týsdagur 18. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Í
UU
A|AA—Á— EEN
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 198 — 18. OKTOBER 1994 Síða 3
Sámal Bláhamar
Personliga einki
fingið frá Post-
verkinum
- í dag tykist tað sum eg havi fingið 905.000
krónur frá postverkinum og at eg persónliga havi
søplad tær burtur. Hetta er heilt burturvið, sam-
starvið við postverkið hevur hinvegin kosta mær
reiðan pening og fimm ára drúgvt stríð, sigur ein
troyttur og beiskur, Sámal Bláhamar
Friggjadagurin ar ein ringur
dagur hjá Sámal Bláhamar.
Fólk hann meti í býnum
róptu eftir honum og vildu
hava tær 64 krónurnar aft-
ur, sum ætlanin við gisting-
arhúsið við Hoyvikstjørn „
nú at enda kemur at kosta
hverjum einstøkum húski í
landinum. Sámal heldur, at
skrivingin hevur givið fólki
ta fatan, at hann persónliga
hevur søplad peningin frå
postverkinum burtur, og tað
vil hann ikki hava sitandi á
Onki burturúr
— Eg havi ongantíð per-
sónliga havt peningin frá
postverksmeistaranum á
hondum. Teir hava ong-
antíð verið tøkir hjá mær at
brúka, sigur Sámal Blá-
hamar.
— Ein týðandi partur av
fíggjarliga grundarlagnum
fyri gistingarhúsinum við
Hoyvíkstjórn, var leigu-
málið við Postverkið. Post-
verkið skuldi leiga meg-
inpartin av húsinum. Uttan
hetta leigumál var heldur
einki grundarlag fyri gist-
ingarhúsinum. Gistingar-
húsið einsamalt kláraði ikki
savna inntøku til at rinda
bygningin, sigur Sámal
Bláhamar.
— Postverkmeistarin vildi
sjálvur standa fyri byggi-
flggingini, postverkið
skuldi leigað 75 prosent av
bygninginum og teir vildu
standa fyri innrættingini av
teirra hølum. byggifigg-
ingina vildi Postverkið
mótroknað í leigu. Allar
avtalur eg gjørdi við post-
verksmeistaran, = Esbern
Midjord, vóru gjørdar á
skrivstovuni hjá Magnus
Petersen, sakføraran hjá
Postverkinum, hann var
tilfeldigvís eisini mín sak-
førari, sigur Sámal Bláham-
ar.
- Postverksmeistarin
gjørdi tvær flytingar og
Magnus Petersen, sakførari
eina, hesar komu at verða
postverksins leiklutur í
hesum máli.
- Postverkmeistarin flytir
470.400 krónur til Dansk
Maskincksport i Svinninge
i Danmark. Tå vit ikki hava
klárað at hildið keypssátt-
málan við Dansk Maskin-
eksport, hevur hendan
fyritøka selt bygningin til
Zacharias = Leitistein í
Runavík. Hesin vil lata
keypsrættin frá sær móti
100.000 krónur. Postverks-
meistarin flytir 100.000
krónur til Zacharias Leiti-
stein fyri at hesin ikki skal
keypa bygningin, sigur
Sámal Bláhamar.
- Sakførarin hjá post-
verkinum rindar av klient-
kontoini hjá Advokatvirk-
inum 329.232 krónur til
Tórshavnar byråd. Hetta er
restgjald fyri grundstykkið,
sigur Sámal Blåhamar.
— Tá postverkmeistarin
hevur skipað fyri hesum
flytingum uppá 905.400
krónur, fær hann knappliga
kaldar fótur. Hann ger mær
greitt, at hann ikki vil vera
74
#4 FØROYA SPARIKASSI
74
Lo
POBTVERK FØRDY
|
Í
J.H.SCHEDTERSO
0100 TORSHAVN
A
ØTA 9
251089 347 000R
241089 347 6009
Her eru kvittaninar, sum sýna hvar postverksmeistarin, Esbern Midjord og sakførarin
Magnus Petersen fluttu tær 905.400 krónurnar í samband við byggimálið
við longur og hann krevur at
fáa peningin, postverkið
hevur lagt út, aftur, sigir
Sámal Bláhamar.
— Eg hevði frammanund-
an eg setti meg í samband
við Postverkið, fingið fígg-
ing til gistingarhúsið. Men
|
Í
|
|
Í
Í
Í
hendan fígging var
sjæalvsagt — treytad av
leiguinnigkum. Eg hevði
fingið játtað 4,5 milliónir
frá Kreditforeningen Dan-
mark og 700.000 frá Men-
ningargrunninum. Men tá
Postverkið ikki longur vildi
vera við og leiga burturav
bygninginum, so var ongin
orsgk at seta hann upp. Har
var einki fíggjarligt grund-
arlag, sigur Sámal Bláham-
ar.
— Eg hevði nýtt útmóti
einari millión fyri at gera
grundstykkið byggibúgvið
og hendan ætlan hevur
kostað mær fimm ára stríð
til onga nyttu, sigur Sámal
Bláhamar.
— Eg haldi, at postverks-
meistarin hevur handlað
ógvuliga ivasamt í hesum
málið og tað sum erserliga
ivasamt er hvussu hann
slapp postverkinum burt-
urúr, at Magnus Petersen
hevði rindað restskuldina
fyri = grundstykkið yvir
klientkontoina hjá Post-
verkinum.
-Esbern Midjord stovnar,
uttan at vit høvdu heitt á
hann, eina postgirokonto í
navninum á P/F Bláhamar.
Hesa konto skuldskrivar
hann við upphæddini, íð
Magnus Petersen flutti til
býráðið, og so var post-
verksmeistarin leysur av
Advokatskrivstovuni. Es-
bern Midjord ger sjálvur
eina flyting av eini konto,
sum hann stovnar uppá
navnið á einum ødrum, og
uttan at hesin veit av tí. Tað
er ivasamt. Hann skuld-
skrivar eisini flytingina til
Zacharias Leitistein og til
Dansk Maskincksport á
hesa somu konto. Úrslitið er
at P/F Bláhamar stendur til
at hava yvirtrekt girokonto
nr. 71048 við 905.400
krónum. Vit visti als ikki av
at vit áttu hesa konto, sigur
Sámal Bláhamar.
--Tí frødir tað meg ósigi-
liga nógv, at landsstýrið nú
hevur tikið stig til at kanna
mannagongdina hjá post-
verksmeistaranum í hesum
máli, sigur Sámal Bláham-
ar.
jústinus
Sámal Bláhamr er í dag fegin um, at landsstýrið hevur tik-
ið stig til at kanna leiklutin hjæa Esbern Midjord i sam-
band vid leiklutin hjá Postverkinum i gistingarhúsætlanu-
num vid Hoyviskvegin. Mynd: Kalmar