Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tveir nøgdir venjarar Bæði venjarin hjá Skotlandi, Craig Brown, og venjarin hjá Føroyum, Allan Simonsen, søgdu seg hvor í sínum lagi vera nøgdar við avrikini hjá liðum sínum á tíðinda- fundinum eftir dystin mikukvøldid Aftan á dystin mikukvøldid var obligatoriski tidinda- fundurin við venjarunum hjá bæði Skotlandi og Før- Morgun- menn Hanin í grannalagnum hjá Jury's Pond Hotel í útjaðaranum á Glasgow hevði enn íkki fingið eygu, tá Allan Simonsen og útisetarnir á lands- lidgum longu kl. 5.45 í gjáramorgunin vórðu út- purraðir, so teir kundu fara við flogfarinum úr Glasgow til Keyp- mannahavnar, og heldur ikki hevdi hanin verid leingi uppi, tå restin av øllum landsliðsferða- lagnum fór av songini kl. 7.15 fyri at fara til Før- oya við flogfarinum hjá Atlantic Airways, ið nærum fullsett helt leið- ina til Føroya. Eisini áskoðararnir á Ewington Hotel inni í býnum, ið skuldu vit leigaða flogfarinum, skuldu vera tidliga á fót- um í gjáramorgunin. Efur dystin miku- kvøldid fóru áskoðar- amir, ið vóru komnir til við Smyrli til Skotlands at stuðla landsliðnum, við bussi til Aberdeen, har Smyril lá klárur at loysa frá bryggju. Flestu teirra høvdu búleikast á einum fimmstjórnaðum hotelli í Glasgow, ið eitur Forte Crest. Ferðalagið við flogfar- inum var í Vágum fyri middag í gjár, meðan Smyril skuldi koma á Havnina í gjárkveldið. Samanumtíkið hava oll, Sosialurin á ferðini hevur tosad við, havt eina góða ferð í Skot- landi. Fleiri hava nýtt høvid at keypa tinganest, jólagávur og annað, og tað ljóðar, at pubbirnar í Glasgow hesar seinastu dagarnar hava havt tri va- ligan umsetning, meðan føroyska åskodarafjøld- in hevur verið á vitjan. hj. oyum i fundarhølinum å Hampden Park i Glasgow. Fyrst hevdi Craig Brown, venjari hjá Skotlandi, orðið: — Føroyska liðið spældi, so sum eg hevdi væntad, men eg må siga, at gott tilfar er í manningini, so eg ivist onga løtu i, at føroyingarnir fara at gerast enn betri ser- liga um teir fáa styrkt um liðið — eitt nú gav liðfor- maðurin Abraham Hansen avboð hesaferð, segði hann. Verjuparturin hjá føroy- ingunum lá so sanniliga ikki eftir, og eg var bilsin av, at so stór framdrift var í liðn- um. Við eitt sindur meira hepni, hevði tað kanska eis- ini eydnast teimum at javna tíðliga í dystinum, men har hevði Andy Goram í okkara máli eina risabjarging, eins og tykkara málverji eisini fleiri ferðir vísti síni evni í líknandi førum. Hevdi tað ikki verið ein vanlukka fyri skotska liðið, um Føroyar javnaðu og enntá kanska seinni komu á odda? — Eg vil ikki akkurát síga, at tað hevði verið nøkur vanlukka fyri skotska liðið, um føroyingamir javnadu, tí tað hevði helst bert ført við sær, at mínir menn tá høvdu spent seg uppaftur meira út. Yvirhøvur tóktist Craig Brown vera nøgdur við úr- slitið og dystin, og eisini tóktist tað, sum um ein byrða var farin av hansara Fimm ferðir noyddist Jens Martin Knudsen í egna málið eftir bólt- inum — men kortini fekk hann rós frá eitt nú skotska landsliðsvenj- aranum Craig Brown Mynd: Jan Miiller herðum, tá dysturin var av, ti trýstið á hann persónliga hevur verið sera stórt í sem astuni. Mong vilja hava ein annan venjara settan, tí úr slitini ikki hava verið nóg góð, men hesum tókust Craig Brown við sigrinum mikukvøldid halda seg hava mótprógvað Málið, sum føroying- arnir fingu móti endanum var framúr gott, og sum heild haldi eg, at álopið hjá føroyska landsliðnum er mannað við tveimum sera Nú hava øll londini í 8. bólki í EM-undankapp- ingini verið á velli — tey flestu tvær ferðir og tvey eina ferð. Higartileru Før- oyar á niðasta plássinum í bólkinum, men kortini sær ikki so øgiliga svart út. Báðir dystirnir hjá Før- oyum eru endaðir við 1-5 tapi. Við øðrum orðum eru tvey mál skotin — tað er longu tvær ferðir so frægt úrslit sum í HM- undankappingini, og bert eitt mál skal koma aftrat, so er úrslitið eins frægt og í fyrru EM-undankapp- ingini. Tá fingu Føroyar eisini trý stig, men tey munnu eisini fara atkoma hesaferð. Dystirnir báðir í hesum umfarinum hava víst, at landsliðið hevur lagt á annan bógv, og ásannast mugu orðini hjá donsku bløðunum eftir fyrra dyst- in um, at føroyingar nú ikki sparka, men spæla fótbólt. Undirhaldsvirðið hevur verið høgt — sæð frá før- oyskari síðu — og tá hugs- að verður um, at í báðum dystunum eru einir tveir ella wiggir góðir kjansir Nr. 196 — 14. OKTOBER 1994 Síða 17 Tíðindablaðið CD góðum og dugnaligum monnum, ið góvu verjuni hjá mær ikki so líuð at gera. Royndu sítt besta Aftaná, at Craig Brown hevði sagt tað, hann hevði upp á hjarta, og tíðindafólk- ini høvdu seu fram spurn- ingar, kom Allan Simonsen í hølid, og hann tóktist vera eins nøgdur við sínar menn og Craig Brown við sínar Skotamir løgdu hart út og settu 100% uýstá okkara verju frá byrjan av, og hetta gav eisini teimum eitt skjótt mál. Men aftan á málið tókt ust mínir menn koma fyri seg, og eg haldi, at tir heilt avgjørt vóru við í dysunum segði Allan Simonsen Vit gjørdu alt, hvat vit kundu, og tað sást eisini aft aná, ti fleiri av mínum spæl arum hava lagt so nógv fyri at:teir høvdu fingið krampa í beinini. Tað sigur ikki so lítið. Føroyski arin legði stóran dent á, at føroyska liðið royndi at spæla tað spælið, hann og landsliðsvenj hansara menn fegnir ynsktu at spæla, og at tað eisini gav úrslit í tveimum ella uimum 100% málkjansum Um tað eitt nú hevði eydnast okkum at javna ul 1-1, kundi úrsliuð av dyst- Mál í hvørjum dysti Higartil hevur landslið okkara ikki megnað at fingið stig í hesi EM-undankappingini, men glottin hevur erið málskjótingin, ið vit hava fram um fleiri av hinum londunum í okkara bólki farnir fyri skjeytið, er væl- saktans grundarlag lagt undir eina ávisa optimis- mu um tað, ið koma skal. Umframt dystin millum Skotland og Føroyar mikukvøldid, vórðu tveir aðrir dystir spældir í okk- ara bólki. Grikkaland vann á heimavelli 4-0 á Finlandi, og somuleiðis vann Russland á heima- vølli 4-0 á San Marino Samstundis sum okkara menn spældu móti grikk- um, vann Skotland fyri góðum mánaði síðani á Finlandi við sifrunum 2-0. Við øðrum orðum kann eisini verða sligid fast, at Føroyar — hóast vónandi fyribils botnplássið — fram um bæði Finland og San Marino, ið heldur einki stig hava fingið, hava inum jú kanska sæð heilt gðrvísi út, enn tað gjørdi, tá samanum kom, segði hann. Allan Simonsen segði, at teir frammanundan vistu, at skotska liðið var eitt sera sterkt lið — millum try tey bestu í bólkinum, saman við Russlandi og Grikkalandi og attað hevði verið alt ann- að enn náttúrligt, um dyst- urin skuldi enda nógv gðr- vísi, enn hann gjørdi. Duga eisini at spæla fótbólt í Føroyum Men vit hava fyrr gjørt vart við okkum og tikið stig frá góðum liðum, og tað kann saktans henda aftur, legði Allan aftrat Vit kundu eisini havt tapt tapt hendan dystin á ein annan hátt, men eg haldi, at mínir spælarar ongantíð fóru niður við nakkanum, og teir vístu, at í Føroyum duga teir eisini at spæla fót Um komandi dystin móti Finlandi mikudagin 16. no- vember, segði hann seg bert vóna, at sami innsatsur aftur fór at vera til staðar, men at hann kanska fór at verða noyddur at gera onkra broyting til ta tíð — uttan tó at nevna, hverja hann hugsaði um í hesum førinum. hj. skotið mál í hvgrjum dysti higartil. Næsti dysturin hjá okk- ara monnum er móti Fin- landi í Helsinki, og er hann mikukvøldid 16. no- vember. Hvussu har fer at gangest, er ilt at meta um, men helst kann hugsast, at finnar fara at gera sítt ít- arsta fyri at fáa sína lands- liðsskútu upp á rættkjól. Men tað kann hinvegin geva okkara monnum kjansin at sláa til í hinum endanum, sum vit jú longu hava sæð í báðum teimum fyrstu dystunum. Og ein vakran dag má bera ul at fáa kanska eitt líuð sindur burtur úr teimum kjansun- um, ið tykjast bjóða seg fram fyri tíðina... hj. Stødan í 8. EM-bólk Grikkaland Skotland Russland San Marino Finland FØROYAR ho Þá mm mm Þá DO 1-0-0 0-0-1 0-0-2 0-0-2 -0-0 -0-0