Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 131 - 15. juli 2003 Nr. 131 - 15. juli 2003 5 Við at seta fleiri fólk og at hava longri arbeiðsdagar er tíð- arætlanin við nýggja bygninginum hjá Føroya Tele komin aftur á rættkjøl eftir tað drúgva verkfallið BYGGING Stefan í Skorini Støðan er nú hon, at tey seinastu betongelementini verða sett upp í hesi vikuni, og nú eru menn farnir undir at seta stálkonstruktiónina upp. Tann risastóri bygning- urin hjá Føroya Tele er við at taka skap, og fyri hvønn dag síggjast stórar broyt- ingar. – Vit stúrdu eitt sindur fyri, at vit ikki kláraðu at halda tíðarætlanina, tá verkfallið dró so langt út, sigur Jóannes Niclassen, projektleiðari hjá MT Højgaard Føroyar. Men hóast verkfallið vardi í fimm vikur, eru ar- beiðsmenninir ikki so langt aftanfyri tíðarætlanina, sum varð løgd, áðrenn arbeiðið byrjaði. Tvær vikur aftanfyri – Vit eru nú tvær vikur aft- anfyri ta upprunaligu tíðar- ætlanina, tá talan er um be- tongelementini, men hóast vit ikki eru heilt lidnir við betongelementini, kunnu vit fara undir at seta stál- konstruktiónina upp til tíð- ina, sigur Jóannes Nicla- sen. So skjótt verkfallið var veruleiki, fóru verkfrøðing- arnir undir at leggja eina nýggja tíðarætlan við tí fyri eygað at hála mistu tíðina innaftur. – Vit tóku allar smálutir í byggingini til umrøðu, og gjørdu so eina nýggja ætl- an, so at byggingin kundi ganga skjótari, sigur Jó- annes Niclasen, og hann leggur afturat, at nú er einki út at geva í tíðarætlanini. Hetta innibar at fáa fleiri fólk til arbeiðis, og tey skuldu arbeiða fleiri tímar hvønn dag. Í løtuni eru fimmti fólk til arbeiðis á byggiplássinum. Hetta hevur sjálvandi dýrkað nakað um pro- sjektið, men ikki so mikið at tað órógvar byggingina á nakran hátt. Serliga hastaði tað við at fáa betongelementini sett upp skjótari enn ætlað. Fyri at fáa gongd á hetta arbeiði, vórðu tríggir serfrøðingar í uppseting av slíkum ele- mentum tilkallaðir, soleiðis at tað nú eru átta slíkir ser- frøðingar til arbeiðis ístað- infyri fimm, sum tað vóru áðrenn verkfallið. Reist í august Ætlanin er, at bygningurin verður reistur miðskeiðis í august. Eftir ætlan skal tað vera 12. august, men tað kann vera, at hendan dagfestingin verður broytt. – Bygningurin skal vera innilokaður í oktober, og tann tíðarætlanin fer heilt vist at halda, sigur Jóannes Niclassen, prosjektleiðari fyri byggifelagið MT Høj- gaard Føroyar. Bygningurin hjá Føroya Tele: Hava heintað tað mista innaftur Eitt pólskt forlag, sum eitur TRAMP, hevur gjørt ein pólskan bókling um Føroyar sum ferða- mannaland. Hesin bóklingurin er sera snøggur og væl úr hondum greiddur FERÐAVINNA Solby A. Eliasen Bóklingurin er sera snøgg- ur á at líta. Nógvar upp- lýsningar um Føroyar og Norðurlond eru í honum. Og størsti parturin er sjálv- andi um Føroyar. Uppbýtt yvir tær 18 oyggjarnar eru frágreiðingar og vakrar myndir frá ymsum áhuga- verdum støðum, har tað kundi verið spennandi hjá einum ferðamanni at vitja. Somuleiðis er eitt lítið yvir- lit yvir nøkur av teimum mest vanligu orðunum og setningunum, sum ein ferðamaður hevur tørv á, tá hann er í Føroyum. Ein mini-orðabók, um ein kann kalla tað so. Eisini er eitt sindur um søgu landsins og mentan, so póllendingurin kann ogna sær eitt sindur av vitan um Føroyar, áðrenn hann kemur til landið. Myndir eru av náttúruni, føroyska dansinum og bún- anum, fuglalívinum og bygdum og býum. Nógv er gjørt burturúr Streymoynni, men tó fáa allar 18 oyggjar- nar sítt pláss í vakra bók- linginum. Um allir upp- lýsningarnir í honum eru rættir, skal her verða ósagt, tí hann er skrivaður á pólsk- um, men ein kann ganga út frá, at tað er á góðari leið, tí báðir rithøvundarnir hava verið í Føroyum í eitt tíð- arskeið. Tað er ongin ivi um, at bóklingurin er gjørdur av professionellum, tí hóast ein, sum ikki dugir pólskt, ikki skilir eitt orð av tí, sum stendur í, so fær ein eina góða og positiva mynd av honum. Og hann er uttan iva ein góð hjálp hjá pól- lendingum, sum møguliga ætla sær at leggja leiðina framvið Føroyum. Marknaðarføra Føroyar Tað er tveir rithøvundar, sum hava gjørt bóklingin. Marcin Jakubowski og Marek Loos. Tann fyrri av teimum eigur forlagið TRAMP, sum hevur gjørt nógvar aðrar bóklingar av hesum slag. Serliga innan ferðavinnuna. Og tann seinni er ein blaðmaður, sum arbeiðir á tí størsta dagblaðnum í Poznan, sum er ein av størstu ídnaðarbý- unum í Póllandi. Talan er um tveir royndar rithøvundar, sum hava ar- beitt serstakliga nógv innan ferðavinnuna. Bóklingurin um Føroyar er sostatt ikki tann fyrsti av sínum slagi. Har finnast aðrir, til dømis um Born- holm og Skåne. Í løtuni fáast tey við ein bókling um Suður-Svøríki, sum eisini verður givin út á pólskum. Orsøkin til, at tað verður gjørt so nógv burturúr at varpa ljós á Føroyar og Norðurlondini yvirhøvur er, at hesi gerast alsamt meiri og meiri vælumtókt støð hjá póllendingum at ferðast til. – Føroyar vóru so gott sum heilt ókendar í Pól- landi, og tað gjørdu vit av at gera nakað við, siga báðir rithøvundar í tíðindaskrivi. Og sjálvir hava teir somu- leiðis stóran áhuga fyri Føroyum og tess náttúru og mentanarlívi. Og teir leggja afturat, at tað, at oyggjarnar eru eitt náttúru paradís, og at har búleikast ein av heimsins minstu og mest áhugaverdu tjóðum, vekir í sjálvum sær áhuga fyri landinum, um bara fólk fáa at vita, at tað er til. Føroyar marknaðarførast í Póllandi Nýggi bygningurin hjá Føroya Tele er nakað aftanfyri tíðarætlanina, men arbeiðsmenninir hava longu heintað tríggjar av teimum fimm vikunum, tá arbeiðið lá stilt, innaftur. Hetta er gjørt við at fáa fleiri fólk til arbeiðis og við at arbeiða fleiri tímar hvønn dag Mynd: Jens Kr. Vang Eitt póllendskt forlag hevur givið út ein sera snøggan, pólskan bókling um Føroyar við tí fyri eyga, at Føroyar skulu gerast meiri kendar sum ferðamannaland í Póllandi Stuttligt, flatt og genialt Tað var ein fragd at bukka beinini í Norð- urlandahúsinum um vikuskiftið, tá Sjúrður og Jákup, alias Pipar og Salt, góvu alt, teir høvdu í sær. Nógv fleiri perlur enn kukkar vóru ímillum sketsjirnar, og onkur teirra hevur helst givið lív til fleiri nýggjar vendingar PIPAR OG SALT Tekstur: Ingi Rasmussen Myndir: Álvur Haraldsen Stuttligt fyri tað mesta. Flatt til tíðir. Genialt í støðum. Framførslan hjá Pipari og Salti livdi upp til høgu vónirnar, tá Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe høvdu fýra framsýningar í stúvstapp- aða Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Fríggjakvøldið var ein sýning, leygardagin var ein og sunnudagin vóru tvær sýningar, og tað sigur alt um, at teir báðir hava fingið kultstatus og hava full- komiliga endurnýggjað før- oyskt skemt. Jákup og Sjúrði gjørdu eisini eitt rend á Vestanstevnu, so teir eru helst nakað moyrir eftir vikuskiftið, tí øll sýningin, sum hon var, var ein stór orkubumba, ið kravdi nógv av teimum. Skótin kløkkaði Framførslan byrjaði við einari friðarligari intro frá Kim og James, sum spældu undir. Men so kom skótin í Bø buldrandi og kløkkaði øll. Fólk spentu sansirnar og flentu í kíki, tá skótin dansaði solo og ýldi »Kikkilikkatjovtjov«, so høvdið stóð at bresta. Støðið varð líkasum lagt, men snildisliga syrgdu Pip- ar og Salt fyri at skifta ímillum høgt tempo og friðarligar samrøður. Fyrstu løtuna flentu vit bara, tí vit vóru so glað fyri at síggja teir aftur. Aftaná hevði tú hug at síggja alt umaftur fyri at fáa detaljurnar við. Eldri og búnari Pipar og Salt eru búnaðir, og hóast nógvir persónar framvegis ganga aftur, so eru teir eisini vorðnir eldri. Esmar Eysturoy er vorðin embætismaður í heilsu- málaráðnum, kallar seg »Analytic Advisor«, og helt fyrilestur í Norðurlanda- húsinum um almennu um- sitingina. Loysnin var at gen-spleysa Esmar, so øll umsitingin hugsaði eins. Og sum frá leið helt Esmar eisini, at tað fór at bera til, at øll í Føroyum fóru at líkjast Esmari í bæði út- sjónd og verumáta. Ein ræðandi tanki. Esmar var aftur hesaferð eitt hæddarpunkt í sýning- ini. Hóast hann framvegis helt, at Guðrun var eitt sindur býtt, so viðgekk hann, at hann kundi ikki liva uttan hana. Og fyri at fáa hana aftur, noyddist hann á knæ at geva Guðr- uni eitt sóljutyssi við orð- unum »tú ert mín Guðrun Sólja«. Lortaland Dálkingin og lortalívið í Vágsbotni slapp heldur ikki undan. Við »Frankfurter Algemeine« undir armin- um filosoferaði Ábal um allar kukkarnar úr kloakk- ini í Tinganesi, sum flutu á bryggjuni. Eingin ivaðist, hvønn hann meinti við, tá hann stóð uppi yvir einum lítlum, klønum og hørðum og einum stórum, rundum og bleytum, sum stýra okk- ara landi, og hugleiddi »hvat sigur tú ikki nógv um lívið.« Politikkurin fekk meira pláss hesaferð, og vit fingu at vita, at fólkafloksmenn hava langar fingrar, sam- bandsfólk eru deyv, javnað- arfólk liva av tí almenna og tjóðveldisfólk berjast, með- an sjálvstýrisfólk skifta meining og Jenis sveimar. Baptistarnir fingu eisini sítt, og sambært Pipari og Salt eru teir vorðnir tystari enn áður. »Tað er tíðin«, segði Símun, sum eisini selur parabolir við ótespi- ligum innihaldi. Tað er í øllum førum heilt vist, at fólk fara at kalla tað at fáa sær ein lítlan fyri »at bukka beinini« og fara at siga »hey« í staðin fyri »skál«. Rørandi genialt Inkarneraði HB-arin, Kalle Mohr, er vorðin pensjoner- aður, men hann møtir til hvørja kaffipausu og lokkar enn sum áður Børge at keypa sær eina øl. Teir báðir fóru at tosa um hetta við ølini, samanbóru tað við blokkstuðul og »av- hengigheit«, og tað var sera rámandi og skemtiligt, men tá Kalle Mohr einsamallur setti seg og varpaði ljós á lívið, ið er sum ein flættað- ur tráður, so var tað næstan rørandi. So nógvar sketsjir vóru – eitt nú ein fín um Prix-vinn- ararnar Gestir, ein suveren framførsla frá tí føroyska Elvis og ein um danskaran, sum er meira føroyskur enn føroyingar – at ógjørligt er at nevna allar. Hvør var betri enn onnur. Millum áskoðararnar sótu fleiri fólk frá ólav- søkukabarettini, og tey hava helst ilskast eitt sindur um, at Pipar og Salt hava flutt seg inn á teirra økið. Teir eru farnir at viðgera viðurskifti, sum eru uppi í tíðini, seta tey upp á rím, og eru í heilatikið vorðnir meira politiskir. Hinvegin kunnu kabarettfólkini fegn- ast um, at tey hava fingið í0blástur til sína kabarett, tí heilt sum Sjúrður og Jákup verður ongin. Hóast teir eru vorðnir eldri, so eru teir framvegis egnir og genialir. Tann føroyski Elvis býtti blómur út til fólkini »HEY« søgdu teir, tá teir »bukkaðu beinini« Skótin í Bø dansar solo Tú ert mín Guðrun Sólja, segði Esmar eyðmjúkur C M Y K 5 4