Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 131 - 15. juli 2003 Nr. 131 - 15. juli 2003 13 Grannar: Kongaminnið vanrøkt Grannarnir við Gripsheygg hava fleiri ferðir víst á, at økið við Kongaminnið verður ikki nóg væl røkt. Býráðið hevur framt nakrar ábøtur, men framvegis kunnu fleiri ábøtur gerast, so økið gerst enn høgg- ligari hjá teimum vitjandi, halda grannarnir KONGAMINNIÐ Páll Holm Johannesen Seinastu tíðina hava grannar við Hoyvíksvegin fleiri ferðir víst á, at økið við Kongaminnið verður ikki nóg væl røkt. Flísarnir er illa farnir, gongugøtan niðan á Kongaminnið er vanrøkt og framvegis er máling á sjálvum forn- minninum. Bøurin er heldur ikki nøkur vøkur sjón longur, tí hann hevur ikki verið røktur seinnu árini. Grannarnir meta tað verða stak óheppið, at Kongaminnið sleppur at fara so illa, uttan at nakrar ábøtur verða gjørdar. Staðið er sera væl vitjað alt árið, og nú summar er, eru tað serliga útlendingar, ið leita sær niðan á Konga- minnið. Staðið er sera væl- umtókt pláss hjá útlend- ingum at taka myndir av Tórshavn, tí útsýnið er frá- gera gott. Gøtan fríðkað Føroyingar og tey mongu útlendsku ferðafólkini kunnu nú fegnast um, at býráðið hevur framt nakrar ábøtur á Gripsheyggi, ið er heyggurin, Kongaminnið er bygt á. Gongugøtan ,sum hevur staðið órøkt, er nú fríðkað, og tí verður tað høggligari hjá gestunum at leita sær niðan á Konga- minnið. Grannarnir meta tó, at býráðið kundi tikið enn størri tøk fyri at gera Kongaminnið enn betri stað hjá teimum vitjandi. Teir vísa millum annað á, at ein gongugøta frá R.C. Effers- øesgøtu niðan á Konga- minnið hevði verið ynski- lig, tí tað ørkymlar út- lendsku gestirnar, at tey mugu ganga niðanum, tá tey koma úr býnum Grannarnar við Grips- heygg hava fleiri ferðir kent seg noyddar at veita út- lendsku ferðafólkunum eina hjálpandi hond, so at útlendsku ferðafólkini koma niðan á Kongaminnið í øllum góðum. KONGAMINNIÐ Páll Holm Johannesen Tað var gróthøggarin, Ják- up Andreas Arge, eisini kendur sum jamtmaðurin, sum bygdi Kongaminnið í 1882. Kongaminnið varð reist fyri at minna um fyrstu kongavitjanina í Før- oyum í 1872. Umframt Kongaminnið, so bygdi Jákup Andreas Arge bæði Amtmansborgina og Býráðshúsið í Havn. Í 1911 lat føroyski gróthøgg- arin danakongi eitt modell av kongaminninum, og tá segði kongur við Jákup Andreas, at hann fór at seta modellið har hann: "daglig kunne have det for, og derved blive mindet om, den realitet, færinger viste kongen". Tað hevur mong munn- høggan um Kongaminnið á Gripsheyggið. Kristin í Geil, sum var blaðstjórið á Tingakrossi, var ein, ið ikki fór væl við fornminninum. Hóast pápin, Djóni í Geil, var ein monnumum aftan- fyri byggingina av Konga- minninum, so var Kristin í Geil ikki bangin fyri at vísa sína misnøgd við Konga- minnið. Í blaðnum Tingakrossi góð 25 ár eftir Kongaminn- ið varð bygt, kallaði hann Kongaminnið fyri "snobb- ernes obelisk". Grannar við Gripsheygg, har Kongaminnið er bygt, hava fleiri ferðir víst á, at økið átti at verði betri røkt. Á mynd- ini sæst, at flísarnir eru illa farnir, og at málingin, ótang- ar málaðu á Kongaminnið, framvegis er á fornminn- inum Mynd: Jens Kristian Vang FLOGFERÐSLA Páll Holm Johannesen Í gjár, mánadagin, avlýsti Mærsk Air aftur ein av flogtúrunum til Føroya. Talan var um ein tekn- iskan trupulleika, og tá tað ikki bar til at seta annað flogfarð á Føroyaleiðina var neyðugt at avlýsa alla flúgvingina úr Keyp- mannahavn mánadagin. Av nýggju skrivstovuni hjá Mærsk í Havn, siga tey, at væntandi kemur øll flúgvingin í rættlag aftur týsdagin. Ætlandi verða tvey flogførð sett inn á Føroyaleiðina, so øll ferðafólkini kunnu koma á rætt stað týsdagin, siga tey frá Mærsk Air. Mærsk avlýsti aftur Kongaminnið í stuttum Á fólkafundinum sunnudagin á vestan- stevnu, helt Marjun Sigurðsdóttir, for- maður í Meginfelag teirra Brekaðu, røðu. Í røðu síni tosaði hon um korini hjá teim- um førleikatarnaðu fyrr og nú VESTANSTEVNA Rúna Sivertsen Sunnudagin seinnapartin var fólkafundur í løgmans- garðinum í Sandavági. Tað er synd at siga, at veðrið var til vildar á vestan- stevnu, men hesa løtuna, fólkafundurin var, sleit hann í. Fitt av fólki var komið saman at lýða á, meðan formaðurin í MBF, Marjun Sigurðdóttir, flutti fram røðu. Í samrøðu við Sosialin sigur Marjun, at tað eru stór framstig hend til frama fyri tey førleikatarnaðu tey 40 árini, hon hevur starvast innan økið. Marjun er útbúgvin sosialráðgevi. Longu með- an meðan hon las niðri, varð hon spurd, um hon ikki vildi fara á Rødby- gaard í starvsvenjing, so at hon samstundis kundi vera við at hjálpa til við arbeið- num at fáa tey við menn- ingartarni heim til Føroya. Í røðu síni vísir hon eitt nú á, hvussu tey við menn- ingar- og førleikatarni fyrr so at siga eingi rættindi høvdu, og nærmast vórðu útstoytt av samfelagnum. Men hóast framstig, er tó langt eftir á mál. Og tíverri kemur fyri, at afturstig henda. Í røðuni er Marjun bersøgin og sigur, at tað er ein landaskomm, at SvF nú gevst at tulka Dag&Viku fyri teimum deyvu. Vit geva Marjuni orðið: Góðu fyriskiparar, góðu Vestanstevnugestir. Tøkk fyri at mær verður sýnd tað álit, at siga nøkur orð á fólkafundi í Løgmans- garðinum. Kendi eitt sindur av fjáltri at skulu halda røðu á so tignarligum staði. Leit- aði mær tí stuðul úr ættarbandinum og fann tveir løgmenn, nevniliga Sámal Petersen og Hans Jacobsen Debes, umframt Armgarð Mariu Weihe og Blankskálahanus á trænum. Tað hjálpti. Meginfelag teirrra brek- aðu er ein felagsskapur av 23 áhugafeløgum, har eg havi verið formaður í gott eitt ár. Somuleiðis eri eg í stýrisbólkinum fyri "Ár teirra brekaðu", ið lands- stýrismaðurin í almanna- málum hevur sett at skipa fyri í hesum árinum, har eitt av endamálunum er, at gera førleikatarnað sjónlig í samfelagnum. Borgarstjórin í Fuglafirði kom við hugskotinum, at stevnurnar, fólksins veitsl- ur, kanska vóru eitt gott høvi. Og MBF og limafeløg hava tikið av. Slagorðið er samfelagið fyri øll, helst við ongum spurnartekni, sum á plaktini. Heimarættur At hava heimarætt. At øll fólk í einum húski, í eini kommunu ella í landinum skulu kenna seg heima á jøvnum føti við øll onnur. So hevur ikki altíð verið og kanska er tað heldur ikki heilt einfalt í dag, men tað sær út til, at kommunurnar í stórum álvara eru farnar undir eldraøki, kanska verður tann vælvijin fluttur yvir á førleikatarnað so við og við. Eg skal nevna nøkur dømi frá søguligu gongd- ini, sum kanska tykjast okkum láturlig í dag. Tey flestu halda at orðið at fara á húsagang fevnir um virk- ir, skip, bankar og tílíkt. Men orðið hevur sín upp- runa frá tí at fólk, sokallað uppgávufólk, ið fevndi um brekað, gomul og fyrrver- andi tænastufólk, ið vóru send garð av garði, bygd úr bygd, eitt avtalað tíðar- skeið. Hesi fólk høvdu ongan møguleika at kenna seg heima nakrastaðni. Tey fóru rættuliga á húsagang. Stakkalastjørnan Eitt annað gott føroyskt dømi um hetta er fyri- brygdið stakkalastjørnan. Gongustjørnan Venus, sum ávísar tíðir á árinum sæst skínandi á kvøldhimmalin- um, verður eisini nevnd stakkalastjørnan. Hetta sigst koma av, at ein óskrivað lóg hevur ver- ið galdandi frá gamlari tíð av, um at var ein inni, ið kundi metast sum stakkal, tá ið stjørnan kom upp, skuldi hann ikki koyrast av garði, men sleppa at verða um náttina. Hesi fólk hava í hvussu so er ikki kent, at tey áttu heimarætt. Ofta fingu fólk nøvn eftir brekinum, t.d. Dulidanjal, Prukkelin og ein maður, ið hevið eftirgjørt bein, fekk eyknevnið bein. Hann gjørdi ikki mætari enn at fáa sær Bein til eftirnavn. Trúgv og pátrúgv Eitt annað dømi er tikið úr "Hovs søgu" eftir Jákup Berg (klipp úr ummælinum hjá undirritaðu av bókini hjá Doris Hansen "Søgan um hini" Dimmalætting 22.8.1996). Søgan er bæði um, hvussu óvitar høvdu fragd av at vinna einum brekaðum neisir, og um sterku trúnna á bæði Hin Hægsta og Hin Versta. "Einaferð Bøkkurin (so kallaðist maðurin) setti kærar upp…. høvdu óvitar- nir fingið fatur á eini magnet og fingu karðatind- arnar at ganga kykir á borðinum…. Bøkkurin bliknaði. Eyguni stardu ramliga at tindunum, ið gingu kykir og vildu ikki steðga aftur. Hann tók tindarnar úr munninum, reisti seg og helt fyri: "Farið út hiðani, her er ikki alt, sum tað eigur at vera. Fanin er kom- in í stovuna". Seinni verður, frá aðrari heimild sagt frá, at ein lækni spyr Bøkkin, um hann kundi fáa hendur og føtur, ið vóru vanskapt, tá ið hann var deyður til g ranskingarendamál. Bøkkurin svarar, eftir at hava ráðført seg við mat- móðrina: "Min madmoder siger, at jeg kan ikke for Guds domstol at stå for- uden klør og kleyvar på". Vælferðarsamfelag fyri øll Í fleiri ár tíggir sendu vit fólk, íð bóru eitthvørt brek av landinum. Í hesum tíðar- skeiðinum, frá tí vit fóru at senda fólk av landinum, til vit mestsum hildu uppat við hesum, eru tað nógv, ið onganstaðni kendu seg eiga heimarætt. Siðani seinast í 1960 ár- unum er bæði hugburðurin millum fólk og politiski viljin broyttur rætta vegin. Mitt í ringastu kreppuárun- um tóku vit yvir alla ábyrgd við rammulógini frá 1995 eftir boðum frá donsku stjørnini. Vit kunnu siga, at eitt vælferðarsamfelag, ið er fyri øll, er bygt á tríggjar høvuðssúlur: 1) Samhaldsfesti. At tú við at gjalda skatt tryggjar tær t.d. fólkapensjón, tá ið tú ert 67 ár. 2) Um nakað er galið við førleikanum áðrenn tú fyllir 67 ár, so eigur sam- felagið at hjálpa tær við at minka um fylgjurnar av førleikatarni, t.d. við einum koyristóli, hoyritóli, sjúkra- viðgerð, serligari undirvís- ing, teknmálstulking ella annað, so tú verður virkin aftur eftir førimuni. 3) Økisábyrgd ella sek- torábyrgd. Spurningurin um vælferð er ikki bert eitt almannamál, tað er líka nógv ein spurningur um hvussu vit skipa okkara skúlar, okkara arbeiðsp- láss, okkara tíðindatænastu, okkara samferðslu o.s.fr. Atgongd til samfelagstænastur Atgongd til samfelagstæn- astur og javnstøða millum førleikatarnað og hini til skúlagongd, útbúgving, ar- beiði, vanligt privat lív, samferðslu og annað er grundarsteinurin undir eini virðiligari tilveru. Ein samfelagstænasta er infrastruktururin í einum landi, her uppi í at kunna koma millum oyggjarnar. Til november í fjør hevur tað verið soleiðis, at skuldi tú sum rørslutarnaður mill- um oyggjarnar, var einasti møguleiki at sita í bili/bussi á dekkinum í deymi frá bensini, olju, fisk, slógv og burturkast. Hetta er fram- vegis støðan á flestu Strandferðsluskipum, Teist- in millum Gomlu Rætt og Skopum undantikin. Tí er allarstørsta hend- ingin á samferðsluøkinum, íð er hent rørslutarnaðum hetta seinasta árið undir- sjóvartunnilin undir Vest- mannasund. Nú kunnu rørslutarnað eins og onnur, sita rein og noslig í einum bili (eg sigi við vilja ikki bussi) og koma at vitja í Vágum og á flogvøllin og umvent. Men við hvørt veit ikki høgra hvat vinstra ger. Nýggir bussar eru komnir at koyra hesa somu leið, men her sleppur eingin koyristólur við. Teknikkur lættir um At vera førleikatarnaður er oftast eitt lívslangt mein. Men meini gerst torførari og verri at liva við av øllum samfelagsskaptu forðing- unum. Ein blindur, ið tosar í telefon ella lesur bøkur á talandi teldu ella lurtar eftir ljóðbondum, er ikki blindur í tí støðuni. Ein Deyvur er ikki deyv- ur í hesi løtuni, nú hann fær alt, ið sagt verður á sínum teknmáli. Ein í koyristóli er ikki lamin, um hann frítt kann trilla seg inn og út um dyrnar og á wc. Tekniska menningin hevur í nógvum førum lætt um hjá førleikatarnaðum. Vágatunnilin er eitt gott dømi um, hvussu framkom- in teknikkur kan gera tað lættari hjá einum rørslu- tarnaðum at búgva í einum oyggjalandi. Fremstu SMS-boð brúk- ararnir eru tey deyvu. Tele- fonin er nú gerandisdagur eisini hjá teimum. Súmbol og lættlisin tekstur hjálpur nógvum, ið eru lesiveik. Føroyskt ljóð á talandi teldu, er nýggjasta fram- brotið her heima hjá okk- um. Men brúka vit teknikkin soleiðis, at hann bert hósk- ar nørdum og teimum ungu, ið kunnu fylgja við, so verður gjógvin djúpari og fráskiljingin verður muna- dyggari. Ein miðnámsskúli fyri menningartarnað er annað nýbrot, sum vit vanta okkum nógv av. Eins atgongd til kunning Ein høvuðsyvirskrift í øll- um Europu, og helst aðra- staðni við, er líka atgongd til informationssamfelagið. Her eru nógv útihýst. Vit hoyrdu júst nú ein dagin, at Sjónvarpið ikki fer at tulka Dag og viku longur, og tað er landaskomm. Fortreytin fyri at geva sítt til at ávirka politiska, sivila og sosiala samfelagið, er at tú hevur atgongd til somu information sum onnur. Nýggja tøknin opnar nógvar dyr, men steingir eins nógvar, um ikki verður hugsað um, hvussu hon verður skapa og hvørjum hon er ætlað, einum úrvald- um skara ella fólkum flest. Eitt loysunarorð, ið er frammi og eisini er lóggivið um nógvastaðni, er "univer- sel design". Hetta at til- evnað verður, so eisini kropnar hendur kunnu fáa eina hurð upp ella ein heimasíða, ið verður fata av fólki flest. Gaman og álvara Limirnir i feløgunum ið mynda MBF hittast til gaman og álvara. Fleiri feløg hava ognað sær onkr- an sang sum teirra, har allir limirnit vita hvat meint verður við, tá ið júst hesin sangurin verður sungin. Felagið fyri hoyrubrekað hava ein poetiskan og skemtiligan sang, har aft- urvendandi orði er "ha". Parkinsonfelagið hevur ognað sær "At liva, tað er at elska" í týðing Mikkjals á Ryggi. At liva, tað er at elska Tað besta í tíni sál; At liva, tað er at virka og seta so bjart sítt mál. At liva, tað er at finna Tað hægsta, í heimi er; At liva, tað er at vinna Til sannleika á síni ferð. At liva, tað er at køva Órætt og lygn og synd; At liva, tað er sum havið At spegla himmalsins mynd. Vit frá MBF og Ár teirra brekaðu luttaka fegin á Vestanstevnuni. Framhald- andi gott stevnuhald. Tøkk fyri. Stakkalastjørna ella Føroyar fyri øll – Ein Deyvur er ikki deyvur í hesi løtuni, nú hann fær alt, ið sagt verður á sínum teknmáli. Ein í koyristóli er ikki lamin, um hann frítt kann trilla seg inn og út um dyrnar og á wc, segði Marjun og vísti á, hvussu umráðandi tað er, at samfelagið verður innrættað til øll. Petur Zachariassen var tulkur, so tey deyvu eisini kundu fáa gleði av røðuni Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12