leygardagur 15. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Síða 7
Lánsbróvini hjá landsstýrinum:
Javnbjodis
kapping vid
peningastovnar |
Tey, ið keypa lånsbrøv frå landsstýrinum, skulu
ikki hava nakran skattligan framíhjárætt í mun
til tey, sum eiga pengar í peningastovnunum,
sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Stjórin i Føroya Sparikassa,
Eyðun á Rógvu Olsen sigur
við Dimmalætting í gjár, at
vandi er fyri, at lånsbrøvini
hjá landsstýrinum kunnu
avlaga kappingina um
pengarnar. Hann sigur seg
bera ótta fyri, at lånsbrøvini
fara at minka um inni-
standandi í peningastovn-
unum, og hann leggur
aftrat, at hann fer ikki at
fegnast, um so verður, at
kappingin frá tí almenna
verður á ójøvnum stødi.
Skal ikki avlaga
kappingina
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
heldur, at talan er um Ó-
grundaðan ótta hjá spari-
kassastjóranum. Jóannes
Eidesgaard sigur, at sam-
gongan hevur sett sær fyri at
seta rentuskattin til 35 pro-
sent og avtaka figgjarognar-
avgjaldid frå 1. januar. Tå
verdur rentuskatturin mun-
andi minni enn eitt nú i
Danmark.
Hóast landsstýrið ikki
enn hevur gjørt av hvussu
vinningurin av lånsbrøvun-
um verður skattaður liggur í
málinum, at bæði renta og
kursvinningur verða
skattað við 35 prosentum.
Tað vil siga, á sama hátt
sum innistandandi pening-
ur í peningastovnunum,
sigur landsstýrismaðurin.
Jóannes Eidesgaard legg-
ur dent á, at tað er ikki ul
stuttleika, at landsstýrið fer
undir tiltakið við lånsbrøv-
um, men av teirri orsøk, at
vit nú noyðast at figgja
landskassahallið sjálvi.
tór.-
ae I
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum sigur, at
vinningurin av
lånsbrøvum uttan iva
verður skattaður á sama
hátt sum pengarnir, sum
standa í
peningastovnunum
Mynd: Kalmar
Á páskum i år gavst ein
handil í miðbýnum og snar-
aði tískil lykilin um. Hand-
ilin var Nýggi Bókhandil,
sum síðani á sumri 1967
hevði handil á horninum, á
Skræddarahorninum, á
Glade Hjørn, á Káta Horn-
inum í Niels Finsens Gøtu
og Sverrisgøtu. Ein lagna
av mongum, ið bara prógv-
ar, at livilikindi kunnu vera
so ymisk, at alt hevur sina
tid.
Húsini, ið hesin handilin
húsaðist i, keypti Torshavn-
ar Kommuna einaferð mið
skeiðis í áttatiárunum.
Neyvan nakar ivast i, at Just
hesin bústaður man vera cin
tann besti í landinum til
handil. Hvor mansbarn veit,
hvar Káta Hornið er.
Tað sum kann undra er, at
júst hesi rúm framvegis
standa tóm. Og ikki bara
tóm, men bæði ljót og tóm.
Bæði innan- og uttanveggja
og á rútunum eru enn leivdir
atsíggja frá gamla virksem-
inum. Reyð og blá máling
og hvítir stavir. Inni í rúm-
inum stendur órudd. Gomul
skúlaborð og gamlir stólar.
Veggirnir illlitaðir og fullir
av sárum. Tað gongur sjón
fyri søgn, at hesi rúm ongan
góðan eiga. Eigarin hevur
ikki rætt hond frá síðu at
bóta um hesi viðurskifti.
Í meira enn hálvt ár og í
bestu summartíð hava rúm-
ini staðið sum ein skomm,
eitt satt misprydi fyri mið-
byin. sum onkur heldur vera
misháttasta miðbý í heim-
inum. Saman við ødrum
ljótum køssum, so er henda
áskoðan og hugsan um mið-
býin ivaleyst sonnum. Okk-
ara reyp um Havnina sum
heimsins nalva man líkjast
hvorvisjón ella nalvaskoð-
an.
Tað skal ikki nógv hug-
flog at hugsa, hvat havnar-
fólk, bygdafólk og fremm-
andafólk hugsa, tá ið tey
síggja tilika líkasælu. Tey
vita kanska ikki, hver ið
eigur húsini og halda
kanska, at hetta er bara eitt
annað armóðstekin, at cig-
arin er ein teirra, ið er farin á
húsagang og hevur ikki
fingið lut í teimum nógvu
saneringunum.
Tey fækkast, ið hava sína
dagligu gongd í miðbýnum,
men tey síggja hvønn veg
tað ber. Í dagbløðunum
vekur orð og umberingar
saman við ætlanum. Alt á
pappírinum. Onki í verki.
Tað er sagt og skrivað áður,
at verður onki munagott
gjørt at fríðka miðbýin, so
eru dagar hansara sum
handilsstaður skjótt taldir,
og hann verður at líkna við
oydimørk um dagin og víg-
vøll um náttina.
Skuldi eisini verid heilt
rimiligt, at kommunan eins
og aðrir myndugleikar
gingu á odda og royndu at
fríðka sínar egnu ognir.
Skilið er so syndarligt, tá ið
hugsað verður um, at hesin
staður hóast alt er høvuds-
staður. Tað kann so íkki
vera tvørrandi arbeiðsmegt,
ið er atvoldin til ringa stand-
in. Skulu vit bara flyta gest-
irnar av farstødini niðan í
Norðurlandahúsið ella
aðrastaðni, tí at miðbýurin
er vorðin skomm og slumm
av ringasta slag.
Gakk tær ein túr í mið-
býnum, hygg at vegunum,
gonguteigunum, at krókun-
um, skotunum og lokinum á
Havnará, so sært tú, hvussu
alt er fallið í órókt. Fyri ár-
um síðan var tað so frægt, at
sløkkiliðið av og á gjørdi
eitt rend í býin og spulaði
gøturnar, men nú er tað so
cidasørt.
Viljin skortar ikki, men
peningur trytur verdur sagt,
men tað ber eisini ul at siga,
at har sum hugurin er, har er
hjartað. Hugurin at gera for
sagnir og spåa um framtid-
ina td. er ómetaligur. At
rokna seg fram til fíggjarlig
framtíðarúrslit tykist vera
væl dåmt ítriv. Ongin rokni-
meistari er neyðugur at
rokna seg fram ul lagnuna
hjå midbynum og avleid-
ingarnar, verdur onki muna-
gou gjørt.
Eisini er komið fram í
teimum væl smurdu fjøl-
miðlunum, at Havnin kann
gerast oljubýur og mín sann,
so er málið um fríhavn farið
inevnd. Ikki eiti á. Men hvat
hava vit at bjóða, ið aðrir
ikki hava. Hevdi verið á-
hugavert, um myndugleik-
arnir tóku í egnan barm og
svaraðu hesum umráðandi
og átroðkandi spurningi.
Sumt er hóast alt einfalt.
Sápaog máling koyrir neyv-
an nakran á húsagang, vatni
er ovmikið av og túsundtals
eru arbeiðstók. Hverjum
verður bíðað eftur. At gera
Havnina til reinasta høvuds-
stað í nordurlondum hevði
verið eitt sug á vegum,
hóskandi setningur og av-
bjóðing. So høvdu vit tað at
reypa av, um ikki annað. At
tu, eg, gestur ella ferðamað-
urkann siga: Havnin skínur.
12. oktober 1994
Annfinnur Zachariassen