týsdagur 15. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 132 - 16. juli 2003
Nr. 132 - 16. juli 2003
5
Tað er óheppið, at
fólkaflokkurin kemur
við eini fráboðan um,
at Alivinnan skal
kanska hava almenn-
an stuðul, uttan at
tosa við samgonguna
um tað fyrst
KREPPUHJÁLP TIL
ALIVINNUNA
Áki Bertholdsen
– Eg dugi ikki at ímynda
mær, at tað almenna nú skal
undir at veita alivinnuni al-
mennan stuðul. Kári Høj-
gaard, formaður sjálvstýr-
isfloksins, sum eisini er í
samgongu, er ógvuliga
ivingarsamur um ætlanina
at lata alivinnuna almennan
stuðul.
Í fjølmiðlunum seinastu
dagarnir hevur fólkaflokk-
urin róð framundir at geva
alivinnuni almenna kreppu-
hjálp.
Men tað tykist sum um at
fólkaflokkurin er mestsum
einsamallur um at halda, at
hetta er eitt gott hugskot, tí
sum tað framgongur av
øðrum greinum í blaðnum,
eru hinir tríggir samgongu-
flokkarnir alt annað enn
fegnir um fráboðanina frá
fólkaflokkinum.
Kári Højgaard er formað-
ur í øðrum tí lítla sam-
gonguflokkunum og hann
dugir ikki at ímynda sær, at
alivinnan fer at fáa al-
mennan stuðul.
– Vit hava eisini eina
rækjuvinnu, sum ekur á
knøunum og tað er ótrúliga
vandamikið at fara undir
aftur at veita vinnuni al-
mennan stuðul.
Vinnan skal vera
stuðulsfrí
-– Tað hevur verið almenni
politikkurin,
at
vinnan
skuldi vera stuðulsfrí og vit
hava lagt okkum á tann
bógvin, at tað almenna
leggur karmarnar og skapar
fortreytirnar
og
stuðla
vinnuni óbeinleiðis við at
seta pening av til gransking
og til íverksetarastuðul til
nýggjar vinnur.
– Men haðani frá, eigur
vinnan at klára seg sjálv og
tað hava vit alla tíðina,
arbeitt fram ímóti.
Kári Højgaard sigur, á
fíggjarlógini er ikki ett
oyra sett av til fíggjarliga
hjálp til alivinnuna ella til
nakra aðra vinnu og hann
sigur, at tað er nóg trupult
at fáa endarnar at røkka
saman, sum er.
– Tí dugi eg heldur ikki at
síggja nakran møguleika
hjá tí almenna at hjálpa
alivinnuni burturúr trupul-
leikarnar.
Tað hevur alla tíðina
verið politikkurin hjá sam-
gonguni, at vinnan skal ikki
hava almennan stuðul og
fráboðanin hjá fólkaflokk-
inum um at nú verður kann-
að um almennur stuðul skal
latast alivinnuni, brýtur
sostatt fullkomiliga við al-
menna politikin higartil.
Og Kári Højgaard dylir
heldur ikki fyri, at hann
heldur, at tað er stak óhepp-
ið, at fólkaflokkurin kemur
fram við slíkum.
– Eg skilji ikki, at fólka-
flokkurin kemur við eini
fráboðan um, at tað al-
menna kanska fer at hjálpa
alivinnuni, uttan yvirhøv-
ur at hava tosað við sam-
gonguna um tað framman-
undan og tað er ómetaliga
óheppið, sigur Kári Høj-
gaard.
– Eg dugi ikki at
síggja, hvussu lands-
kassin kann veita
alivinnuni almennan
stuðul, sigur Jenis av
Rana, formaður mið-
floksins í samgonguni
KREPPUHJÁLP TIL
ALIVINNUNA
Áki Bertholdsen
-– Eg dugi ikki at síggja,
hvussu vit kunnu fara at
lata alivinnuni almennan
stuðul.
Jenis av Rana, formaður
miðfloksins, sum eisini er í
samgongu, væntar ikki, at
alivinnan fer at fáa almenn-
an stuðul fyri at sleppa
burturúr kreppuni.
Í fjølmiðlunum seinastu
dagarnir hevur fólkaflokk-
urin róð framundir at geva
alivinnuni almenna kreppu-
hjálp.
Men fólkaflokkurin er
mestsum einsamallur um at
halda, at hetta er eitt gott
hugskot, tí sum tað fram-
gongur av øðrum greinum í
blaðnum, eru hinir sam-
gonguflokkarnir alt annað
enn samdir við fráboðanina
frá fólkaflokkinum.
Ein av hinum floksfor-
monnunum í samgonguni,
Jenis av Rana úr miðflokk-
inum, sigur, at hann dugir
ikki at síggja, hvussu tað
almenna kann forsvara at
lata alivinnuni almennan
stuðul.
Hann minnir á, at ali-
vinnan er ikki einasta vinn-
an í kreppu.
– Rækjuvinnan stendur
eisini við eina aðra hurð í
landskassanum og bankar
uppá og veita vit einari
vinnu stuðul, er skjótt, at
aðrar vinnur í kreppu fara
at krevja somu sømdir. Tì er
almennur stuðul til eina
vinnu,
ein
ómetaliga
vandamikil kós at ganga,
sigur Jenis av Rana.
Sporini ræða
Hann heldur eisini, at spor-
ini ræða.
– Tann tíðin, tá ið al-
mennur stuðul at alla fíggj-
arorku upp, er eitt myrk
kapittul í Føroya søgu. Og
so var niðurstøðan eftir ta
royndina harafturat, at allur
tann ovurhonds stóru stuð-
ulin til vinnuna ikki so
frægt sum loysti nakran
trupulleika.
Síðani hevur tað mest-
sum verið einmælt góðtikið
í føroyskum politikki, at
almennur stuðul til vinnuna
er ein farin tíð.
– Tí dugi eg ikki at
síggja, at vit fara aftur at
leggja á tann bógvin, sigur
Jenis av Rana.
Hann heldur eisini, at tað
er mótsøgn í at lata stuðul
til einstakar vinnur við
aðrari hondini, samstundis
sum vit við hinari hondini
tosa um at selja alt tað, sum
tað almenna bjargaði í sín-
ari tíð.
– Tað kann ikki vera
meiningin, at tað almenn
bara skal spjaða til, tá ið á
stendur, sigur formaðurin í
miðflokkinum.
Hann sigur, at tað al-
menna eigur at gera alt, tað
kann, fyri at skapa vinnuni
fortreytir fyri at arbeiða.
– Men beinleiðis at
stuðla vinnuni við peninga-
ligum innspræningum er
ikki okkara politikkur.
Hann minnir eisini á at
landskassin er ikki ein
kassi, sum fyllist av sær
sjálvum.
-– Tað einasta, vit hava at
fylla í landskassan, er tann
skattur, vit taka frá fólki og
tey, sum tosa um at spræna
pening í alivinnuna, mugu
so eisini halda, at skatta-
trýstið er ov lágt. Onku-
staðni
skal
peningurin
koma frá, men eg eri so ein
av teimum, sum halda, at
skattatrýstið er ivaleysa
høgt, sum er.
– Tí ber ikki til at stuðla
vinnulívinum, fíggjarliga
og tað er ein vánalig loysn.
Fólkaflokkurin lopin
framav
Annars ger Jenis av Rana
vart við, at spurningurin
um almennan stuðul til ali-
vinnuna er ikki viðgjørdur í
samgongini og hann heldur,
at tað er sera óheppið at
fólkaflokkurin kemur við
eini fráboðan um, at arbeitt
verður við einum slíkum
stuðuli, áðrenn tað er við-
gjørt í samgonguni.
– Vit høvdu eina kreppu í
vár og tá varð semja í sam-
gonguni, at vit skuldu tosa
saman innanhýsis, áðrenn
slíkar fráboðanir komu út.
– Tað er ein grundregla
vit hava havt, at vit skuldu
tosa saman í samgonguni
áðrenn, áðrenn slíkar frá-
boðanir, júst fyri at forða
fyri, at samgongukreppur
tóku seg upp av tí at ein-
stakir flokkar boðaðu frá
tiltøkum, uttan at hava tos-
að við hinar flokkarnar
fyrst.
– Og tað, sum fólka-
flokkurin fær burturúr hes-
um, er, at fíggingarstovn-
arnir seta seg upp afturá og
dúva uppá almennan stuð-
ul.
– Men tað eiga teir ikki at
gera, tí teir skulu ikki
vænta sær, at tað almenna
bjargar alivinnuni. Vit vita,
at bankarnir hava forvunnið
ein hóp av pengum uppá
alivinnuna. Og har teir hava
lagt til brots, mugu teir
eisini sjálvir rógva í land
aftur, sigur Jenis av Rana.
Articon
skal
byggja
sam-
ferðslu-
havnina í
Suðuroy
Mánadagin varð
sáttmáli undir-
skrivaður ímillum
Landsverkfrøðing
in og Articon um
at gera sam-
ferðsluhavnina í
Trongisvági
HAVNAGERÐ
Áki Bertholdsen
Tað verður byggife-
lagið Articon, sum
skal gera samferðslu-
havnina í Trongisvági.
Tað
varð
greitt
mánadagin, tá ið sátt-
máli
varð
gjørdur
ímillum
Landsverk-
frøðingin og Articon
um at gera samferðslu-
havnina.
Tá ið tilboðini vórðu
latin upp 18. juni,
hevði Articon lægsta
boðið á góðar 51 milli-
ónir.
Síðani hevur Lands-
verkfrøðingurin kann-
að øll tilboðini nærri.
Eitt nú høvdu tey, sum
bjóðaðu ymisk fyri-
varni og eitt endamál
við kanningunum var
at vita, hvat øll hesi
fyrivarnini merktu í
krónum og oyrum fyri
byggingina.
Men tá ið avtornaði
og øll fyrivarni vórðu
gjørd upp, hevði Arti-
con framvegis lægsta
tilboðið,
og
síðani
hava samráðingar ver-
ið við felagið um ein
endaligan sáttmála og
hann var undirskrivað-
ur mánadagin.
Tilsamans er sam-
ferðsluhavnin mett at
60 milliónir, tá ið alt er
talt við, bæði byggi-
leiðsla, eftirlit og at-
komumøguleikar hjá
ferðafólki til gongu,
boðaði Landsverk-
frøðingurin frá í gjára-
morgunin.
Jenis av Rana:
Ber ikki til at alivinnan
fær almennan stuðul
– Bankarnir hava
forvunnið nógvan
pening upp á
alivinnuna. Og har
teir hava lagt til
brots, mugu teir eisini
sjálvir rógva í land
aftur, sigur Jenis av
Rana
Kári Højgaard:
Stórur vandi at lata alivinnuni
almennan stuðul
– Eg dugi ikki at síggja
nakran møguleika hjá tí
almenna at hjálpa
alivinnuni burturúr
trupulleikarnar, sigur Kári
Højgaard, formaður
sjálvstýrisfloksins
Enn hevur gjaldskip-
anin, sum P/F Vága-
tunnilin keypti frá
norska felagnum Q-
free, ikki hildið eitt
døgn uttan at ganga
fyri. Norska gjald-
skipanin riggar ikki
saman við donsku
PBS skipanini, men
nú má okkurt gerast,
sigur Dávur Reinert
Hansen, stjóri í P/F
Vágatunnilin
VÁGATUNNILIN
Marjun Dalsgaard
Gjaldsskipanin hjá P/F
Vágatunnilin gongur fyri
einaferð
um
tíman
–
onkuntíð hvønn fimta tíma
og av og á ganga upp til 20
tímar ímillum, men enn
hevur hon ikki klárað eitt
samanhangandi døgn.
Norska felagið Q-free
finnur ikki feilin og kann
tískil ikki rætta hann.
Gjaldsskipanin varð keypt
sum liður í eini heildar-
loysn fyri umleið tveimum
árum síðani, og tað er bert
kortskipanin,
sum
ikki
riggar. Tískil er tann part-
urin, sum riggar, goldin, og
um uppsetta gjaldstøðin
verður skift út, standast enn
fleiri trupulleikar av, at fáa
hana at rigga saman við tí
upprunaligu heildarskip-
anini,
heldur
Reinhold
Isaksen, verkfrøðingur hjá
Partafelagnum Vágatunnil-
in.
Finna ikki feilin
Stóri trupulleikin við gjald-
støðini er, at allir føroyskir
peningastovnar
brúka
donsku
gjaldskipanina
PBS, men tað ger norska
skipanin, sum føroyingar
hava keypt, ikki – tí ber ikki
altíð til at vátta flytingar. Tá
Partafelagið Vágatunnilin
keypti heildarloysnina frá
norska Q-free, varð ein
serstøk gjaldskipan gjørd,
sum skuldi rigga saman við
tí donsku gjaldskipanini
PBS, og tað er júst hendan
skipan, sum er orsøkin til,
at gjaldstøðin við Vága-
tunnilin gongur fyri í heil-
um.
- Tað kann vera ein feilur
í forritinum, men tað sær
ikki soleiðis út – eingin
veit, hvar feilurin liggur,
sigur Reinhold Isaksen.
Stjórin í Partafelagnum
Vágatunnilin sigur, at teir
valdu norsku skipanina í
sínari tíð, tí hon var bíligast
í mun til funktionalitet.
- Tá vistu vit ikki, at tað
fór at vera ein trupulleiki,
at fáa skipanina at rigga
saman við tí donsku – um
vit vistu tað, høvdu vit
sjálvsagt ikki valgt hana,
sigur Dávur Reinert Han-
sen.
Trupulleikin kann eisini
vera GSM-linjurnar, sum
ikki altíð eru tøkar, um
nógv tosa í fartelefon nær-
hendis. Tí er Føroya Tele
við í arbeiðinum at finna
orsøkina til trupulleikarnar
við gjaldstøðini við Vága-
tunnilin, men enn hevur
eingin nakra hylling av,
hvat skal gerast, sigur Rein-
hold Isaksen.
- Tað einasta, vit kunnu
gera, er at vóna, at teir
finna feilin. Vit kunnu ikki
blanda okkum í teirra ar-
beiði, vit hava bara keypt
eina skipan, sum ikki rigg-
ar, sigur hann.
Fyribilsloysn
Fyri at bøta um trýstið, sum
stendst av, at upsetta gjald-
støðin við Vágatunnilin
ikki riggar, vóru tveir leysir
sokallaðir
POINT-kort-
terminalar við GSM-skipan
keyptir frá Føroya Tele í
juni. Trupulleikin við teim-
um er bara, at teir tola ikki
regn. Tað var hetta, sum
gekk heilt galið eftir kapp-
róðurin á Vestanstevnu, tá
bíðirøðin rakk niðan til
svingið oman fyri P/F Fúta-
klett. Partafelagið Vága-
tunnilin visti, at terminal-
arnir ikki kundu brúkast
úti, um vátt var í veðrinum,
men teir vórðu keyptir kort-
ini, tí tørvur var á eini fyri-
bilsloysn.
Dávur Reinert Hansen vil
enn ikki siga nakað um,
hvat næsta stigið er, men
teir fara í holt við at loysa
trupulleikan, sigur hann.
- Vit hava keypt eina
skipan, sum skuldi rigga fra
10. december – tá latið varð
upp fyri ferðsluni, og tað
eru sjey mánaðir síðan. Nú
er tolið uppi, sigur Dávur
Reinert
Hansen.
Hann
heldur tó ikki, at felagið fer
at krevja peningin aftur, tí
kubba-parturin av skipanini
riggar væl, og tað loysir seg
ikki at blaka tað fyri borð.
P/F Vágatunnilin:
Nú er tolið uppi
Stóri trupulleikin við
gjaldstøðini við Vágatunnilin
er, at føroysku
peningastovnarnir brúka
donsku gjaldskipanina PBS,
men tað ger norska skipanin,
sum føroyingar hava keypt,
ikki – tí ber ikki altíð til at
vátta flytingar
- Vit hava keypt eina skipan,
sum skuldi rigga fra 10.
december – tá latið varð upp
fyri ferðsluni, og tað eru sjey
mánaðir síðan. Nú er tolið uppi,
sigur Dávur Reinert Hansen.
C
M
Y
K
5
4