Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+? Sida 20 Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Tidindabladid [ søstalurin ] ( Lesarabrøv | ) Góði Mama Tillukku vid 40 åra degnum 13. okt. Øll góð ynski fyri framtidina. Tær kærastu heilsanir, manden, Vivian, Esther, og Eirik Eg og foreldur mini takka øllum, sum gleddu eg å konfirma- tiénsdegnum. Heilsan, Ragnhild Brúdleyp Leygardagin 26. november giftast í Fuglafjarðar kirkju Kristianna Toftegaard og Hilmar Dahl Jacobsen, bæði úr Fuglafirði. Vælkomst verður í Bygdar- húsinum í Leirvík kl. 21.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, verða biðin um at boða frá á tlf. 44012 innan 16. november. Bogi Blåstein, Vestmanna, hevur fingið sveinabræv sum húsasmiður. Hann lærdi hjá Olaf Haldansen í Vestmanna, lærimeistari var Olaf Haldansen sjálvur. Kristian Sune Jensen, Hoy- vík, hevur fingið lærubræv í krambúðaryrkinum. Hann lærdi í Miklagarði í SMS í Tórshavn, lærimeistari var Ivar H. Jensen. tel. 1-9194 Njáll og Georg Bergmenn — veitslutónleikur til tann ljósa morgun! | Býráðsformaðurin í Vági hev- ur í bløðunum boðað frå, at hann hevur spurt Thomas á Strandferðsluni, um Teistin ikki kann liggja í Vági heldur enn á Drelnesi frásunnudegi til mikumorgun, tá hann ikki sigl- ir kortini. Hetta vildi givið kommunukassanum í Vági eina eyka inntøku. Menhettaer púra ert, tí hesar eyka inntøkur til kommunu- kassan i Vågi koma beinleidis úr kommunukassanum á Tvør- oyri, og tá er lítið vunnið. Og hetta gerst eitt beinleiðis tap samanlagt, tá hugsað verður um eyka oljunýtsluna hjá Teistanum av at sigla av Drel- nesi til Vágs og aftur einaferð um vikuna. Ti vil eg koma við hesum al- ternativa uppskoti: 1. Teistin verður liggjandi á Drelnesi sum nú, og kei- pengar verða goldnir á Tveroyri. 2. Strandferðslan flytur hverja viku tær spardu oljukrónumar til Vágs kommunu. Hetta vidførir: — Strandferðslan sparir oljunýtslu hjá Teistanum, og ein spard króna er eisini ein vunnin króna (endurtikid eftir E. Eysturoy). — Vágs kommuna fær eina eyka inntøku, sum svarar til spardu oljunýtsluna hjá Teistanum — Tvøroyrar kommuna varðveitir sina inntøku. Samanlagt hava vit eina meirintøku svarandi til tad dupulta av oljunytsluni hjå Teistanum av at sigla av Drel- nesi til Vágs og aftur eina ferð um vikuna. Loyvt er ødrum at brúka hetta uppskot. Tórshavn 12. oktober, Flóvin Eidesgaard Familjupolitikkur »Føroyska familjan i eini broytingartid« Hugaligt, nå tykist føroyski politikarin at vakna sum vid kaldan dreym. Men syrgiligt, at vit máttu koma í so álvar- sama og djúpa kreppu, áðrenn svøvnurin fekst úr eygnakrók- unum. Mælskir og orðaríkir við serfundum, fyllandi blød, útvarp og sjónvarp, funnu teir upp saman við S.T., at 1994 skuldi markast og gerast fa- miljuár. Men er hetta ikki eins og alt hitt, tos og tos og at- kvødufiskari??? f grannalondum okkara hava tey ráðharrar i familjumålum — familjupolitikk. Hvussu eitur landsstýrismaðurin í familju- málum í Føroyum í dag??? Fyri tiggju árum síðani hevði flokkurin, sum altíð, síð- an hann sá dagsins ljós, K.R.F., familjupolitikkin fremst á skránni. Og áttu vit sum fyrstu ferð i Føroya søgu landsstyris- mann í familjumålum, Niels Paula Danielsen. Og hann fekk í síni landsstyristid so nógv av skafti, at mest sum allir hinir flokkarnir á tingi og umboð teirra fingu diarré — og hava verið befongdir við hesum síð- ani, so nú er at vóna, at teir ikki við hesum S.T.-åri fáa for- stoppilsi. Um tú lesur Dimmu nr. 120, týsdagin 4. okt. 94, síðu 4, finnur tú ikki ein einasta nýggjan tanka, ikki ein. Heldur er øll síðan litað av vón-, mátt- og ráðaloysi. Undarligt at hugsa sær, at staddir í hesi døpru stóðu vendast eyguni í- móti familjuni og heiminum — hesum lítla samfelag — ið var til langt áðrenn samfelagið sá dagsins ljós. Tað, sum er til at gráta um er, at alt tað, sum var virkað fa- miljuni til gagns í landsstýris- tíð Niels Paula Danielsens og Kristiliga Fólkafloksins, hava snøgt sagt allir flokkar á tingi nýtt alla orku og mátt til at beina fyri. Hevdi líka nógv orka verið løgd í at bygt upp og ment fa- miljupolitikkin hesi tiggju årini, hevdi fråflytingin uttan iva ikki verid i tann mun, vit siggja hana i dag. Glediligt hevði tað verið, um ekkó'ið frå teimum familjuvinarligu árun- um við Kristliga Fólkaflokk- inum og Niels Paula Daniel- sen í landsins stýri, náddi út við prestinum á síðu 4 í Dimmu nr. 120, har hann mælir til ein nógv hollari familjupolitikk. Hjá okkum í Kristiliga Fólkaflokkinum eru øll ár og hvert ár familjuár. Ólavur í Mittúni Heilt vanligur fundur Hósdagin hevði nevndin í Fíggingargrunninum frá 1992 fund í Havn. Hetta var ein heilt vanlig- ur fundur av ú slagnum, sum verða hildnir umleið triðja hvgnn mánað. Fundirnir snúgva seg mest um planlegging, og annars verða mál frammi í tíðini tikin upp til við- gerðar. Hesu ferð var einki serligt á vási at tosa um, sigur = landsbankastjórin Sigurd Poulsen, id luttekur á fundunum sum eygleiðari. Mynd: Kalmar