leygardagur 15. oktober 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994
Skipasmiðjan Føroyar:
Roknast kann við, at arbeiði í samband við
russisk skip fer at minka nakað
Russisku skipini á Skála
hava í longri tíð verið eitt
sera týðandi ískoyti til
skipasmiðjuna, og tað verða
tey ivaleyst eisini framyvir.
Árni Joensen, stjóri á
Skipasmiðjuni Føroyar er í
løtuni í Svøriki, har hann
hittir umbod fyri russisku
samstarvsfelagarnar i
skipabyggimålum. ,
Við Sosialin sigur Árni
Joensen seg rokna við, at
góða samstarvið fer at halda
fram, men talan verður
neyvan um at gkja um
virksemið. Heldur fer tað at
minka nakað eina tíð fram-
yvir. Hetta kemur fyri ein
stóran part av, at nú er mest
talan um nýbyggingar og
stórri umbyggingar heldur
enn um smærri umvæling-
ar. Tá talan er um nýbygg-
ingar og stórri umbyggingar
er kappingin frå gðrum sera
hørð, sigur skipasmiðju-
stjórin.
Tíðindablaðið £>7
Búskaparligu viðurskift-
ini í Russlandi gera tað
eisini eitt sindur meira
tvørligt at samstarva. Nú
eru fleiri stempul á vegnum,
sum Árni Joensen tekur til.
tór.-
ú 1 Í GÓ -
Russisk skip å Skåla hava
verid tydandi iskoyti hjå
skipasmidjuni og verda
tað ivaleyst eisini
framyvir
Mynd: Kalmar
Pensionistar
kenna seg
sera væl á
háskúlabonki".
Føroya Fólkaháskúli skip-
ar å hvørjum vetri fyri
skeidum fyri pensionistar.
Pensionisar úr øllum land-
inum fara til hesi skeid, og
so er eisini i hesum døg-
um. I vetur verdur skipad
fyri tveimum skeiðum og
tað fyrr er júst liðugt. Har
hava verið 19 fólk. Elsti
luttakarin var 90 ár.
Bjørgfinnur Nielsen, lær-
ari sigur vid Sosialin, at
teimum gomlu dåmar sera
væl at vera á hesum skeið-
um og fara tey á skúlanum
at skipa fyri enn einum
skeiði seinni í hesum
mánaðinum. Tað byrjar
20. oktober og varir í
góðar viku. Á hesum
skeiði eru 30 luttakarar.
Tey búgva gll á skúl-
anum hesar frálíku dagar
og har eru tey saman til
mong ymisk tiltøk. Hesi
skeiðini snúgva seg fyrst
og fremst um samfelags-
fróði. Har eru fyrilestrar
og farið verður so eisini út
at vitja á ymsum stovnum,
sum hava eina ella eina
týðandi uppgávu í sam-
felagnum. Hesaferð hevur
verið vitjað á Biskupa-
stovninum og á Fiskirann-
stóknarstovuni.
Um kvøldarnar er
kvøldseta, har nógv gott
til gaman og álvara er á
skránni. Á hesum skeiðn-
um hava tey so eisini
fingið innlit í eina fyri
pensionistar lutvísa
nýggja verð, telduheimin.
Greitt hevur verið frá,
hvussu ein telda virkar og
hvønn leiklut hon hevur í
nútíðar samfelagnum.
Bjørgfinnur Nielsen
sigur, at skeidini eru so
væl umtókt, og mong
koma aftur og aftur. Tvey
hava verid tilsamans 14
ferðir á skeiði.
Skráin hjá Føroya
Fólkaháskúla er annars
livandi og fjølbroytt og
fyri fólk í øllum aldri. - Vit
spenna vítt. Yngsti lut-
takarin á familjuskeiði
okkara var 5 ár, og elsti
fólki á pensionistaskeiði
90 sigur ein fryntligur og
virkifúsur Bjørgfinnur
Nielsen.
jan
Maren Heinesen, Steintór Joensen, Erling Dalsgaard, Jákup Guttesen, Janus Johnsen, Sólrun Patursson, Høgni Høj-
gaard, Súsanna Juul, Berghita Petersen, Urbana Poulsen, Fía Toftegaard, Sigrid Dalsgaard, Ragnhild Poulsen, Andrea
Góðadal, Bina i Lambanum, Ethel Carlsson, Bjórgfinnur Nielsen, Hanna Nielsen, Sigga Hansen, Karin Poulsen, Marta
Matras, Kristina Øster, Ragnhild Debes, Rosa á Rógvu, Baldur Bjør gfinsson.
Foto: Allan Brockie