leygardagur 15. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (7) Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Síða9
iskiumbodsmadur:
an Christoffersen
Vonandi finna
eir ikki olju á |
bestu grunnumøl
-Tað hevur gingið væl hjá fóroyska fiskiumboðs-
manninum umborð á seismikkskipunum, sum
hava gjórt kanningar við Fóroyar í ár. Sosialurin
hevur verið umborð og tosað við Jan Christoffer-
sen, sum hevur havt hetta áhugaverda arbeiði um
hendi síðani tíðliga í summar.
Síðani juni mánað hevur
Jan Christoffersen frá
Vaktar- og
Bjargingartænastuni verið
fiskiumboðsmaður
umborð á
seismikkskipunum hjá
Western. Hetta er partur í
avtaluni millum
landsstýrið og
amerikonsku fyritøkuna.
Hann sigur, at hetta
arbeiðið hevur gingið stak
væl.
Uppgávan hjá
fiskiumboðsmanninum er
at vera sambindingarlið
millum fiskivinnuna og
teirra umboð á sjógvi og
landi ødrumegin og
seismiska skipið
hinumegin og bera so í
bandi, at partarnir ikki
óneyðugt órógva hver
annan.
Jan Christoffersen
sigur, at tað vil altíð so
vera, at ein kemur upp á
tvørt av hvørjum øðrum,
og tað hava eisini verið
einstakar hendingar, har
onkur keðilig stóða hevur
tikið seg upp, men tað
hevur so altíð eydnast at
fáa ein dialog og loyst
trætur og ivamål.
Hann vísir á, at tað er
hent, at fiskiskip hava
verið noydd at flyta seg
fyri seismikkskipinum.
Men hann heldur ikki, at
tað hevur verið nøkur
illstøda um hetta, tí tað
hevur ikki verið varandi.
Tað hevur borið til at
arbeiða hjá
seismikkskipinum, tí báðir
partar hava víst góðan
vilja sigur Jan
Christoffersen.
Hann vísir annars á, at
spurningurin um sjálvt
umhvørvid hevur
sjålvandi alla tidina verid
frammaliga i tonkunum,
tvs. at arbeitt hevur verid
soleiðis, at kanningarnar
hava ikki skatt fisk og
fiskastovnar. Roynt hevur
verið at skipa skjótingina
soleiðis, at hon hevur
verið ul minst ampa fyri
bæði fisk og fiskimenn
Men kanningarnar hava
verið lagdar soleiðis til
rættis, at teir hava ikki
arbeitt á økjum, har yngul
vanliga er um summarið.
Jan Christoffersen
hevði annars verið fegin
um fólk, sum hava okkurt
at finnast at ella siga í
sambandi við seismisku
kanningar, um at venda
sær til sín ella Vaktar- og
Bjargingartænastuna. -Er
okkurt hjartasuff, so sigið
frá. Tað er mítt arbeiði at
svara slíkum spurningum
og greiða ivamál. Er
okkurt, sum eg ikki havi
eyguni við, so er gott at
vart verður gjørt við tað.
Vit spurdu Jan
Christoffersen, hverjar
avleiðingar ein komandi
oljuvinna kann fáa fyri
okkara fiskastovnar!
-Tað er sera torført at
siga. Finna vit olju í
økjum, har lítil fiskiskapur
er, so er tað ikki nakar
trupulleiki, men koma vit
at seta oljupallarnar á allar
okkara bestu fiskigrunnar
so sum Sandoyarbanka,
Jan C hristoffersen, Føroya fyrsti og einasti fiskiumboðsmaður umborð á seismikskipi.
Mynd kalmar
Nólsoyar Banka og
Føroya Banka, so krevja
vit at hugsa álvarsliga um,
hvat vit skulu gera. Men
hesin spurningurin er so
ikki aktuellur enn.
-Men heldur tú, at ein
tjóð sum okkara, sum
burturav livir av fiski,
eigur at bera ótta fyri eini
komandi oljuvinnu og
árinnum av henni?
-Nei tað haldi eg
avgjørt ikki. Soleingi sum
ein kann tosa saman og
finna fram til, hvat frægast
er at gera, so eigur tað at
bera til.
Men Jan Christoffersen
heldur tað vera sera
umráðandi, at tá vit í dag
umrøda eina møguliga
komandi oljuvinnu, eisini
hava bædi spurningin um
fiskivinnu og umhvørvi
vid i ordaskiftinum.
-Eg haldi tað hevur
verið heilt beint at hava
føroyingar umborð á
skipum sum hesum fyri
alla tíðina at hava eyguni
eftir, hvat er best at gera.
Jan Christoffersen er
ikki ókendur umborð á
Polar Princess. Tá hann
fyrr í ár varð sendur til
Noregs at kunna seg við
arbeiði hjá einum
fiskiumboðsmanni
umborð á seismikkskipi,
kom hann nettup umborð
á Polar Princess at læra
seg hetta nýggja arbeiðið.
jan
( Lesarabrøv )
Ósemja millum læknayrkið
og sjúkrasystrayrkið
Hvor hevur ábyrgdina av og hver stýrir
sjukrarøktini?
Frá læknaligari síðu ljóðar, at
sjúkrargkt innan sjúkrahúsgátt
er bert tann, sum er knýtt at
læknaligu boðunum um við
gerð.
Einki er so skeivt sum tað
Læknar og sjúkrasystrar
(fyri ikki at siga øll onnur
starvsfólk eisini, sum tó ikki
eru umrødd her) arbeiða lið um
lið saman við sjúklinginum
Arbeiðsekið hjá læknunum
er at Kanna, setanavn á sjúkuna
og at viðgera. Arbeidsøkid hjá
sjukrasystrunum er oita tætt
knýtt at ti læknaliga, men hev
x
ur tó sítt sjålvstøduga arbeiðs
umsorgan og stuðul til sjúk
lingin líka mikið hvørjari stóðu
hann er i, er torførari at prógva.
Á sjúkrahúsunum er ábyrgd-
argkið hjá sjúkrasystrunum at
vera um sjúklingin og avvarð
andi 24 tímar um samdøgurid
Harafturat eru nógvar aðrar
uppgávur, m.a. at fyrisita
starvsfólka- og figgjarvidur-
skifti og at undirvisa sjåkling
inum, avvardandi og lesandi
Hetta eru alt karmar, sum
skulu avtalast vid samstarvs
felagarnar, eisini læknarnar
men hvussu sjúkrarekuin sjálv
karmar, hevur hon sjálv
eingin annar ábyrg 1 av og
>
TULKING
+
verkið skulu fylgja galdandi
reglugerð, men sjúkrahússtjór
in tulkar nú einsamallur reglu
gerðina og bert tann partin,
sum snýr seg um arbeiðsekið
hjá sjúkrasystrunum — man tað
vera rætt av politiska myndug
leikanum at góðtaka úrslit
10???
Sannleikin er jú,
gerðin ikki er nútíðarhóskandi
ð
SKO
at reglu
og eigur at endur ast sum
hejld
ned
SAMSTARV
Allastaðni rundan um Feroya
land eru fakfólkini, embætis
ólkini og politiski myndug
eikin vorðin greið yvir, a'
krarøkla kið
Ssøk T
við í
háður
Framhald á síðu 13