týsdagur 15. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 131 - 15. juli 2003
Nr. 131 - 15. juli 2003
3
IRA hjálpt palestinum
Ísraelsku myndugleikarnir hava illgruna um, at ein
limur í forbodna írska republikanska herinum IRA
hevur hjálpt víðgongdum palestinum at nýta
spreingievni.
Írin varð tikin í síðstu viku og varð alt fyri eitt
latin fregnartænmastuni Shin Beth til avhoyringar.
Bretsk bløð skriva, at maðurin kom til Ísraels fyri
einum mánað síðani, og at hann hevði bretskt pass.
Úr Ísrael fór hann beinleiðis til tey palestinsku økini
á Vestara Áarbakka, skriva bretsku bløðini. BBC vil
vera við, at víðgongdir palestinar hava havt
samband við hernaðarligar norðurírar seinastu 25
árini.
Ísraelsku myndugleikarnir hava hildið eitt serliga
vakið eyga við útlendingum, síðani tveir bretskir
muslimar sprongdu seg í luftina í Tel Aviv í apríl.
Atsóknin var uttan fyri ein náttklubba og kostaði
fimm mannalív.
Heilsutiltøk fyri
starvsfólkið
Alt fleiri danskar fyritøkur eru farnar at skipa fyri
ymsum heilsufremjandi tiltøkum fyri starvsfólkið.
Talan er um eitt nú kolesterolmátingar, klænkiskeið
og skeið, sum skulu fáa fólk at leggja av at roykja.
Eitt av feløgunum, sum skipar fyri slíkum skeið-
um á arbeiðsplássum, er Falck Healthcare, og tey
hava munandi meiri at gera nú enn fyrr. Í fjør
skipaðu tey fyri skeiðum á 80 arbeiðsplássum, men
longu nú er talið í ár komið upp á 150. Í flestu førum
er talan um arbeiðspláss, har færri enn 50 fólk
arbeiða.
Stjórin í Falck Healthcare, Jan Steenhard, sigur
við Jyllandspostin, at pengarnir, sum arbeiðsplássini
nýta til heilsufremjandi tiltøkini, verða skjótt vunnir
aftur. Eitt nú hevur tað víst seg, at sjúkradagarnir á
arbeiðsplássunum fækka. Í Svøríki hava kanningar
víst, at har fækkaðu sjúkradagarnir millum átta og
tíggju prosent, eftir at fólk høvdu verið til tey
heilsufremjandi tiltøkini.
Pengarnar fyrst
Fyritøkur í Norðurnoregi, sum fáast við at hjálpa
fremmandum bilum, sýta nú fyri at hjálpa russiskum
lastbilum, fáa tey ikki samsýningina fyrst.
Í síðstu viku fór ein russiskur lastbilur útav við
Alta. Bilurin varð vrak, og fleiri tons av laski, sum
vóru í lastini, fóru fyri skeyti. Eitt norskt bjarg-
ingarfelag beindi vrakið burtur og royndi at bjarga
sum mest av laksinum. Men nú situr bjargingar-
felagið við rokningini, sum er 240.000 krónur, tí
eingin er at gjalda hana.
Stjórin í bjargingarfelagnum sigur við Aften-
posten, at tað er vónleyst at fáa at vita, hvør átti
lastbilin, ella hvør hevði ábyrgdina av honum. Hann
sigur, at eigaraviðurskiftini í Russlandi eru mangan
so torskild, at tað loysir seg als ikki at royna at leita
eftir tí veruliga eigaranum. Tí vil felagið nú hava
pengarnar fyrst, áðrenn russiskir lastbilar fáa hjálp.
Norska lastbilaeigarafelagið kærir seg um tað sama.
Felagið hevur ofta hjálpt russiskum lastbilum, sum
koyra í Noregi, men eisini har hevur tað víst seg at
vera vónleyst at fáa nakra samsýning úr Russlandi.
Førararnir vóru fullir
Løgreglan í suðursvenska býnum Trelleborg noydd-
ist sunnudagin at koyra sjey lastbilar í land av einari
ferju.
Manningin á ferjuni hevði kunnað løgregluna um,
at lastbilaførararnir høvdu tikið ríkiligt til sín av tí
váta slagnum á ferðini til Svøríkis, og tí stóð løg-
reglan fyri ferjuni, tá hon legði at í Trelleborg. Tá
løgreglumenninir fóru umborð, vísti tað seg, at teir
sjey niðurlendsku lastbilaførararnir vóru ikki koyri-
førir.
Tí noyddust løgreglumenninir at koyra lastbil-
arnar í land, og har vórðu teir standandi, sigur tals-
maðurin hjá løgregluni í Trelleborg við Helsingborg
Dagblad.
UTTAN ÚR HEIMI
Yvirgangsfelagsskapu
rin al-Qaeda sigur seg
standa aftan fyri tey
nógvu álopini á
amerikanskar her-
menn í Irak, og
felagsskapurin hóttir
við einum stórálopi
IRAK
Árni Joensen
Hóttanin varð sett fram á
einum ljóðbandi, sum arab-
iska sjónvarpsstøðin Al
Arabiya sendi sunnukvøld-
ið. Á bandinum varð eisini
sagt, at tað eru ikki stuðlar
hjá Saddam Hussein, sum
hava skipað fyri álopunum
á amerikansku hermenn-
inar í Irak, men limir í al-
Qaeda.
Í sjálvari hóttanini varð
sagt, at teir heilagu krígs-
menninir fara at skipa fyri
einum stórálopi á um
nakrar dagar, og at álopið
fer at ryggbróta USA. Um
álopið verður í Irak ella
aðrastaðni, varð einki sagt
um.
Amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, segði um vikuskiftið,
at hann væntar, at álopini á
amerikansku hermenninar í
Irak fara at halda fram.
Samstundis segði hann, at
hermenninir í Irak verða
ikki tiknir haðani enn, sum
hann tók til. Fyri nøkrum
døgum síðani segði verju-
málaráðið Pentagon, at
USA noyðist helst at hava
einar 145.000 hermenn í
Irak. Fyri bert fáum mán-
aðum síðani metti stjórnin í
Washington, at tað fór at
verða nóg mikið við 50.000
amerikanskum hermonnum
í Irak.
Síðani tann 1. mai eru 32
amerikanskir
hermenn
deyðir í álopum í Irak. Tann
seinasti doyði í gjár.
Grimdarregn
Tað er ikki bert í Kina og Bangla Desh, at tað hevur regnað illa í seinastuni. Hendan myndin er tikin í Moskva sunnudagin. Har
stóðu fleiri vegir undir í vatni eftir áhaldandi regn
Mynd: Reuters
Amerikanska fregnar-
tænastan CIA ávaraði
Tony Blair um, at
høvuðsgrundgeving-
in hjá bretsku stjórn-
ini fyri at leypa á Irak
hevði ikki hald í veru-
leikanum, men Blair
vildi ikki lurta
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
Hósdagin hittast George W.
Bush, forseti og Tony Blair,
forsætisráðharri, í Wash-
ington, men hesaferð eru
viðurskiftini ikki so hjarta-
lig, sum tey hava verið.
Bretski uttanríkisráðharr-
in, Jack Straw, tvíheldur
um, at Bretland mistók seg
ikki, tá landið legði Irak
undir at hava útvegað sær
uran úr afrikanska landin-
um Niger. Ístaðin leggur
hann nú USA undir at hava
dult týðandi upplýsingar
beint undan krígnum.
Amerikanska
fregnar-
tænastan hevur boðað frá,
at hon ávaraði bretsku
stjórnina um, at sumt av tí,
sum stóð í einari stjórnar-
frágreiðing um Irak í sep-
tember í fjør, hevði ikki
hald í veruleikanum. Tað
váttar Jack Straw, men
leggur afturat, at amerikan-
arar høvdu onga aðra frá-
greiðing.
- Vit høvdu tíðindini frá
okkara álítandi keldum.
Amerikanarar hava sjálv-
andi ikki somu keldur sum
vit, so vit valdu at halda
okkum til tað, sum vit
vistu. Tá amerikanararnir
seinni komu eftir, at upp-
lýsingar
okkara
vóru
grundaðar á følsk skjøl,
søgdu teir okkum ikki frá,
sigur Jack Straw.
Orðini hjá Straw eru úr
einum brævi, sum hann
hevur latið uttanríkisnevnd-
ini hjá parlamentinum, og
eygleiðarar í London siga,
at orðalagið er sjáldsama
hvast, serliga tá hugsað
verður um, at Blair skal
hitta Bush hósdagin.
Blair lurtaði ikki eftir ávaring frá CIA
Al-Qaeda hóttir við stórálopi
C
M
Y
K
3
2