Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Polar Princes skal skjóta seismikk tvortur Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 um markið. Gjørt avtalu við Total: Skjota inni á bretsk- um eki Tá seismikkskipið Polar Princess fór av Havnini fyri umleið tveimum vikum síðani skuldi tað skjóta seismikk 40 kilometrar inni á bretskum øki - eftir avtalu við oljufelagið Total Tað er umleið ein mán- aður síðani, at Polar Prin- cess avloysti Sea Star, sum tá hevði gjørt seis- miskar kanningar á før- oyskum øki í nakrar mán- aðir. Sosialurin vitjaði umborð á Westernskipi- num, tá tað lá á Havnini herfyri og gittu vit kann- ingarstjóran umbord, FrankThomson. Hetta er fyrstu ferð hann og flestu av mann- ingini eru í Føroyum. -Vit hava arbeitt kring allan knøttin, frá Cape Town í Suðurafrika til Spitzberg- en í Noregi. Tað er sera hugaligt at koma til eitt nýtt pláss og okkum dám- ar væl her i Føroyum sigur hann og leggur aftrat: - Vit vilja gera alt fyri at útvega føroyingum nøkur so góð úrslit sum gjørligt, og vónandi fer framtíðin at vísa, at hetta arbeiði okk- ara ikki var til fánýtis. Við hesum seinastu orðunum sipar hann til ynski sítt um, at olja verð- ur funnin i føroysku und- irgrundini. Hetta er sjålv- andi eitt ynski, sum allir teir umborð á Polar Prin- cess hava. Frank Thomson sigur, at nógva staðni hevur kanningararbeiði teirra rudda slóð fyri eini oljuvinnu. -Vónandi verður eisini so her hjá tykkum, men lat meg undirstrika, at einki kann sigast við vissu um olju fyrr enn tú hevur borað. Flaggskip Polar Princess hoyrdi upprunaliga til fyritøkuna Halliburton, sum Western herfyri keypti. Tå var tad flaggskipid hjå Halliburt- on. Frank Thomson sigur, at hetta skipid er eins væl titgjørt sum Sea Star. Tey bædi skipini skip- ini hava skotid umleid 6000 kilometrar av seis- mikki. Ætlanin var at klára 7500 kilometrar í ár, men tað er ivasamt, um teir klára tað, nú veðrið ikki hevur verið til vildar seinastu vikurnar. Hinir umleið 5000 kilometramir skulu so skjótast næsta ár. Tær leiðirnar, sum mest eru kannaðar, eru tær sunnan fyri, bæði suður móti Hetlandi og enska markinum, og nakað suður og vestur eftir. Eisini eru nakrar linjur skotnar norðan fyri, bæði Ein av manningini umborð á Polar Princess í ferð við at eftirkanna luftkan6nirnar. Mynd kalmar Tíðindablaðið (4 fyri eystan og vestan. Norður av Føroya Banka hava teir ikki gjørt so nógv enn. Spennandi uppyåva Hvagar gongur so leiðin, nú teir skulu útaftur spurdu vit Frank Thom- son! Hann greiðir frá, at teir fara at gera nakrar áhuga- verdar og eitt sindur gðr- vísi seismiskar kanningar hesaferð. Tað snýr seg um at skjóta inni á bretskum øki eisini. Western hevur havt samband við franska oljufelagið Total, sum hevur fingið tillutad fleiri av blokkunum nærhendis føroyska markinum. M.a. umsitur Total kanningar- virksemi í einum stórum parti av blokki 205, sum liggur uppat føroyska markinum. Endamálið við hesum samstarvinum er at fáa eitt sokallad "mirror image" (spegilsmynd) av gkjunum báðu megin markið. Tvs. at meðan seismikkur hevur verið 5W 4"W skotin báðumegin markið av ymsum feløgum, so skal nú eitt og sama felag undir einum skjóta nakrar linjur tvørtur um markið. Hetta kann geva bæði teimum, sum umsita gkið bretsku megin markið og so føroysku myndug- leikum eina betri mynd av, hvussu undirgrundin sær út tvs. um td. jardløgini og oljuberandi sediment eru tey somu okkara megin sum bretsku megin markið. Frank Thomson sigur, at teir skulu umleið 40 kilometrar inn á bretska økid og fara so at arbeiða aftur og fram tvørtur um markid. Ætlanin er, at hesar kanningar skulu gagna bædi Western og Total. jan Pilurin visir okkum blokk 205, har Total hevur lisens. og har Western skuldi skjóta nakrar linjur. Vit síggja oljjukeldurnar Foinaven og Schie- hallion longur syðri. Frank Thomson, kanningarleiðari umborð á Polar Princess vónar, at foroyingar finna olju. Mymd kalmar