Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 132 - 16. juli 2003 Nr. 132 - 16. juli 2003 11 Í gjár umrøddu vit trupulleikan við rammulógunum og gjørdu vart við, at her var talan um ein trupul- leika, ið kann rættast, um semja fæst um hetta í for- manskapinum. Tað snýr seg um at seta krøv til lógaruppskotini, sum koma frá landsstýrismonn- unum, so lógirnar ikki sum nú gerast blankotjekkar til ein landsstýrismann. Rammulógir krevja høgan politiskan moral og demokratiskan hugsunarhátt, sum torført er at liva upp til. Dømini frá Umboðs- manninum og Løgtingsins landstýrismálanevnd tala fyri seg. Afturat hesum kemur atfinningin frá einum fyrrverandi løgtingsformanni her í blaðnum í farnu viku. Rammulógir eiga tí at vera undantal ikki meginregla. Men sum vit vístu á á hesum staði í gjár, so er eisini nakað grundleggjandi skeivt við sjálvari stýrisskip- anini. Skipanin má endurskoðast við atliti at valds- býtinum og javnvágini millum tey trý samfelags- valdini dømandi, útinnandi og lóggevandi valdið. Sum kunnugt hevur okkara stýrisskipan ein nógv strangari skilnað millum útinnandi og lóggevandi vald enn aðrar stýrisskipanir. Hetta merkir eitt nú, at meðan ein fíggjarnevnd í flestu demokratiskum londum saman við viðkomandi stjórn hevur ávíst umboðsvald, sum hon útinnir saman við viðkomandi ráðharra, so er púra knívskorið á hesum øki hjá okk- um. Eitt stig til tess at rætta skeivu valdsjavnvágina millum løgting og landsstýrið kundi verið at givið løgtingsins fíggjarnevnd sama vald sum fíggjar- nevndirnar í grannalondum okkara hava. Eitt annað stig kundi verið, at gjørt sjálvt tingarbeiðið liðiligari og meira professionelt og samstundis givið ting- monnum nógv meira ávirkan á lógaruppskot frá landsstýrinum. Eisini eiga tingmenn at fáa meira og betri umsitingarliga hjálp. Undir verandi skipan hava landsstýrismenn sera stórt vald, kanska serstakliga á økjum, sum ikki beinleiðis eru skipað við lógum. Tískil eiga øll øki at skipast við lóg, so landsstýrismenn ikki kunnu skalta og valta sum best ber til. Tað er fyrst og fremst løgtingið sjálvt, sum eigur at taka aftur tað vald, sum løgtingið við nýggju stýrisskipanarlógini hevur latið landsstýrismonnum og løgmanni. Lógin kundi t.d. verið broyytt soleiðis at løgmaður missir rættin at upplýsa tingið og útskriva val í ótíð. Somluleiðis kundi ein broytingin verið, at løgmaður skal hava skyldu at leggja frá sær eftir eitt val og reglur eiga at vera, sum tryggja, at landsstýrismenn skulu leggja frá sær undir ávísum nærri lýstum umstøðum. Hetta vóru bert nøkur dømi um viðurskifti, ið kund vent valdsjavnvágini aftur rætta vegin. Onnur dømi kundu verið nevnd, men tað er óbeyðugt, tí ting- menn sjálvir vita, hvar skógvurin klemmar. Tað ræð- ur um at fara ígongd. Minnist til orðini hjá ávísum løgmanni: eingin yvir og eingin undir liðini á Føroya Løgtingi! DAGSINS MEINING Sosialurin Stýrisskipan endurskoðast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. TÍÐINDASKRIV Alzheimerfelagið Demenssamskiparaútbúgv- ingin, sum Alzheimerfelagið lýsti við fyrr í ár, hevur fingið góða undirtøku. Lut- takararnir eru so mikið nógvir, at útbúgvingin byrjar sum ætlað í septembur í ár. Tey, sum undirvísa á skeiðinum, eru leiðandi granskarar og starvsfólk, ið starvast innan hetta økið. Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólk, sum kunnu: • leggja til rættis undir- vísing og vegleiða starvs- felagar og onnur, • fáa hugskot og seta tey í verk • samskipa arbeiðsorku viðv. viðgerðar-, røktar- og umsorganarspurning- um • vera samskipari í tvør- fakligum samstarvi á demensøkinum Ein sannroynd er, at de- menssamskiparin er ser- stakliga væl fyri til at menna tað samstarv, ið fremur korini hjá fólki við demenssjúku. Soleiðis lúk- ar hann krøvini frá mynd- ugleikunum. Útbúgvingin er ætlað sjúkrarøktarfrøðingum, ergoterapeutum, fysiotera- peutum, heilsuatstøðingum og røktarheimsatstøðingum. Onnur við kunnleika til og royndum frá arbeiði við minnisveikum fólkum ella hava aðrar førleikar kunnu somuleiðis søkja um upp- tøku til útbúgvingina. Útbúgvingin krevur, at ein skrivlig verkætlan verð- ur gjørd. Útbúgvingin er í 3 pørtum: 1. partur verður í september, 2. partur í nov - ember í ár og 3. partur í februar 2004. Skeiðið verður á Hotel Vágum. Útbúgvingin góða undirtøku Ólavur Petersen 14. september 2003 er Høgni Hoydal, landsstýris- maður við kirkjumálum, saman við løgtingsins mentamálanevnd boðin til hátíðarhald á Glyvrum í sambandi við føroyskan sjómansprest í Hull. Her er talan um fyrsta prestaembætið í Føroya kirkjusøgu, ið er goldið og rikið við føroyskum skatta- peningi. Orsøkin til hetta opna brævið er at staðfesta, at Føroya Løgting er ført »bak ljósið« av Mentamálaráð- num, tí einki samsvar er ímillum »notat um føroyskt sjómansprestastarv« úr Mentamálaráðnum, sum varð til løgtingsmál 1- 6/2001, og »samarbejds- aftale og regulativ«, sum føroyski sjómanspresturin í Hull skal virka undir og eftir. 17. apríl 2002 staðfestir (máltal 54101/6-1/011928/ 18-/KSJ) landsstýrismað- urin við mentamálum ynski hjá føroysku sjómanskirkj- uni við Jógvani Fríðriks- syni, formanni, at føroy- ingar sjálvir gjalda fyri ein føroyskan sjómansprest og sjálvir gera av, hvør verður settur í starvið. Víðari í sama skrivi verð- ur sagt frá, at Føroya Løg- ting á eykaløgtingsfíggjar- lóg nr. 44 frá 26. mars 2002 hevur játtað 500.000 kr. til Føroysku Sjómanskirkjuna, at tað nú er møguligt at løna einum føroyskum sjó- manspresti, so nú kann føroyska sjómanskirkjan gera avtalu við donsku sjómanskirkjuna um øll viðkomandi mál. Mentamálaráðið og Føroya Løgting Tað er vánaligt umsitingar- ligt og politiskt arbeiði í Mentamálaráðnum at fara á Løgtingsskrivstovuna við einum máli, sum er so illa lýst og fyrireikað, sum løg- ingsmál 1-6/2001 er. Ørkymlandi er, at Føroya Løgting hevur játtað pening til eitt endamál, ið tað ikki veit innihaldið av. Avtalan góðkend av Mentamálaráðnum Í skrivi, dagfest 16. juli 2002, verður boðað Jógv- ani Fríðrikssyni, formanni í Føroysku Sjómanskirkjuni, frá, at landsstýrismaðurin við mentamálum hevur góðkent samstarvsavtaluna millum Føroysku Sjómans- kirkjuna og Donsku Sjó- manskirkjuna, og er nú klárt at lýsa eftir sjómans- presti til Hull. Góðkenningin er ikki undirskrivað av landsstýris- manninum. Ei heldur av aðalstjóranum í Menta- málaráðnum, men av ein- um skrivara fyri fulltrúan í kirkjumálum. Tí kann ein spyrja: Hevur landsstýrismaðurin sæð samstarvsavtaluna? Tí samstarvsavtalan er send úr prestagarðinum á Gjaranesi 15. juli 2002, har Jógvan Fríðriksson purrar undir skjóta avgerð – og er longu dagin eftir, 16. juli 2002, góðkend av Mentamálaráð- num. Avtalan »Samarbejdsaftale mellem Færøsk Sømandskirke og Dansk sømandskirke ved- rørende ansættelse af sø- mandspræst i Hull, Eng- land« og »Regulativ for arbejdet som sømandspræst i Hull« eru her prentað í fullum orðaljóði (sí avrit). Hvat hevur Føroya Løgting, tá av tornar, játtað pening til: Ískoyti, áljóðandi 500.000 kr. um árið, til Donsku Sjó- manskirkjuna. Allur avgerðarrættur í sambandi við setan av sjó- manspresti í Hull er lagdur í hendurnar á donskum kirkjumyndugleika í Kjøp- inhavn. Sjómanspresturin í Hull kann hissini nýta 20% av síni arbeiðstíð til føroying- ar í Bretlandi. Hvønn sunnudag hevur sjómanspresturin í Hull skyldu til at prædika á donskum. Hetta er so tað, sum skal hátíðarhaldast í Glyvra kirkju og við døgurðan á Runavíkar Sjómansheimi aftaná. Til borðhaldið verða boð- in í minsta lagi 150 fólk við landsstýrismanninum í kirkjumálum og umboðum fyri Mentamálanevnd Løg- tingsins á odda. Íroknað ferðing fyri nógvar luttakarar langvegis frá, er hetta ikki bíligt. Opið bræv til Høgna Hoydal landsstýrismann um sjómansprest í Hull Runavíkar kommuna: Ongin bíðilisti til barnaansing Tá tann nýggi dag- stovnurin við Tofta- vatn letur upp seinast í hesum mánaðinum, kann Runavíkar kommuna erpa sær av, at bíðilistin til dag- røktina verður burtur BARNAANSING Solby A. Eliasen Um tvær vikur verður ongin bíðilisti til barna- ansing í Runavíkar komm- unu. Tá letur tann nýggi dagstovnurin við Toftavatn upp og 94 børn fáa ríkiligt at plássi til at hugna og stuttleika sær í, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Og harvið hvørvur bíði- listin í kommununi eisini. Hesin bíðilisti, sum var uppi á útivið sjeyti børnum fyri nøkrum árum síðani, er nú komin niður á null. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur gjørt nógv við barnaansingina hetta seinasta valskeiðið. Dagrøktin er uppnormerað, ein útibarnagarður er settur á stovn og um tvær vikur ella so letur tann spildur- nýggi dagstovnurin upp. Nýggi stovnurin hevur tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Har fara 94 børn at húsast. Tað kann ljóða av nógvum, men tað letur ikki til, at tað fer at bila tað stóra, tí hvør stova fer at hava egna inngongd, so tað ikki verður so roka- ligt, tá børnini øll verða avheinta. Rodmundur Nielsen er ikki sørt errin og sera fegin um, at bíðilistin í Runavík nú verður burtur, men hann sigur tó, at tá ein trupulleiki er loystur, so stendur tann næsti og bíðar. Hann sigur, at tað er sera torført at fáa eina íbúð í Runavík, og tað er ongin ivi um, at tað somuleiðis er ein trupul- leiki, tá fólk skulu flyta til kommununa. Hann sigur eisini, at tað eru grund- stykki til taks, og har er ein bíðilisti, men tørvurin er ikki akuttur, sum nú er. Rodmundur væntar tó, at tað fer at verða ein ávís tilflyting, nú barnaansingin ikki er nakar trupulleiki longur. Trýstið minkar Í Klaksvíkar kommunu er eisini ein framgongd í barnaansingini. Júst hvussu mong børn standa á bíði- listanum eydnaðist okkum ikki at fáa at vita, tí sam- skiparin av barnaansingini var farin í feriu. Men dagrøktarleiðarin, Sigrun Vágstún, sigur, at tey merkja væl, at trupul- leikin við barnaansingini er vorðin munandi minni seinastu tíðina. – So vítt eg veit, so eru øll børnini, sum nú hava fingið bjóðað pláss, yvir eitt ára gomul, sigur hon og staðfestir sostatt, at børnini, sum standa eftir á bíði- listanum munnu vera eitt ár og yngri enn tað. – Tey børnini, sum standa á bíðilista nú, eru upp- skrivað hetta seinasta árið, sigur Sigrun og harvið er greitt, at bíðitíðin til at fáa ansing í Klaksvíkar komm- unu er umleið eitt ár. Um gongdin á barna- ansingarøkinum verð- ur tann sama, sum hon er nú í landsins størstu kommunu, so verður bíðilistin til barnaansingina burt- ur 1. januar 2005. Tað væntar Katrin Peter- sen, samskipari av øllum dagstovnunum í Tórshavnar kommunu BARNAANSING Solby A. Eliasen Um alt gongur sum ætlað á barnaansingarøkinum í Tórshavnar kommunu, so verður at kalla ongin bíði- listi til barnaansing um hálvt annað ár. Hetta kann staðfestast útfrá teimum ætlanum, sum kommunan hevur við gerð av fimm nýggjum stovnum, sum allir skulu verða lidnir til jóla komandi ár. – Um ikki nakað heilt drastiskt hendir á tilflyt- ingarøkinum ella onkrum øðrum, so ja, verður ongin bíðilisti í januar 2005, vænt- ar Katrin Petersen. Hon leggur tó afturat, at tað sjálvandi altíð fer at vera ein lítil bíðilisti, men hann er so lítil, at tað kemur bert at verða ein spurningur um stutta tíð, áðrenn foreldur, sum flyta til kommununa fáa tey í ansing til ta tíð. Í dag er tað soleiðis, at um foreldur hava børn undir trý ára aldur og flyta, so fáa tey onga ansing, meðan tey, sum hava børn í barnagarðs- aldri, fáa síni børn inn beinanvegin. Hetta kemst av, at tørvurin á barnagarðs- plássum er mest sum nøktaður, meðan tað er verri á vøggustovutørvinum. Í dag standa 208 børn á bíðilista í Tórshavnar kommunu, sum onga ans- ing hava. Nógv tann størsti parturin eru børn í vøggu- stovualdri. Býtið av børn- unum á teimum ymsu list- unum vísir tað týðuliga. – Einans fimm børn standa á bíðilista til barna- garð, og tey sleppa øll inn í ár, sigur Katrin Petersen. Hini, sum øll eru undir trý ár, hava væntandi fingið pláss um eitt ár ella so. Sostatt er bíðitíðin umleið eitt ár til at fáa barn í ansing í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna hevur raðfest barnaansing- ina sera høgt hetta val- skeiðið, og nú sást ljós fyri framman. Til jóla komandi ár eru tað fimm nýggir dag- stovnar í kommununi. Men hesir dagstovnar eru ikki bert vøggustovur – eisini barnagarðar. Spurd um tað so ikki kann væntast at fara at verða ein yvirkapasitetur til børn í barnagarðsaldri, sigur Katrin Petersen, at tað væntar hon ikki. – Vit fara at gera tað soleiðis komandi ár, at stovnar, sum í dag bert hava barnagarðsbørn, eisini fara at hava børn undir trý ár. Soleiðis at skilja, at ein barnagarður kemur at hava børn í aldrinum 0 til 7 ár. Harvið kann eisini sleppast undan, at eitt barn skiftir stovn, tá tað er farið upp um trý ára aldur, greiðir Katrin frá. Og tað heldur hon bara er gott. – Tað er ongantíð gott fyri eitt barn at skifta ans- ingarpláss, so tað verður uttan iva lættari fyri tey eisini, heldur hon. Børnini eldri Katrin Petersen sigur, at tað merkist á bíðilistanum, at foreldur ynskja at verða longri heima hjá børnunum. Tað kemur ofta fyri, at foreldur fáa bjóðað eitt pláss, men tey takka nei, tí tey halda, at barnið er ov lítið at fara í ansing. Hetta ger somuleiðis at, tað verður lættari at fáa tað inn árið eftir, tí tá hevur tað staðið so longi á bíðilista, at tað sleppur inn beinanvegin. Og sostatt gerast børnini, sum fara í ansing, nakað eldri í dag enn fyri eini tíð síðani Bíðilistarnir til barnaans- ing eru upp á tað lægsta hesa tíðina á árinum, tí beint nú er tað stóra útskiftið farið fram. Tilgongdin er vanliga eini 300 børn. – Tað verða umleið 300 børn fødd í Tórshavnar kommunu um árið, og tey allarflestu verða skrivað upp, sigur Katrin Petersen. Og tað sleppa vanliga eini 300 ella 400 inn í ansing sum árið, so sjálvur listin økist ikki sum so. Men nú er kommunan so sum sagt farin av álvara undir at fáa listan burtur. Og málið er, at øll foreldur sum búgva ella flyta til kommununa skulu fáa ansing til teirra barn ella børn. Tað vil siga pláss- garanti er ikki langt burtur. Plássgaranti vil siga, at foreldur eru garanterað eitt ella fleiri ansingarpláss í kommununi, tá tey hava tørv á tí. Kommunan ynskir at kunna veita sínum borgarum hesa tænastuna, og gongst alt sum ætlað, so kunnu tey tað 1. januar 2005. – Vit hava arbeitt nógv og hart við barnaansingini í fleiri ár, og nú sæst endiliga ljós fyri framman, sigur ein sera bjartskygd Katrin Petersen at enda. Tá G-festivalurin verður komandi vikuskiftið, fer millum annað at bera til at fara eina útferð við Dragan- um runt á Gøtuvík ÚTFERÐ Solby A. Eliasen Dragin fer av Klaksvík leygardagin klokkan 13 til Syðrugøtu. Útferðir verða gjørdar av Gøtusandi seinnapart- in. Hvør ferðin fer at vara umleið ein tíma, og siglt verður runt Gøtuvík. Eis- ini verða væntandi onkrir leigutúrar á skránni. Dragin tekur 30 fólk í senn. Hans Eli Hansen sigur tó, at tað sjálvandi veldst um veðrið eisini. – Fyrireikararnir av G- festivalinum heittu á okk- um at koma og gera smærri útferðir frá Syðru- gøtu, og um veðrið verður tilvildar, so verður áhugin vónandi stórur, sigur hann. Dragin sigir so av aftur Gøtu til Klaksvíkar klokkan eitt um náttina, so um norðoyingar hava hug at gera sær ein túr til G-festivalin, so fer at bera til at sleppa beinleiðis til Gøtu og aftur við Dragan- um. Hvør túrur við Drag- anum kostar 100 krónur. Dragin út- ferðir á G- festivalinum Tórshavnar kommuna: Ongin bíðilisti í januar 2005 Barnaansingartrupulleikin, sum hevur herjað í landinum seinastu árini, er við at verða loystur. Í øllum førum í trimum teimum størstu kommununum í landinum Tilvildarlig mynd C M Y K 11 10