týsdagur 15. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 132 - 16. juli 2003
Nr. 132 - 16. juli 2003
9
Almenn uppílegging
valdast, metir Henrik
Old. Hann er av tí
áskoðan, at almennur
peningur til alivinn-
una ikki kann saman-
berast við almennan
pening til rækjuvinn-
an, sum eisini er í
trongum skóm
KREPPUHJÁLP TIL
ALIVINNUNA
Páll Holm Johannesen
Tá vit spyrja Henrik Old,
formann í Vinnunevndini,
um møguleikan, at al-
mennir pengar skulu í ali-
vinnuna, svarar hann, at tað
er sera vandamikið.
– Eg var sjálvur við í før-
oyskum politikki í 80 ár-
unum, tá stuðulspolitikk-
urin var í hæddini, og eg má
siga fyri meg, at eg eri ikki
fyri, at vit venda aftur til at
stuðla fiskivinnuni, sigur
formaðurin í vinnunevnd-
ini.
Henrik Old vísir á stóra
týdningin, at um kreppan í
alivinnuni verður so álvar-
som, at øll alivinnan fer av
knóranum, so er avgerandi
frá almennari síðu at halda
fast um Føroya Fiskaaling,
sum er grundarlagið fyri
allari aling í Føroyum.
– Føroya Fiskaaling hev-
ur gjørt eitt risaarbeiði
mongu tey síðstu árini, og
felagið er grundarlagið
undir alivinnuni í Føroyum.
Verður so illa statt, at øll
alivinnan fer á heysin, so
mugu vit gera alt fyri at
varðveita Fiskaaling, tí
felagið er sjálvt grundar-
lagið fyri, at ein alivinna
aftur kann fáast upp á føtur
í Føroyum, greiðir Henrik
Old frá.
Almenn uppílegging
valdast
Hóast javnaðartingmaðurin
er heldur ivingarsamur við
tankanum, um tað almenna
skal fara inn í alivinnuna,
so vísir hann á, at almenn
uppílegging valdast. Síðan
ræðusøgurnar frá stóru
búskaparkreppuni fyrst í
nítárunum hava føroysku
fíggjarstovnarnir harðliga
viðmælt, at tað almenna
ikki blandar seg í privata
virksemið.
– Tað tykist umvent á
meg, at vit nú hoyra pen-
ingarstovnar rópa um hjálp
frá tí almenna, tá teir hvass-
liga hava víst øllum al-
mennum
uppíleggingum
aftur. At teir nú rópa um
hjálp er helst greið tekin,
um teir hava misti tamar-
haldið á støðuni, og vita
ikki síni livandi ráð, sigur
Henrik Old.
Formaðurin
í Vinnu-
nevndini er tó ikki ímóti al-
mennnari uppílegging á
øllum økjum. Hann sigur,
at neyðugt er taka støðu frá
máli til máls. Tá vit nevna
møguleikan fyri honum,
um kreppurnar í rækju-
flotanum og alivinnuni
kunnu samanberast, svarar
Henrik, at tað eru tvey
fullkomiliga ymisk viður-
skifti, vit tosa um.
– Í alivinnuni fara firð-
irnar, sum eru grundarlagið
undir vinnuni, ongan veg.
Er tað ikki er grundarlig
fyri at halda fram, so mugu
alibrúkini fara á heysin, so
aðrir kunnu fáa møguleikan
at halda fram við virksem-
inum. Í rækjuflotanum er
stóri trupulleikin, at stórar
íløgur eru gjørdar í stór og
stásilig skip, og fara hesi av
knóranum, so er stórur
partur av grundarlagnum
fyri vinnuni tikin undan,
greiðir Henrik Old frá.
Suðuroyartingmaðurin
metir eisini, at verður ein
almenn uppílegging í ali-
vinnuni veruleiki, so hevur
hann ilt við at síggja,
hvussu tað almenna skal
meta, hvørjir partar av ali-
vinnuni skulu varðveitast
og hvørjir skulu fara av
knóranum.
Henrik Old sigur at enda,
at tað er nærmast ein ógjør-
lig uppgáva at taka dagar
millum, hvørji virki hava
uppiborið at halda fram og
hvørji ikki, og tað verður
ikki minst ein hørð politisk
togtogan.
Tjóðveldistingkvinn-
an metir, tað verða av
stórum týdningi, at
tað almenna ikki fer í
alivinnuna, tí so er
stórur vandi fyri, at
aðrar vinnugreinar
eisini fær ynskja
stuðul, og tá er lætt at
enda í somu støðu
sum í 80 árunum
KREPPUHJÁLP TIL
ALIVINNUNA
Páll Holm Johannesen
Kristina Háfoss hevði í
týsdagssosialinum
eina
viðmerking, um torføru
støðuna, føroysku peninga-
stovnarnir eru í, orsaka av
stóru kreppuni í alivinnuni.
Tjóðveldistingkvinnan vís-
ir millum annað á, at pen-
ingastovnarnir
sjálvir
mugu taka ábyrgd yvir tann
váða, teir hava tikið í ali-
vinnuni.
Hon heldur, tað er undr-
unarvert, at føroysku pen-
ingastovnarnir nú tosa um,
at alivinnan tørvar almenn-
an pening, tá teir síðstu
mongu árini júst hava
ávarað ímóti, at tað al-
menna blandar seg ov nógv
í privat virksemi.
- Tað er ótrúligt, at tað
yvirhøvur verður umhugs-
að, at tað almenna skal
veita alivinnuni pening,
eftir allar ræðusøgurnar frá
80 árunum. Ræðusøgurnar
hava ikki meir enn lagt seg,
so tosa vit aftur um at
endurtaka somu mistøkini,
sigur Kristina Háfoss.
Tá vit spyrja hana um,
hvat hon heldur um sjónar-
miðini hjá løgmanni og
Bjarna Djurholm, um at tað
almenna møguliga skal
hjálpa alivinnuna, svarar
tjóðveldistingkvinnan, at
hon enn ikki hevur havt
møguleika at umrøða málið
við løgmann, og tískil kann
hon ikki gera nakra við-
merking til úttalilsini hjá
fólkafloksmonnunum
Greiðan skilna
Kristina Háfoss er rættiliga
avgjørd í sínum máli við-
víkjandi spurninginum um
almennan pening í ali-
vinnuni. Hon metir tað
verða av stórum týdningi,
at tað er greiður skilnaður
millum privata og almenna
geiran. Uttan greiðan skilna
ber ikki til at hava eitt greitt
ábyrgdarbýti, sigur Kristina
Háfoss.
- Váðin skal verða hjá
vinnulívinum, meðan tað
almenna skal veita væl-
ferðartænastur og karmar
fyri vinnulívið. Verða tað
almenna og privata sam-
antvinnað aftur, er stórur
vandi fyri, at tað verður
føroyski skattgjaldarin sum
í síðsta enda má bera kostn-
aðin, greiðir Kristina Há-
foss frá.
Mugu ansa okkum
- Vit kunnu ikki bara siga ja
til almennar pengar til
alivinnuna, og so vænta, at
aðrar vinnugreinir ikki fara
at gera sær dælt av sama
møguleika. Tað hevur bæði
verið nevnt at veita Smyril
Line og rækjuflotanum al-
mennar pengar, og opna vit
fyrst fyri møguleikanum,
so er stórur vandi fyri, at vit
lættliga kunnu enda í somu
ræðustøðu sum 80 árunum,
og tí mugu vit ansa okkum
sigur Kristina Háfoss at
enda.
Mugu fyri alt varðveita
Føroya Fiskaaling
Kristina Háfoss:
– Ótrúligt tað verður umhugsað
Formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old, er heldur
ivingarsamur við tankanum, um at tað almenna skal veita
alivinnuni eitt kapitalinnskot. -Eg var sjálvur við í føroyskum
politikki í 80 árunum, tá stuðulspolitikkurin var í hæddini, og
eg má siga fyri meg, at eg eri ikki fyri, at vit venda aftur til at
stuðla fiskivinnuni, sigur formaðurin í vinnunevndini
Tjóðveldistingkvinnan,
Kristina Háfoss, er rættiliga
avgjørd í sínum máli
viðvíkjandi almennum
pengum til alivinnuna.
Váðin skal verða hjá
vinnulívinum, meðan tað
almenna skal veita
vælferðartænastur og karmar
fyri vinnulívið, sigur Kristina
Háfoss.
NØVN Í VIKUNI
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Róland Waag
Høgnesen deyður
Leygardagin 12. juli andaðist Róland Waag
Høgnesen, 75 ára gamal. Hann var klaksvíkingur,
sonur Turid Waag úr Vági, Klaksvík, og Jóan
Magnus Høgnesen, av Toftanesi í Lorvík. Barna-
árini var Róland nógv í Mikladali, og hann vitjaði
seinni javnan í Mikladali og stundum eisini á
Trøllanesi.
Róland tók realprógv í Klaksvík og síðani stu-
dentsprógv í Havn í 1948. Hann fór til Keyp-
mannahavnar at lesa og gjørdist í 1971 cand.mag.
í søgu og kristni.
Hann búði í Danmark, síðani hann fór niður at
lesa. Eftir lokna útbúgving hevði hann ymisk størv,
ma. var hann í fimtan ár hjá Det Udenrigspolitiske
Selskab. Hansara áhugi fyri og kunnleiki til al-
heims politikk gjørdu, at hann av og á hevði fyri-
lestrar í danska útvarpinum og kronikkir í donsk-
um bløðum um uttanríkispolitikk.
Hann starvaðist á Gladsaxe Gymnasium 1969-
71 og á Gl. Hellerup Gymnasium 1971-1994, har
hann undirvísti í søgu, kristni og fornaldarfrøði.
Eitt skifti var hann lestrarvegleiðari og í 7 ár valdur
álitismaður fyri starvsfelagarnar. Hann var ofta
próvdómari til studenta- og HF-próvtøkur í
Føroyum, bæði í skriftligum og munnligum. Hann
var eisini vegleiðari á námsfrøðiskeiðum og undir-
vísti á eftirútbúgvingarskeiðum.
Mangir føroyskir lesandi munna minnast Róland
og hansara ídni fyri virkseminum í Studentafelag-
num, har hann var formaður 1952-54. Haraftrat var
hann formaður í Mentunargrunni Studentafelag-
sins 1957-68. Í hansara formanstíð kom m.a. bók-
lingurin Heimastýri-Sjálvstýri. Hann var nevndar-
limur í Meginfelag Føroyskra Studenta í mong ár.
Á ungum árum gjørdist Róland sjálvstýris-
maður, og hann styðjaði Sjálvstýrisflokkin alla
sína ævi. Í Danmark valdi hann Det Radikale
Venstre, og í 14 ár var hann formaður í felagnum
hjá Teimum Radikalu í Herlev, har hann búði.
Hann varð stillaður upp nakrar ferðir til kommunu-
val og eina ferð til amtsráðsval.
Róland hevur skrivað nógvar greinar í føroysk-
um bløðum og hildið fyrilestrar í Útvarpinum,
mest um søgulig evni. Hann skrivaði eisini um-
mæli. Tey seinastu árini skrivaði hann nógvar
greinar um viðurskiftini millum Danmark og
Føroyar
Í 1951 giftist Róland við Ebbu Holm Nielsen úr
Karise. Hon var fødd í 1927 og doyði í 1998. Tey
fingu døturnar Turid, Sonju og Eydnu, sum býr í
Føroyum.
Dagurin
16. juli. Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður sagt frá,
at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð løgd undir
ótrúskap, men varð bjargað av profetinum Dánjali.
Súsonnuvísa varð kvøðin í brúðardansi í Føroyum.
Navnið er hebráiskt og merkir lilja.
Arni Kjærbo 85 ár
Tann 14. juli fylti Arni
Kjærbo, búsitandi í Havn,
85 ár. Arni er suðuroyingur,
føddur og uppvaksin í
Sumba. Hann er sonur
Kristionnu, f. Jacobsen av
Glyvrum, og Tummas Ják-
up Kjærbo úr Sumba. Arni
er best kendur sum "Arni í
Smæruni", har hann ar-
beiddi út móti fjórðingsøld,
og gavst hann har, stutt
áðrenn Smæran endaliga
lat aftur. Smæran var sum
kunnugt ein av stóru handl-
unum í Havn, og kom Arni,
sum tann fryntligi og
dugnaligi maður hann er,
gjøgnum sítt arbeiði at
gerast væl kendur millum
manna.
Sum blaðungur, bert 14
ára gamal, fór Arni til
skips, og sigldi hann í nógv
ár við ymiskum skipum.
Seinni tók hann við eftir
pápa sín og fór at reka
handil í Sumba. Aftaná at
Arni gavst við egna hand-
ilsvirksemi sínum, tóku
brøðurnir eftir, fyrst Viggo
og seinni Leivur. Arni
giftist við Elsu Sofíu, f.
Joensen, úr Sumba, sum
doyði í 1961 bert 46 ára
gomul. Stutt eftir flutti Arni
til Havnar saman við
dóttrini Marin Kristinu. Í
1965 giftist Arni við Sofíu,
f. Olsen, úr Vestmanna og
fingu tey børnini Jákup
Eyðfinn og Elin. Arni er
hegnismaður, og eru tað
ikki so fá dømir um hetta.
Hann hevur í frítíðini bygt
síni egnu hús, fyrst í Sumba
og síðan í Janstovugøtu í
Havn. Har umframt var
hann við til at byggja fleiri
onnur sethús. Tað er tí
natúrligt, at hann eitt tíðar-
skeið arbeiddi innan byggi-
ídnaðin, og var tað hjá
byggifelagnum Peturi í
Gong í Havn.
Mary í Garði
stjóri fyri
Serstovnaøkið og
Heimarøktina
Almannamálaráðið hevur
sett Mary J. í Garði í
starvið sum stjóri fyri
Heimarøktina
og
Serforsorgina. Hon tekur
við starvinum 1. august
2003. Mary er útbúgvin
sjúkrasystir í 1985 og
siviløkonomur
í
1993.
Harumframt hevur hon
leiðsluútbúgvingina KIOL
frá DFH. Hon hevur hollar
royndir
innan
leiðslu,
fyrisiting og fíggjarstýring
innan
almanna-
og
heilsuøkið.
Hon
hevur
starvast innan sjúkrahús-
verkið í fleiri ár, í Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum var hon deildarstjóri í
nærum trý ár og er í løtuni í
starvi í Fiskimálaráðnum.
Mary er gift við Bergur í
Garði, postverksstjóra, tey
eiga børnini Cristian og
Mariu
Dagmar Joensen,
formaður í Fram-
taksgrunninum:
– Einki
at taka
støðu
til
KREPPUHJÁLP TIL
ALIVINNUNA
Páll Holm Johannesen
Í farnu viku nevndu báðir
stjórarnir í ávíkavist Før-
oya Banka og Føroya
Sparikassa møguleikan, at
tað
almenna
gjøgnum
Framtaksgrunnin fór inn í
alivinnuni, og veitti vinn-
uni eitt kapitalinnskot.
Framtaksg r unnurin
hevur í dag stóran part av
sínum peningi í fiski-
vinnuni. Grunnurin bjarg-
aði upprunaliga bæði Før-
oya Fiskavirking og Fiska-
søluna frá at fara á húsa-
gang. Hóast báðir peninga-
stovnarnir hava víst á
møguleikan hjá alivinnuni
at fáa hjálp frá Framtaks-
grunninum, sigur formað-
urin, Dagmar Joensen, at
enn er einki ítøkiligt at taka
støðu til.
– Vit fylgja sjálvsagt
hvat verður ført fram í
bløðunum um kreppuna í
alivinnuni, men so leingi
vit ikki hava fingið nakað
ítøkiligt á borðið, so er
einki at taka støðu til, sigur
Dagmar Joensen.
Hóast stjórarnir í bæði
Føroya Banka og Føroya
Sparikassa hava víst á
møguleikan, at
Framtaksgrunnurin gevur
alivinnuni eitt
kapitalinnskot, so metir
formaðurin í grunninum
ikki, at nakað ítøkiligt er at
taka støðu til.
C
M
Y
K
9
8