Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 199 — 19. OKTOBER 1994 Sida 7 > varð tá spurdur, hvussu nógvar menn politinum tørvadi aftrat. Pengar loystu alt - Tað avdúkaði eina fatan av, at øll mál kundu loysast við pengum, og at tað al- menna varð sinnað at gjalda. Eina aðru ferðina deildi ein politikari fútan fyri, at politiið ikki hevði fleiri hash-hundar, og samstund- is segði politikarin, at fútin var kendur fyri ikki at vilja hava fleiri fólk í starv. - Vit vildu bara ikki leypa framav, sjálvt um alt annað vaks í Føroyum. Vit hildu tað vera betri at arbeiða róligt frameftir við málun- um. Skeivt nú at yvirtaka Nú verður lítið longur tosað um at yvirtaka politiið. Tað er ikki við í hesum sam- gonguskjalinum. - Politi og rættarskipan eru so grundleggandi tættir í einum og hverju samfelag, at tey mugu yvirtakast, um samfelagið vil hava sjálv- stýri. Eg haldi tað kortini ikki vera nakað gott hug- skot. Ikki bara tí, at máls- økid er so dyrt, men tí tað hevði havt m.a. tær kediligu avleiðingar, at ongastaðni var at kæra. Torført hevði verið at bygt upp ein kæru- stovn í Føroyum omanfyri Føroya Rætti og åkæru- myndugleikanum. Haraftr- at eru nógvir fyrimunir við, at politið er danskt. Politist- arnir fáa bæði útbúgving og eftirútbúgving í Danmark, og tað hevði kostað nógv at sett á stovn slíkan útbúgv- ingarstovn í Føroyum. Oneydugt Fútin nevnir málið um, tå hann bað legtingið taka stóðu til, um politiski imm- uniteturin skuldi takast frå Heina O. Heinesen. - Tad var als ikki nakad stórt mål, bara eitt av- reidslumål, og einki hevdi verið, um løgtingid hevði avgreitt målid beinanvegin. Løgtingid dråladi, og hetta hevði ið sær stórt alment orðaskifti. Hetta var als ikki neyðugt, tí helt løgtingid, at løgtingsmadurin varð polit- iskt forfylgdur, var bara at atkvøda ímóti at taka immu- nitetin frá honum, og so var tað liðugt. Eitt tað nýggjasta M. Nepper Christensen veit at síga frá er, at landsstýrið jnú fær at lesa álit um eina til- búgvingarætlan fyri Føroy- ar. Fútin vónar so inniliga, at hesu ferð kemur nakað burturúr, og at ein skipan verður gjørd nú, tí annars verður scinur dagur, at málið verður tikið upp aftur. Tað er ikki nóg mikið at hava eina ætlan um, hvussu berast skal at, um vanlukkan hendir. Fólkini mugu eisini vera tilbúgvin við útgerð. Í álitinum verður sagt, hvat skal til fyri at fáa slíka ED Fútin hevur fingið nógv meira av gera, síðan skipamálini byrjaðu. Ikki hevði ahnn væntað, at arbeiðstrýstið skuldi økjast hesi seinastu árini, hann hevur eftir í embætinum skipam, og eitt uppskotið er at læna ein kønan mann úr Danmark í nøkur ár. Støda er ikki til, hvør skal løna hesum manni, sigur fitin. Ikki i Rotary Mogens Nepper-Christen- sen er ikki ein maður, sum luttekur nógv í almennum haldum og veitslum. Hann livir sítt stillisliga lív, sum ein eisini noyðist í slíkum starvi. - Eg eri ikki nakar veitslu- maður, og eg eri heldur ikki limur í Rotary ella nøkrum slíkum klubba. Tað havi eg ikki verið nakrastaðni, ti eingin skal kunnu leggja meg undir at fara í bók við teimum fáu útvaldu. Hvat fútin ger í síni frítið? - Nógv av mini fritid fer vid at arbeidi, og eg siti å skristovuni og arbeiði, eisini um vikuskiftini. Ann- ars gangi eg langar túrar, eri nógv úti í nátúruni, íðki ítrótt og arbeiði úti í urta- garðinum. Haraftrat lesi eg nógv, sigur Mogens Nepper-Christensen. Vit gera gamla gólvið sum nýtt Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tórshavn Tlf. 18875 - 88875 Fax. 18809 Okeypis tilbod og vegleiding verda givin. Tit ringja vit skriva Ringið telefon 118 20 VISTI TÚ HETTA — um koyring og rusdrekka? VISTI TU: at tå id talan er um »promille«, verður meint við hvussu nógv alkohol er í blóðinum? attá ið talan er um »alkoholprosent«, verður meint við nøgdina av reinum alkoholi í rúsdrekkanum? (t.d. 42% alkohol, restin vatn og smakkievni) at verður tú tikin at koyra bil við 0,8 til 1,2 promille av alkoholi í blédinum, missir tú koyrikortið og fært bót? (promillukoyring) at verður tú tíkin at koyra bil við 1,2 promille av alkoholi í blóðinum, missir tú koyrikortið, fært bót og skalt inn at sita? (rúsdrekkakoyring) at koyrir tú bil og kemur tær í 6happ, kanst tú fáa revsing, hevur tú bert lítla nøgd av alkoholi í blóðinum? at livurin, ið altíð arbeiðir við somu ferð, nidurbrytur alkoholid, sum er komið inn í kroppin? at livurin hjá miðalfólki (70 kg) megnar at beina fyri uml. 7 g av alkoholi um tíman? at livurin hjá fólki í miðal megnar at minka um alkoholinnihaldið i kroppinum við 0,15 promille um tíman? (Hetta kann tó vera sera ymiskt millum fólk, úr 0,1 til 0,25 promille) at tað tekur 1'/2 tíma at beina fyri alkoholinnihaldinum í einum føroyskum »litlum«, sum inniheldur uml. 10 g av alkoholi? at ein føroyskur »litil« er uml: 25 ml av snapsi — ein fløska av t.d. »Vedri«/»Silvur«, — ella eitt glas av víni? at tú verður bert edrúur av at lata tíðina ganga og bíða, meðan livurin ger arbeiði sítt? at tú verður ikki skjótari edrúur av at renna, fara í sauna ella brusubad, drekka nógv kaffi, tiansheldur bert vid at fáa sær ein blund? at lítil og løtt fólk verða lættari ávirkað av rúsdrekka enn stór og tung fólk, hóast sama nøgd verður drukkin. Hetta tí at alkoholinnihaldid verður sterri í mun til kroppin. at konufólk verða lættari ávirkað av rúsdrekka enn mannfólk, hóast tey vita tað sama. Orsøkin er, at konufólk hava meiri feitt í kroppinum enn mannfólk og alkohol loysist ikki so væl upp í fiti? at alkoholpromillan í blóðinum hjá einum, sum drekkur niður í tóman maga, verður størri, enn tann hjá einum, sum drekkur og hevur etið ella samstundis etur, hóast sama nøgd verður drukkin? at alkohol minkar um evnini at síggja í náttarmyrkri? at alkohol minkar um evnini at síggja til síðurnar? at alkohol minkar um evnini at reagera skjótt, t.d. at bremsa? at alkohol ger, at fólk fáa trupulleikar av at skilja millum grønt og reytt? at sambært kanning hava 17% av føroyingum onkuntíð koyrt bil ávirkað av rúsdrekka? (Sama kanning í Finnlandi, Noregi og Svøriki gav úrslitið 6-7%) at meginparturin av teimum ålvarsligu ferðsluvanlukkunum eru orsakaðar av rúsdrekka? at meginparturin av teimum, sum verða handtikin fyri at koyra ávirkað av rúsdrekka, verða tíkin um næturnar í vikuskiftunum? KELDUR: H. D. Joensen: »Ruseitur, turvelvandi drøgg« 1987 Jørgen Green: »Hvad ved vi om alkohol?« 1992 Føroya Løgting: >Ferðslulógin= 1988 Kanning hjá Narkotika- og Rúsdrekkaráðnum Ráðið fyri Ferðslutrygd Njáll og Georg Bergmeriri | || - veitslutónleikur til | | tel. 1-9194 tann ljósa morgun! | L