Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Býráðið »i stødinum« hóshveldið: Hevur einki imoti elektriskum hegni i: Heitir á landstýrið um at dagføra eina lóg frå 1937 soleiðis av borgarar í Havn eisini kunna hegna traðirnar við elektriskum hegni Ein rød úu í Havnardali er innihegna av nýggjum við elektriskum hegni. Men Hegnsýnið í Havn vil ikki góðtaka hendan nýmótans háttin at halda fenaðinum á trødni og óbodnum úti av trødni. Hegnsýnið grundar sína stóðu á løgungslågina frá 1937 um >Hegn og mark- fred<. Har stendur greitt, at traðir skulu verða hegnaðar við hegni í seydahøgum standi. Tey, sum eiga tødna í Havnardali, vísa á at í okk- ara grannalondum verður elektriskt hegn góðukið og nýtt og tey síggja onga orsøk ul at fara at hegna trødna av nýggjum. Bóndin sum eigur hagan uttanfyri hevur heldur einki móti elekuiskum hegni. Orðaskifuið var á býráðs- fundinum um hetta mál. Ingi Mohr var fyrsti mað- ur at taka orðið og hann veit eitt sindur um ross og hegn. Honum dámdi einki elck- triskt hegn. Hetta segði, at hetta var óálítandi og fór streymurin, so var í veru- leikanum einki hegn. Hann helt, at elektriskt hegn var frålikt at nýta mót einum veruligum hegni. Hetta kundi halda stórdýrum frá at kleksa ella trýsta hegnið niður. Jan Christiansen helt at tað máttu borgarar í Havn sjálvir avgera, um teir nýttu vanligt hegn ella um teir nýttu elektriskt hegn. Eisini kom fram, at elek- triskt hegn heldur íkki dunnum og gæs inni á trgð- unum. Formaðurin í byggi og byarskipaninnarnevndini, Leivur Hansen ut Tjóð- veldisflokkinum segði: — Lógin frå 1937 sigur greitt, at tað er skylda hjá traðareigarunum at halda halda dunnur og gæs á trødni. Bannið pikatrådi Katrin Dahl helt ikki elektriskt hegn verda so vandamikið, hon óttaðist meira píkatráðin. --Eg veit ikki um, ateitt nú børn hava fingið skaða av elektriskum hegni, men sum sjúkrasystir havi eg upplivað, at børn eru deyð av at skræða seg av píka- tráði, segði hon. Katrin mælti til at banna píkatráði í høvudsstadnum. Tíðindablaðið bø DN A Býráðið samtykti at heita á landstýrið um at dagføra lógina um hegn frá 1937. jústinus Ungdómshúsið um at vera liðugt: Leiðari settur r í næstum Ætlanin er at Barnabati í Norð urlondum skal fíggja leiðaran Býráðið viðgjørdi hós- kvoldið eitt skriv frá Ung- mannafelagnum Lívdini, um at broyta leigusáttmálan í ungdómshúsunum á Gomlu Margarinfabrikkini. Býráðið samtykti, at átaka sær eftirlit av virk- seminum í húsinum og átók sær hita og el útreiðslurnar tey næstu try árini. Tó í mesta lagi 50.000 krónur um árið. Torfinn Smith, býráðs- limur, sum er umboð hjá býráðnum í húsaráðnum, greiddi frá arbeiðinum í húsinum. — Arbeiði byrjaði í 1992 og húsið er um at vera liduigt í dag. Eg rokni við, at húsið kann takast í nýtslu í desember, segði Tórfinn Smith. — Enn er leiðsluspurning- Margarinefabrikkin er um at vera liðug til at húsa ungdóminum í Havn Mynd: Kalmar urin ikki greiður. Men sam rådingar eru um at Barna bati í Norðurlondum skal fíggja leiðaran tey næstu try árini. Avgerð um hetta fell- ur skjótt, segði hann. Tað eru >UNG í arbeiði< sum hava sett gomlu marg- arinfabrikkira í stand og hon skal verða karmur um ungdómsarbeiði í framtid- ini í hóvuðsstaðnum. jústinus Í Privat sum vinnuligt -- so er tað ... KOYRISKÚLIN | Á ARGJUM | biðum 12270 bið um tí