Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 • týsdagur • 15. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo RSF kann ikki seta ein fingur á Sandavág Róðrarsambandið hevur eftir Vestan- stevnuna ongar ætl- anir um at gera broyt- ingar í róðrarøkjun- um, men tað er fram- vegis upp til feløgini at gera av, hvar tað skal rógvast FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Leygardagin segði Hansina á Plógv, sum fyri SÍF hevði høvuðsábyrgdina av FM kappróðrinum á Vestan- stevnuni leygardagin, at tey har vesturi høvdu gjørt alt, sum tey vóru ment fyri at gera, so umstøðurnar hjá kappróðrarfólkunum og teimum, sum annars høvdu við róðurin at gera, skuldu vera so góðar, sum tað á nakran hátt bar til. Eftir róðurin staðfestir Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, at teir ikki kunnu seta ein fingur á fyrireikingarnar hjá sandavágsmonnum. – Tað gekk sum eftir ánni. Síðsti róðurin var av, áðrenn klokkan var trý korter til fimm, og tað var flott. Tað sást á øllum brøgdum, at tey høvdu gjørt eitt fínt arbeiði vesturi í Sandavági. Á prátinum millum róðrarfólk skilst, at summi eru illa nøgd við róðrarum- støðurnar, og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag tekur onkur so mikið rívan til, at hann ikki ætlar sær aftur til Sandavágs at rógva. Umstøðurnar verða lýstar soleiðis, at onkrar manningar vóru rættuliga bangnar og hugsaðu meiri um at sleppa burturúr hóttanunum frá aldum og brotum, heldur enn at hugsa um at vinna kapp- ingina. – Vit mettu ongantíð, at tað var hættisligt at rógva. Tá ið tað varð farið undir róðurin, vóru líkindini so hampulig, sum tey kunnu vera í Sandavági, tá ið hann er lágur í ættini. Men sum vestfallið leið, gjørdist tað eitt sindur meiri gjálvut. Tað var spell, men tað er ein partur av kappróðrinum í Føroyum. Kundu tit ikki havt róð fyrri ella bíða inntil seinni, so vestfallið ikki gjørdi um seg? – Tá skal eisini havast í huga, um tað er fløðandi sjógvur ella ikki. Tað fløddi, og tað skal helst vera fløðandi sjógvur, tá ið tað verður róð í Sandavági, tí málið er rættuliga innar- laga. Tey kappróðrarfólkini, sum ikki vóru so nøgd við umstøðurnar, hava undrast á, hví róðurin ikki varð fluttur til Miðvágs, men tað kom sambært formannin- um í Róðrarsambandinum ongantíð upp á tal. – Vit sendu í síðstu viku skriv út um, hvat skuldi til fyri at flyta róðurin, og vit mettu ongantíð, at nevndu umstøðurnar komu upp á tal, sigur Hannis Joensen. Upp til feløgini Eftir aðalfundarsamtyktina tíðliga í vár, sum aftur varð staðfest á eykaaðalfundi fyrst í mai, so verður kapp- róður í Sandavági triðja hvørt ár í framtíðini í staðin fyri fjórða hvørt ár, sum tað higartil hevur verið. Vest- anstevnan fer at skifta ímillum tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum, meðan Vestmanna fer at hava kappróður annað hvørt ár og fer at skiftast við Strend- ur/Skála. – Hetta er tað, sum fel- øgini hava samtykt. Eingin hevur tosað við meg um misnøgd við róðurin leyg- ardagin, og um tað verður hugsað um vinnarabátar- nar, so var eingin vinnari, sum tað als ikki hevði verið roknað við frammanundan. Jarnbardur við kvinnum vann á Gongurólvi, sum hevði vunnið allar róðrar- nar frammanundan, og Páll Fangi var eisini framman- fyri Gongurólv, men úrslit- ini í undanfarnu kapping- unum høvdu givið ábend- ingar um, at tað kundi ger- ast heilt spennandi í tí kappingini. – Eg havi sagt tað so ofta áður, og eg kann gott end- urtaka eina ferð afturat, at um feløgini halda, at tað skal rógvast aðra staðni, enn tað verður róð nú, so hava tey møguleika at leggja uppskot fram um hetta. Men róðurin í Sanda- vági leygardagin fer ikki at hava við sær, at nevndini í RSF fer at leggja upp til broytingar. Fyrireikingar- nar vóru í fínasta lagi, og vit hildu ikki umstøðurnar vera soleiðis, at tað var neyðugt við B planinum. At tað ikki er eins at rógva alla staðni er ein partur av kappróðrinum í Føroyum, staðfestir Hannis Joensen. Kappróðurin í Sanda- vági var staðfesting av, at tað serliga er í høvuðsstaðnum, at kappróðurin hevur tað gott. Í fimm kapp- ingum vunnu bátar í Havnini, og sætti vinnarin var Nólsoy- ingurin, sum venur á Havnarvág FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er í høvuðsstaðnum, at tað mesta gongur fyri seg í kappróðrinum. Í hvussu so er tá ið tað snýr seg um vinnarabátarnar. Á Vestanstevnu í Sanda- vági leygardagin vórðu tvær FM kappingar av- gjørdar. Ørvur vann fyri sættu ferð í ár, og harvið er hann fullkomuliga suveren- ur FM vinnari í kappingini millum 8–mannafør. Ørvur vann FM seinast í 1999. Sosialurin ynskir Havnar Róðrarfelag og manningini á Ørvi hjartaliga tillukku við FM heitinum. Kvinnurnar á Gongurólvi, sum eisini hoyrir til Havnar Róðrarfelag, vunnu eisini FM leygardagin. Teimum verður eisini ynskt hjartaliga tillukku – bæði felagnum og manningini. Ivaleyst høvdu tær umborð á Gongurólvi ætlað og ynskt, at tað skuldi ganga eitt sindur øðrvísi fyri seg, tá ið tær tryggjaðu sær meistaraheitið. Henda manningin vann FM við Síl- inum í fjør. Tá vunnu tær allar seks FM róðrarnar. Í ár hava tær mannað Gongurólv, og undan Vestanstevnuni høvdu tær vunnið allar fimm FM kappingarnar, men nú gjørdust tær ov stuttar til sigurin og endaðu á triðja plássi. Men eingin kann taka frá Gongurólvi, at tær eru FM vinnarar, og ivaleyst fara tær at leggja alt fyri á Ólavsøku, so tær kunnu enda róðrarárið við maner. Alt úr miðjuni Áhugin fyri kappróðri tykist vera sera stórur í høvuðsstaðnum. Har býr sjálvandi mesta fólkið, og flestu ungdómarnir eru har, men tað eru fleiri dømi um, at tað ikki altíð sæst aftur, at høvuðsstaðurin eigur mesta fólkið. Men í kappróðrinum er luttøkan í høvuðsstaðnum størst, og hagani eru flestu bátarnir, sum standa seg væl. Leygardagin átti Havnar Róðrarfelag fýra vinnarar. Umframt Ørv og Gongurólv vunnu dreingirnir við Sílinum og genturnar umborð á Drekanum. Hesar báðar manningarnar hava góðar møguleikar at vinna FM, og tað hava genturnar umborð á Sílinum eisini. Um alt gongur upp hjá Havnar Róðrarfelag á Ólavsøku, so fer felagið at finna fimm FM kappingar. So nógv FM heiti hevur felagið ongantíð áður vunnið. Dreingirnir á Sílinum liggja nógv best fyri í FM kappingini, meðan Blikur av Argjum framvegis er best fyri í gentukappingini. Knørrafelagið, sum eisini er í Havnini, vann tveir róðrar leygardagin. Bæði kvinnurnar og menninir umborð á Jarnbardi vunnu. Kvinnurnar hava luttikið so stutt, at tær hava ikki møguleika at vinna FM, men tað hava menninir. Teir eru kortini í stórari kapping við Smyril úr Vági. Nólsoyingur vann leygardagin fyri aðru ferð. Nólsoyingar venja fyri tað mesta á Havnarvág. Teir kappast við Eysturoyingin um FM heitið. Havnar Róðrarfelag vann tvey meistaraheiti Leygardagin átti Havnar Róðrarfelag fýra vinnarar. Umframt Ørv og Gongurólv vunnu dreingirnir við Sílinum og genturnar umborð á Drekanum. Her fegnast dreingirnir umborð á Sílinum um sigurin Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 131 - 15. juli 2003 Kapping um at verða vald til vakrastu gentu Í Eysturoy var á Varmakeldu VAKURLEIKAKAPPING Áki Bertholdsen Hanna úr Fuglafirði er vakrasta genta í Eysturoy. Tað fekk hon pappír upp á á Varmakeldustevnuni í fyri eini góðari viku síðani. Fríggjakvøldið á Varma- keldu var vakurleikakapp- ing í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tá skuldi vakrasta genta í Eysturoy finnast. Seks gentur vóru við í kappingini, og tá ið av- tornaði, hevði Hanna Poul- sen vunnið kappingina. Nummar tvey var Berg- tóra Joensen og tær eru báðar úr Fuglafirði og aftur fyri luttøkuna, fingu allar genturnar prógv um, at tær høvdu verið við, umframt eina virðisløn í reiðum pen- ingi. Hetta er triðja økisvakur- leikakappingin, og nú er eftir at finna vakrastu gentu í Vágum, Norðoyggjum og í Streymoynni. Hesar kapp- ingarnar verða seinni. Áður er Rebecca Lisberg úr Sumba vald til vakrastu gentu í Suðuroy, og Hildi- garð Petersen av Sandi er vald til vakrastu gentu í Sandoynni. Tá ið allar økiskappinga- rnar hava verið er ætlanin at enda við eini landsfinalu, har vakrasta genta í Føroy- um skal finnast. Nær finalan verður er ikki heilt greitt enn, men tað er greitt, at handilin Event fer at stuðla finaluni við klæðum til genturnar at vera í finalukvøldið. Tað er ítróttarfelagið "Muaythai Faroes", sum skipar fyri hesum kapping- unum, men í kappingini á Varmakeldu var tað Ment- anarhúsið, sum stóð fyri fyrireikingunum. Hetta er eitt felag, sum tvøramaðurin, Bjarni Hammer, hevur stovnað við tí endamáli at íðka tann sermerkta ítróttin, sum eitur kickboxing, í Før- oyum. Og endamálið við hesum vakurleikakappingunum er at styrkja felagið fíggjar- liga, so at hetta slagi av ítrótti so við og við kann breiða seg um landið. Hanna er vakrasta genta í Eysturoy Á Varmakeldu varð Hanna Poulsen, vinstrumegin, vald til vakrastu gentu í Eysturoy og Bergtóra Joensen var nummar tvey. Tær eru báðar úr Fuglafirði Gamlar hosur og morsniglar Nógv umrøddi snigil- in, sum hevur gjørt so nógv um seg í før- oyskum urtagørðum síðstu árini, prýðir forsíðuna á nýggjastu útgávuni av tíðarrit- inum Frøði. Í blaðn- um hevur Dorete Bloch skrivað áhuga- verda grein um snigil- in, sum í hesum sam- bandi hevur fingið føroyska heitið mor- snigil. TÍÐARRIT Tíðindaskriv Í Frøði nr. 1/2003 eru 5 greinar við ymiskum áhuga- verdum tilfari úr bæði nátt- úru- og bókmentaheiminum. Dorete Bloch hevur skrivað tvær greinir. Onnur er um, hvussu nógv eitt skinn av grind vigar. Í greinini greiðir hon frá, at umfatandi grindakanningar- nar vísa, at eitt skinn ikki er 50 kilo av tvøsti og 25 kilo av spiki, sum vanliga hevur verið hildið. Harumframt greiðir hon gjølliga frá áhugaverdu søguni um føroyska grindamálið. Um- framt at lýsa fyrsta grinda- málið, sum er frá 1822 og enn verður goymt í Miðvági, har tað varð gjørt, greiðir hon frá øðrum grindamálum kring alt landið. Í aðrari grein eftir Dorete Bloch er evnið morsniglin. Her verður greitt frá, hvussu snigilin, sum upp- runaliga stavar frá iberia- hálvoynni, hevur spjatt seg norðureftir. Nøkur lívfrøði- lig eyðkenni hjá sniglinum verða lýst, og at enda gevur Dorete eisini nøkur góð ráð um, hvussu snigilin kann basast við ymiskum fellum. Fyri einum ári síðan vardi Kirsten Brix ph.d.- ritgerð um skaldskapin hjá Regini í Líð. Í Frøði skrivar hon eina grein um, hvussu stóran týdning upplýsingar- hugtakið hevði fyri henda fjølbroytta mann. Í greinini verða bæði upplýsingartíð- in, Rousseau og Herder knýtt aftur at háskúlanum, sum Rasmus Rasmussen var við til at stovna, og skaldsøguni Bábeltorninum og stuttsøguni Rakul, sum hann skrivaði undir dul- nevninum Regin í Líð. Nicolina Jensen Beder er kend fyri sítt stóra arbeiði við ull, binding og øðrum handarbeiði. Tað hava vit m.a. sæð í filminum "Ull og spuni" frá 2001, sum eisini hevur verið vístur í sjónvarpinum. Í sera áhuga- verdari grein greiðir hon frá, at nakrar klædnaleivdir, sum vórðu funnar, tá ið grivið varð út fyri kjallara til tað, sum í dag er Ad- miral Hotel á Toldbodgade í Keypmannahavn, kunnu vera 300 ára gamlar før- oyskar hosur. Hetta vísir hon á, bæði við at greiða frá, hvussu hosurnar eru bundnar og við øðrum søguligum keldum. M.a. var ein plumba, sum helst hevur navnamerkið Fred- erik Gabels, at finna á ein- um vaðmalspetti. Síðstu greinina hevur landsbókavørðurin Martin Næs skrivað. Hon er um teir tríggjar javnaldrarnar Jacob Olsen, Martin Joen- sen og Halldór Laxness, sum allir vórðu føddir í apríl 1902. Í greinini verður greitt frá myndlistini hjá Jacob Olsen og skaldskap- inum hjá Martini Joensen. Skaldskapurin hjá Halldór Laxness verður eisini um- røddur, og nomið verður við spurningin um, hvussu nógv Laxness visti um før- oyskan skaldskap. Martin lýsir eisini sambandið mill- um Halldór Laxness og William Heinesen og greið- ir frá, hvussu trupult tað er at týða skaldskapin hjá Laxness til føroyskt. Frøði er sum vant prýtt við hópin av áhugaverdum myndum. Blaðið er 36 blaðsíður til støddar og kostar 48 krónur í blaðbúð- unum. C M Y K 14