mikudagur 19. oktober 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 Nr. 199—19. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið CD
Sida 8 Nr 199—19 OKTÓBER 120 ss
Seinnu árini er medalaldur-
in á venjarunum hjá fót-
båltsfeløgunum í 1. deild í
Føroyum lækkaður nógv,
og alsamt yngri og yngri
venjarar bjóða seg fram
sum venjarar.
Men tað er nú 99,9% vist,
at í hvussu er ein av venjar-
unum í 1. deild komandi ár
verður ein maður, ið rætti-
liga er komin upp í árini.
Mikudagin í farnu viku
kom eysturríkski venjarin
Ernst Netuka, ið til aldurs er
miðskeiðis í trýssunum, til
Runavikar at >sýnað< NSÍ,
ið hevði sett seg í samband
við hann fyri ngkrum vikum
síðani.
Ernst Netuka kom í 1958
til Danmarkar, og har hevur
hann verið venjari hjá fleiri
feløgum — hann hevur verið
við til at vunnið tvey meist-
araheiti og fleiri ferðir er
hann vorðin steypavinnari
við sínum liðum.
Nakað fyri pengarnar
— Fótbóltur er eitt einfalt
spæl, ið skal verða stuttligt
hjá bæði spælarunum og
áskoðarunum. Fólk rinda jú
fyri atgongumerkini, tá tey
koma til ein fótbóltsdyst, so
tíer tað ikki annað enn rími-
ligt, at tey hava krav uppá at
fáa nakað fyri pengarnar,
sigur Netuka.
Hóast aldurin miðskeiðis
í trýssunum er nakað ungt
og dámligt yvir honum, og í
hvussu er bendi einki á, at
hann hevur hug at seta ferð-
inaniður, tá hann hóskvgl
ið og friggjakvøldid i farnu
viku vandi vaksnamanna-
deildirnar hjå NSI å vøllin-
um i Runavik.
Beinanvegin setti hann
spælararnar í gongd vid ein-
ari upphiting, ið teir ikki
vóru vanir við, so strævið
hildu teir tað vera. Kortini
dámdi teimum væl venjing-
ina, ið ikki hevði eina ein-
astu »deydu« løtu. Alla tíð-
ina koyrdi Netuka á spælar-
arnar, so teir vóru í gongd,
so leingi venjingin vardi.
Hetta er eftir hugburðin-
um, at tað er frægari at fáa
nógv burtur úr einum tíma
til venjing á vellinum, enn
einki at fáa burtur úr tveim-
um tímum.
Og spælararnir fingu eis-
ini nógv burturúr, greiddu
teir sjálvir frá aftaná:
— Hetta hava vit ongantíð
verið við til áður. Ikki ein
einasta løta fór til spillis, og
vit gjørdust ongantíð kaldir,
tí hann skuldi greiða okkum
frá, hvat tað næsta var, vit
skuldu gera. Vit fingu stutt
at vita, hvat nú skuldi ger-
ast, og so varð beinanvegin
farið í gongd, søgdu spælar-
arnir.
— Og tað var alla tíðina
sera fjølbroytt, tað vit fingu
boð um at gera. Einki varð
tikið upp í saman, so ein
fekk stundir at gerast kedd-
ur av tí, men alla tíðina var
okkurt nýtt. Vit kunnu heilt
avgjørt læra nógv av hesum
manninum.
Vil síggja úrslit
Tað, sum gjøgnum árini
hevur eyðkent Ernst Netuka
Ernst Netuka er eysturrikari, føddur í Wien, og síðani 1958 hevur han
verið eitt skeið í Charlton í Onglandi. Tað er við 99,9% vissu greitt, at
donskum fótbólti hevur hann vunnið tvey meistaraheitið og steypakappingina fleiri ferðir
ERNST NETU.
n verið venjari í donskum fótbólti — umframt at hava
hann verður venjari hjá NSÍ í 1. deild komandi år. Í
Myndir: Hilmar Jan Hansen
KOMANDI NSÍ-VENJARI:
Sera fáir ein-
staklingar eru
longur at finna
i fotboltinum
— Tå ein ungur og evnarikur spælari roynir at fara sjálvur, verður
hann alla tíðina koyrdur niður vid viðmerkingum um nú at lata bålt-
in frå sær, sigur eysturrikarin Ernst Netuka, ið hevur verið í Runa-
vík í farnu viku og >sýnað< NSI, ið hann helst skal venja næsta ár
sum fótbóltsvenjara, hevur
verið ágrýtni eftir at fáa úr-
slit burturúr.
— Sum eg longu havi sagt,
skal tað vera stuttligt at
spæla fótbólt. Tað stuttlig-
asta er at vinna, meðan tað
er minni stuttligt at tapa,
sigur hann.
— Tað kann væl vera, at tú
lærir okkurt av at tapa, men
tað er einki stuttligt. Tí ræð-
ur um fyrst og fremst at
vinna, skal ein trívast í fót-
bóltinum. Endamálið við
einum fótbóltsdysti er eis-
ini, at tú aftaná hevur skotið
fleiri mál enn måtstødulid-
ið, um tú skalt verða nøgd-
ur.
Í utgangtsstødi sínum er
Ernst Netuka ikki bundin at
nøkrari ávísari skipan av
liðnum, so sum tey mest
vanligu 4-4-2 ella 5-3-2.
— Tað veldst altíð um tað
spælaratilfar tú hevur, um
tú brúkar annað ella hitt,
ella kanska uppaftur okkurt
heilt annað, sigur hann.
— Í fyrstu døgunum hjá
fótbólti í Onglandi varð jú
spælt millum býir, og tá var
talið av spælarum á lidun-
um rættiliga ymist — kanska
upp í einar hálvthundrað á
hverjum liði. So við og við
fekk fótbóltsspælið sítt nú-
verandi skap, men kortini
var langt eftir á mál, áðrenn
funnið var útav at spæla fót-
bólt, so sum gjørt verður á
okkara dógum.
Onglendingar
funnu ikki út av tí
Sum dómi nevnir Netuka
onglendingar, ið møttu un-
garum á heimavelli og ong-
antíð funnu útav, at ungar-
arnir spældu við ikki einum,
men tveimum álopsspælar-
um, ið var rættiliga Ókent tá.
Ta ferðina vann Ungarn
6-3 á Onglandi, men so tóku
onglendingar og hildu seg
hava funnið útav tí, so teir
skuldu buka Ungarn av á
útivelli. Men tá høvdu un-
gararnir gjørt onkra aðra
broyting, ið onglendingar
heldur ikki funnu útav, og
so taptu teir 7-1.
— Hóast nógv er broytt
síðani tá, sigur hetta okkum,
at fótbóltur kann spælast á
so ymiskan hátt, og at tað al-
tíð er umráðandi at vera op-
in fyri nýhugsan og íkki at
vera ov fastlæstur, sigur Ne-
tuka.
— Men altíð ert tú bundin
av, hvussu tilfarið hjá tær er
at arbeiða við, hvørjar spæl-
arar tú hevur og so framveg-
is.
Hinvegin dylir Ernst Ne-
tuka als ikki, at álopsfót-
bóltur sigur honum mest.
— Sjálvandi eigur ein at
spæla álopsfótbólt, tá tað á
nakran hátt kann lata seg
gera. Onkuntíð kann verða
neyðugt at spæla verjukent,
men tað haldi eg bert tú skalt
„era, um tú ert noyddur til
tað. Utgangsstødid er best,
um tú satsar fyrst upp á at
leypa á, heldur hann.
Bólturin má vera við
Nógv verður nú á døgum
kjakast um, hvat er frægasti
háttur at skipa venjingina.
Eitt nú verður tosað aftur 0;
fram um, um bóltur alti
skal vera uppi í venjingini.
Eisini her hevur eysturríkar-
in sína avgjørdu hugsan:
— Tú kanst bara hugsa tær
ein skræddaralærling, ið fer
undir at læra at seyma uttan
at hava tráð. Tað ber heilt
einfalt ikki til, ti tá lærir
hann tað ongantíð. So er eis-
ini við fótbólti. Um tú ikki
hevur ein bólt sum middepil
undir venjingini, lærir tú
heldur ikki at brúka hann,
sigur Netuka.
— Eins og trådur er am
boðið hjá einum skræddara,
er bólturin amboðið hjá ein-
um fótbóltsspælara. Tað
haldi eg í hvussu er vera sera
einfalt.
Sum dømi nevnir Ernst
Netuka, tá hann í síni tíð
kom til enska felagið Charl-
ton sum spælari. Hann varð
sera vónbrotin av, at teir
kallaðu seg professionellar,
tá teir brúktu meginpartin
av venjingini til at venja
uttan bólt.
Enn er professionellur
fótbóltur ikki komin til Før-
oya, hóast fleiri røddir nú
eru frammi um, at vit eiga at
ganga tann vegin.
Tíðin ger munin
Vit spurdur Ernst Netuka,