fríggjadagur 14. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 196 — 14. OKTOBER 1994 Sida9
Barnaløtan
Í síðstu viku høvdu flestu skúlarnir kring
landið evnisviku um brekað, og í hesum
sambandi bjóðaði Meginfelag teirra brek-
aðu øllum skúlum til eitt tiltak í ítróttar-
høllini á Nabb í Havn, har børnini kundu
royna ymisk spøl, sum serliga eru ætlað
brekaðum. Eisini kundu tey royna, hvussu
tað er Ld. at vera blindur ella rørslutarnad-
ur.
Og pedagognæmingar spældu leikin um
Karius og Baktus, so har var nógv hjá
Barnaløtuni at síggja.
Friggiakvøldid kl. 20.35;
Veitst tú at ...
Um ta hørðu kappingina innan súkklu-
marknaðin, um hvussu stóran týdning
temperatururin hevur fyri lívið á jørdini,
men hann nýtist ikki vera tann sami, um
menniskju og dýr, har vit menniskju onki
gott fyridømi eru, tí vit eru tey einastu, ið
drepa okkara egnu í hópatali.
Friggiakvøldid kl. 22.20:
Uttan prógv
Am. spenningsfilmur. Geneva Miller sær
eitt morð á eini oydnari strond nærhendis
summarhúsum sínum. Hon meldar tað til
politiið, men teir finna onki lík, tíansheldur
prógv um nakra illgerð, og øll halda, at
Geneva er nervaveik. Men so verður poli-
tisturin, ið er settur at ansa eftir Genevu,
funnin myrdur.
Leygardagin kl. 14.00;
Samrøda við
Charles prins
Tann nógv umtalaða samrødan, sum BBC
hevði við Charles prins í summar. Sam-
rødan vísir tann almenna persónin, Charles
prins, men eisini mannin sum pápa og ckta-
mann. Í samrøduni viðgongur hann eisini,
at hann var Dianu prinsessu ótrúgvur.
Leygarkvøldid kl. 20.40:
Tilflytararnir — 5:10
Andrew og Flora eru ikki heilt samd.
Andrew skipar fyri einum summarskúla í
list, men Flora vil heldur, at tey skulu hava
gestir, ið gjalda fyri at búgva har um summ-
arið.
Á Corricbeg koma foreldrini at vitja
Jenny. Hon roynir at vera blíð, men mamm-
an er eftir henni alla tíðina. Og Balbuie er
farin at smíða sær kistu...
Leygarkvoldið kl. 21.35:
Tann seinasti
fílurin
om . Fi
Isabella Rossellini saman vid Tsutsi
Am. sjónvarpsfilmur frá 90. Ein fotografur
hvørvur í Afrika, og ongin veit, hvar hon er.
Nakrir fílabeintsveiðumenn hava burtur-
flutt hana. Starvsfelagi hennara, Robert
Carter, ið er høvundur, og tann ungi gransk-
arin fara at lcita eftir henni — og teimum
seinastu fílunum.
Sunnudagin kl. 14.40;
Svorðið í klettinum
Am. teknifilmur frá 1963 um tann gitna
Arthur Kong, tá hann var drongurin Wart —
og sostatt langt áðrenn hann sat við sínum
riddarum um tað runda borðið. Wart metir
gandakallinum Merlin, sum lærir hann
ymiskt, við m.a. at brúka eitt sindur av gandi
av og á.
Sunnukveldið kl. 20.00;
Ein tænasta
í broyting
Í tveimum sendingum fer sjónvarpið at lýsa
ein part av gomlu og nýggju søguni um
Landssjúkrahúsið.
Í fyrru sendingini verður gamla søgan
einamest lyst. Prátað verður við eldri
læknar, sjúkrasystrar og onnur, um teirra
arbeiði og tær broytingar, ið hava verið
gjøgnum árini.
Palli á Lava sigur frá, tá hann sum smá-
drongur fekk úkið blindtarmin á gamla
hospitalinum á Låarbø, og nú fyri tveimum
árum síðan fekk skift høgru mjødnina á
Landssjúkrahúsinum.
Í myndum, frásagnum og samrødum
verður sagt frá einari tænastu, flestu okkara
á ein ella annan háu hava brúkt ella fáa brúk
fyri.
Sunnudagin kl. 17.10:
Sibelius og
Sanderling
Tað danska Radiosymfoniorkestrið spælir
2. symfoni hjå Jean Sibelius. Kurt Sander-
ling stjórnar orkestrinum.
Sunnukvøldid kl. 18.30:
Madurin, id elskadi
grisar
Gud skapti grisin, men hann skapti hann
ikki til eitt liv á eini grísaverksmiðju. Tað
heldur í øllum fórum Lasse úr Vaermlandi,
og hann hevur tikið avleiðingarnar av hes-
um sjónarmiði og búsett seg langt úti í skóg-
inum, har hann hevur grísar, hestar, geitir og
onnur húsdjór gangandi leys.
Sunnukvøldid kl. 18.00;
Søren Kierkegaard
Tann fyrsta av 5 sendingum um tann danska
heimspekingin Søren Kierkegaard. Leik-
stjórin Anne Regitze Wivel læt Kierke-
gaard-serfrødingarnar Joakim Garff, Poul
Muller, Niels Barfoed og Johannes Mølle-
have siga nøkrum ungum frå ti heimspeki-
liga universinum hjå Søren Kierkegaard.
Sunnukvøldid kl. 20.50:
Valid hjå Sophie
Am. filmur frå 1982. Meryl Streep vann
Oscar virdislønina fyri sín leiklut í filmin-
um um ta pólsku kvinnuna, sum eftir ræðu-
leikarnar í kz-leguni Auschwitz nú roynir at
livaeiut nýu lív í USA. Hetta er ein av kend-
astu og mest rørandi filmunum, ið er gjørdur
í 80'unum.
Ikki fyri smærri børn.
Fortuna - 1:6
Norsk sendirød í 6 pørtum, sym byggir á
bøkurnar hjá Alexander L. Kielland »Gift«,
»Fortuna« og »Skt. Hans Fest«.
Í fyrsta parti hitta vit tann unga Abra-ham
Løvdahl og besta vinmann hansara Marius
Gotiwald. Abraham er kroystur í stríðnum
millum foreldrini, tann konventionella
eygnalæknan Carsten Løvdahl, professara,
Levdahl og Wenche
og mammuna, ta frílyntu Wenche Knorr
Løvdahl.
Tysk
Kvinnur å tromini
til nervasamanbrot
Spanskur filmur frå 1988. »Svart« skemt.
Pepe gongur saman við Ivan, men ein
dagin ringir hann og biður hana pakka
kuffertið hjá sær. Alt verður ruðuleiki og
Pepe verður frá sær sjálvari og ger av at
leiga takíbúðina hjá sær í Madrid út. Sam-
stundis fyllist íbúðin við fólki: fyrst kemur
vinkona hennara, so kemur ein fyrrverandi
vinkona Ívan og at enda Carlos, vaksni
sonur Ívan. Pepe roynir at fáa fatur á Ivani,
sum er orsøkin til alt rokið.
Filmurin gjørdi av álvara spanska films-
listkenda og varð nomineraður til ein Oscar
sum besti útlendski filmur.
Mikukygldið kl. 19.00;
Tann korsikanski
bispurin — 1:4
Svensk krimiradsending fyri ung.
Systkinabørnini Kalli og Max skulu
halda summarfri i ti svenska skergardinum
í summarhúsinum hjá pápa Kalla, sum er
deyður. Ein dagin fær Kalle eitt videoand
sendandi frá advokatinum hjá pápanum. Á
bandinum biður pápin Kalla fullføra eina
uppgávu, sum hann ikki náddi sjálvur.
Hann skal finna tað stolna, magiska vatn-
hjólið úr Sudan, >Tann Korsikanska Bisp-
in.
Idid k
Mikukvøldid kl. 20.35:
Undursins land
Ein fråsøgn frå Nicaragua i Midamerka, har
nøkur fólk hava sett á stovn ein verkstad,
har tey umvæla rullustólar og gera nýggjar
rullustólar burtur úr gomlum burturblakað-
um rullustólum úr USA og Europa.
Mikukveldið kl. 21.10;
Gorillur handan
rimar
Sendingin um gorillur í djøragørdum beinir
fyri mytuni um, at gorillan er tað ræðuliga
villdjórið, sum vit kenna úr filminum
>King Kong<. Vit síggja fleiri dómi um,
hvussu klók, alskin og mild hon er. >