Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 132 - 16. juli 2003 Nr. 132 - 16. juli 2003 13 skriva eitt ummæli av einari konsert, har tað kanska verður nortið við gamlar dagar hjá Rolling Stones. Tað havi eg snøgt sagt ikki ánilsi av. Men konsertin sunnudagin var feit – meira enn bara gott undirhald. Ein tílík konsert setir eisini tað meira heimligu tónleikuupplivingar í eitt spennandi perspektiv. Var hetta genialt, sumblimt – hvat so við øll teimum há- lovandi orðunum um næst- an hvørt eitt tónleikatiltak á føroyskari jørð? Bólkurin Hóast stóran pall og stórt show, so er kjarnin í rokk- utukjarnorkuni fýra (gaml- ir) bretar. Afturat sær høvdu teir fýra limirnir í bólkinum nakrar útvaldar tónleikar, sum tó ikki komu – og kanska ikki eiga at koma – tað nógva fram í ljósið. Teir liggja allir um seksti ára aldur. Gittarleikarin Ronnie Wood er yngstur við sínum 56 árum. Mick Jagger, forsangari, og Keith Richards, gittarleikari, fylla báðir seksti í ár. Charlie Watts, trummuleikari, er farin um tey seksti. Frá okkara sjónarhornið tóktust teir eisini at vera millum tey elstu í Parkini. Rullandi steinarnir byrj- aðu at spæla í sekstiárun- um. Manningin er broytt nakað við árum. Teir fýra hava síðani 1993 verið einsamallir um at kalla seg fastar limir í Rolling Ston- es. Í sínari tíð kappaðist bólkurin við The Beatles. Rolling Stones hava, mugu vit siga, hildið seg meira frammi seinnu árini, hóast Beatles samanlagt mestur er tann best umtókti bólk- urin. Síðani idoltíðina í seksti- og sjeytiárunum hevur bólkurin rulla víðari við ávísum steðgum. Tað er eisini tað mest fasinerandi við bólkinum. Teir hava hildið seg frammi í øll hesi ár, og støðið er ótrúliga høgt í dag, og kanska hevur tað verið enn hægri áður. Stóru stjørnurnar eru Mick Jagger og Keith Ric- hards, sum eisini hava skrivað allar sangirnar hjá Rolling Stones. Men kanska mest spennandi per- sónurin sunnukvøldið var Charlie Watts. Trummuslá- arin, sum mest minnir um eitt fittan gamlan abba, heldur skil á taktunum eins og var tað einki fyri. Bólkurin hevur eina longri røð av útgávum á samvitsku, og í nítiárunum hevur bólkurin eisini fleiri fløgur út. Seinasta útgávan – við eyðkendu tunguni – kallast forty licks, og tað er eitt slag av einari uppsamling. Tískil kallast hendan heimsumfatandi konsert- ferðin Forty Licks World Tour. Gestsins eyga Eftir eina tílíka konsert, sum vilja flest allir fjøl- miðlar sleppa at siga sína hugsan. Rósandi orðini kenna einki mark í donsk- um bløðunum eftir konsert- ini. Genialt, betri enn nakr- antíð og besta konsertin í Parkini nakrantíð, eru bert bert nakrar av yvirskriftun- um, tá danska pressan skal siga sítt um kosertina. Áðrenn konsertina hava fjepparnir á teimum ymsu bløðunum eisini kappast um at skriva um bólkin og afturvísa hvørjum einasta orði um gamlar menn. Men á heimasíðuni ogn- að hesari seinastu konsert- ferðini hjá bólkinum heldur ein ummælari, at bólkurin var góður – kortini ikki so genialur – men áhoyrarnir vóru vánaligir. "Eg gleði meg at koma til Svøríkis, har teir rættu áhoyrarnir eru. So kunnu vit fáa ein stemning. Danir eru ov stillir og drekka ov nógvar øl", helt hesin eini ummælarin. Í sama við- fangi helt hann fyri, at tað mest spennandi við kon- sertini tóktist at vera, at tað bar til at keypa pakkar við fimm ølum í einum papp- haldara. Hann var óivað ikki vit- andi um, at millum áhoyr- arnar vóru nógvir sviar. Malmø liggur bert eina lítla løtu frá Kongens Køben- havn, og rættiliga nógvir av sviunum vóru komnir tvørturum Oyrasund fyri at síggja og hoyra, hóast Licks eisini rullar framvið hjá teimum í næstum. Men tað ljóðar heldur ikki so bítt hatta við dønum og øl. Men... Vit gevast ikki á hondum, hóast onkur breti hevur hug at finnast at okkara ríkis- feløgum og mergjaðu før- oyingunum. Herfrá kunnu vit bara siga, at tiltakið og uppliv- ingin vóru á serstøkum høgum støði. Alt annað enn bestu orð eiga ikki at fáa pláss á hesum síðum. Eins og ein stórur partur av áhoyrarafjøldini sunnu- kvøldið er undirritaði ikki voksin við Rolling Stones ella minnist aftur á tíðar- skeiðini í sekstiárunum samanborið við sjeytiárini. Skal eg siga nøvnini á plátunum, noyðist eg út at leita. Og satt at siga havi eg ongantíð skilt, hvat hetta nógva prátið um rokkabb- arnar hevur snúð seg um. So góðir eru teir heldur ikki. Teir eru bara betri, størri og meira. The greates rock'n' roll band in the world, og vit eru nú nøkur afturat, sum vita hví. Ein konsert við The Rolling Stones er ein uppliving uttan av- marking. Einki annað eins gott – einki annað betri KONSERT Heri á Rógvi Parken/Keypmannahavn: The greatest rock'n' roll band in the world. Ikki tað ringasta tað ring- asta heitið, ein tónleika- bólkur kann fáa. Bólkurin talan er um er sjálvandi The Rolling Ston- es. Veteranarnir í rokk- heiminum, sum mestur ongantíð fara at gevast við at spæla tónleik. Og kliché- irnar eru nógvar um bólkin. Eingin størri inn inn- leiðslusetningurin í grein- ini, men enn fleiri spenn- andi orðaspøl um rokk, rullandi steinar og rokk- abbar bíða longur inni í greinini. Og skuldi nakar ivast, so var konsertin við The Roll- ing Stones sunnukvøldið eitt fantastiskt upplivilsi. Ein konsert, sum neyvan verður nógv betri í tílíkum umstøðum. Ein fyrstafloks framførsla í allar mátar. Parken Og har sita vit so. Lítla før- oyinga staðið í Parkini sunnukvøldið 13. juli. Skumpað nakað langt aftur, men kortini tilstaðar. Og eg havi ringt við at lata vera við at rósa fyriskiparunum, t.e. teimum føroysku, hóast greinir eitt til hundrað í moralsku viðtøkunum fyri blaðfólk siga nakað annað,. Tað er veldugt, at føroy- ingar fáa møguleikan at uppliva tílíkt fyri ein nøku- lunda sámuligan kostnað. Atongumerkini til kon- sertina kosta í øllum førum einar fimmhundrað krónur, men vilja fólk fegin gjalda. Eisini munandi stórar ferðaútreiðslur. Og hetta við at gjalda fleiri hundrað krónur fyri tiltøk er ikki nakað, føroyingar vanliga eru so glaðir fyri. Millum 47.000 í Parken vóru tað væl einir fimmti føroyingar tilstaðar. Fleiri høvdu leitað sær á vøllin, men ein stórur partur sat eisini í reyðu stólunum í NESA sektiónini í Idræts- parken, Tað var væl og virðiliga fult hús, hóast nøkur tóm setur vóru. Aldurin á teim- um føroysku áhoyranunum var rættiliga ymiskur. Tey um fimmti ára aldur áttu meirilutan, men tað vóru nógv "yngri" fólk heilt nið- ur í tannáringaaldur. Valla nakar av teimum føroysku er komin líka væl til árs sum teir fýra rullandi stein- arnir á pallinum. Bert fáir av teimum før- oysku áhoyrarunum høvdu verið á konsert áður hjá Rolling Stones. Øll høvdu sína orsøk, og tað var í fleiri førum eisini pakkin við nøkrum døgum í danska høvuðsstaðnum, sum gjørdi munin. Men onkur var komin sama dag úr Vágum og vendu aftur til Føroya longu mánadagin. Konsertin Eins og við konsertum í Føroyum, byrjaði hendan konsertin eisini ov seint. Á atgongumerkini stóð, at byrjast skuldi klokkan átta á kvøldið, men minst ein hálvur tími gekk, áðrenn svenski upphitingarbólk- urin, The Hives, komu á pallin. Hesin bólkurin er ikki so heilt nógv at hoyra í Før- oyum, men hann er eftir øllum at døma so mikið umtóktur, at hann slapp at hita fólki upp. Men tað var meira trist enn nakað annað við The Hives. Bólkurin spælir eitt slag av tónleiki, sum vit væl kunnu kalla ný- mótans progressivan punk. Satt at siga virkaði tað full- komiliga meininsleyst við teimum á pallinum, og fólkið var bert ein brotpart líka nógv við upp á The Hives sum ølirnar og pyls- urnar. Men tað fóru eisini av pallinum, uttan at fleiri fólk løgdu hetta merkis. Og nú varð bíðað eftir The Rolling Stones. Pausutónleikur við millum annað Johnny Cash fylti Parken, meðan eitt stórt lið av hjálparfólki riggaði til. Og øll segl vóru sett til. Størsti tónleikapallurin í søguni hjá Parkini var sett- ur upp til konsertina. Talan var um ein høvuðspall, sum fylti breiddini av vøllinum í Parkini. Eisini var ein sokallaður B-pallur mið- skeiðis á vøllinum. Millum høvuðspall og B-pall var so ein gongd. Spældir vórðu tríggir sangir B-pallinum uttan tað nógva ljós og videoshow, sum annars setti sín týðuliga dám á konsertina. Konsertin var allatíðina spennandi og fjøllbroytni í framførsluni var ein rættilig uppliving. Pallmyndin broyttist støðugt við stórum sjónvarpsskíggjum og ljósi. Sæð sum show uttan ljóð var tað í serflokki, og tað skal tað eisini vera til eitt tílíkt høvi. Einar tíggju minuttir áðrenn klokkan gjørdist tíggju kókaði yvir í Parkini. Rolling Stones komu á pallin, og tað byrjaði – eins og tað endaði – við rokk og rull. Tað var ein ekstasa fyri fleiri áhoyrarar bara at síggja bólkin, og tað tók bert einar tveir sangir, so stýrdu Rolling Stones eina- ráðandi í Parkini. Teir spældu nítjan sangir í góðar tveir tímar. Við undantak av einum fýra-fimm sangum var alt full drøn á kassan. Og meira ella minni var alt líka væl frágingið. Allir sangir fingu ikki so mót- tøku frá áhoyrarunum, og onkur villa var sjálvandi eisini, men samanlagt var støðið hægri enn tú kundi vónað. Hetta eru hóast alt gamlir menn á pallinum. Men tað ger ikki mun. Aldur var ikki nakað, ið nakar hugsaði tað heilt nógva um sunnu- kvøldið. Í flest øllum donskum bløðum, sum umrøða kon- sertina sunnukvøldið, verð- ur tann sokallaði "set-list" eisini prentaður. Tað er skráin hjá bólkinum (sang- irnir). Og tískil hava vit eisini valt at gjørt tað sama hesuferð. Eins og undan einum fót- bóltsdysti, har dúgliga verður gitt um byrjunar- uppstillingina, so varð gitt um skránna hjá rullandi rokkarunum. Og skráin var kanska ikki so óvæntað hjá teimum, sum kenna til. Taktikkurin var í øllum førum púra greiður: full ferð fram í tveir tímar - kortini við nøkrum fáum stillum sangum. Ein heilt óhugnaliga væl gjøgnum- førd og stílrein konsert, sum á ongan hátt hevur verið at fingið úr sinninum síðani sunnudagin. Tað er ikki ætlanin at Skráin í Parkini 1. Brown Sugar 2. Start Me Up 3. You Got Me Rocking 4. Don't Stop 5. Wild Horses 6. You Can't Always Get What You Want 7. Midnight Rambler 8. Tumbling Dice --- Introductions 9. Slipping Away (Keith) 10. Happy (Keith) 11. Sympathy For The Devil 12. Respectable (B-stage) 13. I Just Want To Make Love To You (B-stage) 14. Street Fighting Man (B-stage) 15. Gimme Shelter 16. It's Only Rock'n Roll 17. Honky Tonk Women 18. Jumping Jack Flash 19. Satisfaction (encore) Betri enn hini Mick, Keith og hinir eiga hjarta í mongum. Sunnukvøldið settir teir nýtt lív í mytuna um The Greatest Rock ´n´ Roll Band in The World. C M Y K 13 12