mikudagur 19. oktober 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 199 — 19. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin |
Kappingin um nordurlanda-
meistaraheitid i boccia
Tilsamans 53 boccia-íðkarar vóru við i kappingini um nordurlandameistaraheitid í hesi heldur sjáldsomu ítróttargrein, ið var í
Havn um vikuskitið. Danir stóðu seg best í kappingini við fýra gullmerkjum, trimum silvurmerkjum og trimum bronsumerkjum.
Einki heiðursmerki fall fóroyingum í lut, men tí varð heldur ikki roknað við, tí enn hevur hesin ítróttur ikki verið vandur so nógv
Leygardagin og sunnudag-
in var Ítróttarsamband fyri
Brekað vertur fyri norður-
landameistarakappingini í
boccia fyri brekað, og gekst
enn einaferð sera væl at
fyrireika eina so stóra ítrótt-
arstevnu, ið er tann størsta
avbjóðingin hjá ÍSB síðani
NM i svimjing var í Føroy-
um í 1987, og sambandið tå
fekk stóra rós fyri arbeiðið.
Svíar, finlendingar, ís-
lendingar, føroyingar, dan-
ir og norðmenn vóru við í
kappingini, ið var í ítróttar-
høllini á Hálsi og Gunda-
dalshøllini.
Einstaklingakappingin i
boccia var leygardagin, og
tå vórðu báðar hallirnar
brúktar, meðan liðkapping-
in sunnudagin var í ítróttar-
høllini á Hálsi.
Tey íðkandi vórðu býtt
sundur, alt eftir hvat brekið
var, og tey í fyrsta bólkinum
vóru tey við størsta brekin-
um, meðan tey við minsta
brekinum vóru í fjórða
Íslendingarnir skuldu eft-
ir røttum verið komnir við
flogfarinum fríggjadagin,
men teir settust aftur, tí ikki
vóru so góð floglíkingi.
Men leygardagin eydnaðist
teimum kortini at koma, so
tí vóru allar tjóðirnar við, ið
upprunaligaskuldu vera við
í kappingini.
Danir vunnu
tíggju heiðursmerki
Danir stóðu seg best i all-
ari kappingini, og kundu
teir fara avstað aftur við til-
samans tíggju heiðurs-
merkjum — fýra gull, trim-
um silvur og trimum bronsu.
Teimum á baki komu so
sviar við tveimum gull,
tveimum silvur og einum
bronsu. Á triðja plássinum
vóru finnar við tveimum
gull, einum silvur og einum
bronsu, meðan Ísland vann
eitt silvur og Noregi eitt
bronsu.
Væntandi var ikki undan
kappingini, at føroyingar
fóru at fáa heiðursmerki,
men tóer ikki vist, at bíðast
skal so øgiliga leingi aftrat,
til okkara íðkarar standa
mát við hinar norður-
lendsku í boccia, so helst
hava vit nakað at gleða okk-
um til og síggjar fram til.
Lidkappingin í fyrsta og
ødrum bólki var saman, og
har vunnu danir bæði gull
og silvur, meðan sviar
vunnu bronsu.
Í triðja bólki vunnu sviar
gull, danir silvur og finnar
gull, meðan íslendingar og
føroyingar síðani komu.
Kappingin í fjórða bólki
endaði við, at finnar vunnu
gull, danir silvur og sviar
bronsu, og síðani komu
norðmenn, íslendingar og
føroyingar.
Einstaklinga-
kappingin
Í einstaklingakappingini
vórðu úrslitini hesi:
Kappingina í fyrsta bólki
vann Tove Jacobsen, Dan-
mark, og hinar plasering-
arnar vóru í hesi rød: Iver
Gudmundsson, Ísland, Lone
Bak-Pedersen, Danmark,
Mattias Nordstrøm, Svøriki,
John Åke Jonsson, Svøriki
og Aki Joensen, Føroyar.
Annan bólk vann Lis
Svendsen, Danmark, og
hini endadu soleidis: Juan
Paolo Silva, Svøriki, Hans