týsdagur 15. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 132 - 16. juli 2003
Nr. 132 - 16. juli 2003
7
Fleiri brúkarar hava
ringt til Sosialin, og
biðið okkum skrivað
um trupulleikar við
televarpinum. Tað
vísir seg, at hóast
hyggjarin í byrjanini
fekk at vita, at vanliga
UHF-antennan var
nóg góð til Televarp-
ið, skal kundin sjálv-
ur gjalda fyri
møguligar umvæling-
ar ella nýggja antennu
TELEVARPIÐ
Rógvi Borðoy
Fryst. Einki signal. Onkrar
kanalir burtur. Enntá allar
kanlirnar burtur. Hetta eru
nakrir av trupulleikunum,
fólk kann hava havt av
Televarpinum
seinastu
tíðina. Summi hava enntá
sagt, at móttakarin hevur
fryst upp til 40 ferðir um
dagin, og hann verður av tí
sama nevndur "frystiboks-
in".
Tað er rætt, at summi
hava trupulleikar av Tele-
varpinum, men orsøkin
stendur kanska beint oman
á sjónvarpinum. Stjórin í
Televarpinum sigur nevni-
liga, at antennan í húsar-
haldinum kann hava nógv
at siga. Og hóast kundarnir
í byrjanini fingu at vita, at
vanliga
UHF-antennan
kundi brúkast til Tele-
varpið, vísir tað seg nú, at
tað ikki altíð er so.
Byrjunartrupulleikar
Laila Hentze, stjóri í Tele-
varpinum sigur, at tey gera
alt, hvat tey kunna fyri at
hjálpa brúkaranum. Hon
viðgongur, at tey hava byrj-
unartrupulleikar.
- Hetta er nýggj tøkni.
Antennan kann bæði vera
ov sterk og ov veik. Um an-
tennan er í lagi, so er sign-
alið eisini í lagi, sigur hon.
Hinvegin kann tað vera
torført sum brúkari at vita,
hvussu tú skalt bera teg at
við at finna røttu antenn-
una. Tí er antennan ov veik
ella ov sterk? Hvussu
nógvar antennur skalt tú
keypa, áðrenn tú keypir ta
røttu?
Tað veldst um, hvar tú
býrt, sigur Laila Hentze.
Eitt slag av antennu kann
væl virka einastaðni, men
ikki aðrastaðni.
Hjálpin er nær...
Ring til Televarpið og spyr.
Tað kann gera munin, sigur
Laila Hentze, tí ofta kunnu
tey gjøgnum telefonina
hjálpa kundanum á veg. Tey
kunnu finna fram til, um
antennusignalið er ov veikt
og vegleiða um, hvørja
antennu tú eigur at keypa.
Hetta er tó einasta ókeypis
tænastan, tú fært hiðani.
Televarpið kann eisini
ávísa ein teknikara, sum tú
kanst heita á.
Teknikarin kann so siga,
um antennan skal snarast
ella hvat skal gerast. Hesa
tænastu skalt tú tó gjalda
fyri.
Tú kanst eisini fara í ein
radiohandil og spyrja um
ráð. Radiohandilin í Havn
sigur til dømis, at teir eru
raskir at siga tær, hvat slag
tú skalt keypa. Hevur tú
umaftur keypt skeiva an-
tennu, kanst tú fyri tað
mesta tosa við teir, og lata
antennuna innaftur. Hevur
tú í ringasta føri keypt eina
ov sterka antennu, kanst tú
keypa ein dempara at
minka signalið við.
...men tú fært
rokningina
Undir øllum umstøðum
kanst tú ikki rokna við, at
tað verður ókeypis. Antin
skal ein nýggj antenna fyri
einar 500 krónur á borðið,
og møguliga ein dempari til
hana. Ella skalt tú hava ein
teknikara á vitjan, sum so
kann venda antennuni rætt
ella ráðgeva tær viðvíkj-
andi keypi av antennu.
Brúkarasamtakið
Ingun Simonsen, formaður
í Brúkarasamtakinum sigur,
at hetta virkar sera órími-
ligt.
- Eg hevði væntað, at
Televarpið tók kundar sínar
meir álvarsliga, tí har er jú
kapping á økinum. Kundar-
nir kunna bara fara til onkr-
an annan, um tey ikki verða
viðfarin á nøktandi hátt.
- Um Televarpið vil varð-
veita kundarnar, mugu tey
gera eitt betri arbeiði enn
hetta, sigur Ingun Simon-
sen.
Hon heldur fram, at hetta
er enn eitt dømi um, hvussu
nógv vit hava brúk fyri
einari brúkaralóggávu. Hon
sigur, at tað er sera um-
ráðandi at fáa lógina, tí
brúkarin stendur uttan rætt-
indi.
Júst hetta dømið hevur
hon ikki viðgjørt í Brúkara-
samtakinum, og minnur á,
at hon tosar fyri seg sjálva.
Hon minnir annars brúkar-
an á, at tað er slík dømi,
Brúkarasamtakið er til.
Hyggjarin skal gjalda
"Frystiboksin", sum móttakarin hjá Televarpinum verður kallaður millum manna, sigst av kundunum geva ov vánaligt signal.
Onkrar dagar kann signalið hjá hyggjarunum hvørva upp til 40 ferðir
Títt val av antennu veldst
millum annað um, hvussu
langt tú ert frá sendaranum
hjá Televarpinum
Arbeiða alt døgnið
G! Festivalurin
nærkast í stórum
fetum, og nú vantar
bara tað seinasta í at
fáa alt upp á beinini.
Nú verður arbeitt alt
døgnið fyri at megna
at fáa alt klárt til teir
báðar dagarnar festi-
valurin er
G!
Ingrid Bjarnastein
Syðrugøta:
Longu
í
morgin, hósdag, byrjar G!
festivalurin so smátt við
upphiting í Losjuni í Gøtu
við nøkrum íslendskum
bólkum.
Tann nógv umrøddi og
leingi fyriskipaði G! festi-
valurin fer av bakkastokki
og endar um vikuskiftið, og
fyrireikararnir leggja nú
eina seinastu hond á alt,
sum skal verða klárt tá teir
mongu bólkarnir koma til
Syðrugøtu at spæla.
G! hevur leigað sær eini
høli til skrivstovu til enda-
málið. Hølini eru nýtt til at
arbeiða í nú uppundir festi-
valin, og er ætlanin, at tey
eisini skulu nýtast til fjøl-
miðlafólkini undir sjálvum
festivalinum. Teldur eru
útvegaðar av Farodane, og
skrivstovu útgerðin er lænt
frá Føroya Banka.
Útlendskir gestir
Nógvir gestir verða á festi-
valinum. Talan er um fleiri
útlendskar gestatónleikarar
sum koma henda vegin
bara fyri at vera við á G!
– Tað koma yvir 50 út-
lendskir
tónleikarar
til
Føroya til festivalin. Har-
afturat eru nógvur frá
fólkatónleikarastevnuni,
umframt fólk, sum ikki eru
á skránni, greiða Jón Tyril
og Sólarn Solmunde frá,
sum báðir eru primus mot-
or aftanfyri G! saman við
nógvum góðum kreftum
sum eitt nú Laufey Blaa-
svær, sum er samskipari av
G!
– Ein afrikanari kemur at
spæla uppá afrikanskar
trummur
og
harafturat
verður ein indari, sum kem-
ur at dansa á glasi. Hann
hevur eisini annað áhuga-
vert við eldi og tílíkum við
í framførsluni.
Høvuðsnavnið á festival-
inum er uttan iva Bomfunk
MC´s úr Finlandi. Teir
spæla elektroniskan tón-
leik. Harumframt verða
nógv onnur kend nøvn við
bæði føroysk og útlendsk.
Nevnast kunnu Glorybox,
K-System, Eivör, Hanus G.
Johansen, Enekk, Xploding
Plastix og so framvegis.
Hýsast lokalt
Fyrireikararnir hava lagt
seg eftir at geva út-
lendskum gestunum eitt so
egið upplivilsi sum møgu-
ligt.
– Nakrar gamlar konur í
Gøtu eru fluttar út meðan
festivalurin er fyri, at vit
kunnu leigað húsini og
hýsa okkara útlendsku tón-
leikarum. Vit hava valt at
lata vera við at senda tón-
leikararnar á hotell, tí vit
vænta, at teir fáa eitt nógv
betri upplivilsi her í tí
lokala nærumhvørvinum,
greiða fyrireikararnir frá.
Umframt at tónleikarar-
nir verða hýstir lokalt, so er
eisini høvi fyri tjalding á G!
Beint við síðuna av skúlan-
um við Gøtugjógv verður
eitt tjaldingarøkið, og eitt
verður eisini á Kambsdali.
Forsølan av atgongu-
merkjum fór í gongd fyri
nakað av tíð síðani, men í
fyrstuni varð striltið at fáa
rættiliga gongd á. Nú er
glið komið á søluna, og
Kunningarstovan í Havn
hevur longu havt útselt
einaferð. Neyva talið av
longu seldu atgongumerkj-
unum er tó ikki heilt greitt
enn, men tað er avmarkað.
Hetta kemst av, at um
veðrið spælir eitt puss, so
verða
fyrireikararnir
noyddir til at flyta festivalin
innandura. Tá koma til-
tøkini, sum skulu vera á
sandinum at vera í ítróttar-
høllini á Kambsdali, og tey,
sum skulu vera á spæli-
plássinum verða flutt í
Mentanarhúsið í Fugla-
firði.
Føroyskt video
Finski bólkurin K-System
skal ikki bara spæla á
festivalinum. Teir koma
eisini at gera eitt videolag
her uppi.
– Tað eru tey somu, sum
hava gjørt videoløg fyri
Bomfunk MC´s og Darude,
sum koma at gera hetta
videolagi.
Hetta vil siga, at tað eru
góð útlit fyri, at hetta fer at
vera víst á MTV og aðra-
staðni, av tí at K-System er
ein kendur bólkur uttan-
lands.
Fyrireikararnir leggja nú
alla orku í at fáa alt klárt.
– Seinastu vikurnar hava
vit verið eini 10 fólk, sum
hava arbeitt fulla tíð og
meira enn tað fyri at fáa alt
klárt, siga Jón og Sólarn.
– Tað er týdningarmikið
hjá okkum, at tiltakið ikki
miseydnast, tí Grót tolir
ikki ein so stóran peninga-
ligan miss.
Nú eru so bara tveir dag-
ar eftir til alt fer av bakka-
stokki. Einasta tiltak av
sínum slag í Føroyum bíðar
bara eftir at fara í gongd.
»Eg vóni bara, at veðrið
verður gott« tykist at vera
tann afturvendandi setning-
urin í Gøtu nú um dagarnar.
So er bara eftir at vita, um
veðurgudarnir vísa vælvild
ella heldur hava hug at
spæla sær eitt sindur við
regn og vind um viku-
skiftið.
G! festivalurin fer av bakkastokki um tveir dagar. Hetta er Føroya einasta og størsta tiltak av sínum slag
Mynd: Jens Kr. Vang
TÍÐINDASKRIV
frá Konsertfelagnum
Í vikuni áðrenn ólavsøku
verða fýra kirkjukonsertir
hildnar
ymsastaðni
í
landinum. Tað eru Daisy
Johannesen, sopranur, og
Jóannes Nolsøe, organist-
ur, ið bera fram tónleikin
Daisy Johannesen er
ættað úr Klaksvík. Hon
starvast sum fysiotera-
peutur í Keypmannahavn.
Í frítíðini fæst Daisy Jo-
hannesen nógv við sang.
Hon er beint nú afturkom-
in av altjóða kórkapping-
arferð í Tjekkia saman við
»Kammerkoret Hymnia«,
sum vann tað, ið vinnast
kundi! Klaksvíkskvinnan,
sum í 90’unum lærdi at
syngja í Reykjavík, er
eisini kirkjusangari í eini
kirkju í Keypmannahavn.
Jóannes Nolsøe er vág-
bingur og starvast sum or-
ganistur í Hulsig og Skag-
en í Norðurjútlandi.
Konsertferðin komandi
er samantvinnað av orgul-
solo, a cappella solosangi
og sangi við orgulfylgi-
spæli. Í sambandi við at
tað í ár eru 300 ár liðin,
síðan gitna sálmaskaldið
Thomas Kingo doyði, er
ein partur av skránni
vígdur Kingo. Daisy Jo-
hannesen syngur a cap-
pella tvey gomul føroysk
kingoløg
og
Jóannes
Nolsøe spælir tríggjar
orgulkoralir lagdar til
rættis av Antoni Heilller
(1923-79). Hesi umleið 3-
400 ára gomlu løg – tað
eina er vísulagið til sálm-
in »Harmur og gleði í fel-
ag tey reika« – hevur
Heiller ílatið nýggjan har-
moniskan búnað og so-
leiðis sameinað gamalt og
nýtt. – Annað føroyskt á
skránni eru tvey løg hjá
Paula í Sandagerði til
tekstirnar
»Flýgur
tú
lógv« og »Nú aftnar dag-
ur« hjá feðgunum Regini
og Jákupi Dahl, prósti.
Konsertirnar byrja við
Toccatu í F-dur (BuWV
156)
hjá
Buxtehude.
Dómorganisturin Oddvør
Johansen hevur onkuntíð
spælt Toccatuna úr Suiet
Gothique
hjá
franska
tónaskaldinum
Böell-
mann (1862-97). Jóannes
Nolsøe endar kirkjukon-
sertirnar við at spæla eitt
annað stykki hjá hesum
sama Böellmann – nevni-
liga »Final-Mazzre« úr
suitu nr. 2 og 27.
Kirkjukonsertirnar
verða á hesum støðum: 21.
juli kl. 20.00 í Fuglafjarð-
ar kirkju, 23. juli kl. 21.00
í Havnar kirkju, 24. juli kl.
19.00 í Christianskirkjuni
og 27. juli kl. 16.00 í
Glyvra kirkju.
Kirkjukonsertir
við Daisy og
Jóannes
LANDBÚNAÐUR
Tíðindaskriv
Í samband við at Bónda-
felagið fær vitjan av
tveimum
djóralæknum
verður skipað fyri tiltaki í
Búnaðardeplinum leygar-
dagin 19. juli.
Tað eru teir báir Sigurd-
ur Sigurdarson, djóra-
lækni úr Íslandi og Karl
Erik Hammarberg úr Svø-
ríki, sum vilja siga frá um
heilsuviðurskfitir
hjá
seyði í grannalondum
okkara. Sigurdur Sigurd-
arson
hevur
drúgvar
royndir innan kanningar
og niðurberjing av ridlu-
skriða í Íslandi, og Karl
Erik Hammarberg úr Svø-
ríki hevur fingist serstak-
liga nógv við sníkar hjá
seyði.
Væntandi koma umboð
fyri landsdjóralæknan og
virkandi djóralæknar her í
Føroyum at siga frá um
okkara egnu viðurskiftir á
økjunum.
Hagtøl
um
nýtslu av fyribyrgjandi
heilivági í Føroyum verða
løgd fram á fundinum.
Bóndafelagið skipar í
hesum sambandi fyri ein-
um sokallaðum temadegi
í Búnaðardeplinum leyg-
ardagin 19. juli. Tiltakið
byrjar kl. 10 og heldur á
út á dagin. Dagurin byrjar
við fyrilestrum og seinni
verður møguleiki at bera
fram spurningar og skifta
orð við fyrilestrarhaldar-
arnar. Øll við áhuga fyri
temanum eru vælkomin.
Temadagur um
ridluskriða og
sníkar hjá seyði
C
M
Y
K
7
6