týsdagur 15. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 131 - 15. juli 2003
Nr. 131 - 15. juli 2003
9
Tónleikabólkurin Týr
er fyri stuttum givið
út nýggja fløgu við
heitinum, Eric the
Red. Kvæði og fólka-
vísur eyðkenna fløg-
una, og er hetta ikki
av tilvild. – Alt hevur
fingið íblástur frá
kvæðum, sum vit
gera. Sumt minni
beinleiðis og okkurt
meira. Tað halda vit
er ikki meira enn
náttúrligt, tá ein er
føroyingur, tí tað skal
hoyrast, hvaðani ein
kemur frá, sigur Heri
Joensen, gittarspælari
og sangari í Týr
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
»Eric the Red« er heitið á
fløguni, sum føroyski tón-
leikabólkurin, Týr, gav út
seinast í juni mánað. Eyð-
kennini fyri fløguna eru
kvæði og fólkavísur. Løg
sum Regin Smiður, Stýris-
vølurin, Ólavur Riddararós,
Ramund hin unge og The
Wild Rover eru at finna
ímillum tær 10 skering-
arnar.
At kvæði og fólkavís-
urnar eru kennimerkini er
ikki heilt av tilvild.
– Alt, sum vit gera, hevur
íblástur frá kvæðum. Sumt
minni beinleiðis og okkurt
meira. Hetta halda vit er so
upplagt tá ein er føroyingur,
sigur Heri Joensen, sangari
og gittarspælari í Týr.
– Tað er rættiliga vanligt,
at tey, sum spæla metal-
rock eru ímóti mainstream,
tí tá hoyrir ein ikki, hvaðani
tónleikurin er. Tá kann
sangurin líka so væl vera
frá Afrika sum Avstralia.
Ein skal hava ljóð við, sum
eyðkenna tónleikinum úr
eins egna landi.
Betri fløga
Týr gav fyri hálvum øðrum
ári síðani út fløguna »How
far to Asgaard«. Heri metir
tó, at henda nýggja fløgan
er nógv betri, bæði í dygd
og í spæli.
– Vit hava verið í einum
betri og dýrari studio, og vit
hava verið nógv betri fyri-
reikaðir hesuferð. Vit spæla
betri og ljóðið er eisini
nógv betri. Stutt sagt, so
hava vit gjørt okkum meira
ómak, sigur Heri.
Fløgan er innspæld í
Jacob Hansen studio í Jút-
landi. Eric the Red kemur
út eisini út øðrum londum.
Týskalnd, Íslandi, Finland,
Kanada og øllum teimum
fyrrverandi londunum í
Sovjetsamveldinum. Somu-
leiðis verður fløgan eisini
send til Amerika til markn-
aðarføring har, og um
hildið verður, at henda
fløgan er betri enn tann
fyrra, so vænta teir í Týr, at
onkur har yviri fer at sýna
teimum áhuga.
– Vit hava brúkt hálvt
annað ár uppá at byggja
okkum eitt netverk upp við
tí fyrru fløguni. Tað hevur
kravt nógv arbeiði, men tað
ger tað nógv skjótari við tí
nýggju,
greiðir
gittar-
spælarin frá.
– Tað hevur verið stræv-
ið, og tað er nógv arbeiði í
tí. Og soleiðis hypotetiskt
sæð, so sjálvt um fløgan er
super, so vil tað ikki siga, at
vit kunnu bróta ígjøgnum
við henni.
Nógv verður eisini gjørt
við marknaðarføring av
hesi fløguni. Hon verður
send til meira enn 100
ymisk fólk. Ummælarar og
netbløð, og nú verður bara
bíðað eftir, hvussu fløgan
verður móttikin.
– Vit hava nóg mikið at
gera nú. Vit bíða eftir, hvat
fólk fara at siga. Serliga eru
vit spentir uppá, hvussu
fløgan verður móttikin í
Íslandi. Um íslendingar lata
væl at, so fara vit yvir at
spæla.
Til Póllands
Rockbólkurin hevur ikki
verið nógv at hoyra í
Føroyum seinastu tíðina.
Teir vóru við á Prix Føroy-
um, har teir ikki megnaðu
at koma í finaluna.
– Tað eru ikki so nógvar
konsertir í Føroyum fyri
okkum. Til dømis, so hevði
tað ikki borið til hjá okkum
at savna eina stóra áhoyr-
arafjøld í einum av teimum
vanligu dansistøðunum, tí
fólk høvdu ikki tímað at
lurta eftir okkum, sigur
Heri.
Men sjálvt um teir fýra í
Týr ikki hava verið á palli
her heima, so merkir tað
ikki, at teir hava sitið hend-
ur í favn.
– Fyrst í august mánað
skulu vit á ein víkinga-
festival í Póllandi. Ein pól-
lendingur hevur eitt felag,
sum eitur Faroe Islands
Enthusiast Society, sum er
fyri fólk, sum hava áhuga
fyri Føroyum. Hann hevur
fingið okkum at koma
niður har at spæla.
Á hesum víkingafestival-
inum
skulu Týr
hava
tríggjar konsertir. Fleiri
konsertir vóru á skránni,
men av tí at hesin póllend-
ingurin ikki fekk tann
stuðulin, sum hann hevði
roknað við, so vórðu tær
tiknar av skránni.
Nú verður so arbeitt við
at fáa fleiri konsertir í lag í
heyst, vetur og í vár, og
kanska eisini finna onkran
størri at umboða bólkin.
Knúst
parabol
Lítið hevur verið
hjá løgregluni at
gera um vikuskift-
ið. Men onkur
smærri herverk
hava verið, og eis-
ini varð ein bilur
stolin. Harafturat
hevur onkur spælt
sær av við
koyrikortið
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Havn: Politiið í Havn
letur væl at vikuskift-in-
um, sum júst er farið
afturum bak. Tað hevur
verið friðarligt, men tó
ikki so friðarligt, at teir
sitið hendur í favn.
Ein bilur varð stolin av
Spógvavegnum í Havn,
og funnin aftur á Vegn-
um Langa. Hetta málið
verður nú kannað.
Í einum garði í Havn
hevði onkur eisini verið
og vitjað. Henda vitjan-
in er ikki verið friðarlig,
tí har hevur viðkomandi
skrætt parabolina, sum
hoyrdi til húsini niður,
og knúst hana sundur.
Seks koyrikort
Um vikuskiftið hevur
politiið eisini verið úti
við lasaranum. Hetta
hevur við sær, at seks
persónar missa koyri-
kortið. Fýra av teimum
missa tað treytað, og
hinir báðir missa tað
treytaleyst. Tann, sum
koyrdi skjótast av teim-
um, koyrdi 128 km/t.
Annars so hava fimm
yvirnáttandi gestir ligið
í brummuni í Havn um
vikuskiftið.
Vestanstevnan hevur
annars verið friðarlig.
Ein vatnskaði var í ein-
um húsum, av tí at í
Stórá í Sandavági varð
demmað uppfyri, og har
fleyt yvir hóskvøldið
beint eftir midnátt. Vatn
kom inn í kjallaran á
einum privathúsum, og
førdi hetta til, at kom-
pressarin í frystiboksini
brendi saman.
Upprunin skal hoyrast
Týr hava júst givið fløguna Eric the Red út. Nú er mangt og hvat á skránni. Millum annað ein víkingafestivlaur í Póllandi. Her er Heri Joensen avmyndaður til
Prix Føroyar í ár
Mynd: Jens Kr. Vang
Eyðgerð og Jógvan
Skýlindal silvur-
brúdleyp
Týsdagin 15. juli hava
hjúnini Eyðgerð og Jógvan
Skýlindal í Havn silvur-
brúdleyp. Eyðgerð er dóttir
Almu, f. Berg, ættað úr
Klaksvík, og Jens Askild-
sen úr Havn. Jógvan er
sonur Herthu, f. Mikkelsen,
av Toftum og Páll Skylindal
úr Havn. Eyðgerð er fødd
og uppvaksin í Havn. Liðug
við skúlan byrjaði hon á
Landssjúkrahúsinum, fyrst
á uppihaldsdeildini
síðan
á
barnadeildini,
har
hon í 2000 hevði sín
25 ára starvsdag.
Jógvan hevur saman
við foreldrum sínum
búð í Havn, í Keyp-
mannahavn, á Eiði
og
í
Reykjavík.
Hann hevur arbeitt
sum bil-førari hjá
Frants
Restorff,
koyrt
býbuss í Havn og sum
bilførari hjá PM heilsølu í
Havn. Seinastu árini hevur
hann arbeitt nógv við
kristiligum arbeiði, sum t.d.
á Kristiliga Kringvarpin-
um, Lindini. Eyðgerð og
Jógvan búgva á Norðasta
Horni í Havn og eiga sonin
Páll. Silvurbrúdleypsdagin
eru tey stødd á Tenerifa.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Merkismaður 75 ár
Mánadagin 14. juli varð Palli Dalsgaard, ella Palli á
Mølini, sum hann verður nevndur her, 75.
Palli hevur verið ein merkismaður. Sum ungur
hevði hann bilar saman við pápa og beiggja sínum.
Tað var ikki altíð sum at siga tað. Oyggin var av-
stongd, bilar vóru ikki fluttir millum oyggjarnar tá
sum nú, so alt viðlíkahald og umvælingar mátti
gerast í bygdini við lítlum og ongum amboðum. Ein
dugir nú at síggja, hvat kolosalt arbeiði varð lagt í at
fá tað at ganga. Glintið var altíð at hoyra úr bil-
skúrinum, bæði tíðliga og seint. Eitt ið sermerkti
bilarnar, var hvussu væl teir vóru hildnir. Ikki mundi
altíð tímalønin vera so stór og var hann tí onkuntíð
til skips innímillum.
Seinni skifti hann arbeiði og var vegmaður; men
av ringari heilsu helt hann uppat við hesum og varð
síðani skrivstovumaður í nógv ár.
Nógv ogn var í húsinum, og hevur hann havt
stóran áhuga fyri seyði. Hann var hagstýrisformaður
fyri Dalin og dugdi sera væl at skipa fyri øllum tí ið
hoyrdi til hetta. Hagin var í góðum hondum.
Palli hevur haft stóran áhuga í samfelagnum og
eisini bygdasamfelagnum. Verið livandi í tí sum
fyrifórst, hevur dámt væl føroyskan dans og fingið
dans at gingið. Í bygdarráðnum sat hann í nógv ár.
Tað var ikki altíð so lætt. Hann hevur havt sína av-
gjørdu meining og sagt hana viðhvørt alment í
lesarabrøvum. Hann hevur verið ein trivaligur
maður, tað sæst best á hansara vælumsitna búna á
Sævarangi.
Júst nú hevur hann fingið eina bók um staðanøvn
í Skálavík útgivna. Hetta er eitt vælaverk, sera
áhugavert, og væl úr hondum greitt. Bókin er ein
stórur skattur fyri bygdina, ið kann vera stolt av
henni.
Undirritaða hevur hann mangan verið góður í
ráðum og altíð rætt eina hjálpandi hond, tá á hevur
staðið. Hetta hevur alt verið í tí stilla.
Hjartaliga tillukku og bestu ynskir.
Bjarni
Dagurin
15. juli. Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá, at
á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera eftir
boðum Jesu (Matt. 28, 19). Tummas og Bartolomeus fóru
eystureftir, Símun og Matteus suðureftir, Filippus og
Judas Taddeus norðureftir og hinir lærusveinarnir ymsar
vegir. Søgan sigur eisini, at áðrenn teir skiltust, settu teir
saman ápostólsku trúarjáttanina.
Eftir at hava koyrt skúla-
børn fyri Kvívíkar Komm-
unu í 21 ár, gavst Julian
Mikkelsen í Kvívík, sum
nú er 71 ára gamal, við hesi
koyring, tá skúlabørnini
fóru í summarfrí. Hann
hevur koyrt skúlabørn, sum
ganga í framhaldsdeildini,
frá
Skælingi,
Leynum,
Stykkinum, Kvívík og Vál-
inum til Vestmanna Skúla.
Julian hevur dámt væl hetta
arbeiði, hann hevur havt ein
buss og ein persónbil. Per-
sónbilin hevur hann serliga
brúkt til at koyra til Skæl-
ings, har vegurin er smalur
og ofta ring koyrilíkindi
eru um veturin.
Julian er annars sørv-
ingur, sonur Hansinu, f.
Hansen, og Hans Mikkel-
sen, skipara, ættaður úr
Gásadali. Julian er út-
búgvin skipari og sigldi frá
1947 til 1978, tá hann
legðist upp á land og fekk
skúlabarnakoyringina
í
1982. Hann spældi eitt ár
við 1. deild hjá HB, meðan
hann gekk upp á skúla í
Havn í 1958. Hann er giftur
við Sunnevu, f. Petersen, úr
Kvívík. Tey búgva í Kvívík
og eiga 4 børn, tveir
dreingir og tvær gentur. Á
eini samkomu í Vestmanna
Skúla,
tá
næmingarnir
fingu prógv, handaði skúla-
stjórin, Símin Simonsen,
Juliani eitt blómutyssi og
takkaði honum fyri tíðina.
Hann segði m.a. at Julian
hevði altíð verið ógvuliga
beinasamur og góður at
heita á. Julian fekk eisini
blómur frá Kvívíkar Skúla.
Julian Mikkelsen givin við skúlabarnakoyringini
Edith Mørkøre –
kunstnaratiltak í
Havnar Timbur-
handli
24 ára gamla Edith Mørk-
øre av Argjum, búsitandi í
Hoyvík, er í handilslæru á
Ìtrivsdeildini
Panduro
hobby hjá Havnar Timbur-
handli og er í ferð við at
gera sína endaligu upp-
gávu. Hon hevur valt at
gera sína uppgávu um eina
ávísa vøru, nevniliga Arti-
san vatnupploysandi olju-
máling. Hetta heldur hon
verða sera spennandi, av tí
at henni sjálvari dámar væl
at mála. Hon prýddi vind-
eygu, gjørdi eitt galaríhorn,
eitt lítið atelier í handlin-
um, skipaði fyri kunstnara-
tiltaki, spurnarkapping og
setti vørur fram til kundan
at royna seg við o.s.fr.
Leygardagin 21. juni var
eitt kunstnaratiltak í Ìtrivs-
deildini hjá Havnar Timb-
urhandli. Maria Mørkøre,
listakvinna úr Klaksvík,
málaði við Artisan vatn-
upploysandi
oljumáling.
Nógv fólk vóru inni á gólv-
inum hendan dagin, tey
fingu ein kaffimunn aftur-
við einum práti um at mála.
Eisini kundu tey luttaka í
eini spurnarkapping, har
møguleiki var at vinna ym-
iskt Artisan tilfar. Spurn-
ingar vórðu settir sum t.d.
"hvønn lit fært tú, um tú
blandar reytt og gult?" so
kundu tey royna seg við at
taka pensilin og blanda
hesar litir saman og finna
fram til úrslitið. Maria
sýndi fram 20 myndir, ið
eru málaðar við Artisan
oljumáling. Hon málar dag-
liga við oljumáling í lænt-
um høli í Klaksvík. Orsøk-
in er at oljumálingin lugtar
so sterkt, at tað ikki kann
gerast heima. Seinastu tíð-
ina hevur hon ikki havt
umstøður til at verða nógv
burtur heimanífrá, av tí at
hon hevur tvey børn, eina
gentu uppá 2 ár og eina
uppá tveir mánaðir. Nú
hevur Maria roynt Artisan
málingina í 6 vikur, og
dámar henni hesa vøruna
væl, serliga av tí at hon
kann arbeiða, meðan hon er
heima hjá sær sjálvari.
Maria heldur at munurin
millun at arbeiða við hesari
vatnupploysandi oljumál-
ingini og vanligari oljumál-
ing, sum skal blandast við
terpentin ikki er stórur.
Myndirnar vórðu sýndar
fram til og við týsdagin 1.
juli, har tey sum kundu
hugsa sær at fari í gongd
við at mála, kundu koma
inn á gólvið og royna hesa
máling. Edith Mørkøre skal
til Danmarkar at fram-
leggja sína endaligu upp-
gávu í september.
Símin Simonsen, skúlastjóri í Vestmanna Skúla, og Julian Mikkelsen, sum nú er givin við
skúlabarnakoyringini
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8