týsdagur 18. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíði da | FRÆLSI- JAVNAÐUR - BROÐRALAG
Fyritaksstjóri. Krisjan Daht
henne? Kalmar Lindenskov
Okkum tørvar sakligt
og krittiskt ordaskifti
um frågreidingarnar
LOKSINS er greitt, at danski forsæt-
isráðharrin hevur tikid seg um reiggj til
at koma á vitjan í Føroyum. Poul Ny-
rup Rasmussen kemur til Føroya miku-
dagin 2. november, men fer longu
avstadaftur friggjadag. Tvs. at hann
stegdar her i ein dag. Betri seint enn
ongantid verdur tikid til og onkur vil
kanska eisini siga, “betri stutt enn als
ikki." Vit kunnu so bert fegnast um, at
tað hevur eydnast at sannføra forsæt-
isrådharran um, at tað kann gagna
øllum pørtum kemur hann henda vegin.
Nú vil onkur helst spyrja, hví vit á
hesum stað eru so ambráð at fáa danska
forsætisráðharran til Føroya! Til hetta er
at siga, at tað er hann, sum fyrst og
fremst stingur út í kortið komandi
politikkin hjá donsku stjórnini mótvegis
Føroyum. Hóast hann hevur sínar føstu
ráðgevarar og heldur seg til tær ymsu
frágreiðingarnar, sum serstakliga
hansara egnu embætismenn gera, so
hevur tað ómetaliga nógv at siga,
hvussu ein sjálvur sær og følir støduna í
Føroyum, og hetta kann best fyri ikki at
siga bert gerast við sjálvur at hava verið
á staðnum og við egnum eygum og
oyrum uppliva landið og fólkið.
TAÐ tykist annars sum, at hetta bert er
ein “forsmækkur" uppá eina stórri
vitjan seinni. Men tað er greitt, at
henda stutta vitjanin kann fáa stóran
týdning fyri teir ikki minni týðandi
samráðingarnar, sum verða í
Keypmannahavn í sama mánað millum
landsstýrið og donsku stjórnina.
Komandi samskifti við ríkismyndug-
leikarnar fer at fáa sera stóran týdning
fyri tær avgerðir, ið skulu takast um
Føroya lagnu komandi tíð. Tá danska
stjórnin hevur og fer at hava so stóran
leiklut í fleiri av hesum avgerðum meta
vit tað ógvuliga umráðandi, at danir
kenna støduna í Føroyum til fulnar.
Partur av grundarlagnum higartil hjá
donsku stjórnini og fólkatinginum at
skilja støðuna í Føroyum hevur fyri
stóran part verið ráðgevingin frá
ymsum embætismannanevndum, her
serstakliga Ráðgevandi Nevndini.
Harumframt kunnu nevnast tær mongu
frágreiðingarnar - frá henni hjá
bygnadarnevndini á sinni og til nú
Gørtz-frågreidingina. Vit eiga so heldur
ikki at gloyma vitjanina hjá politisku og
búskaparligu nevndini hjá danska
fólkatinginum, ið var her nakað herfyri.
MEN hvat eru so tær mongu frágreið-
ingarnar verdar kundi verið spurt. Og
hvønn tydning hava tær fyri avgerðir,
sum verða tiknar bæði av føroyskum og
donskum politikarum! Tveir ungir før-
oyingar, sum lesa á lærda háskúlanum í
Roskilde, hava havt fleiri áhugaverdar
greinar í føroysku bløðunum í hesum
sambandi og nú seinast leygardagin. Í
drúgvari grein viðgera teir tær mongu
frágreiðingarnar við serligum atliti til
seinastu frágreiðingina, nevniliga hana
frá Gørtz-nevndini. Lat tað verða sagt
beinanvegin, at tað er slíka krittiska og
sakliga viðgerð, ið tú leingi hevur sókn-
ast eftir í fjølmidlunum her heima.
Sjálvandi hava fjølmiðlarnir ein týðandi
leiklut í so máta við at almannakunn-
gera frágreiðingarnar umframt at fáa
viðmerkingar til tær. Men tað hevur víst
seg, at vanligi føroyingurin - og her ikki
minst tey mongu, sum hava nomið sær
stórri kunnleika gjøgnum útbúgvingar í
ødrum londum - hevur sera torført við
at koma fram við sínum meiningum.
Hvar eru okkara egnu
buskaparfrødingar spyrja teir báðir
útisetarnir og finnast at, at eitt nú
føroyskir biskaparfrødingar lata so lítið
við seg koma, tá júst mál, sum teir hava
Jústinus Eidesgaard
SS I
Petur Martin Glerfoss, ommubeiggi .
f. 19. september 1908 — d. 5. juli 1994 ;
Standi her vid vindeygad og
hyggi yvir móti Tunguhús-
unum. Síggi so týðuliga
Petur Martin ommubeiggja
koma út úr verkstaðnum í
mynstrutari hvítari og mor-
reyðari troyggju, keppi,
styvlum og arbeidsbuksum.
Letur hurdina varisliga aft-
ur, steðgar á, hyggur at luft-
ini, áðrenn hann stingur
hendurnar í lumma og fer
síðiliga oman gjøgnum
trappurnar — eftir gøtuni
gjøgnum prýðiliga urta-
garðin, sum Hansa og hann
løgdu so nógvar kreftir í.
Um eina létu vænti eg hann
at koma inn á gólvið eitt
lítið rend á veg út til Oslu
ella niðan til Jonhard. Eitt
Stutt fryntligt prát — altíð
áhugavert — eitt smíl, eina
skemtisøgu og so útaftur
>Takk fyri vælsignaðu tit,
vit síggjast<. Kanska fær
hann ein temunn ella eitt
súrepli — ofta einki; men
hugni er altíð uttan um
hann. Rúmið gerst líkasum
stórri og fjálgari, har hann
ér.
Men nei, hesaferð kemur
hann ikki. Hesaferð var tað
bert ein týðulig mynd úr
minninum. Ommubeiggi er
farin vid øllum sínum prakt-
fulla væsen og verumåta,
øllum sinum fråsagnum,
royndum og góðlyndi.
Saknurin er alstórur her
norðuri í Mikladali. Hjá
okkum, sum ikki náddu at
kenna og minnast Absalon-
abba, hevur Petur Martin
ommubeiggi altíð havt ein
heilt serligan týdning. Við
honum fingu vit innlit í
teirra strid og strev á ungum
árum, og frásagnir um ein
hóp av lutum og fyribrigd-
um úr gerandislívinum tá.
Ommubeiggi fekk teg al-
tíð at føla, at tú vart nakað
serligt. Altíð hevði hann tíð
til eitt prát, barnakærur sum
fáur og elskaði lívið. Góður
í ráðum tá — næstan líka-
mikið hvat — skuldi fáast frá
hondum. Ahugin, hann
sýndi, nú vit bygdu her
norðuri, var heilt rørandi. Á
Toybilskeldu varð bygd
samstundis, og ommu-
beiggi gekk upp í hetta við
lív og sál. >Her fer at verða
so gott millum húsini
bæði<, segði hann altíð, og
tað fer tað eisini — ikki minst
honum fyri at takka.
Útróðrarmaður var hann
fult og heilt. Ein ótómandi
kelda av vitan og royndum
um sjólívið. Ein sonn leksi-
kon um streym, ættir, mið
og íður. Tað er heilt 6-
hugnaligt at hugsa sær,
hvussu nógv er mist av
kunnleika við honum.
Ommubeiggi var eit
stórt, ediligt menniskja, og
i: Jan Múller Blaðfólk“ Rándr Jacobsen - Dagny Utgevar: PM Sosialurin
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: P/T Soslalurin
Kilmar Jan Hansen - Prent: P/T Pressan 1981
kunnleika til, verða umrødd í teim ymsu
frágreiðingunum. Hesum kunnu vit bara
taka undir við. Og hetta er eisini nakað,
ið vit á hesum stað hava sóknast eftir
aftur og aftur: hvar er føroyingurin í tí
almenna ordaskiftnum!
TÍVERRI hava vit føroyingar í alt ov
stóran mun lyndi til bara at gloypa
øllum rátt, sum teir ymsu útlendsku
frødingarnir koma við - ella vit rætt og
slætt vísa øllum aftur, tá tað ikki júst
hóvar okkum. Tann sakliga og krittiska
viðgerðin manglar, og tað er hetta teir
báðir vísa á. Og tað er m.a. hon, sm skal
slóða fyri skilagóðum og réttum av-
gerðum á tingi og í landsstyri. Ístaðin
fyri síggja vit, at poliuikkurin, sum ríkin
hevur verið, antin rætt og slætt er avrit
av serfrødingatilmælum ella gongur
teimum beint ímóti. Viðgerðin og til-
laganin til okkara umstødur og til okk-
ara tíð manglar næstan altíð.
TEIR báðir útisetarnir finnast í greinini
harðliga at seinastu Gørtz-frågreid-
ingini. Hon er alt ov einoygd og snæv-
urskygd og fer als íkki inn til sjålva
rótina. M.a. avmarkar nevndin seg bert
til at viðgera citt ávíst tíðarskeið. Hon
fer rætt og slætt ikki nógv djúpt til
verka. Tí verða niðurstøðurnar eisini
hareftir eitt nú nidurstødan um, at
neyðugt er at fólk flytur av landinum.
Tað kundi verið so nógv at sagt her,
men vit vilja bert við hesum takka teim-
um báðum útisetunum fyri teirra sakliga
íkast til orðaskiftið um Føroya framtíð.
Vónandi fara tit ikki at gevast við
hesum. Og vit fara eins og teir at heita á
føroyingar um í nógv stórri mun at stíga
fram og geva sítt íkast til orðaskiftið um
so týðandi spurningar.
EISINI ein byggifrødingur hevur
áhugaverða grein í Dimmalætting leyg-
ardagin. Hann finst somuleiðis at ser-
tað er við sorgblídni, vit
mugu viðganga, at vit ikki
kunnu uppliva fleiri hugna-
ligar løtur saman við hon-
um. Hann var sum ein ung-
lingi í sinn og skinn til tað
síðsta. Til 80 ára fødingar-
dagin fekk hann eftir ynski
eitt jarnbrot til gávis, so
hóast hann var 85, nú hann
doyði, væntaðu vit at hava
hann ímillum okkum leingi
afturat.
Nú er myrkt heimi í
Tungu; men minnini um teg
fara vit altíð at varðveita
sum ein dýrgrip.
Hvíl í friði, ommubeiggi!
Vit í Janusarstovu
Bústaður: Argjavegi 26
Argjum
Telefon: 11820
67. ÅRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
frødingunum, sum skriva frågreidingar
um støduna í Føroyum og vísir á,
hvussu stóra ábyrgd hesir hava. Her
trívur hann serliga í leiklutin hjá
Ráðgevandi Nevndini og formanni tess
Erik Bonnerup. Hann vísir á, hvussu
stóra ábyrgd ein maður sum Bonnerup í
veruleikanum hevur fyri lagnu Føroya
og biðjur Bonnerup um at hugsa seg
væl um, áðrenn hann ráðgevur arbeiðs-
gevara sínum forsætismálaráðharranum.
Rithøvundin heldur, at Føroyar eru so
illa fyri, at tað ber íkki til bara at
fremja einfaldar skrivaborðsloysnir.
Landið er at sammeta við at sjúkling,
sum er við at doyggja og sum í hevur
brúk fyri veruligari hjálp, og her sipar
hann m.a. Marchallhjálpina, ið varð
latin londum eftir 2. heimskríggj,
londum, sum vórðu so illa fyri, at
okkurt heilt óvanligt mátti gerast.
TAÐ er greitt, at spurningurin um at fáa
Føroyar á fótur aftur er ikki einfaldur at
svara. Tað finst ikki nøkur patentloysn.
Og tað er eisini greitt, at tað gerst einki
uttan at bæði føroyskir og danskir
myndugleikar samstarva. Tí er tað sera
týdningarmikið, at vit fáa eitt sakligt og
krittiskt orðaskifti um allar hesar spurn-
ingar. að er ov seint vil onkur siga.
Møguliga er sannleiki í tí, men vit
mugu kortini trúgva upp á, at tað
framvegis eru vónir. Vit føroyingar
mugu lurta eftir, nvat aðrir siga um
okkum, men vit eiga eisini at viðgera
hetta aðrir siga og skriva við krittiskum
brillum. Um somu tíð eiga vit at taka í
egnan barm og seta kikaran á okkara
egnu. Tað merkir m.a. at vit sjålvi hava
dirvi ul at viðganga mistøk og læra av
hesum mistøkum. Og út frá hesum
koma við einum útspæli. Vit kunnu í
hvussu so er ikki loyva okkum at krevja
nakað av øðrum, um vit ikki eisini
sjálvi eru tilreiðar at fremja skilagóðar
og neyðugar broytingar.
SOSIALURIN