Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 131 - 15. juli 2003 Nr. 131 - 15. juli 2003 11 Tað er at fegnast um, at spurningurin um valdsbýtið í politisku skipanini er komin á dagskránna. Tað eru allar góðar grundir til at taka undir við teimum at- finningum, sum Finnbogi Ísaksson og Jóannes Eidesgaard hava til maktjavnvágina millum løgting og landsstýri. Finnbogi Ísaksson er ikki ein og hvør í hesum høpi. Hann man vera ein tann, ið hevur drúgvastu royndir úr parlamentariska lívinum, eitt nú sum tingformaður umframt, at hann hevur verið landsstýrismaður. Jóannes Eidesgaard hevur drúgv- ar royndir sum landsstýrismaður og andstøðuleiðari. Tá hesir báðir rópa varskó eigur at verða lurtað. Teir vilja vera við, at nýggja siðvenjan við at gera rammulógir hevur broytt maktjavnvágina, soleiðis at landsstýrismenn hvør á sínum øki nú hava fingið nógv meira vald enn løgtingið. Hetta er óheppið, tí løgtingið er hægsta vald í landinum. Tað er einki at ivast í, at báðir hava rætt í sínum atfinningum. Tí eigur nakað at verða gjørt við hendan trupulleikan alt fyri eitt! Bøtast um heesar trupulleikar eitt nú við at løgtingið vísir hesum stuttu, vánaliga orðaðu og skematisku rammulógunum frá sær. Her er jú í roynd og veru bara tal um nakrar mótatreytaðar løgfrøðiligar ónollur, sum skulu beinast burtur. Og hetta kann bert verða gjørt av tí, sum hevur myndugleika til tess: Føroya løgting. Tað skulu við øðrum orðum setast heilt øðrvísið krøv til tey lógaruppskot, sum landsstýrismenninir leggja fyri tingið. Men spurningurin er um hetta við rammulógunum eru størsta hóttanin móti fólkaræðinum. Er her ikki talan um ein trupulleika, ið er nógv meira álv- arsligur og sum hevur nógv djúpari røtur? Her er nevniliga talan um ein trupulleika, sum stavar frá nøkrum grundleggjandi skeivleikum í sjálvari tí nýggju stýrisskipanini. Tá nýggja skipanin varð gjørd, tykist hon gjørd út frá einum djúpum misáliti á tingmenn og einum markleysum áliti á landsstýr- ismenn og teirra embætisfólk. Hetta í sjálvum sær var eitt vána útgangsstøði. Tað nógv umrødda vatn- tætta skottið millum lóggávuvald og umsitingarvald, sum serstakliga løgfrøðingarnir vóru so fegnir um, er nú vorðið ein forðing og ein hóttan móti sjálvum fólkaræðinum. Skipanin er nevniliga so fundamentalistisk, at annar parturin, sum fráleið, mátti lúta. Tað er í sjálva skip- anina byggdur inn ein spíri til eitt standandi makt- stríð millum løgting og landsstýrismenn Landsstýrið hevur í fyrsta umfari vunnið hetta maktstríðið. So einfalt er tað! Tá nýggja stýrisskipanin kom á borð- ið, var Sosialurin at kalla einasta røddin, ið ávaraði móti at fara so radikalt fram, sum tá varð gjørt. Men tað var sum at sletta vatn á gás - lesið bara álitið frá tí nevnd, sum viðgjørdi uppskotið. Nú má svíða sum svøllur ella bindast um heilan fingur. Vit venda aftur til hetta mál í eini komandi oddagrein. DAGSINS MEINING Sosialurin Stýrisskipan fyri skotum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin Eftir flóð kemur fjøra. Føroyska alivinnan hevur verið uppi á aldutoppi, men er nú í einum djúpum aldu- dali. Søluprísirnir eru lægri enn framleiðslukostnaðurin og ILA sjúkan er farin runt alt landið. Tann váðin, ið einstaklingar, feløg og ikki minst peningastovnar átóku sær - kemur nú til sjóndar. Og við váða fylgir ábyrgd. Seinastu árini hava allir føroyingar kunna frøtt seg um, at alivinnan hevur stað- ið í stórum vøkstri. Virkis- fýsnir føroyingar hava tikið seg saman um hugskot, og hava saman við peninga- stovnum o.ø. gjørt dreymar til veruleika. Soleiðis kom alivinnan í 1993 at umboða heili 23% og í 2001 17% av útflutningsvirði Føroya, og gjørdist harvið ein stór og týðandi inntøkukelda fyri landshúsarhaldið. Váða og ágóða í góðum tíðum - ábyrgd í ringum tíðum Men so satt sum heyst og vetur koma eftir vár og summar, og fjøra eftir flóð, so satt er somuleiðis, at tað í búskapi og vinnulívi koma verri tíðir eftir góðar tíðir. Hetta eru nattúrulógir, ið ikki standa til at broyta. Tí kemur eitt afturstig ikki óvæntað og tá alivinn- an nú er fyri einum bak- kasti - av teimum heilt ringu - eru tað tey, ið hava átikið sær váðan í góðum tíðum, ið somuleiðis mugu átaka sær ábyrgdina í ring- um tíðum. Landið veitir karmar og aliloyvir sum tilfeingi Landið skal sum kunnugt skapa vinnuni karmar - tvs. lógarkarmar, vælferðartæn- astur, altjóða handilsavtal- ur, undirstøðukervi v.m. - men tá umræður eitt nú ar- beiðsmegi og fígging v.m. er hetta upp til vinnuna at avgreiða. Hóast hetta hevur landið higartil veitt ókeypis aliloyvir og hevur harvið latið vinnuni ókeypis til- feingi. Hetta mugu sigast at verða lagaligir karmar fyri vinnuna. Peningastovnar veita fíggjarligt tilfeingi Peningastovnarnir hava hinvegin veitt fíggjarligt tilfeingi til alifyritøkurnar. Talan er um langtíðaríløg- ur, ið ikki eiga at verða tik- ið aftur bara tí avkastið ikki er tað sama í dag - sum í gjár. Peningastovnarnir standa við eini ábyrgd yvirfyri alifyritøkunum, samfelagnum eins væl og fyri teirra egnu fyritøkum, ið hava stór virðir bundin í alivinnuni. Alivinnan fer at fløða aftur Vegna fáu íløgurnar í ali- vinnuna í hesum døgum, vil útboðið av alifiski á al- heimsmarknaðinum helst verða væl minni um 1-2 ár. Samstundis verður spátt av alheims búskaparfrøðing- um, at 2004 verður árið, har heimsbúskapurin fer at venda rætta vegin aftur. Hetta kemur helst at merkja at útboðið av alifiski í kom- andi árum verður minni enn eftirspurningurin, og harvið hækka prísirnir. Eisini fer at verða møgu- ligt at tálma ILA sjúkuni í framtíðini. Vitandi um, at tað aftur koma dagar, vikur og ár, har avkastið verður stórt, og vitandi um at neyðugt er, at peningaliga tilfeingið støðugt er til staðar skulu føroysku alifyritøkurnar verða til reiðar ,tá hesir dagar koma, eiga peninga- stovnar at vísa tolni og ábyrgd. Náttúrulógin tryggjar at tað eftir fjøru kemur flóð - og tryggjar tí, at tolni og ábyrgd vil geva avkast tá av tornar. Tað almenna bjarga alivinnuni !? Hetta vita peningastovnar- nir. Men sambært Dimma- lætting roynir stjórin í Føroya Sparikassa - Bjarni Olsen - nú at fiska eftir, at landið skal “bjarga” ali- vinnuni við kapitalinnskoti. Harvið verður roynt at flyta váðan yvir á landið og skattgjaldaran. Hetta vil merkja at peningastovnar- nir skulu fáa ágóðan - men ongan váða og harvið onga ábyrgd. Tað skal tó gerast púra greitt, at landið fer ikki at átaka sær tann fíggjarliga váðan, ið eitt nú peninga- stovnarnir hava átikið sær og eiga. Hetta bæði tá væl og illa gongur. Tað er ein orsøk til, at tað eitur ”váði” og ikki ”vinningur”. Tekur landið á seg váðan hvørja ferð illa stendur til - ja, so er als ongin váði hjá vinnuni. Og harvið heldur ongin ábyrgdarkensla og ongin gróðrarbotnur fyri skilagóðum íløgum og fyri- tøkum. Og hvar gongur markið ? Øll skulu væl verða javn- sett. So um ein partur av vinnulívinum skal hava fíggjarligan stuðul - ja, so skulu aðrir væl eisini. Og verður landskassin glopp- aður - ja, so er røðin uttan fyri landskassadyrnar long og kravmikil. Hetta hevur verið roynt. Við samfelags- vanlukku sum úrsliti. Greiðan skilnað millum alment og privat Verður farið aftur til at blanda almennan og privat- an váða í vinnulívinum, so verður tað føroyski skatt- gjaldarin, ið fer eftir fer kemur at rinda dupult - tá fjøra er. Málið skal verða ein so greiður skilnaður millum alment og privat virksemi sum møguligt. Landið skal nýta tíð og orku at skapa karmar og tryggja vælferð- artænastur - ikki at reka vinnufyritøkur. Fyrireikingarnar at ein- skilja vinnufyritøkur land- sins - Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu, Føroya Banka - vísa á royndir landsstýrisins at fremja henda skilnað millum al- ment og privat. Váði og ábyrgd - hond í hond Alivinnan er í aldudali í hesum tíðum, men søgan og náttúran hevur víst okk- um, at eftir fjøru kemur flóð. Peningastovnarnir og føroyska samfelagið sum heild hava nógv virðir í alivinnuni. Nú snýr tað seg um, at allir partar, ið hava átikið sær váða - eisini átaka sær ábyrgd. Landið hevur skapt karmar og stendur við sítt - eitt nú tá umræður ikki at átaka sær fíggjarligan váða, ið peningastovnar og vinnulívið eiga. Spurning- urin er bara um peninga- stovnarnir fara at standa við sítt og vísa ábyrgd - í fjøru eins og flóð. Peningastovnar skulu átaka sær váða & ábyrgd Heri Simonsen Eingin hevur sæð hala- ferðina á íslendingum síðan oyggjaleikirnar í 1989. Og hvør er so orsøkin til hetta? Orsøkin til, at teir ikki eru við á Oyggjaleikunum longur, er at teir hava funnið eitt betri forum at luttaka í. Hetta forum er "European Small Nation Games" - evropeisku smá- tjóðaleikirnir. 10. evrope- isku smátjóðaleikirnir vóru hildnir á Malta seinast í mai og fyrst í juni-mánaði, also ein góðan mánaða áðrenn oyggjaleikirnir á Guernsey vóru hildnir. Smátjóðaleik- irnir eru fyri evropeiskar smátjóðir, sum hava minni enn 1 miljón íbúgvar. Tað merkir, at t.d. Estland og Albania eru ov stór lond í hesum høpinum. Fyrstu leikirnir vóru hildnir í San Marino í 1985, og hava teir síðani gingið uppá skift millum smátjóðirnar annað hvørt ár. Ísland varð vertur í 1997. Íslendingar plaga at skifta ímillum at verða næst- ella triðjubestir í heiðursmerkjabýtinum. Luttakandi londini á "Euro- pean Small Nation Games 2003" vóru Kýpros, Malta, Ísland, Luksemburg, San Marino, Monako, Liktin- stein og Andorra. Føroy- ingar hava leikt fótbólt, flogbólt og handbólt ímóti flestu av hesum 8 tjóðun- um. Tað hevði verið upp- lagt hjá okkara fótbólts- kvinnum, og báðum flog- bólts-landsliðunum at verið við á "Small Nation Gam- es", og leikt ímóti londum, sum høvdu verið á einum høgum, men kortini ikki ræðandi støði. Tað hevði eisini verið eitt gott høvi hjá einstaklingaítróttar- greinunum at roynt seg ímóti hinum 8 evropeisku smátjóðunum. Hilmar Jan segði í ÚF áðrenn báðar flogbóltsfinalurnar at nógvir av hinum oyggja- búgvunum virdu ikki sín tjóðsang líka nógv, sum føroyingar! Men tað sigur seg sjálvt! Tey umboða ikki eina tjóð, tey umboða ein landslut ella viðhvørt bara eina kommunu í einum størri landi. Dømi um hetta eru: Gotland, Isle of Wight, Rhodos, Ynis Mon, Saaree- ma, Prince Edward Island, Hetland, Orknoyggjar og Hitra. Tað eru bert Føroyar og Grønland, sum hava sítt egna tungumál og eina ser- staka mentan av oyggja- leikaluttakarunum. Hini práta enskt, svenskt, est- iskt, walisiskt ella grikst. Og eru tey partur av einum størri mentunnarbólki. Bert nøkur fá tandur á Man og á Jersey práta uppruna- málið. Lagnuna hjá hetl- endska málinum kenna vit. Í stødd og í fólkatali eru oyggjabólkarnir okkara javnlíkar. Men talan kann aldrin verða um ein "lands- dyst" tá tú spælir ímóti ein- ari kommunu ella einum landsluti. Høvdu vit lut- tikið á "Small Nation Gam- es" hevði talan verið um ein landsdyst, ella landadyst í hvørjari kapping. Næstu smátjóðaleikirnir verða í Andorra í 2005. Mín spurn- ingur til ÍSF-nevndina er: Verða Føroyar við á "Euro- pean Small Nation Games" í Andorra í 2005? Hví eru vit ikki við í »Small Nation Games« - smátjóðaleikunum? GRANSKING Tíðindaskriv Nú verður farið undir at kanna, hvussu aling kann fremjast á harð- balnum økjum. Arbeiðið verður skipað sum ein 4 ára Ph.D.-verkætlan í samstarvi millum Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, University of New Hampshire í USA, og vinnufyritøkur í Føroy- um. Tað er Statoil-bólk- urin við Statoil, Phillips, Enterprise og Petro- Canada, sum letur Náttúruvísindadeildini 2.6 mill. kr. til verkætl- anina. Álitisváttan á Náttúruvísinda- deildina Hóast tað ikki er vanligt um okkara leiðir at fara undir Ph.D-verkætlanir fyrr enn eftir lokið kandidatprógv, hevur 28 ára gamli havnamaðurin Øystein Patursson fing- ið verkætlan sína "Fish Farming Cages for Ex- posed Sites" góðkenda sum Ph.D.-verkætlan við University of New Hampshire í USA. Øy- stein Patursson var millum teir fyrstu, sum í 2002 tóku BS prógv í kolvetnisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Í útbúgvingini hevur hann m.a. fingið eitt gott grundarlag í støddfrøði og veskumekanikki, sum ger hann føran fyri at fara undir hesa verk- ætlan. So hetta er at meta sum dygg álitis- váttan á BS-útbúgving- arnar á Fróðskapar- setrinum. Verkætlanin Verkætlanini fer at menna ástøðiliga og verkliga vitan um út- gerð, sum kann gera aling á streymasjógvi møguliga. Øystein skal menna og brúka stødd- og alisfrøðilig modell til tess at finna fram til hóskandi útgerð at brúka í harðbalna økinum kring oyggjarnar í Før- oyum. Samstarvspart- urin University of New Hampshire er millum fremstu granskingar- stovnar innan menning av alitøkni at brúka á harðbalnum økjum. Vegleiðarar hjá Øy- stein Patursson verða Knud Simonsen, Ph.D., lektari á Náttúruvísinda- deildini, saman við pro- fessara á University of New Hampshire. Verkætlanin verður liðug á sumri 2007. Statoil-bólkurin fíggjar meir Statoil-bólkurin hevur frammanundan fíggjað tríggjar aðrar Ph.D.- verkætlanir á Náttúru- vísindadeildini. Tann fyrsta av hesum er liðug og varð vard fyri Ph.D.- heitið í juni 2003; hon var um mekaniskar egin- leikar hjá undirgrundini. Hinar báðar eru í gongd. Ein teirra er um hættir at kanna seismisk signalir, og hin snýr seg um at menna eitt støddfrøðiligt modell fyri alduviður- skifti við Føroyar. Har- aftrat fíggjar Statoil- bólkurin eitt 2 ára Post. Doc. granskingarstarv á Náttúruvísindadeildini, umframt at bólkurin hevur latið fígging til setan av professara í parttíðarstarvi og til uppbygging av BS- verkfrøðiútbúgving inn- an kolvetni. Búi Tyril Viðvíkjandi tí ið á enskum verður rópt "e-mail" ella "email" (ein stytting av "electronic mail"): Hví í allari víðu verð skulu vit kalla tað "teldupost" ella "t- post"? Hví ikki halda seg meira nágreiniliga til inni- haldið í sjálvum hugtakin- um og kalla tað "e-post" ella "epost" -- um tað yvir- høvur skal umsetast? Hetta við epostinum er kanska ikki nakað stórvegis at blása upp; hinvegin peik- ar tað á ein keðiligan óvana millum okkum føroyingar: Tað er sum um at nógvir av okkara umsetarum síggja eina dygd í ótrúskapi móti upprunanum. Í veruleikan- um er hetta einki minni enn ein gøla, og í nógvum før- um ein háðan ímóti teimum ið hava skrivað ella yrkt tað upprunaliga tilfarið. Tað ringasta við hesum løgna serføroyska ágangi, ið hevur til fragd at broyta meiningina hjá útlending- um uttan at hesir vita av, er at tílíkt kann viðvirka til at skerja okkum mentanar- liga, kann forða fyri upp- lýsing og er tí ofta skaði- ligt. Her kundu nógv dømir verðið tikin fram, ikki minst nógvir vakrir sálmar og annað ið fullkomiliga er vorðið mishandlað í før- oyskum líki og hevur fingið heilt annað innihald enn tað sum stendur í uppruna tekstinum og tílíkt er jú syrgiligt. Tað sama kann sigast um nógv av tíðindunum og nógv av heitunum og hug- tøkunum ið har verða brúkt; tey ljóða ofta so provinsiell at tað er ikki klókt! Og, enn verri: mein- ingin í tíðinda telegramm- um er mangan ikki til at kenna aftur í mun til tað sum til dømis stendur í tí eingilska tekstinum frá Reuters. Jamen for Christ’s sake, umsetarin hevur ongan rætt til at redigera í tekstinum og meiningini! Tað átti at verið ein sjálvfylgja at møguligar umskrivingar í einari umseting eiga aldri at verða gjørdar, uttan tá ið umskrivingin veruliga fremur ta upprunaliga meiningina, og ikki mein- ingina hjá umsetaranum. So til enn eitt suff: Eg síggi at nógvir málrættir føroyingar leggja sær sjálv- um og øðrum eina við at nýta grammatiska komma- seting. Tað er týðiligt at føroyingar flest hava ilt við at fylgja teimum reglum ið galda hesum viðvíkjandi, og tað sama ger seg gald- andi millum danir -- møguliga einasta onnur tjóð sum roynir at halda fast við somu reglur. Hvørki íslendingar ella sviar ella norðmenn, ella bretar, vísa seg at brúka hetta tunga slagið av kommaseting. Tílík kommaseting ger tekstin óneyðuga tungan at lesa, av tí at "tekstflotið" verður javnan avbrotið av einum komma, og so aftur einum, og so, Gud hjálpi mær, aftur einum... Lat okkum taka okkurt dømi. Ein natúrligur tekstur kundi sagt: Mikkjal helt seg vera vísan í at hann ætlaði í grind. Sami setningur við komma-krossfesting býður ístaðin: Mikkjal helt seg vera vísan í, at hann ætlaði í grind. Ella: Hon ið átti barnið helt ikki at gráturin var so harður at tað bilti. Ístaðin fyri: Hon, ið átti barnið, helt ikki, at gráturin var so harður, at tað bilti. Hví ikki gera tað eitt sindur lættari fyri fólk? Vit skilja væl tekstin fyri tí um vit ikki knúsa hvønn setn- ing sundur í berari komma- seting! Tí skjóti eg upp, og eg rokni við at nógv taka undir við mær, at vit seta komma eftir meira einfald- um reglum, til dømis eftir hvar tað kennist natúrligt at hava komma. Kunnu vit ikki vísa størri virðing fyri meiningini? Statoil-bólkurin letur 2.6 mill. kr. til gransking við atliti at alivinnu Hans Birgir Hansen, Limur í F.A.F. í Havn Tað er nú einaferð so, at øll fakfeløg eru skipaði óheft politiskt og átrúnarliga kring landi og her í Havn- ini/Suðurstreymoy. Tað er nakað, sum øll eiga at kunna gera sær nógv greitt og at øll fakfeløg ikki skula reka landspolitikk, tá ið slíkt ikki er loyvt. Tað, ið uppgáva hjá landsstýri, løgtingi er at fáa skapt karmar fyri øllum vinnuligum virksemi, við atliti til lóggávur við meira. Tað er ikki loyvt fakfe- lagsleiðarum, nevndarlim- um at reka landspolitikk, innan øll fakfeløg, í Før- oyum, sum ein ger nógv greitt. Tað er upp á tíðina at fáa skipaði arbeiðsmarknaðar- viðurskiftir á arbeiðsgev- arasíðu og á arbeiðarasíðu, ið ein vil viðgera. Tað vil siga, at eingin ar- beiðsgevari, arbeiðstakari við fólki í arbeiði, starvi, ófaklærd, faklærd, skulu virka óskipaði í dag. Tað vil siga av lokalu ar- beiðsgevarafeløgum og hesi limir í F.A.G. í Havn- ini, sama er galdandi sjálv- støðungt vinnurekandi. Tað sama er galdandi øll tíma- og mánaðarløntu, ið skula vera skipaði í lokalu arbeiðarafeløgum og øðr- um fakfeløgum í dag. Og hesi limir í F.A. og í øðrum fakfelagsfylkingum, so eingin arbeiðir, stavar óskipaður í Føroyum uttan lønarsáttmála. Tað er avgerandi neyðugt at gera alment vart við slíkan fakfelags ólevna inn- an øll fakfeløg og úti á arbeiðsmarknaðum. Tað eigur av landsstýri, løgtingi, at vera skipað so- leiðis fyri, at allur stættar- og lønarmunur verður av- markaður nú í heyst. Okkum tørvar búskapar-, samfelags-, húsarhalds-, handils-, vinnulívs- og ídnaðarliga tillagan til broytingar í lívsviðurskift- unum. Okkum tørvar á sama hátt at fáa skipa javnvágina innan áðurnevnda og fyri- beina politisku (restrik- tiónir) avmarkningar. Tað er avgerandi neyðugt at gremja áðurnevndu til- tøk, skulu vit skapa øllum somu kappingartreytir, grundarlag, í Føroyum. Fakfeløg óheft politiskt og átrúnarliga? C M Y K 11 10