Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S Nr. 199 — 19. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið CCD ida 6 Eg fari ikki av landinum - Seinastu árini hava verið heldur baldrut, men eg ætli at halda fram sum landfúti í Fóroyum, til eg fari frá fyri aldur, sigur Mog- ens Nepper-Christensen, sum kom til Føroya fyrstu ferð fyri 30 árum síðan Flestu donsku embætis- menninir steðga stutt í Før- oyum. Teir verða útsendir í nøkur ár og fara so heimaft- ur til Danmarkar og fáa har okkurt starv. Men tað eru eisini teir donsku embætismenninir, sum falla til í Føroyum og festa røtur her. Ein teirra er Mogens Nepper-Christensen, sum kom til Føroya fyrstu ferð fyri 30 årum sidan. Styttri tíðarskeið hevur hann tó verið burturi, men síðan 1976 hevur hann verið her fast, sum landfúti. Hann hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Danmarkar. Í ferðalag við dómaranum - Tað var av tilvild, eg tá kom til Føroya. Eg hevði søkt um at koma til Grøn- lands, men so vard eg bidin um at fara til Føroya sum útsendur politifulltrúi hjá løgmålaråOnum, sigur M. Nepper-Christansen. Hann hevði trý år framm- anundan tikið løgfrødiligt embætisprógv og síðan starvast hjá ríkispolitiov- - Eg kendi púra einki til Føroyar, og tað var løgið at stíga umborð á gamla Tjaldrið við einvegis ferða- seðli. Eisini helt hann tað vera løgid, at við sama skipi til Føroya var Jógvan Andre- assen, sum tá fór heim til Føroya at arbeiða. Til Grønlands I 1967 før M. Nepper- Christensen aftur úr Føroy- um. Hann hevði tá hitt Klaru, sum hann síðan gift- ist við, og tey fóru bæði til Grønlands, har tey vóru í slgk trý ár. Hann arbeiddi sum fulltrúi hjá politimeist- aranum, og virkaði eisini eitt hálvt ár sum politimeist- ari. - Tað arbeiðið var spenn- andi, men tað var strævið, og so nógv var at gera, at eg ikki hevði frí eitt einasta vikuskifti, sigur M. Nepper Christensen, sum ikki hevdi hug at verda i Grønlandi longur. Hann var sidan eitt år fyribils settur politimeistari i Sæby politidømi i Dan- mark, men avgjørdi so at flyta til Føroya. - Føroyar hava altid sagt mær nógv, og eg søkti ti starvid sum politiassessor i Føroyum. Longdist til Føroya Í 1974 fór hann til Fredriks- havn at arbeida sum politi- asessor, og tað var ikki av tilvild, hann valdi júst hetta politidømid, tí har búðu skyldfólk hansara. - Tað var ongantíð ætlan mín at gerast politimeistari ella landfúti, sum tað eitur, í Føroyum, men starvið varð leyst at søkja til 1. oktober 1976, og eg tók táavgerðina at flyta aftur til Føroyua. Tað vóru ikki gll, sum skiltu meg, tí tá stóð eg framma- liga í rødini at fáa politi- meistarastarv í Danmark. Men eg hevði betri hug at fara aftur til Føroya. Vil vera her - Nógv skilja heldur ikki, hvíegikki søkti starvið sum politimeistari í Fredriks- havn, og óivað hevði eg eisini fingið starvið, um eg søkti. Maðurin, sum fekk starvid, hevur seinni sagt mær, at tå hann søkti, var hann sannførdur um, at starvið fór at verða mítt. Men eg søkti ikki, ti eg helt meg ikki kunna fáa nakað meira áhugavert starv enn hetta i Føroyum, vit trivust her, og sonurin, sum er førddur her, kennir seg eisini sum føroying. - Kenna vit trongd til at fara burtur, hava vit eini hús í Skagen sum frístað. Ov seint at skifta starv Mogens Nepper-Christen- sen heldur, at um hann so hevði havt hug til tess, er heldur seint nú hjá honum at fara í annað starv, tí hann nærkast teimum 60. Men hann kortini um hann legði í farið í annað starv. - Eg verði í embætinum her, til eg fari frá fyri aldur. Eg kann halda fram, til eg verði 70, havi eg heilsuna, men eg kann fara, tá eg verði 67. Møguleiki er ann- ars at sýkja um at sleppa fyrr og fáa eftirløn, tá ein er farin um tey 60, men eg havi ikki ætlað mær at farið so skjótt. - Eg veit ikki, um ar- beiðsfólkið her ikki skjótt hevur krav uppá at fáa ein annan leiðara. Eg havi tó ikki merkt nakað á teimum., men tey eru kanska so fólkalig. Myndir: Kalmar Tekstur: Randi Meira at gera Fútaembætið í Føroyum er nógv ødrvisi enn politi- meistarastørvini i Dan- mark, ti her eru so nógvar aðrar uppgåvur knyttar at embætinum. Fútin hevur nógv stórri åbyrgdarøki enn ein danskur politimeistari. Fútaembætið er beint undir ríkisadvokatinum, og fútin fórir sjálvur nevningamál og kærumál í landsrættin- um. Nakrar uppgávur eru tónú fluttar frå embætinum, td. partafelagsskrásetingin og skipaskrásetingin. Ein annar munur er, at fú- tin luttekur í lóggevandi ar- beiðinum saman við lands- stýrinum. Tey seinastu árini er alt broytt í Føroyum, eisini arbeiðið hjá fútanum. Alter merkt av ótryggleikanum og svartskygninum í sam- felagnum. Minni kriminalitetur - Men samstundis eiga vit at fegnast um, at kriminali- teturin ikki er øktur. Væl kann tað vera, at nógv fólk eru farin av landinum, men tað er kortini dámligt, at hagtølini yvir rúsdrekka- koyring, ferðslumisbrot og aðrar revsiverdar gerðir ikki vaksa. Tað er vert at geva gætur, tí vanligt er, at kri- minaliteturin økist í kreppu- tíð. - Hinvegin vil eg siga, at tað hevð: verið gott, høvdu vit ikki havt øll hasi málini um møguliga yvirfigging í 1980 årunum, sigur M. Nepper-Christensen, sum ikki leggur í at gera við- merkingar til, at ákæruvald- ið tapti fyrsta skipamálið, Heygadrangsmálið. Skipamálini eru eitt ar- beiði, ið bara skal gerast. Fútin arbeiður ikki sjálvur við málunum, men hann noyðist at fylgja væl við, lesa alt og taka tær avgerðir, ið takast skulu. Skipamálini fara við nógvari tíð, og tað merkir, at fútin nú hevur minni fritid enn áður. - Ikki hevði eg væntað, at so stórur partur av míni tíð hesi seinastu árini í embæti- num skuldu fara til slíkt. Hjá teimum flestu, verður ar- beiðið lættari, eldri tey blíva. Mogens Nepper-Christensen dámar so væl í Føroyum, at hann ikki hevur lagt í at søkja leiðandi stórv í Danmark - størv, id hann hevur havt góðan møguleika at fingið Nógv hent Nógv er hent í Føroyum hesi 18 árini, M. Nepper-Christ- ensen hevur verið fúti i Føroyum. Fegin er hann um at hava verið við til at broytt skipanina við sýslumonn- um, sum nú allir eru poli- tistar við leiðaraútbúgving. Politistødirnar eru eisini all- ir blivnar nógv betur mann- aðar. T.d vóru 20 mans í Havn og ikki samdøgurs- vakt, nú eru teir 50, og vakt er altíð á stødini. Tær flestu av hinum politistødunum hava fingið tvífaldaða manning. Tað var eitt megnar arbeiði at fáa gjørt alt hetta. Nógv stór mál hava eisini verið hesi 18 árini. Nøkur syndarlig drápsmál, men so hava eisini verið onnur, ið summi hava hug at flenna at. "Gíslamálið" nevnir fút- in skemtiliga málið, ta ferð- inarituvíkarneytinini komu við skipi og ikki sluppu í land. Málið var tó álvars- ligari fyri onnur. Gott at Watson fór Vitjanin hjá Watson í 1986 var nakað heilt serligt. - Tað var so løgið mål at fáast við, tí maðurin var jú útvístur og sigldi kortini her inni við landi. Hjá okkum ráddi um at fáa hann burtur, tí tað ringast, sum kundi hent, var, um vit tóku mannin, tá hann jú var útvístur. - Slík mál eru eisini trupul á tann hátt, at fjølmiðlarnir vísa teimum slíkan áhuga. Taðer ikki altíð líka sakligt, men slíkt ger, at vit mugu ansa betur eftir enn annars, hvat vit gera, sigur M. Nepper-Christensen, sum er fegin um, at Watson ikki kom aftur til Føroya i ár, sum hann hevði ætlað. - Tey meira syrgiligu málini tyngja upp á ein ann- an máta, men tá ræður um at halda málunum frá sær kensluliga. Onnur mál haldi eg ikki tyngja. Vit hava jú útbúgving í at arbeiðs við slíkum, og vit vita jú øll, at hetta ikki er nakað sunnu- dagsskúlalærarastarv. M. Nepper-Christensen hevur nógv gott at bera sín- um starvsfólki, og hann er eisini fegin um at hava ein slíkan dugnaligan mann sum Magnus Møller at taka sær av skipamålunum burt- urav, og á fútaskrivstovuni og politistødini eru eisini nógv annað sera dugnalig fólk, sigur fútin. Hann hev- ur alla tíðina havt kollektiva leiðslu, soleiðis at allir løg- fróðingarnir og allir leið- ararnir í politinum kunnu síga sína hugsan, tá avgerð- ir skulu takast. Eingin uppilegging M. Nepper-Christensen hevur tað góða at bera landsstýrinum, at lands- stýrið ongantíð so mikið sum hevur roynt at ávirka hann sum ákærumyndug- leika. Onkrir politikarar hava tó klagað fútan fyri donskum myndugleikum ella reist føroysk mál í fólkatinginum, men tað tek- ur fútin lætt. Fyrr vóru eisini regluliga fundir millum landsstýrið og fútan, men síðan krepp- an kom, hevur landsstýrið ikki havt stundir til fútan longur, og tað harmar hann. Vit tosa um, at tað er strævið at rudda upp eftir 80-årini. Sjálvi 80-årini vóru eisini strævin. Vístu hógv í 80-árunum - Donsku myndugleikarnir hava stórt forstáilisi fyri hesum landinum, men í 80- árunum var Danmark longu farið at spara, og tí var játt- anin avmarkað. Tað var ógvuliga torført, ti vit mistu so nógv starvsfólk, sum ant- in fóru til tað privata ella til tað føroyskt almenna, sum bjóðaðu væl høgri løn, tí føroysku stovnarnir skuldu ikki spara, sigur M. Nepper Christensen. Hann minnist eina ferð- ina, hann var kallaður á fund við eina løgtingsnevd. Tað var í sambandi við tað stóra talið av ungum fólki, sum koyrdu seg í hel ella fingu ávarsligar lýstir. Fåtin