bíkarið at flóta yvir. Oyggjatíðindi hava seinasta árið fylt síðu upp og niður av innviklaðum greinum um rættarmålini hjá Bergi Wardum. Hetta er so torskilt skrivað, ateg skilji bertokkum brot av tí, og trúgvi neyvan, at eg eri einsamallur í hesum. Tað vilsiga, ateg nú í longri tíð havi kensluna av ikki at fáa valuta fyri tær sjey krónurnar eg latið fyri blaðið. Ikki tí síðutalið er fast og teksturin er har, men hann kundi eins væl verið á kinesiskum í fleiri útgávum. Nú veit eg ikki hver M. er, men Oyggjatíðindir lækka í dygd proportionalt við at M. kemur longur fram í blaðið. Stendur M. so á forsíðuna, so er tað næstan at tveita pengarnar burtur at keypa blaðið. Pennurin hjá M. er so rein- dyrkað óndur, at ein spyr seg sjálvan. Hvat hevur samfelagið gjørt móti hesum persóni, ið bylgist inni við slíkum hatri? Undirlutakenslan hjá M. er so sterk, at hon yvirhálar allar hinar driftimar, sum eru neyð- ugar fyri at menniskjan skal yvirliva sum menniskja. Til blaðstjóran á Oyggja- tíðindum. Um tú í framtíðini, eins og mikudagin, bara tveitir okkurt fyri okkum lesarum, so fari eg at umhugsa at nýta tær 14 krónumar, eg í dag nýti um vikuna til Oyggjatíðindi, til okkurt annað. Kanska wiener- breyð, 13) smakkar í hvussu er av nøkrum. Av ti at eg eigi sakleys børn og familju, sum ikki skulu happast og kenna svidan av eini breiðsíðu frá Oyggjatid- indum, velji eg at skriva undir dulnevni. vónbrotin lesari