Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 131 - 15. juli 2003 Nr. 131 - 15. juli 2003 7 Fyri fólk, ið hava áhuga fyri gomlum seglskipum, er Pippi- lotta ein góður møgu- leiki fyri at økja kunnleikan at sigla SKIP Rógvi Borðoy Pippilotta liggur við olju- keiina í Havn. Pippilotta er eitt grønt skúlaskip, sum hevur tríggjar mastrar. Pippilotta er á veg til Vestmannaoyggjarnar í Ís- landi, og hevur á vegnum steðgað í Skotlandi og í Hetlandi. Skiparin er gamal í gørðum, og greiðir frá: - Eg havi verið skipari á mínum egnu skipum í 25 ár, og mær dámar sera væl hetta lívið. Eg blívi ikki millióningur av hesum, men eg livi frítt og klári meg nøkurlunda. Fólkið umborð er ikki vanligir turistar. Tey liggja um eini 30 ár í miðal, og tey sleppa ikki undan at gera okkurt til nyttu á ferð- ini. Øll gjalda ein bíligan penga fyri at sleppa við, men afturfyri verða tey noydd at gera mat, vaska og alt annað, sum vanliga verður gjørt umborð á ein- um skipi. Sjálv manningin telur sjey, meðan gestirnir eru 27 í tali. Ikki vanligir kundar Pippilotta siglir vanliga við heilt ungum fólki. Skiparin Hertwig Schröder sigur, at tríggjar fjóðringar av tíðini eru tað skúlanæmingar, sum leiga alt skipið til ein túr í Baltiska Havinum. Tey koma umborð fyri at læra eitt sindur um umhvørvið og náttúruna sum heild. Tey lata altíð væl at, sigur skip- arin. Aðrar tíðir eru tað brek- að, sum eru við, og tað dámar skiparanum best av øllum. Á hesum túrinum eru tað tó einstøk fólk, sum hava vent sær til skiparan sjálvi, fyri at sleppa við til Íslands. Fólkið sum kemur við, er áhugað í gomlum seglskip- um, men hinvegin kann fólkið ikki vænta sær at gerast serfrøðingar í sigl- ing, sigur skiparin. Tað er alt ov stutt tíð til tað, sigur hann. Harumframt eru van- ligu seglskipini, sum fólk eiga, av heilt øðrum slagi enn hetta. Rørslurnar í sjónum eru drúgvari og seglini eru heilt øðrvísi enn á vanligum seglbáti, sigur Hertwig Schröder. Venda aftur Hetta er triðju ferð, hann er í Føroyum, sigur Hertwig Schröder. Skipið leggur altíð framvið Føroyum á vegnum til Íslands, og gest- irnir á seglskipinum eru altíð sera væl nøgdir við Føroyar. Fólkið er sera fryntligt, siga tey. Skipið leggur at í Føroy- um aftur um tvær vikur, tá tey eru á veg aftur suður- eftir. Góðar umstøður Sovisalurin er sera høgur. Har plagdi at vera lastarúm, tá Pippilotta var fiskiskip fyri mongum árum síðani. Í dag stendur rúmið í sera góðum standi. Alt, ein sær, er bygt úr træi, eisini klaverið og trummurnar, sum standa í einum horni og bíða, til onkur gevur teimum lív. Gestirnir um- borð eru allir týskir, og tey sita og lesa, tosa ella fáa sær ein bita at eta. - Kvinnurnar sleppa at stýra skipinum, meðan menninir gera mat. Soleiðis virkar tað her á Pippilottu, sigur skiparin. Einfalt lív Á Pippilottu vilja vit liva eitt so einfalt lív sum gjør- ligt, sigur skiparin. Ikki sál- arliga einfalt, men tøknin skal vera so løtt at hava við at gera sum møguligt. Hetta fyri at fólkið skal kenna seg so frítt sum gjørligt, sigur hann. - Myndugleikarnir krevja, at vit hava ymisk ravmagnstól umborð, so tað mugu vit hava. Men vit halda okkum til so einføld amboð sum gjørligt. Tað sæst millum annað á kumpassini, sum er góð- kend í 1936, og enn virkar fínt. Manningin nýtir enn bert gomlu kumpassina at sigla við, og hon virkar fínt, sigur Hertwig Schröder. Lívsverk Skiparin hevur offrað nógv fyri at eiga skipið. Hann var upprunaliga arvingi til ein bókhandil, og royndi seg eisini í handlinum nøkur ár sum heilt ungur. Úr bókun- um fekk hann áhuga fyri havinum, og sum 20 ára gamal seldi hann bókhand- ilin og keypti sær fyrsta skipið í eini røð av trimum. Síðani tá hevur hann verið væl nøgdur, sigur hann, hóast pengarnir ikki eru nógvir. Hann stendur per- sónliga til svars fyri skip- inum, bæði viðlíkahaldi og fígging. Har er eingin stuð- ul, hvørki frá landi, fyritøk- um ella privatfólki. Skipar- in tímir ikki í holt við tað, tí tað er ov møðsamt. - Eg búgvi umborð á skipinum, eisini tá vit eru í Týsklandi. Og bilurin hjá mær er 15 ára gamal, so ikki eri eg ríkur, sigur Hert- wig Schröder. Men hann sigur seg har- afturímóti hava eitt ríkari lív. Hann fer har sum hon- um lystir, og ger tað honum lystir. Í ár hevur hann verið skipari í 25 ár, og í stóra salinum niðriundir sæst eitt stórt merki, sum manningin hevur gjørt honum í sam- bandi við 25 ára hátíðar- haldið. Har eru teknað tey trý skipini, hann hevur átt, og á týskum stendur "25 Jahre Hertwig Schröder am See". Vestmannasund bíðar Tá fólkið umborð á Pippi- lottu fer avstað í kvøld, fara tey ígjøgnum Vestmanna- sund til Vestmannaoyggj- arnar í Íslandi. Skiparin sigur seg vera noyddan at tosa við onkran serkønan í streymi, tí síðst hann sigldi har, var streymurin so harður, at hann nærum ikki slapp norðum. Nú man fara at ganga betri, sigur hann. Hann gleðir seg at koma aftur um tvær vikur. Tað einfalda lívið á Pippilottu Hertwig Schröder, skipari á Pippilottu, sitandi í gamla lastarúminum á skipinum. Hann er væl nøgdur við bæði skip og manning, sigur hann Mynd: Jesa K. Vang Pippilotta Byggiár: 1933 Tilfar: Jarn Longd: 43,50 metrar' Breidd: 7,10 metrar Dýpi: 3,00 metrar Seglflata: 586 m2 Motorur: 425 HK Bíðirøðin við Vága- tunnilin var kilo- metur long eftir kappróðurin á Vestanstevnu. Ein av orsøkunum var, at tólini, sum verða brúkt til gjaldsskip- anina ikki tola váta føroyska veðrið Marjun Dalsgaard Fólk bíðaðu upp til 45 minuttir, áðrenn tey sluppu yvir um Vestmannasund leygardagin. Bíðirøðin var kilometurlong og umleið klokkan 17.30 rakk hon niðan á svingið oman fyri Fútaklett. Orsøkin var, at tólini, sum verða brúkt til at gjalda við, ikki tola vætu. Tá vaktirnir, sum kravdu pening inn, høvdu verið úti í regninum við teimum eina løtu, riggaðu tey ikki longur, og fólk máttu koyra kortið ígjøgnum eini tíggju ferðir verður sagt frá Ansni, sum hevur ábyrgdina av at avgreiða gjaldandi bilarnir, sum skulu gjøgnum tunn- ilin. Nógv kappróðrarfólk vóru, sum skuldu við Dúgvuni, og tí valdi ein bussførari, sum koyrdi privat, at koyra út í vinstru síðu og fram um bilarnar, sum stóðu í bíðirøð. - Eg stakk snútan út og teir vinkaðu meg fram, sigur bussførarin, og held- ur, at hann í øllum førum hevur koyrt ein kilometur í vinstru síðu. Aðrir bilar fylgdu eftir og ein løtu var ein samanhangandi røð av bilum í vinstru síðu oman í móti tunnlinum. - Tað var rímuliga gott sýni, og eg meti ikki at nak- ar vandi var á ferð, sigur bussførarin. Skulu boða løgregluni frá Uni Vestureið, politikomi- serur sigur, at um knútur kemur í á einu síðu, eigur løgreglan at verða boðsend so teir kunnu avgreiða ferðsluna á ein tryggan hátt. - Trupulleikin í hesum førinum er, at ferðslan, sum kemur frá Streymoynni ikki hevur nakra avmerking um, at hon skal seta ferðina niður, tað hava teir hin- vegin, sum koma frá Vág- unum, sigur Uni Vestureið. Hann mælir tó til, at allir bilførarir vísa serligan ans í einari tílíkari støðu. - Tað eru fyrst og fremst bilførarirnir, sum skulu koyra varliga, so tamar- haldið ikki verður mist á støðuni, sigur hann. Ansni, sum hevur á- byrgdina av at avgreiða bíðirøðina við Vága- tunnilin, metur ikki, at nakar vandi var á ferð, og teir valdu ikki at seta seg í samband vil løgregluna. Tað gera teir bert, um nakað brot er á lógina, siga teir. Ein onnur orsøk til, at ferðslan steðgaði upp við Vágatunnilin er, at bilar, ið hava kubba ikki kunnu skiljast frá bilum, sum skulu gjalda, fyrr enn stutt fyri gjaldstøðina. - Vit høvdu fyrireikað okkum til meiri ferðslu, nú Vestanstevna var, men veðrið gjørdi at gjald- skipnain ikki riggaði, sigur stjórin á P/F Vágatunnilin, Dávur Reinert Hansen. Terminalarnir, sum ikki riggaðu, eru Pointtermi- nalarnir frá Føroya Tele. - Nú hava vit bert havt hesa skipan í eitt hálvt ár, og eg vænti at vit endur- skoða hana í heyst. Tað eru nógv viðurskifti, sum ikki rigga, sum tey skulu, og sum skulu broytast, sigur Dávur Reinert Hansen. Til dømis eigur breytin at breiðkast, so bilarnir kunnu deilast langt fyrr. Sum støðan er nú, standa bil- arnir, sum skulu gjalda og blokera fyri bilarnir, sum hava kubba. Kilometur long bíðirøð við Vágatunnilin Fólk bíðaðu í 45 minuttir áðrenn tey sluppu yvir um Vestmannasund eftir kappróðurin í Sandavági leygardagin. Ein samanhangandi røð av bilum koyrdi í vinstu síðu heilt frá Fútakletti oman til gjaldstøðina C M Y K 7 6