fríggjadagur 14. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
3
#
| vitjar Norðurlandahúsið
Turið og Anja
vóru gummur
Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk næstan 300
uppskot um, hvat øll tey i Dunnuvík kundu itið
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags fekk fýra uppskot
um, at Anders And á donsk-
um skal eita Dunnaldur
Dunna, og millum teirra,
sum komu við hesum
uppskoti, varð ein vinnari
valdur, og tað var fýra ára
gamla Turið Nolsøe úr
Havn.
14 ára gamla Anja Weihe
í Kollafirði var einsamøll
um at mæla til, at Andersina
skuldi eita Diinhild Dunna.
Tær bådar Turid og Anja
fingu mikudagain handadar
virdisløn fyri uppskotini.
Virdislønin var ein taska
full við alskyns Walt Dis-
ney tilfari, og haraftrat fáa
tær ein árgang av teknirød-
ini um Dunnald og hini í
Dunnuvík - á føroyskum.
Teknirødin kemur út
næsta ár í fimm heftum.
Við í samprenti
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags hevur í nakrar
ferðir roynt at sloppið uppí
samprent av teknirgðini,
men ikki fyrr enn nú er tað
eydnast. Tí fór Pauli Nicl-
sen at umseta hesar útvaldu
søgurnar, og nú hava tey
also øll fingið føroysk
nøvn.
Øll nøvnini fara neyvan at
verða lika væl mótikin. T.d.
far summi ói vað at halda tað
vera lagið at kalla Joakim
von And fyri Gírik Mc-
Gvagg, Rip, Rap og Rup
fyri ávikavist Rúna, Rana
og Róa, Fætter Højben fyri
Gulfinnn Gorront, Fedt-
mule fyri Klossmund 0.s.v.
Fleiri boð uppá
Fætter Højben
Uppskotini til — hvønn
einstakan vóru eisini nógv,
t.d. vóru útvið 200 uppskot
um, hvat Fætter Højben
kundi itid. Hinvegin vóru
fleiri, sum mæltu til, at
Mickie og Minnic Mouse
skuldu eita Mikkjal Mús og
Mia Mús.
Hesi nýggju føroysku
nøvnini fara at hava harða
kapping við donsku nøvn-
ini, ti hvort månakvøld fæst
danska blaðið Anders And i
kioskunum, og neyvan fara
børnini at leggja av at kcypa
tey. Ikki er hugsingur um
hjá Bókadeildini at geva
hefti út hverja viku, og tí
vóna tey bara, at øll vaksin
og børn, sum plaga at lesa
teknirødina, taka føroysku
nøvnini til sin.
I Barnablaðnum
Fyri at læra børnini før-
oysku nøvnini, verður
Dunnaldur nú at síggja í
hverjum Barnablaðið.
Hann hevur avloyst Baldrin
á baksiduni.
randi
Fýra ára gomlu Turið Nolsøe úr Havn dámdi lítið alt hóvastákið og at vera miðdepil sum
Nr. 196 — 14. OKTOBER 1994 Síða 13
-
gumma at Dunnaldi, men tað var kortini ikki so galið at fáa eina stóra tasku við ymiskum
Walt Disney tilfari og ein árgang av føroysku søguheftunum, ið koma út næsta år
Mynd: Kalmar
———————————W.
Vælumtókta Ensemble Nord
Um miðjan oktober vitjar
vælumtókta Ensemble
Nord Norðurlandahúsið í
Føroyum.
Ensemble Nord vard sett
á stovn í 1989, sprottið úr
konservatorieumhvørvin-
um í Aalborg og teimum
ymsu kappingum, ið vóru
skipaðar fyri yngri tóna-
smiðir í Norðurjútlandi.
Heilt frá byrjan hevurhetta
ljómliðið havt sín serstaka
stíl, við høvudsdenti løgd-
um á partiturtónleiki.
Seinastu fýra árini hevur
Ensemble Nord havt heilar
40 frumframførslur av
nýggjum kamartónleiki, og
er tískil kent fyri at vera eitt
av Danmarks bestu ljóm-
liðum fyri nýggjan kom-
positiónstónleik.
Í einari tónleikakapping.
sum P2 í Danmarks Radio
skipadi fyri, å våri 1993,
vann Ensemble Nord
35.000 kr. og eina ljóm-
fløguinnspæling. | Henda
virdislønin saman við rós-
andi ummælum, einum
hópi av verkum, ið bein-
leiðis eru skrivað til En-
semble Nord, sigur okkum,
at hetta er eitt ljómlið við
stórum listarligum dygd-
um.
Millum verkini, sum En-
semble Nord fer at framføra
i Føroyum, er verkid Warn-
ings nr. 2 eftir Sunleif Ras-
mussen. Verkid er skrivad
fyri solocello.
Eisini fara tey at framføra
verkið >Snelys< hjá Mog-
ens Christensen. Hetta
verkið snýr seg um 1j6sid í
kulda, men eisini um vónir í
Få
vetrarlandsløgum. I hesum
verki sleppur hugflogid at
reika millum innifrystan
passivitet mótvegis livgev-
andi ljósi. Verkið er skrivað
beinleiðis til Ensemble
Nord.
Eitt annað verk, ið tey
fara at framføra, er verkið
Pes eftir íslendska kompo-
nistinum Thuridur Jóns-
dóttir, f. í 1967. Thuridur
hevur lisið teori, komposi-
tién og floytu á Tónlistahá-
skúlanum í Reykjavík frá
1987 til 89. Í løtuni er hon á
tónlistaháskúla í Bologna í
Italia. Orðið Pes merkir fót-
ur á latíni, og byggir á skift-
andi í utgangsstødi í sama
tónleikaverki.
Umframt hesi oman fyri
nevndu verkini verða verk
av Carl Niclsen, Franz
Schubert, N. V. Bentzon,
George Crumb, Knud Riis-
højgaard og Alban Berg,
framførd. Millum hesi verk
eru tvey skrivad beinleidis
til Ensemble Nord.
Tey, ið spæla við En-
semble Nord, eru: Svend
Birch, klaver, Curt Kolla-
vik-Jensen, gittar, Thorsten
Folke Pedersen, slagverk,
Otto Andersen, cello, Karen
Skriver, floytu, og Peter
Lindegaard spælir klarinet.
Ljómliðið skal hava tvær
konsertir i Norðurlanda-
húsinum. Tann fyrra kon-
sertin verður tyskvøldid 18.
okt. kl. 19.30 og hin seinna
hóskveldið kl. 19.30.
Veturin byrjar um
bord å sluppini
Høganesi í Runa-
vík í kvold
Nú í kveld verður aftur
okkurt á skránni um
borð á Høganesi. Hesu-
ferð verður tað sangarin
og tónasmiðurin Martin
Joensen, sum fer at
spæla og syngja síni
egnu løg.
Martin Joensen er
bæði kendur sum limur í
bólkinum »Vestmenn«
og sum einsamallur
upptraðkari. Hann hev-
ur verið við á øllum
plátunum hjá Vest-
monnum og ger flestu
sangimar hjá hesum
bólki. Harufmramt hev-
ur hann givið tvey bond
Martin Joensen
um borð á Høganesi
út einsamallur, fyrst
»morgun« og síðani
>Blátt í stóðum“.
Í 1990 var vælumtóku
sangleikurin >Skugga-
gestir« sýndur í Sjón-
leikarhúsinum í Havn,
og tað var Martin Joen-
sen, sum hevði gjørt
allan tónleikin og eisini
hevði hann skrivað
hendan leik. >Skugga-
gestir varð tá eisini
givin út sum band, har
nógvir góðir tónleikarar
vóru við, og sangarar.
Løgini, ið hann fer at
spæla friggjakvøldid,
verða í størstan mun av
nýggjasta bandinum
„Blátt í stødum«, sum
kom út í fjør.
Konsertin byrjar kl.
21.00 og kostnaðurin er
40 kr.