Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 132 - 16. juli 2003 Nr. 132 - 16. juli 2003 3 UTTAN ÚR HEIMI Nógv ungfólk arbeiðsleys Norsk hagtøl vísa, at munandi fleiri fólk í aldrinum 20 til 25 ár eru arbeiðsleys nú enn fyri fáum árum síðani. Bara hetta seinasta árið er arbeiðsloysið í hesum aldursbólkinum vaksið heili 36 prosent. Kjell Underlid, sum starvast sum granskari á lærda háskúlanum í Bergen, sigur við Aftenposten, at tað er eitt stórur missur fyri norska samfelagið, at so nógv ungfólk eru arbeiðsleys. Hann sigur, at eyðkennini hjá hesum aldursbólkinum eru orka, mót, hugflog og dirvi at váða nakað, og tað er júst hesum eginleikum, sum norska samfelagið hevur tørv á júst nú. Norskir politikarar siga seg eisini vera ørkymlaðar av, at arbeiðsloysið millum tey 20 til 25 ára gomlu er vaksið so nógv. Victor D. Norman, arbeiðsmálaráð- harri, sigur, at tað er umráðandi, at tey ungu standa fremst í røðini, tá arbeiði er at fáa. Nýggjan blaðstjóra Kenda amerikanska blaðið The New York Times hevur fingið nýggjan blaðstjóra. Tað er Bill Keller, sum tekur við eftir Howard Raines, sum fór frá í juni saman við aðalstjóranum Gerald Boyne. Teir báðir noyddust at leggja frá sær, tá tað varð avdúkað, at ein av blaðmonn- unum hevði skrivað fleiri greinar, sum einki høvdu við veruleikan at gera. Í summum førum hevði hann eisini umskrivað greinar úr øðrum bløðum. Avdúkingin kom tí kenda blaðnum sera illa við, men leiðslan sigur seg hava álit á, at tann nýggi blaðstjórin er førur fyri at útvega blaðnum tað álit, sum tað altíð hevur havt millum fólk. Tann 54 ára gamli Bill Keller fekk í 1989 Pullitzer- heiðurslønina fyri tað, sum hann skrivaði um Sovjet- samveldið. Hann er tann 89. blaðmaðurin hjá The New York Times, sum hevur vunnið hendan heiður. Ætla at skilja tvíburðar Amerikanskir læknar eru nú til reiðar at skilja tveir egyptiskar brøður, sum eru siamesiskir tvíburðar. Teir eru samanvaksnir oman á høvdinum. Læknarnir á einum sjúkrahúsi í Dallas halda seg hava góðar møguleikar at skilja teir báðar tvey ára gomlu dreingirnar frá hvør øðrum. Júst aldurin kann hava avgerandi týdning, tí sambært læknunum er tað lættari at skurðviðgera siamesiskar tvíburðar sum børn heldur enn sum vaksin. Kenneth Sayler, sum er lækni á sjúkrahúsinum í Dallas, kannaði dreingirnar fyri einum ári síðani. Hann sigur, at tá helt hann tað vera næstan ómøguligt at skilja teir frá hvør øðrum, men at seinni kanningar hava víst, at tað kortini eigur at lata seg gera. Gongst eftir ætlan, verður skurðviðgerðin eina ferð í næsta mánað. Einaræðisharri stillar upp Sjálvt um Efraim Rios Montt er skuldsettur fyri fleiri grov lógarbrot, meðan hann var einaræðisharri í Guate- mala í 1982 og 1983, hevur hægstirættur í landinum nú loyvt honum at stilla upp til forsetavalið, sum verður í heyst. Av teimum sjey hægstarættardómarunum atkvøddu fýra fyri at loyva honum at stilla upp, men hinir tríggir atkvøddu ímóti. Mannarættindafelagsskapir hava mótmælt avgerðini. Rios Montt var forseti í hálvt annað ár í 1982 og 1983. Hann stýrdi landinum við harðari hond, til hann varð koyrdur frá. Í 1990 og í 1995 royndi tann gamli generalurin at sleppa at stilla upp til forsetaval, men fekk ikki loyvi til tess. Fyri fýra árum síðani valdi hann at styðja núverandi forsetan, Alfonso Portillo, og í heyst fer hann so at royna sjálvur. Bretska løgreglan og Interpol leita eftir einar 12 ára gamlari enskari gentu, sum rýmdi saman við einum fyrrverandi amerikanskum herflotamanni. BRETLAND Árni Joensen Tann 12 ára gamla Shevaun Pennington rýmdi leygar- dagin úr heimi sínum tætt við Manchester, og bretska løgreglan heldur, at hon fór til Fraklands saman við tí 31 ára gamla fyrrverandi amerikanska herflotamann- inum Toby Studebaker. Tey bæði komu at kennast ígjøgnum internetið. Løgreglan er komin eftir, at Toby Studebaker fór við flogfari úr Detroit til Man- chester seinasta fríggjadag, og at hann og tann 12 ára gamla gentan síðani fóru til London og haðani við flog- fari til París, hagar tey komu leygarkvøldið. Bretska løgreglan hevur biðið fronsku løgregluna um hjálp at finna gentuna, men higartil uttan úrslit. Ein sjónvarpað áheitan frá foreldrum gentunnar hevur heldur ikki givið úrslit. Bróður Toby Studebaker hevur sagt við eina bretska sjónvarpsstøð, at bróðurin helt gentuna vera tilkomna, tí hann hevði tosað um, at tey skuldu giftast. 12 ára gomul genta rýmdi saman við hermanni Danmark misnýtti eisini Irak- upplýsingar Tað vóru ikki bara USA og Bretland, sum gjørdu ov nógv burtur úr frágreiðingunum hjá ST-vápnaeftir- litsmonnunum í Irak. Tað gjørdi danska stjórnin eisini, sigur fyrrverandi formaður- in hjá eftirlitsmonn- unum, Hans Blix. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen Tá Per Stig Møller, uttan- ríkisráðharri, tann 20. mars greiddi Fólkatinginum frá støðuni hjá stjórnini til Irak-kreppuna, legði hann dent á, at Irak hevði ikki kunnað gjørt greitt, hvat tað hevði gjørt við síni evna- frøðiligu og lívfrøðiligu hópoyðingarvápn. Orðini tók hann úr einari frágreið- ing, sum vápnaeftirlits- menninir hjá ST høvdu latið trygdarráðnum í New York, og hetta var ein av orsøkunum til, at danska stjórnin valdi at stuðla USA og Bretlandi í at leypa á Irak. Men orðini í frágreiðing- ini merktu ikki, at Irak hevði evnafrøðilig og lív- frøðilig vápn. Tað sigur fyrrverandi formaðurin hjá vápnaeftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, við Pol- itiken. Hann vísir á, at danska stjórnin mistulkaði upplýs- ingarnar hjá vápnaeftirlits- monnunum á sama hátt, sum Bretland og USA gjørdu. - Teirra uppfatan er, at tá Irak ikki kundi gera greitt, hvat var vorðið av hópoyð- ingarvápnunum, ja, so vóru tey til enn. Men tað er ikki so. Kanska eru tey til, kanska ikki, sigur Hans Blix og vísir á, at hann legði sera stóran dent á júst hetta, tá hann tann 14. februar helt røðu í ST- trygdarráðnum. Per Stig Møller heldur ikki, at hann misnýtti upp- lýsingarnar hjá vápnaeftir- litsmonnunum, men sosial- demokratarnir halda, at orðini hjá Blix taka grund- arlagið undan grundgev- ingunum hjá stjórnini fyri at stuðla USA og Bretlandi í krígnum. Fyrrverandi uttanríkis- ráðharrin Niels Helveg Pet- ersen heldur, at stjórnin misnýtti Hans Blix, tí hon tók bara tann partin av frá- greiðing hansara, sum gagnaði ætlanini at leypa á Irak. Hans Blix heldur, at danska stjórnin gjørdi sama mistakið sum Bretland og USA Per Stig Møller heldur ikki, at stjórnin misnýtti frágreiðingina hjá Hans Blix um iraksku hópoyðingarvápnini Maersk Air í turbul- ensi Eginkapitalurin hjá Maersk Air er etin upp eftir minni enn trimum árum. Samstundis verður satsað í Føroyum FLOGFERSÐLA Ingi Rasmussen Maersk Air satsar føroyskt. Síðstu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at felagið ger stuð- ulsavtalur við føroysk ítróttarfeløg, og herfyri læt Maersk Air eina ferðaskrivstovu upp í Havn. Í føroyskum loftrúmi gongur eftir øllum at døma væl hjá felagnum, sum A.P. Møller eigur, men tað er ikki myndin, sum verður teknað uttanlands. Danska flogfelagið hevur mist eina milliard krónur upp á minni enn trý ár, skrivar danska blaðið Børsen. Hetta hevur gjørt, at eigarin fyri fyrstu ferð síðan Maersk Air varð stovn- að í 1970 hevur verið noyddur at fara í egnum lumma fyri at seta 300 milliónir krónur í felagið. Fyri tveimum og ein- um hálvum árum síðan var eginkapitalurin hjá Maersk Air 1,2 milli- ardir krónur. Nýggjar roknskapargrundreglur hava kostað 275 milli- ónir krónur. Restin, ein lítil milliard, hevur kreppan í altjóða flog- vinnuni etið upp, sam- stundis sum felagið hevur havt eina veika støðu í norðurevropisku ferðavinnuni. Við ársenda í 2002 var eginkapitalurin 464 milliónir krónur, men tann peningurin er mist- ur við søluni av bretska dótturfelagnum Maersk Air UK, sambært upp- lýsingum hjá Børsen, saman við jøvnum und- irskoti í Maersk Air við støð í Billund og Keyp- mannahavn. Vánaliga úrslitið hevur longu fingið avleiðing- ar. Í maj í ár mistu 120 flogternur og 40 pilotar starv hjá Maersk Air. Føroyingar eru vill- menn, og nógva kyk- silvurið í kroppinum ger, at teir ikki hava sálarligt yvirskot til at steðga grindadrápi, sum er óneyðugt. Hetta varð borið fram á einari stórari al- tjóða ráðstevnu fyri læknar í USA herfyri. Kate Sanderson, full- trúi á uttanlands- deildini, er skelkað og vil hava føroyskar læknar at gera vart við seg GRINDADRÁP Ingi Rasmussen Á einari vísindaligari læknaráðstevnu í Wash- ington D.C. fyri læknar fyri einum góðum mánaði síðan, vóru føroyingar hunddálkaðir og settir fram sum blóðtystir barbarar. Tað gongur fram av eini grein í síðsta vikublaðnum hjá donskum læknum, Uge- skrift for Læger, sum Claus Hencke, serlækni í Lyngby, hevur skrivað. Tað er aftur føroyska grindadrápið, sum fær út- lendsku sinnini í kók. Claus Hencke sigur seg sum lækna í 30 ár hava fingið harða húð og nógv skal til, áðrenn hann verður kensluliga raktur. Men á ráðstevnuni í Amerika græt hann saman við fleiri øðr- um av luttakarunum. Or- søkin var, at føroyingar vóru settir fram sum dømi um, hvussu stóran skaða kyksilvur kann gera á fólk. Aggresiv atferð Á síðsta degnum sótu 250 læknar og lurtaðu eftir Dr. Richard Fischer frá Inter- national Academy of Oral Medicine and Toxicology. Fischer legði fram fleiri vísindalig prógv fyri, at »dental amalgam« er størsta keldan til kyksilv- urstrongd. Fiskur er eisini ein kyk- silvurkelda, segði Fischer, og fyri at prógva, at kyk- silvur ávirkar okkara sinni og skapar serliga aggresiva atferð, vísti hann ein video- film av, hvussu harðrendir føroyingar gerast í grinda- drápi. Dr. Fischer helt fyri, at høga mongdin av kyk- silvuri í føroyingum var or- søk til, at teir ikki hava sál- arligt yvirskot til at steðga hesum elligamla offur- rituali. Áhoyrarnir vórðu sjón- liga skelkaðir, og fleiri læknar grótu, sigur danski læknin Claus Hencke, sum sjálvur kallar hesa sýning fyri »en demonstration af middelalderlig, skånsels- løs, barbarisk blodrus over for vore marine medskabn- inger«. Fyrilestrarhaldarin mátti bróta filmin av við at siga, at tað, sum nú kom, fór at vera ov ógvusligt at síggja. Teir fýra donsku læknarnir á ráðstevnuni hugdu sambært Claus Hencke niður í gólvið av berari skomm av at vera í ríkisfelagsskapi við teir barbarar, sum vórðu sýndir fram í filminum. – Grindadráp fer í dag ikki fram av neyð ella svongd. Føroyingar hava á ongan hátt brúk fyri hesum kjøti, og tað hevur ongan týdning fyri búskapin. Eingin onnur orsøk er til hendan villskap, enn at tað er ein rituell siðvenja. Her er tað bara gjørt um til ein groteskan fólkafest, sum endar í ekstatiskum blóð- rúsi, sigur Claus Hencke í vikuskriftinum fyri læknar. Og hvat kemur tað so læknum við? spyr hann: Jú, teir eru humanistar og hava skyldu til at siga frá, at grindadráp eigur ikki at koma fyri í einum landi, sum vil kalla seg siviliserað. Skelkað Sanderson Kate Sanderson, fulltrúi á uttanlandsdeildini í Tinga- nesi, hevur um nakar vart føroyskt grindadráp uttan- lands. Hon kennir ikki til hetta málið, men verður skelkað um útsagnirnar hjá Richard Fischer, tá vit leggja tær fyri hana. – Eg áni ikki, hvør hesin maðurin, men tað ljóðar, sum hatta er eitt seriøst forum, hann leggur fram í. Fyri mær at síggja verður kyksilvurgranskingin mis- nýtt til at gera seg inn á føroyskt grindadráp við. Tað er hent fyrr, men ong- antíð so grovt, sigur Kate Sanderson. Málið er púra nýtt fyri hana, og tí veit hon ikki, um tað frá almennari síðu verður gjørt nakað. Men hon heldur í fyrstu syftu, at hetta er eitt mál læknanna millum. Tí tað er í teirra høpi, at upplýsingarnar, sum eru fullkomiliga burt- urvið, koma fram. – Hetta gongur bæði út yvir læknaumdømið og trú- virði hjá læknaligu gransk- ingini, tí her verður gransk- ing blandað saman við per- sónligan moral. Ein og hvør hevur loyvi at hava sína meining, men tað eigur ikki at vera blandað saman. Tað er vandamikið, tá fólk í ósakligum ørindum geva seg út fyri at vera óheft, sigur Kate Sanderson. Føroyingar blóðdálkaðir á altjóða ráðstevnu Føroyskt grindadráp er prógv fyri, at kyksilvur ger fólk aggresiv, hevur ein granskari sagt á altjóða læknaráðstevnu í Washington D.C. C M Y K 3 2