leygardagur 15. oktober 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Síða 11
Besti báturin fær hetta
ferðasteypið í varðveitslu
Fiskikapping og
fiskikappingar-
dansur í Klaksvík
Í dag verður árliga fiskikappingin í
Klaksvík
Aftur í ár skipar Lionsclub
og stuðulsfelagið >Dragin<
fyri fiskikappingini og um
kveldið verður góður fiski-
kappingardansur í >Skálan-
um«, har bólkurin Draga-
stuðlar spæla. Teir spæla
tónleik frá fimtiårunum og
fyrst í sekstiárnum og Ólav-
ur Klakk syngur.
Luttøkutreytir
Allir båtar, sum fara av
vånni í Klaksvík, skulu
leggja at borði hjá >Dragan-
um« (við heimari kei), fyri
at fáa luttøkuskjal. Luttak-
arar á Borðoyarvík og
Árnafirði fáa eisini luttøku-
skjal um borð á >Dragan-
um<, men í Norðdepli fæst
luttøkuskjalid við Frost-
virkið. Luttøkugjaldid er 20
kr. pr. mann.
Bátarnir kunnu fara frá
landi kl. 10, tað er bert loyv
at nýta snøri ella snellu sum
veiðireiðskap. Tað er ikki
loyvt at fiska við aliringar-
nar. Allir bátar skulu vera
aftur á landi í seinasta lagi
kl. 18.
Seinast var uppbodssølan
við bátabrúgvarnar, men
hesaferð er ætlanin at upp-
bodssølan skal vera innan-
dura — nevniliga í nýggju
uppbodshøllini á Nordborg
og kunnu fólk keypa sær at
kóka. Har verða eisini kaffi
og pannukøkur at fáa.
Besti bátur fær
silvurtoskin
Tann bátur, sum hevur
størstu veiðu pr. mann,
verður vinnari og fær
silvurtoskin. Manningarnar
á trimum teimum bestu bát-
unum fáa steyp.
Til frama fyri segl-
skipið »Dragin«
Peningurin, ið kemur inn
frá fiskikappingini og dans-
inum fer óskerdur til um-
bygging av »Draganum«,
sum ætlanin er skal verda
skúlaskip hjå næmingunum
við Klaksvíkar Sjómans-
skúla og næmingum við
skúlarnar á Ziskatrød og við
Ósánna, sum havasjómans-
læru sum vallærugrein.
»Dragin« er nú innilokadur
við presending og í vetur
verður arbeitt við at skifta
alt dekkið. Hetta verður alt
gjørt ókeypis av monnum,
sum av áhuga stuðla tiltak-
inum.
| Formansskapirnar í Danmark og í Fóroyum:
Avtala um samstarv
Tå Marita Petersen, tingformadur, var i Danmark
herfyri, nýtti hon høvi at hitta Erling Olsen, fólkatings-
formann. Avtala er gjórt millum tingini bæði um
samstarv
Marita Petersen sigur, at ta
áður hevur verið upp á tal at
stovna samstarv millum
fólkatingið og tingið.
Ein samstarvsbólkur
verður nú stovnaður í báð-
um londunum, sum skal
hava til uppgávu at kunna
um, hvat fyriferst í
tingarbeiðinum í Danmark
og í Føroyum, sigur Marita
Petersen.
- Hesir samstarvsbólkar
fara ikki at hava at taka av-
gerðir ella á annan hátt at at
vera partar av tingarbeiði-
num. Bólkarnir skulu bert
vera eitt sambindilið mill-
um tingið og fólkatingið.
- Hetta er sama skipan,
sum t.d. grønlendingar hava
havt við fólkatingið, síðani
teir fingu heimastýri, men
ætlanin er ikki at taka hini
norðurlondini upp í hetta
Bleiv av ongum i fjør
- Tad var i fjør, at danski
formansskapurin heitti á
formansskapin á tingi, og
bjóðaði teimum til Dan-
markar at vitja. Tá kom
samstarvið millum tingini
bæði upp á tal. Ætlanin var
eisini, at danski formans-
skapurin skuldi vitja í Før-
oyum í summar, men tann
ferðin varð av ongum, sigur
Marita Petersen.
- Tá eg nú hitti Erling Ol-
sen, og vit bæði eru nýggj í
tingformanssessunum,t6ku
vit spurningin um samstarv
upp av nyggjum.
- Vit tosadu um at fara
undir fyrireikingar, eins og
um, hvussu samstarvið
skuldi skipast.
Á fundi í formansskapi-
num á tingi í gjár, var sam-
tykt at arbeiða víðari við
málinum, sigur Marita Pct-
ersen. Í formansskapinum á
tingi sita: Marita Petersen
Anfinn Kallsberg, Inge-
borg Vintherog Signar á
Brúnni.
- Hvønn týdning hevur
slíkt samstarv?
- Tað er av týdningi fyri
okkum at vita, hvat fyriferst
á tingi í báðum londum. Eitt
nú eru vit eisini felags um
nøkur lógarmál, og tað
hevði bert verið gagnligt at
vita meir um parlamentar-
iska arbeiðið, eins og vit á
henda hátt fáa møgulcika at
siga hver øðrum um stødu-
na í Danmark og í Føroyum.
Tá Marita Petersen, tingformaður og Erling Olsen, formaður í danska fólkatinginum,
hittust herfyri, varð avtalað at arbeiða víðari vid ætlanynum um samstarv millum for-
mansskapin í Føroyum og í Danmark
Stýrisskipanarlógin
sterri ábyrgd
- Eg haldi eisini, at tað
hevði verið áhugavert hjá
okkum at fáa vitan um.
hvussu parlamentariska ar-
beiðið verður skipað í gðr-
um landi, og hvussu tey ar-
beiða og hvussu tey loysa
ymsu málini o.s.fr..
- Umframt tað, so gevur
nýggja stýrisskipanarlógin,
sum verður sett í gildi á
6lavsøku næsta år, tingfor-
mansskapinum størri á-
byrgd.
- Eitt nå skal tingformad-
urin vísa á, hvor skal leiða
samgongusamráðingarnar,
tá val hevur verið.
- I Danmark fara politisku
flokkarnir til drotningina at
siga, hvønn teir halda skal
leida samrådingarnar, tå ein
nýggj stjórn skal skipast. Í
Svøriki er tað formaðurin í
Ríkisdegnum, sum hevur
hesa uppgávuna, og hjá
okkum verður tað tingfor-
maðurin.
- Av ti at vit nú fara at ar-
beiða eftir nýggju stýris-
skipanarlógini, hava viteis-
ini brúk fyri at vita, hvussu
arbeiðsgongdin er á fólka-
tingi, og at fáa vita, hvussu
arbeiðsgongdin er skipað
hjá teimum, sigur Marita
Petersen.
Dagny
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200.
— Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.