Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 LM-Handilin flytir úr SMS Nr. 198 — 18. OKTÓBER 1994 — Tað er ikki húsaleigan, sum er orsøkin til at LM-Handilin flytir úr SMS, sigur Leivur Holm, stjóri í LM-Handlinum LM-handilin er eitt av teim- um stóru leigumálunum í SMS, sum hevur verið síð- ani 1980. Leigusáttmálin er upp- sagdur og LM-Handilin flytir 1. august 1995. Leivur Holm, stjóri í LM- Handlinum, sigur við Sosi- alin, at fyritgkan ikki enn hevur gjørt av, hvussu framtíðar virksemið skal verða, og um teir skulu selja plátur og bond, sjónvarp og tilikar vørur, tá flutt verður úr SMS næsta ár. Heldur ikki hevur fyritøk- an nakrar itøkiligar ætlanir um at lata upp handil í mið- býnum. nú heldur ul í Schrøders- gøtu í Havn. - Vit fara ikki at lata hand- il upp í Schrødersgøtu, so mikið kann eg upplýsa sigur Leivur Holm. - Hví flyta tit år SMS? - Vit hava kanska nakrar ætlanir um framtíðar virk- semi hjá LM-Handlinum, sum ikki sita so væl saman við virkseminum í SMS, men hesar ætlanir eru ikki komnar so langt, at eg kann siga meir um tað. - Er húsaleigan í SMS orsøkin til at tit flyta? - Nei, tað er ikki ein spur- ningur um húsaleigu, hon er Hans Mortensen váttar, at leigumálið hjá LM- Handli- num gongur út 1. august næsta ár, og at hetta er eitt av teimum stóru leigumálu- num í SMS, sum hevur ver- ið har í sløk 15 ár. - Hvat hevur tað at týða fyri SMS, at LM-Handilin flytir? - Tað hevur ikki åvisan týdning, annað enn at vit nú noyðast at leita eftir øðrum leigara, ið selur somu vøru- sløg sum LM-Handilin. - Er tað vist, at tit í dag kunnu finna slíkan handil, sum hevur somu vørusløg sum LM-Handilin? Leigumálið hjá LM-Handlinum gongur út 1. august 1995, og nå fer SMS at leita eftir ðrum leigara, sum selur somu vørusløg Fyritøkan eigur virkis- bygningin á Hálsi og húsini, har Arbeidsloysisskipanin aðrastaðni, ikki so nógv størri har enn sigur Leivur Holm. Annaðhvort - ikki bæði Ferðslutrygd - Maður kemur í mans stað sum kunnugt, og vit fara ivaleyst at finna leiga- ra, sum selur plátur, sjón- varp og tílíkar verur. - Kanska kunnu vit eisini fáa ein meira nútíðar handil enn tann, sum er í dag, sigur Hans Mortensen. Dagny Tidindabladid ESKIL) Víðkað skeinkiloyvi Nólsoyarstova kann nú skeinkja í tveimum hæddum við einum skeinkiloyvi Dygdarmatstovan í Nóls- oyarstovu fer nú at víðka virksemi. Nå Færøernes Realkredittinstitut flytir nidan í gømlu hølini hjá Fossbankanum er ein hædd tøk afturat verandi hædd í húsunum og hesa vil restaurantin nú eisini nýta. Matur av høgum stæði skal nú serverast í tveimum hæddum, saman við víni og øðrum góðum afturvið. Men skipanin við skeinkiloyvum er eitt sindur fløkt og Nólsoyar- stova kann ikki av sínum einingum skeinkja í nýggju hølunum. Neyð- ugt er við einum skeinki- loyvi, sum eisini fevnir um nýggju hæddina, og hesa umsókn skal fyrst fútin, síðan býráðið og at enda og avgerandi loyvis- nevndin viðgera. Tá skeinkiloyvi koma til ummælis í býráðnum, fer altíð eitt orðaskifti fram og orðaskiftið er altíð tað sama. Teir flestu býráðslimirnir halda tað vera láturligt í heilatikið at viðgera eitt skeinkiloyvi, tí tilmæli frá býráðnum hevur einki avgerandi orð at síga í seinasta enda. Torfinn Smith mælti til, at býráðið setti eina kvotu upá 1000 skeinkiloyvir, sum skuldu liggja klár í eini skuffu til ein og hvønn sum ynskti at lata ein "beværtning" upp og annars lúkti settu treyt- irnar. Fleiri býráðslimir vildu vita um Nólsoyarstova nú skuldi hava tvey skeinki- loyvir. Men talan er bert um tað eina, sum skal fevna um báðar hæddir- nar. Ein býráðslimur var innhabilur, ógegnigur, tá hetta mál var fyri, og hann reisti seg virðiliga og fór av fundinum, meðan við- gerðin fór fram. Logarbroyting kann bjarga forskúla Fólkaskúlalógin heimildar ikki forskúlum, men hevur níggju ára tvungna skúlagongd. Forskúlin hjá nonnunum hevur virkað í 30 ár, men er ólógligur í dag Lagnan hjá forskúlanum í Sankta Fransskúlanum í Havn verður avgjørd út í Tinganesi í næstum. Seinasta hóskveld av- gjørdi býráðið, at heita á landstýrið, um at gera tær neyðugu lógarbroyting- arnar, sum kunnu tryggja kann halda fram aftaná 1. august komandi ár. I 1985 gjørdi býráðið avtalu við Fransiskanara- systrarnar um at forskúlin í Sankta Fransskúla skuldi halda fram. Hesin sátt- máli gongur út 1. august komandi ár. Verandi fólkaskúlalóg heimildar ikki at fors- skúlar verða settir á stovn. Býráðið hevur fyrr í ár sent landstýrinum skriv, um at góðkenna at for- skúlin heldur fram. Landsstýrið svarár, at tað FA hevur ikki lógarheimild til at góðkenna, at skúlin heldur fram. Tí hevur bý- ráðið nú biðið landstýrið um at skipa fyri at lógin verður broytt. A býráðsfundinum seinasta høskvøld var nakað av orðaskiftið um hetta mál. Heitasti tals- maðurin fyri forskúlum, var Jan Christiansen, bý- ráðslimur fyri Fólka- flokkin. Hann er eisini skúlalærari av yrki. — Eg skilji ikki lands- stýrið. Forskúlin hjá nonnunum hevur virkað í 30 ár og hann hegur virkað væl. Tað er "beklagiligt", at ein "forstokkad" fólka- skúlalóg, skal leggja fót fyri hendan Forskúlar mugu av- gjørt verðaein sparing fyri samfelagið, eitt forskúla- } tr : Nålsoyarstova, pilurin Býráðið samtykti við stórum meiriluta at við- mæla at Nólsoyarstova fekk skeinkiloyvi. ein býráðslimur atkvøddi i móti. jústinus pláss kostar 600 krónur um mánaðin, meðan eitt barnagarðspláss liggur um 3000. Eg mæli til at seta fleiri forskúlar á stovn segði Jan Christiansen. Pengar eru at spara við at seta fleiri forskúlar á stovn, men samanbering- in millum eitt forskúla- pláss og eitt barna- garðspláss er íkki heilt rótt. Hetta visti formaður- in í Sosialu Nevnd, Elin Lindenskov, byrådslimur fyri javnadarflokkin å. — Meðan eitt barn er í forskúla tveir til triggjar tímar um dagin, er tað átta tímar í barnagarði, her má vera prísmunur, segði Elin Lindenskov. jústinus —— Ør